leygardagur 18. mars 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Samráðast til alt er avgreitt
JOHN JOHANNESSEN
ÚR KEYPMANNAHAVN
Føroyska Viðskiftastovan,
hóskvøld: Hóast danski
forsætismálaráðharrin bert
hevur sett tríggjar tímar av
til fyrsta partin av ríkisrætt-
arligu samráðingunum mill-
um Føroyar og Danmark,
ætlar landsstýrið sær ikki
heim aftur fyrr enn tað hev-
ur fingið tað burturúr, sum
tað hevur sett sær fyri.
Landsstýrið hevur sett
sær fyri, at leistur skal leggj-
ast fyri samráðingunum á
hesum fyrsta fundinum. Av-
talast skal, hvussu, nær og
hvar samráðingarnar skulu
fara fram, og eisini skal
finnast fram til, nær tey á-
vísu málini vera viðgjørd.
Eitt liðugt sáttmálaupp-
skot varð á fundinum lagt
fyri danir, og skal hetta upp-
skot vera grundarlag fyri
víðari samráðingunum.
Tá Sosialurin fór til prent-
ingar klokkan trý í gjár var
fundurin í danska forsætis-
málaráðnum enn ikki liðug-
ur, og tí ber ikki at siga, um
landsstýrið megnaði at fáa
lagt alt sítt fram hesar áður
nevndu tríggjar tímarnar.
Men landsstýrið ætlar sær
ikki at fara av fundinum fyrr
enn hann frá teirra síðu er
lokin - líkamikið um hetta
tekur longri tíð enn tríggjar
tímar.
Sum skilst á føroysku em-
bætisfólkunum, eru tey so
mikið væl fyrireikað, at tey
klára at fáa fundin avgreidd-
an upp á ein tíma. Tey vísa
á, at tað avgerandi er,
hvussu væl danir eru fyri-
reikaðir.
Høgni Hoydal, landsstýr-
ismaður í sjálvstýrismálum,
sigur, at sáttmálauppskotið,
ið er lagt fyri danir, er gjørt
út frá uppritinum, ið hevur
verið til viðgerðar í uttan-
landsnevndini. Men hædd
er sjálvsagt eisini tikin fyri
tilmælunum,
uttanlands-
nevndin hevur gjørt til upp-
ritið. Sostætt er sáttmála-
uppskotið ein juridisk víð-
kan av uppritinum og til-
mælunum frá uttanlands-
nevndini.
Hvat kom burtur úr fund-
inum í danska forsætismála-
ráðnum í gjár, ber til at lesa
í internetsosialinum.
JOHN JOHANNESSEN AV
CHRISTIANSBORG 13:10
Fyri løtu síðani fóru danska
stjórnin við Poul Nyrup
Rasmussen, Føroya lands-
stýri og ein riðil av embæt-
isfólkum - mest føroyskum
- inn í speglsalin at eta fro-
kost.
Ein riðil av fjølmiðlafólk-
um, bæði donskum og før-
oyskum tóku ímóti politik-
arnunum í ganginum á
Christiansborg, men strliti
gekst at fáa viðmerkingar.
Tann einasti, til bar at fáa
orð á, vaar danki forsætis-
ráðharrin, og hann var fá-
mæltur.
– Jeg synes vi skal vent
med at komme med be-
mærkninger til på presse-
mødet klokken 16, segði
Poul Nyrup Rasmussen og
fór inn um glasdyrnar áveg-
is til speglsalin.
Restin
av
donksu
stjórnini kom inn gjøgnum
annan enda á bygninginum,
og bar tað ikki til hjá mogu
fjølmiðlafólkunum
at
sleppa fram at teimum.
Landsstýrisfólkini úr Før-
oyum komu eisini inn
gjøgnum dyr aftanvert, har
pressan slapp framat, og tí-
kisl bar heldur ikki til at fáa
orð á teir.
Tá tropparnir vóru savn-
Vit siga
einki fyrr
enn
klokkan
fýra
aðir og leiðin gekk inn í
speglsalin, var viðmerk-
ingin, at hetta er ein
søgulig løta.
Politikararnir og embæt-
ismennirnir fáa sild, kote-
lettir, ost og hvítvín í spegl-
salinum
áðrenn
farið
verður til samráðingar.
Hol sett á samráðingarnar
føroyska fjølmiðlarúminum
og spyrja um støðuna í Før-
Manga
takk
Frokosturin í forsæt-
ismálaráðnum er nú
liðugur og samráð-
ingarnar eru av álvara
byrjaðar
Klokkan
er
nú
14:15.
Fyri løtu síðani
komu øll tey høgu
fólkini saman við em-
bætisfólkum sínum út
úr speglsalinum við
kós móti samráðingar-
rúminum.
Á odda gingu lim-
irnir í donsku stjórn-
ini saman við embæt-
isfólkum sínum, og
eftir teimum fylgdu
føroysku landsstýris-
fólkini saman við
stóra riðilinum av før-
oyskum embætisfólk-
um.
Sum vit skiltu á før-
oyingunum, smakkaði
maturin frá danska
forsætisráðharranum
óføra væl.
JOHN JOHANNESSEN
AV CHRISTIANSBORG
Klokkan fimm minuttir yvir
eitt komu umboðini fyri
bæði londini inn í forsætis-
málaráðið. Leiðin gekk
beinleiðis inn í speglsalin,
har føroyingarnir og danir-
nir fingu sær ábit áðrenn
farið varð undir samráðing-
arnar. Á matarskránni stóðu
sild, kotelettir, ostur og hvít-
vín, so sigast kann av sonn-
um, at talan var um danskt
ábit.
Hýrurin góður
Tað var heilt greitt, at hýr-
urin var góður bæði á før-
oyingum og dønum, tá teir
komu inn í forsætismálaráð-
ið. Tó tóktust fólk ógvuliga
spent, eins og náttúrligt er.
Eisini í tronga pressurúm-
inum her á Christiansborg
er spennigurin í hásæti í løt-
uni, hóast eitt sindur av
tekniskum
trupulleikum
hava verið. Her sita um 10
fjølmiðlafólk og senda tíð-
indi heim til Føroya við
jøvnum millumbilum.
Útvarpið er væl umboðað
við fýra fjølmiðlafólkum.
Sjónvarpið hevur eisini fólk
á staðnum og bæði tey stóru
bløðini, Dimmalætting og
Sosialurin er umboðað við
hvør sínum blaðmanni og
hvør sínum myndamanni.
Danir stóran áhuga
Eisini danskirfjølmiðlar eru
væl umboðaðir í statsmini-
steriinum í dag. Her ganga
sjónvarpsfólk, útvarpsfólk
og blaðfólk innar á gólvið í
oyum, nú farið er undir
samráðingarnar.
Men enn ber ikki til at
siga so nógv, tí beint nú sita
partarnir í stongdum rúmi
saman.
9
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 55 - 18. mars 2000
8
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 55 - 18. mars 2000
CARNIVAL
2.9 Dohc Turbo-Diesel
16 V, 126 HK, 5 hurðar
Multibilurin
til einhvørja loysn
Dupult airbag, ABS, servostýring,
sentrallás, startsperra, elrútar í fram-
hurðunum, el-hitað og -stýrd síðuspegl,
miðsetur, sum kunnu vendast og flytast
aftur og fram við borðum, koyrisetrið
kann setast í 8 ymiskar støður, rattið
kann flytast upp og niður, nakkastuðlar,
sum kunnu stillast og takast burtur,
lesiljós framman, kúfangarar í sama liti
sum bilurin, skinnarar á takinum v.m.
Rætti bilurin til mong endamál.
–Pláss fyri 7 fólkum og hópin av
viðføri. Fæst eisini við aut. gearum.
J. Broncksgøta 15 • FO-110 Tórshavn
Tlf. 310600
Sosialurin - 311820
Størstur í síni stødd – við størsta
dieselmotori – til besta prísin
Familju -
camping -
firmabilur-
og "mini-
bussur"
Fæst eisini sum vøruvognur
EINANS
225.800,-
187.800,-
EINANS
Sosialurin - 311820
Fingið Steinway klaver
Í gjár var hugnaløta í Tórshavnar Musikkskúla í samband við,
at eitt nýtt og stásiligt Steinway klaver er komið undir lonina
DAGFINN OLSEN
Í samband við, at skúlin er
15 ár sum kommunalur mu-
sikkskúli, søkti Tórshavnar
Musikkskúli býráðið í Havn
um eitt klaver.
Í gjár var hugnaløta á
skúlanum á Frúutrø, har
umboð fyri býrað og skúla
fingu nýggja klaverið at
síggja og hoyra.
Og talan er um einki
minni enn eitt klaver, ið ber
áskriftina Steinway & sons.
Tað er eingin loyna, at kla-
verini, ið Steinway og syn-
irnir framleiða, verða mett
millum tey bestu.
Tað vóru eisini nakrir av
teim bestu, ið sluppu at
royna klaverið hesa løtuna.
Tónleikalærararnir Bjarni
Restorff, Jóhannes Andrea-
sen og Stamen Stantchev
leiktu.
Sum skúlastjórin Napole-
on Nólsoy segði, so er neyð-
ugt við samstarvi, og sipaði
hann til samstarv millum
skúla og býráð, men eisini
til teir 3 leikararnar.
Teir leiktu nevniliga allir
saman, um enn ikki allir í
senn, men tveir og tveir.
Fyrst legði Bjarni Res-
torff fyri við at seta spurn-
ingin, nær klaver mundi
koma til Føroya ella til
Havnar. Hann greiddi frá,
at hann náttina fyri hevði
leitað fram eina gamla nóta-
bók við verkum eftir Mo-
zart, sum H.E. Løbner hevði
átt. Bókin var 200 ára gom-
ul og mett at vera frá tíðini
eini 40 ár eftir deyða Mo-
zart. Men sostatt var klaver
í Havn fyri 200 árum síðani,
hvørt tað so var tað fyrsta,
ella ikki.
Síðani sessaðust Bjarni
og Jóhannes við klaverið og
leiktu Norskan Dans 1 eftir
Grieg. Bjarni og Stamen
leiktu síðani Norskan Dans
2 og Jóhannes og Stamen
endaðu við Ungarskum
Valsi nummar 8 hjá
Brahms.
Eftir hesa løtuna segði
skúlastjórin nøkur orð og
meðan gestirnir fingu ein
kaffimunn, tók borgarstjór-
in í Havn, Leivur Hansen,
orðið.
Hann
fegnaðist
um
nýggja klaverið. Í faldara,
ið býttur var út, sást, at stór-
ur bíðilisti er til musikk-
skúlan og serliga er tað kla-
ver, ið hevur áhuga. Borg-
arstjórin skrivaði sær hetta
aftanfyri oyrað og minti á,
at tað góða við skúlanum
var, at tað merktist og sást,
at her fekst nakað fyri pen-
ingin og tí var so nógv lætt-
ari at játta stuðul Hann metti
annars,
at
býrðaslimir
høvdu áhuga fyri skúlanum,
ið eisini hevur fingið eina
Í morgin klokkan 15 fara
12 dugnaligir føroyskir
klavernæmingar
úr
Havnini, Vestmanna og
Suðuroynni at dystast.
Hægst 3 sleppa víðari til
Steinway klaverkapp-
ingina, sum verður í
Keypmannahavn tann 8.
apríl. Tá verður kappast
við ungar danskar og
svenskar klaversnilling-
ar.
Føroyar hava luttikið
5 ferðir áður og hava
góð úrslit at vísa á. Bæði
1.,2. og 3. pláss og aðrar
heiðurslønir. Í fjør komu
Føroyar á 1. pláss, tá
Ulla Timmermann vann
kappingina.
- do -
Nakrir av fremstu
klaversnillingum okkara
royndu í gjár nýggja
Steinway klaverið hjá
Tórshavnar Musikkskúla
Mynd: Álvur Haraldsen
Ulla Timmermann vann
Steinwaykappingina í fjør
vaksandi játtan seinnu árini.
Hann harmaðist um, at
klaverið, sum hevur staðið
í Listaskálanum, ikki er har
longur, men av ymsum or-
søkum er farið úr húsinum
og enntá úr kommununi.
Arbeitt verður við at bøta
um henda missin, segði
Leivur Hansen milum ann-
að.
Nýggja Steinway klaver-
ið kemur óivað til sín rætt í
morgin, tá 12 næmingar
fara at kappast um at sleppa
víðari til Steinway klaver-
kappingina, sum verur í
Danmark í apríl. Føroyar
vunnu hesa kapping í fjør
og hava sum heild sera góð
úrslit at vísa á í altjóða
kappingum. Til staðar í
morgin
verður
eisini
Christian Juul Sørensen, ið
skipar fyri Steinway kapp-
ingini og hann hevur eisini
útvegað Tórshavnar Mu-
sikkskúla nýggja klaverið,
sum Tórshavnar Býráð hev-
ur latið og tað verður mett
at kosta einar 250.000 krón-
ur.
Napoleon Nólsoy við Steinwayklaverið
Dystur um
pláss millum
tey bestu
Í morgin verður aftur
dystast um at sleppa
víðari til Danmarkar ti
Steinway kappingina,
sum Føroyar vunnu í fjør