Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-18, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. mars 2000síða 4

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindablaðið sosialurin Nr. 55 - 18. mars 2000 6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 55 - 18. mars 2000 Meirilutin verður breiður JOHN JOHANNESSEN ÚR KEYPMANNAHAVN Føroyska Viðskiftastovan, hóskvøld: – Nýggja veljar- akanningin er fín fyri lands- stýrið. Tá hugsað verður um, at fólk hava tikið støðu út frá støðuni beint nú með- an ræðumyndirnar fyri fullveldisætlanini javnan eru frammi, síggi eg meiri- lutan sum stóran. Løgmaður sigur, at tá meirilutin fyri fullveldisætl- anini er 45,5 prosent, meðan tey, ið eru ímóti telja 44,8 prosent, merkir hetta, at nógv tann størsti parturin av føroyingunum at enda fer at taka undir við fullveldisætl- anini. – Vit skulu minnast til, at fullveldisætlanin beint nú er í einum aldudali. Andstøðan í Føroyum og somuleiðis danskir politikarar hava seinastu tíðina ført nógv fram, ið hevur rætt fólk frá at taka undir við fullveldis- ætlanini. Tí haldi eg avgjørt, at vit kunnu siga handan meirilutan at vera stóran. Anfinn Kalseberg sigur seg vera vísan í, at meiri- lutin fyri ætlanini fer at vaksa so hvørt landstýrið og danska stjórnin koma víð- ari í samráðingunum. Hann vísir á, at fólk ikki hava so nógv at taka støðu til beint nú, tí landstýrið hevur ikki nakað annað ávíst at vísa á, enn uppritið. Ætlan landstýrisins er tann besta Í áliti til landsstýrið um upp- ritið til samráðingarnar halda Sambandsflokkurin og Javnaðarflokkurin ætlan landstýrisins vera ov víð- gongda, og tí taka teir ikki undir við henni. Teir mæla í staðin til ein sáttmála, ið leggur upp til, at føroyska sjálvstýrið verður víðkað so liðandi, við at vit taka yvir ávísu málsøkini, so hvørt vit eru før fyri tí. Báðir teir stóru andstøðu- flokkarnir siga seg nevni- liga ynskja víðkað sjálvstýri innan fyri ríkisfelagsskapin. Hetta halda nógvir føroy- ingar sambært veljarakann- ingini eisini vera skilabest. Tað eru nevniliga 53,81 pro- sent av vejarunum, ið siga seg halda, at tað ber til at fáa víðkað sjálvstýrið inn- an fyri ríkisfelagsskapin. Men heldur ikki hetta ræðir løgman. Hann vísir eins og áður á, at fólk ikki hava nakað ítøkiligt at taka støðu til, fyrr enn ein sátt- máli liggur á borðinum, sum úrslit av samráðingun- um. Vónar skjótar samráðingar Anfinn Kalsberg sigur seg vóna at samráðingarnar fara at ganga bæði skjótt og væl. Men hann ásannar, at málið um evruna tekur nógva tíð og orku frá donsku stjórn- ini. Tí kann henda, at hetta fer at draga samráðingarnar út. Hinvegin heldur hann eis- ini, at hetta kann skunda undir samráðingarnar. Hann vísir á, at tað jú kann henda, at danir kíta seg fyri at fáa avgreitt fullveldismálið, so orkan kann nýtast til málið um evruna. Løgmaður fegn- ast um, at veljar- akanningin sýnir meriluta fyri full- veldisætlanini. Hóast meirilutin nú er tepur, vænt- ar hann stóran meiriluta, tá sátt- málin fyriliggur Ríkisveitingin størstan áhuga Hvat ríkisveitingin til Føroya verður brúkt til hevur størstan áhuga millum vanligar danir í sambandi við samráðingarnar um føroyskt fullveldi JOHN JOHANNESSEN ÚR KEYPMANNAHAVN Áhugin fyri fullveldisætlan- ini hevur verið stórur í Dan- mark síðani flogfari við løg- manni og teimum fimm landstýrisfólkunum, Høgna Hoydal, Helenu Dam á Neystabø, Karsteni Hansen, Signari á Brúnni og Jørgeni Niclasen lendi á flogvøllin- um í Kastrup seinnapartin hósdagin. Løgmaður og Høgni Hoydal hava báðir verið gestir hjá donskum sjón- varpsstøðum, har teir hava greitt frá fullveldisætlanini. Hóskvøldið var løgmaður gestur í sendingini Deadline hjá DR2 og fríggjamorgun- in var Høgni Hoydal saman við fastur sínari, Anniku Hoydal, gestur í morgun- sendingini Go‘ morgen Danmark hjá TV2. Hvar fer blokkurin? Spurningurin, ið gongur aft- ur, bæði tá føroyskir polit- ikarar eru at hoyra í donsk- um fjølmiðlum og tá før- oysku fjølmiðlarnir tosa við danan á gøtuni er, hvat ríkis- veitingin verður brúkt til í Føroyum og um danir fáa nakað aftur av hesi peninga- upphædd. Tá løgmaður og Høgni Hoydal hava fingið hendan spurningin í donskum fjøl- miðlum, hava teir greitt frá, at partur av fullveldisætlan landsstýrisins er, at Føroyar skulu gerast búskaparliga óheftar av Danmark. Men fáast skal í lag ein búskaparlig skiftistíð, ið tryggjar føroyska búskapin fyrstu árini eftir, at Føroyar eru vorðnar sjálvstøðug tjóð. Hetta tykist vanligi danin á gøtuni ikki at skilja. Greiði boðskapurin úr Dan- mark er, at skulu føroyingar valda, mugu teir eisini gjalda. Teir síggja onga or- søk fyri, at danir framhald- andi skulu senda føroying- um pening, tá teir ikki long- ur eru partur av danska ríki- num. Hesar hugsanir nerva kortini ikki landsstýrið. Landsstýrisfólkini siga seg øll hava væntað hesar út- meldingar. Tey vísa á, at tá hol veruliga er sett á sam- ráðingarnar, verður støðan ein onnur. Bondini verða ikki kvett Í sendingini Go‘ morgen Danmark vórðu Høgni Hoydal og Annika Hoydal millum annað spurd um, hví føroyingar brádliga ynskja at kvetta tætt knýttu bondini við Danmark. Svarið til hendan spurn- ing var tað sama, sum Høgni Hoydal fleiri ferðir hevur borðreitt við í Føroy- um. Bondini skulu ikki kvettast. Harafturímóti skulu Føroyar og Danmark víðka um samstarvið land- anna millum. Men talan skal vera um tvær sjálvstøð- ugar tjóðir. Flestu danir siga seg heit greitt duga at síggja, at neyðugt er við tøttum sam- starvi millum hesi bæði lond. Serliga hugsa danir um, at Føroyar hava brúk fyri Danmark, tá tað ræður um víðari útbúgvingar og heilsuverk. Men eisini duga nakrir danir væl at síggja, at Danmark eisini hevur havt fyrimunir av Føroyum. Í hesum sambandi verður millum annað tosað um her- naðarstøðir hjá NATO í Før- oyum. Men kortini vísa danir á, at tað hevur verið ein trygd hjá Føroyum at havt hesar hernaðarstøðir. Var NATO ikki í Føroyum, var kanska onkur annar har, siga eyg- leiðararnir frá donskum fjølmiðlum, Sosialurin hev- ur tosað við. Danskir fjølmiðlar ætla at fygja væl við ríkisrættarligu samráðingunum, hóast nógv orka fyri tíðina verður brúkt til málið um evruna. Løgmaður ásannar, at málið um evruna tekur nógva tíð og orku frá donsku stjórnini. Tí kann henda, at hetta fer at draga samráðingarnar út Mynd: Jens Kristian Vang -Góðir brúktir frá REYNI SERVICE REYNI SERVICE OpiÝ: M‡n.-fr’. 8.00-17.00 TOYOTA CAMRY 2,2 GL Skrás.: 02-04-98 Km.: 24.000 Prísur: 218.600,- Garanti** TOYOTA COROLLA 1,6 Xli H/B Skrás.: 31-10-96 Km.: 35.000 Prísur: 108.600,- Garanti* FIAT PUNTO 60 S Skrás.: 30-01-97 Km.: 42.000 Prísur: 79.600,- Garanti* FORD FIESTA 1,3 Skrás.: 29-04-96 Km.: 104.000 Prísur: 66.600,- TOYOTA CAMRY 2,2 XL Skrás.: 21-12-91 Km.: 80.000 Prísur: 98.600,- Garanti* TOYOTA AVENSIS 2,0 SOLPLUS Skrás.: 23-12-98 Km.: 15.000 Prísur: 208.600,- Garanti** TOYOTA CARINA 2,0 Sli SEDAN Skrás.: 08-94 Km.: 79.000 Prísur: 106.000,- Garanti* TOYOTA CARINA II Xli SEDAN Skrás.: 02-92 Km.: 194.000 Prísur: 55.000,- Vegurin Langi -188 Hoyvík - Tel. 313040 * Brúktir bilar yvir 75.000 kr. verða seldir við BRÚKTBILAVÁTTAN ** TOYOTA bilar hava 3 ára garanti frá fyrstu skrás. dato Sosialurin - 311820 Sýnaður 04-98 Sýnaður 10-98 Sýnaður 12-98 Sýnaður 02-00 Sýnaður 02-96 Sýnaður 04-96 Sýnaður 10-96 Sýnaður 03-00 TOYOTA CARINA 1,6 STATION Skrás.: 18-06-90 Km.: 59.000 Prísur: 59.600,- Sýnaður 02-99 NISSAN MAXIMA 3,0 AUT. GEAR Skrás.: 15-12-87 Km.: 135.000 Prísur: 69.600,- MITSUBISHI PAJERO VAN Skrás.: 05-10-95 Km.: 85.000 Prísur: 138.600,- TOYOTA COROLLA 1,6 H/B GINZA Skrás.: 30-04-96 Km.: 34.000 Prísur: 112.600,- Garanti* TOYOTA COROLLA 1,3 SEDAN Skrás.: 12-02-96 Km.: 16.000 Prísur: 97.600,- Garanti* Sýnaður 12-99 Sýnaður 01-97 Sýnaður 04-96 Sýnaður 03-98 TOYOTA PREVIA 2400 BENZIN Gli Skrás.: 12-94 Km.: 58.000 Prísur: 114.000,- Garanti* Sýnaður 06-99 Sýnaður 11-97 Sýnaður 06-99 Sýnaður 12-98 AVHEINTINGARTILBOÐ VØRUVOGNUR HONDA ACCORD EX Skrás.: 08-86 Km.: 214.000 Prísur: 15.000,- TOYOTA CAMRY 1,8 XL Skrás.: 28-01-87 Km.: 197.000 Prísur: 10.000,- TOYOTA CAMRY 2,0 Xli AUTOM. Skrás.: 22-10-87 Km.: 205.000 Prísur: 15.000,- HONDA CIVIC 1,5 Skrás.: 01-06-86 Km.: 175.000 Prísur: 12.000,- Støkkið inn á gólvið! Gott er góðum at tæna Malan gjørt fløgu- dreym til veruleika Hóast Malan Thomsen er av kendastu røddum í landinum og er á óteljandi fløgum, so hevur hon ikki givið út sjálv áður, men í næstu viku kemur hon við egnari fløgu DAGFINN OLSEN Hon er av kendastu sangar- um í landinum. Seinastu mongu árini hevur hon virk- að við á óteljandi fløgum og upptøkum annars. Og hon spennur líka frá rock tónleiki til tónleik til børn- ini. Stutt sagt, ein av best umtóktu sangarinnum, ið vit eiga. Tey syngja kór til eitt lag: Anders, Malan, Kim og Lena Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út evnis- hefti, ið er lagað til bókina Bíblian í orðum og myndum. Hetta er undirvísingartilfar í kristni til miðdeildina DAGFINN OLSEN Í 1996 gav Bókadeild Før- oya Lærarafelags út Bíblian í orðum og myndum. Føroya Skúlabókagrunnur hevur nú givið út evnishefti til hesa bók - Gott er góðum at tæna 1. Hetta er ætlað til undir- vísing í kristni í miðdeildini. Lærarahefti er eisini, ið hev- ur uppgávur og uppskot um verkevni og um, hvussu drama/leikur kann verða nýtt í kristniundirvísingini. Paulina Andreasen og Char- lotta Thorsteinsson hava lagt til rættis. Bíblian í orðum og mynd- um er grund undir heftinum. Dentur verður lagdur á at viðgera hesar tekstir væl, so næmingar betur skilja hend- ingar í Bíbliuni, at teir læra at kenna støðini, har hend- ingar fara fram og at teir læra teir ymsu persónarnar í Bíbliuni betur at kenna. Harafturat er fjølbroytt tilfar til tekstir úr øðrum bókmentum at tosa um siða- lagsligar spurningar, eitt nú øvund, at lúgva, stjala og slatra. Evnini eru sostatt lýst bíbilskt og verðsliga. Gott er góðum at tæna 1 bjóðar til, at næmingar bæði fáa høvi at uppliva, lurta, samtala, samarbeiða, hugsa og nýta kreativ evni. Hestprent hevur staðið fyri satsi, umbróting, repro og prenti. Evnisheftið er 60 síður og kostar 48 krónur. Læraraheftið er 16 síður og kostar 36 krónur. Malan Thomsen hevur ríkað føroyska tónleikapall- in, og serliga upptøkusavn- ið, seinastu mongu árini, men ongantíð hevur hon sjálv givið út. Nú roynir hon seg við egnari fløgu og hon dylir ikki, at hetta er gamal dreymur, ið nú gerst veru- leiki. Tónleikaparið Malan Thomsen og Finnur Hansen hava nú saman produserað eina fløgu við Maluni. Finn- ur hevur, umframt at pro- duserað, verið tónleikari og hevur eisini sitið við knøtt- arnar í Jak-Zach Studio. Talan er um føroyskan popptónleik og tey standa sjálvi fyri útgávuni. Fleiri kend nøvn eru við og millum teirra, ið hava skrivað løg, eru Finnur Hansen, Kim Hansen, Kári Jacobsen og Niclas Jo- hannesen. Hesir báðir síðst nevndu hava eisini skrivað orð. Sjálv hevur Malan eis- ini sett orð saman til løg á fløguni. Fløgan kemur væntandi hósdagin. Minh Doky aftur á skránni Í fjør skuldi heimskendi bassleik- arin vitja í Føroyum saman við Sanne Salomonsen, tí saman høvdu tey gjørt kendu fløguna, sum hon sang úr. Hann kom tó ikki, men nú hevur hann aftur givið fløgu út DAGFINN OLSEN Chris Minh Doky gav í gjár út nýggja fløgu. Hetta er fyrsta fløgan, eftir samstarvið við Sanne Salomonsen, ið førdi til sera væleydnaða fløgu, sum hon eisini sang úr á Jazzfestivali- num í fjør. Tá skuldi heimskendi danin Chris Minh Doky eisini vera við í Føroy- um, men honum barst frá. Sum skilst, hevur hann tó ikki mist áhugan fyri at vitja hendavegin. Nýggja fløgan hjá Doky eitur Listen Up!. Longu nú kann ein ogna sær hana, um ein leitar sær á heimasíðuna www.doky.com Talan er um eina fløgu, har Chris granskar Gott er góðum at tæna 1 bjóðar til, at næmingar bæði fáa høvi at uppliva, lurta, samtala, samarbeiða, hugsa og nýta kreativ evni tann meira funk kenda jazzin. Hann hevur eisini leit- að fram eina ljóðmynd, ið setur lurtaran í miðj- una á orkestrinum. Kend fólk eru við, umframt Chris sjálvan. Mangir av tónleikaru- num eru millum teir fremstu í heiminum í dag. M.a. eru við Larry Goldings - B3 orgel & piano, George Whitty - rhodes & keyboards, Adam Rogers - ak. & el. guitar, Louis Winsberg – ak. guitar & sitar, Cla- rence Penn - trommer, & special guests:, Kenny Garrett - alto sax. John Scofield - guitar, Randy Brecker - trumpet, Ma- koto Ozone - piano, Ka- treese Barnes - sang.