leygardagur 18. mars 2000síða 6
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 55 - 18. mars 2000
10
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 55 - 18. mars 2000
– Nú mugu vit berjast víðari
Jóannes Eidesgaard staðfestir, at flokkur hansara sambært veljarakanningini hevur fingið sera stóra framgongd. Hann
heldur, at orsøkin er hart arbeiði, og hetta arbeiði skal halda á. – Vit mugu ikki leggja okkum upp afturá, men vit mugu
halda á at stríðast fyri okkara málum, sigur hann
SVEINUR TRÓNDARSON
Tann flokkurin, sum burt-
urav hevði fingið størstu
undirtøkuna var val í dag,
er Javnaðarflokkurin. Eina
framgongd upp á 5,4 pros-
ent og tveir tingmenn aft-
urat teimum sjey, sum sita í
dag, hevði verið úrslitið. Og
formaðurin í flokkinum er
bæði fegin og errin um úrsl-
itið av kanningini.
– Kanningin, sum kortini
bara er ein kanning, er ein
greið ábending um, at tað,
sum vit gera er á góðari leið.
So góðari, at vit fáa nógv
fleiri veljarar afturat, sigur
hann.
Men hann veit eisini, at
tað skjótt kann ganga hin-
vegin og tí skal arbeiðast
víðari á somu kós.
– Flokkurin hevur eina
sera góða og aktiva ting-
manning, sum eigur meg-
inpartin av heiðrinum fyri
frmgongdina og vit eru øll
greið yvir, at vit skulu stríð-
ast fyri at halda fast, um tað
framgongd, sum tað sær út
til at vit hava havt.
Ríkisrættarliga
støðan høvuðsorsøkin
Formaðurin í Javnaðar-
flokkinum er samdur við
formonnunum í hinum
flokkunum um, at tað serl-
iga er tann ríkisrættarliga
støðan, sum er orsøkin til
framgongdina hjá Javnaðar-
flokkinum.
– Tað er tað málið, sum
mest tíð verður brúkt uppá,
og tí er tað eisini tað málið,
sum uttan iva ávirkar mest
í hesi veljarakanningini.
Men kortini eru onnur mál,
sum eisini hava fest seg í
hugan hjá fólki, sigur hann
og nevnir dømi sum bú-
skapin og landssjúkrahúsið
Tit hava verið rættuliga
aktivir í andstøðuni í sein-
astuni, men er tað ikki rætt-
iliga óbindandi, at seta upp-
skot fram, sum kortini ikki
fáa undirtøku, men kortini
fáa ágóðan av tí millum
veljararnar?
– Tað er avgjørt ikki
óbindandi, tí málini eru
trúgv móti floksskránni.
Tað síggja veljararnir og teir
vita hvar teir hava okkum.
Tað er farin fram ein greið
høgrasnaring í føroyskum
politikki og har eru vit tann
greiða
mótvektin,
sum
framhaldandi
togar
til
vinstru. Men tað er rætt, at
tá vit sita í andstøðu, so eru
vit ikki so bundin, sum tá
vit sita í samgongu. Har skal
finnast eitt felags stev við
aðrar flokkar og tí dettur
tann flokspolitiski parturin
burtur í samgongu, sigur Jó-
annes Eidesgaard.
Hann leggur afturat, at tað
er sunt fyri ein flokk, at
koma í andstøðu, tí har kann
hann aftur vísa sítt egna
andlit.
– Allir flokkar eiga at
sleppa í andstøðu av og á,
fyri at koma fyri seg, so at
siga.
Ikki undirtøku
í fólkinum
Sum kunnugt er samgongan
í Danmark og samráðist við
donsku stjórnina, men Jó-
annes heldur ikki, at henda
veljarakanningin
kemur
serliga væl við hjá teimum.
– Áðrenn teir fóru vistu
teir, at teir høvdu ikki ta
breiðu undirtøkuna í ting-
inum, og nú vita teir, at teir
heldur ikki hava eina breiða
undirtøku í fólkinum, so í
veruleikanum standa teir
illa í tí, nú teir skulu fara at
samráðast.
Men kortini hava tit latið
teir farið til Danmarkar at
samráðast um broytingar í
ríkisrættarligu støðuni?
– Júmen, tað hava teir sín
fulla rætt til. Tað er eingin
ivi um, at landsstýrið hevur
tann parlamentariska rættin
at samráðast og tí skulu vit
heldur ikki forða teimum í
tí, men støðan teir eru í, er
ikki tann besta, tá tað ikki
er greiður meiriluti fyri full-
veldisupskotinum.
Jóannes vísir eisini á, at
útmeldingarnar frá for-
monnunum í donsku and-
støðuflokkunum geva boð
um, at samgongan er illa
skødd nú hon er farin út á
ísin at standa.
– Í donskum politikki er
tað so, at tá talan er um utt-
anríkismál, so er eitt sera
gott samstarv millum stjórn
og andstøðu, og tí haldi eg
tað vera sera áhugavert, at
báðir teir stóru andstøðu-
flokkarnir geva so greið boð
um, at føroyingar ikki skulu
vænta sær eina langa skift-
istíð.
Men kann andstøðan í
Danmark ikki siga so nógv,
tá hon kortini ikki situr við
samráðingarborðið?
– Nei, soleiðis virkar tann
danska skipanin ikki. Teirra
samstarv á hasum økinum
er sera væl skipað og tí
verður tað avgjørt nakað,
sum stjórnin hevur í hug-
anum, sigur Jóannes.
Hann leggur afturat, at
føroyska støðan gott kann
enda við at gerast partur av
donskum innanríkispoli-
tikki, kanska serliga við tí
búskaparliga partinum í
huga.
Stóra virðing
fyri teimum
Veljarakanningin vísir eisini
at 40 prosent av teimum,
sum spurdu siga, at tey vilja
taka eina niðurgongd í livi-
støðinum afturfyri at fáa
fullveldið. Hetta er lutfals-
liga høgt tal og tað viðgong-
ur Jóannes eisini.
– Men hasum havi eg sera
stóra virðing fyri. Teimum
fólkunum, sum vilja gjalda
fyri at Føroyar gerast full-
veldi taki eg hattin av fyri,
tí tað vísir, at tey ganga inn
fyri tí tey trúgva upp á. So-
leiðis má tað eisini vera. Tað
nyttar einki, at siga, at vit
vilja hava fullveldið, men
vit vilja ikki gjalda, sigur
Jóannes, sum kortini vísir
á, at tað er meiri enn helm-
ingurin, sum ikki vil, at livi-
støðið, skal lækkað.
Hann heldur, at tey, sum
hava hesa støðu eru kjarnu-
veljararnir hjá Tjóðveldis-
flokkinum og Fólkaflokkin-
um, sum ganga inn fyri full-
veldinum, men hann heldur
eisini, at tann veruleiki, at
fólkaatkvøðan enn er so
langt frá, at fólk ikki hugsar
nóg nógv um avleiðingarnar
av eini fólkaatkvøðu, ger
sítt til, at so nógv vilja taka
avleiðingarnar av fullveld-
inum.
Gott at fáa
eina ábending
Niðurstøðan hjá Jóannesi er
tí, at tað var framúr gott at
fáa eina ábending um, hvar
flokkurin stendur millum
veljararnar.
– Tað hevur ikki verið
siður í føroyskum politikki
at gera veljarakanningar og
eftir míni meting áttu tað at
verið gjørdar nógv fleiri.
Tær geva okkum politikar-
um ábendingar um vit eru á
rættari leið, ella um vit eru
farnir heilt av sporinm. Nú
hava vit fingið eina ábend-
ing, og hon er framúr góð.
Men vit mugu fyri Guds
skyld ikki leggja okkum
upp afturá og njóta okkara
góða avrik. Nú skulu vit
bróta upp ermar og berjast
víðari, sigur Jóannes.
Hann leggur afturat, at
úrslitið av kanningini skal
brúkast konstruktivt. Tað
vísir, at politikkurin, sum
flokkurin hevur rikið, er á
rættari leið, og at hann tí
skal halda fram á somu kós.
– Fólk eru bangin fyri
avleiðingunum
Edmund Joensen, formaður í Sambandsflokkinum, er sjálvsagt sera fegin um, at
hansara flokkur sambært veljarakanningini hevur havt eina stóra framgongd,
og hann gevur fullveldismálinum æruna meginpartin av æruni fyri tað. – Fólk
eru bangin fyri búskaparligu avleiðingunum og tí leita tey aftur til Sambands-
flokkin, sigur hann
– Veljarakanningin er ein góð ábending um at politikkur
okkara er á góðari leið, men vit kunnu ikki leggja okkum
upp afturá. Vit mugu stríðast fyri okkara málum, sigur
Jóannes Eidesgaard
SVEINUR TRÓNDARSON
Orsøkina til framgongdina
hjá
Sambandsflokkinum
sigur Edmund Joensen vera,
at veljararnir eru óttafullir.
– Samgongan arbeiðir við
eini ætlan, sum fer at ávirka
føroyska búskapin og tað er
ikki nakað, sum hóvar før-
oyinginum. Honum dámar
ikki, at okkara búskapur
verður kroystur óneyðuga
nógv av ríkisrættarligum
broytingum, og tí koma teir
spakuliga aftur til Sam-
bandsflokkin, sigur Ed-
mund Joensen.
Men kortini vísir veljara-
kanningin, at tað eru fleiri
fyri fullveldinum og hon vís-
ir eisini, at fýra út av hvørj-
um tíggju eisini vilja taka
búskaparligu avleiðingar-
nar av fullveldinum. Hvat
sigur tú til tað?
– Tað sigur mær bara, at
tey, sum atkvøða fyri full-
veldinum vilja bera kostn-
aðin av tí, sigur Edmund.
Annars heldur Edmund
eina aðra orsøk til fram-
gongdina hjá Sambands-
flokkinum vera, at teir –
saman við Javnaðarflokkin-
um – hava givið samgong-
uni ábendingar um, at tað
ber til at finna eina semju í
andstøðuni.
– Vit hava sent tekin um,
at vit vilja arbeiða fyri eini
loysn, sum ikki er so víð-
gongd, sum tann hjá sam-
gonguni, og tað er uttan iva
nakað, sum eisini fær velj-
aran til at geva Sambands-
flokkinum sína atkvøðu,
sigur Edmund Joensen.
Andstøðupolitikkurin
hjálpir til
Tað er eingin loyna, at Sam-
bandsflokkurin
seinasta
hálva árið hevur verið rætt-
uliga aktivur í andstøðuni.
– Eg eri sjálvandi fegin
um, at Sambandsflokkurin
fær so góða undirtøku
millum veljararnar, men
eg loyvi mær at ivast stór-
liga í, um tað er rætt, tá
sagt verður, at størsti
meiriluti fyri fullveldinum
er at finna í Eysturoynni,
sigur Edmund Joensen
– Eg eri fegin og bilsin
Formaðurin í Tjóðveldisflokkinum er væl nøgdu við veljarakanningina hjá, sum
varð almannakunngjørd í fyrradaagin. – Bæði flokkurin og fullveldismálið hava
viðrák og tað eri eg stak fegin um, sigur hann
SVEINUR TRÓNDARSON
– Hóast Tjóðveldisflokkur-
in fekk eitt sera gott val
seinast og hóast vit í sam-
gonguni umsita málsøki,
sum eru sera viðkvom, so
klára vit at halda fast við
tann veljaraskara, sum vit
høvdu til seinasta val og
enntá leggja nakrar afturat
og tað eri eg sera væl nøgd-
ur við, sigur formaðurin í
Tjóðveldisflokkinum, Heini
O. Heinesen í eini viðmerk-
ing til seinastu veljarakann-
ingina.
Hann vísir á, at flokkurin
eigur fíggjarmálaráðharran
og hansara arbeiðsøkið hev-
ur verið partur av nógvum
arbeiðsósemjum seinasta
árið, men kortini tykist tað
ikki hava ávirkað støðu
veljarans.
– Tað kann í grundini vera
nokkso løgið, tí ofta plagar
slíkt at síggjast aftur í velj-
arakanningum, men vit eru
sloppin væl frá tí, sigur
Heini O. Heinesen.
Fullveldismálið
hjálpir til
Formaðurin í Tjóðveldis-
flokkinum dylir heldur ikki
fyri, at hann heldur seg
kenna orsøkina til, at støðan
hjá flokkinum er sum hon
er.
– Tað er ikki óhugsandi,
at okkara heilt greiða støða
í fullveldismálinum er ein
beinleiðis orsøk til, at vit
varðveita veljararnar, sum
vit høvdu til seinasta val,
sigur Heini O. Heinesen.
Tann parturin av veljara-
kanningini sigur, at tað
stendur so at siga á jøvnum
millum tey, sum siga ja og
tey, sum siga nei. Kortini
við einum lítlum meiriluta
til teirra, sum vilja fullveld-
ið.
– Eg haldi, at Føroya fólk
greitt hevur sagt, at tey vilja
hava greiðar broytingar í
ríkisrættarligu viðurskiftun-
um við Danmark og henda
veljarakanningin vísir eis-
ini, at so er.
Veljarakanningin sigur
eisini, at meiri enn helm-
ingurin av veljarunum trýr
uppá, at vit kunnu finna
eina aðra loysn innanfyri
ríkisfelagsskapin. Hvat sig-
ur tað tær?
– Ikki so nógv, burtursæð
frá, at veljarin hevur eina
meting um tað. Har er einki
ítøkiligt komið fram um,
hvat fyri aðra skipan vit
skulu finna innanfyri ríkis-
felagsskapin. Tí leggi eg
størri dent á tann partin av
veljarakanningini, sum sig-
ur, at tað eru fleiri, sum siga
ja, enn tað eru sum siga nei,
sigur Heini O. Heinesen.
Munurin er so lítil
Um politisku støðuna í Før-
oyum sigur Heini, at hann
heldur støðuna, sum and-
støðan hevur sett seg í,
verða óhepna. Her hugsar
hann serliga um støðuna hjá
Javnaðarflokkinum,
tí
henda veljarakanningin vís-
ir, at ein fittur partur av
javnaðarveljarunum hava
givið ábendingar um, at teir
vilja taka undir við fullveld-
inum.
– Í sendingini Krosskast
greiddi Anfinn Kallsberg
rættiliga væl frá hvussu lítil
munurin er millum sam-
gonguna og serliga Javnað-
arflokkin, og tí haldi eg, at
fráboðanin hjá Javnaðar-
flokkinum um, at teir eru
ímóti fullveldinum, kemur
ov tíðliga, sigur Heini.
Hvat liggur aftanfyri ta
metingina?
– Sum eg sigi, so er mun-
urin millum teir og sam-
gonguna, eftir okkara met-
ing, rættuliga lítil, og eitt
gott samráðingarúrslit kann
gera, at Javnaðarflokkurin
kann taka undir við tí, sum
landsstýrið kemur aftur við.
Men vit kunnu ikki siga.
at tað, sum danskir and-
støðupolitikarar siga, ber
ikki á tað borðið?
– Eg hefti meg ikki so
nógv við, hvat danskir and-
støðupolitikkarar siga, men
heldur hvat samráðingar-
úrslit okkara menn kunnu
koma fram til. Kortini er tað
merkisvert, at Vinstri og teir
konservativu nú siga, at teir
viljva varðveita okkum í
ríkisfelagsskapi við teir – á
jøvnum føti – tað ber eftir
okkara meting ikki til, og tí
haldi eg, at hatta bara er enn
eitt tekin um, at teir bara
vilja eiga Føroyar, sigur
Heini O. Heinesen.
Hann leggur afturat, at tað
danskir andstøðupolitikkar-
ar úttala seg eftir eisini vísir,
at teir ikki hava fatað, hvat
tað snýr seg um, tí føroy-
ingar vilja sjálvir ráða – og
gjalda – í egnum landi, sigur
Heini O. Heinesen.
Rúsdrekkamálið onga
ávirkan
Fyri stuttari tíð síðani var
frammi í fjølmiðlunum, at
partar av Tjóðveldisflokk-
inum hava havt trupulleikar
við rúsdrekka í sambandi
við teirra arbeiði í tingin-
um. Hóast tað kundi vænt-
ast, at hetta fór at síggjast
aftur í veljarakanningini, so
er ilt at fáa eygað á tað í
hvussu er. Hvat heldur
Heini orsøkina vera til tað?
– Eg haldi ikki, at fólk
ganga runt í landinum og
trúgva, at okkara menn altíð
ganga ávirkaðir í tinginum
og fyri tann skuld, at ting-
menn í heila tikið ganga
fullir og mæla, sum okkurt
blað royndi at vísa á. Tað
haldi eg var órættvíst móti
tinginum, sigur Heini.
– Sjálvandi skal eingin
reypa sær av, at hava trup-
ulleikar við rúsdrekka og
tað gera vit heldur ikki, men
vit hava valt, at tosa opið
um at trupulleikin er til, og
tað er kanska orsøkin til, at
tað ikki sæst aftur í veljara-
kanningini. Men tað er einki
at dylja yvir, at tað fram-
haldandi er líka óheppið,
sigur formaðurin í Tjóð-
veldisflokkinum.
Niðurstøða hansara er tí,
at veljararar floksins hava
víst, at teir ganga meira upp
í politikkin. Fullveldismálið
er sett ovast á breddan og
tað er tað, sum fólk hugsa
um, í fyrsta umfari í hvussu
er, heldur hann.
– Og tá vit taka samanum,
haldi eg, at tað er tað týdn-
ingarmiklasta og har hava
vit nógv at gleðast um, sigur
Heini O. Heinesen.
– Eg eri eitt sindur bilsin av, at kanningin ikki fer verri við
Tjóðveldisflokkinum, sigur ein fegin Heini O. Heinesen
Kanska ikki júst á fullveld-
isøkinum í sama mun, sum
hinir flokkarnir, men meira
á øðrum økjum. Ymisk upp-
skot um størri veitingar til
pensjónistar hava verið á
lofti, og hóast flestu teirra
eru fallin, so hava uppskot-
ini verið frammi. Heldur
Edmund, at hetta hevur giv-
ið størri undirtøku millum
veljararnar?
– Tað er møguligt, men
tað er ikki høvuðsorsøkin.
Eg ivist onga løtu í, at full-
veldismálið er tað, sum
upptekur fólk flest og tí er
tað eisini tað, sum hendir á
tí økinum, sum hevur
størstu ávirkanina, sigur Ed-
mund Joensen.
Kortini er hann ikki bang-
in fyri at viðganga, at ein
aktivur andstøðupolitikkur
eisini hevur sína ávirkan.
Eisini sjálvt um uppskotini
ikki vinna frama.
Sjálv støðan í fullveldis-
málinum har umleið líka
nógv eru fyri og í móti,
heldur Edmund ikki vera so
løgna.
– Soleiðis er tað ofta í so
stórum málum. Tá fara velj-
ararnir í tveir líka stórar
bólkar og so verður arbeitt
út frá tí, tá samráðingarúrsl-
itið fyriliggur.
– Hvussu tað endaliga
úrslitið fer at síggja út, við
býtinum fyri og ímóti, er
sjálvandi knýtt at samráð-
ingartíðini, úrslitinum og tí
kunningarvirksemi,
sum
verður gjørt áðrenn og aft-
aná, at samráðringarnar eru
lidnar, og har hava m. a.
fjølmiðlarnir eisini eina á-
byrgd, sigur Edmund
Vónbrotin av tøl-
unum úr Eysturoynni
Tað, sum kortini hevur tikið
Edmund Joensen eitt sindur
av bóli er, at hansara val-
dømi, sambært veljarakann-
ingini, hevur ta størstu und-
irtøkuna fyri fullveldismál-
inum.
– Hasum trúgvi eg heilt
einfalt ikki, sigur Edmund
púra avgjørdur.
– Eg kenni Eysturoynna
og veit, at tað eru ikki farnar
so stórar flytingar fram í
oynni. Tað eri eg fullvísur
í, so tað má vera ein veik-
leiki við hesari veljarakann-
ingini, sigur Edmund Joen-
sen.
Hann leggur afturat, at
býti í Suðurstreymoy eisini
gongur øvugt, at tí, sum
vanliga verður hildið at vera
vanligt, men smílandi legg-
ur hann afturat, at tað kann
vera tí, at fólk í Suður-
streymoy eru komin á
»rætta leið«.
– Men so er tað soleiðis,
at tað er skeivt roknað fyri
Eysturoynna, men rætt fyri
Suðurstreym, leggur hann
flennandi afturat.
Og tað kann vera nakað
um tað, sum Edmund sigur,
tí hóast Sambandsflokkurin
hevur sera gott tak á eyst-
uroyingum og m. a. eigur
tveir tingmenn í oynni, so
siga 60 prosent, sambært
veljarakanningini, at tey
taka undir við fullveldis-
uppskotinum hjá samgong-
uni.
Aldursbýtið tor-
ført at tosa um
Ein niðurstøða, sum kann
gerast burturúr veljarakann-
ingini er, at tað eru tey
yngru og so tey heilt gomlu,
sum serliga taka undir við
samgonuætlanini.
Í aldursbólkunum frá 18
til 54 ár og tey, sum eru
eldri enn 78 ár, eru fleiri,
sum siga seg taka undir við
fullveldisætlan landsstýris-
ins, meðan bólkarnir frá 54
til 78 hava meiriluta ímóti,
hvør er frágreiðingin til
tað?
– Hatta er trupult at siga
nakað um. Kanska er nið-
urstøðan, at tað serliga eru
tey tilkomnu, sum velja
Sambandsflokkin, meðan
Tjóðveldisflokkurin hevur
gott tak á teimum yngstu
veljarunum. Tað er ikki
óhugsandi at tað er so, og
eg haldi at góða úrslitið hjá
Tjóðveldisflokkinum við
seinasta val eisini gav á-
bendingar um tað.
– Vit mugu nokk stað-
festa, at tað er hend ein pol-
arisering í Føroyum á has-
um økinum, har tey ungu
velja
Tjóðvaldisflokkin
serliga, sigur Edmund, sum
kortini leggur dent á, at
hann er stak væl nøgdur við
forsøgnirnar fyri hansara
flokk.
– Tað vísir, at vit eru á
rættari leið, og tí fara vit at
halda á í sama spori, sigur
Edmund at enda.
Mest seldi mini-gravari í Føroyum nakrantíð
Mest selda maskina
6. árið á rað
Sosialurin - 311820
Við eini HANIX maskinu kann tú altíð kenna teg tryggan.
Vit hava royndirnar, vitanina og tænastuna.
Tað sigur ikki einki, at yvir 85% av øllum mini-gravarum
í Føroyum eita HANIX.