Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-03-18, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 18. mars 2000síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindablaðið sosialurin Nr. 55 - 18. mars 2000 12 tíðindablaðið sosialurin Nr. 55 - 18. mars 2000 Er Rás2 komin fyri at verða? Ja, men treytin er undirtøka! Hjá okkum ger hvør einstakur mun! Rás 2 Sp/f Hoyvíksvegur 61 Postrúm 3131 FO-110 Tórshavn Tel. 35 99 99 Fax 35 99 90 Sosialurin - 311820 Vilt tú stuðla Rás2? Afturfyri bjóða vit tær eitt frískt útvarp: q har lurtarin í størri mun enn leiðslan setir dagsskránna q har tú sleppur framat og fært ávirkan q har tað einki kostar at fylla runt ella at senda heilsu q har tú fært atgongd til at luttaka í komandi eydnu- spølum við t.d. uttanlandaferðum sum vinningum Tekna teg í eitt heilt ár sum stuðul fyri bert 250,- kr. íroknað MVG. Tit kunnu stuðla og fáa atgongd til okkara útvarp sum omanfyri nevnt við at gjalda í minsta lagi 250,- kr. inn á konto 6460-1608489 og upp- lýsa navn, bústað og telefon- nummar. Vit gera: • Øll sløg av vindeygum, úthurðum, trappum og listum • Eisini allar seruppgávur og heildarloysnir Vindeygu til summari? Bíleggi tey nú! KUNNU VENDAST 180O UTTAN AT NAKAÐ AV RAMMUNI KEMUR INN Í RÚMIÐ Vit geva fegin tilboð Tað føroyska Top Turn vindeygað Jóannes Paturssonargøta 34 FO-100 Tórshavn Tel. 31 47 77 • Fax 31 44 16 • Fartel. 21 36 73 Snikkaravirkið í Grønlandið SV Prísir við litmyndum verða sendir kring landið og til útlandið Til útisetar í Danmark Vit kunnu seta gravsteinar upp í Danmark uttan eyka kostnað Tel. 318323 Tel. 447512 Tel. 217512 Fax 449961 www.danstein.fo Fundarskrá samb. viðtøkunum Leygarkvøldið kl. 19.30 verður veitsla. Tekning til veitsluna á tel. 318870. Kostnaður kr. 120,- Øll sambandsfólk eru vælkomin LANDSFUNDUR SAMBANDSFLOKSINS 2000 verður í Øravík fríggjakvøldið 24.- og leygarkvøldið 25. mars LANDSNEVNDIN JÓGVAN HUGO GARDAR, OSLO Tá Jens Stoltenberg kom út frá Haraldi kongi gjára- morgunin, høvdu mótmæl- isfólk longu verið har í fleiri tímar. Allir teir stóru norsku umhvørvisfelagsskapirnir høvdu sent út boð um, at teir vildu mótmæla á slots- plássinum. Tey mótmæltu gassorkuverkunum, sum Stoltenberg ætlar at byggja, og sum eisini fekk hann í stjórnina Bondevik fór frá, tá Stolt- enberg vildi byggja gass- orkuverk, sum ikki eru CO2- reinsað. Endiliga kom Jens Stolt- enberg við stjórn síni. Hann hevur megnað at halda nøvnini væl goymd, og sjáldan hava fólk uttan fyri leiðsluna í Arbeiðaraflokk- inum vitað so lítið um, hvør var á veg inn í stjórnina. Nøvnini vísa eisini, at hann ikki hevur gjørt nakað sprell í tann rætning, sum Thorbjørn Jagland royndi, tá hann millum annað tók inn kriminalrithøvundin Anne Holt, sum ikki hevði politiskar royndir, inn í løg- málaráðið. Stoltenberg-stjórnin hev- ur átta kvinnur og 11 menn. Jens Stoltenberg segði, at tað ikki var trupult at fáa sett saman stjórnina, men at hann hevði havt alt ov nógv góð nøvn at velja ímillum. Annars vísti ein veljara- kanning, at Arbeiðaraflokk- urin missir veljarar í løtuni, meðan miðflokkarnir økja munandi. Í kanningini, sum Aftenposten kunngjørdi í gjár, fekk Arbeiðaraflokkur- in 30 prosent, meðan mið- flokkarnir fingu umleið 27 prosent, og so javnir hava blokkarnir ikki verið í langa tíð. Stoltenberg og Jagland Jens Stoltenberg er 41 ára gamal og hevur í mong ár verið væl dámdur í flokki- num. Gro Harlem Brundt- land ynskti í síni tíð, at Stoltenberg skuldi leiða flokkin. Hetta hendi ikki tá, men ikki er óhugsandi, at hann tekur yvir leiðluna av flokkinum um ikki so langa tíð. At Jens Stoltenberg er eygnasteinurin hjá Brundt- land sæst kanska best við, at Jens Stoltenberg hevur fingið sær Jonas Gahr-Støre sum stabssjef. Gahr-Støhr var nærmasti ráðgevi hjá Gro Harlem Brundtland, tá hon var forsætisráðharri og fylgdi eisini við henni, tá hon fór til Geneve fyri at stjórna heims heilsufelags- skapinum WHO. Ikki óvæntað er Thor- bjørn Jagland nýggjur norskur uttanríkisráðharri. Hann hevur langar royndir frá Arbeiðaraflokkinum, har hann var skrivari fleiri ár, til hann tók við sum floks- leiðari, tá Gro Harlem Brundtland ynskti at fara frá á landsfundinum í 1992. Høvuðsorsøkin til, at Gro Harlem Brundtland tá valdi at lata sessin frá sær, var tann sera trupla og sorg- tunga tíðarskeiðið, hon og familjan fingu, tá sonur hennara tók lívið av sær. Jagland hevur leingi ar- beitt við altjóða spurningum og ynskir, at Noreg skjótast til ber søkir um limaskap í ES. Sambært valgranskar- anum Bernt Aardal er lítil ivi um, at nú kemur ES- spurningurin aftur til sjónd- ar. Orsøkin er, at Stolten- berg-stjórnin ynskir ES- limaskap, meðan tey, sum ikki vilja inn í ES, nú fara í andstøðu. Jens Stoltenberg valdi Olav Akselsen sum orku- og oljumálaráðharra. Akselsen var eisini oddamaður fyri málinum um gassorkuverk í Stórtinginum, sum eisini fekk Bondevik til at pakka saman. Umhvørvismálaráðharri gjørdis Siri Bjerke. Hon hevur langar royndir innan Arbeiðaraflokkin og hevur eisini arbeitt sum skrivari fyri Bjørn Tore Godal í utt- anríkisráðnum. Royndur fiski- málaráðharri Fyri føroyingar er spurning- urin um, hvør skal standa á odda fyri fiskivinnusamráð- ingunum altíð spennandi. Jens Stoltenberg valdi Otto Gregussen. Fyri Fiski- málastýrið í Havn er hetta eitt navn, tey kenna. Otto Gregussen var politiskur ráðgevi í norska Fiskimála- ráðnum frá 1992-1994 og flutti síðani upp til at gerast skrivari hjá Jan Henry T. Olsen, har Gregussen sat fram til Jan Henry fór frá í 1996. Annars hevur Otto Greg- ussen royndir frá Norges Fiskarlag, har hann hevur havt ymisk størv í meir enn 11 ár. Hann hevur eisini royndir frá trimum árum í Norske Fiskeoppdretteres Forening, ið er systurfelag hjá Havbúnaðarfelagnum. Hann var nú stjóri í fel- agnum Norshell. Við øðrum orðum ein, sum kennir fiski- og alivinnuna væl. Enn ein Harlem Gro Harlem Brundtland kemur ikki aftur í norskan politikk, men Jens Stolten- berg syrgir fyri, at Harlem- familjan framvegis hevur nakað at siga í stjórnini. Lítlasysturin hjá Gro Har- lem Brundtland, Hanne Harlem, gerst nú løgmála- ráðharri. Hon er 35 ára gomul og útbúgvin sakfør- ari. Hanne Harlem var í fleiri ár sera virkin í politikkinum í Oslo, har hon m.a. sat í býráðnum undir Rune Ger- hardsen fysrt í nítiárunum. Hon valdi aftan á eitt val- skeið at flyta, og flutti til Andøya í Norður-Noregi. Hon ynskti frið, og at børn- ini skuldi vera so nær sum møguligt hjá pápanum. Hanne Harlem hevur Stoltenberg valdi tryggleikan og kunnleikan Jens Stoltenberg tók við sum stjórnarleiðari í gjár við eini stjórn, sum hevur hópin av fólki við góðum kunnleika um politisku skipanina og langar royndir í Stórtinginum. Lítlasysturin hjá Gro Harlem Brundtland er nú komin í stjórnina seinnu árini staðið á odda fyri innkeypsdeildini hjá Norsk Hydro. Nú flytur hon so aftur til Oslo. Sambært teimum, sum kenna hana, skal hon vera av sama slag, sum stórasysturin: – óvan- liga gløgg, arbeiðir skjótt og far nógv á skaftið. Og nógv sleppur hon at gera. Ein av spurningunum, sum liggur og bíðar, er inn- flytaraspurningurin. Nógv flóttafólk ynskja at koma til Noregs. Nøkur onnur nøvn Á odda fyri kenslumálaráð- num gerst tann 33 ára gamli Trond Giske. Hann er tann einasti í stjórnini, sum meinar, at Noreg ikki skal gerast ES-limur. Trond Giske stóð á odda fyri Nei- fólkunum í Arbeiðaraflokk- inum undan ES-valinum í 1994. Hann var tá leiðari fyri AUF og kom inn á Stór- tingið fyrstu ferð í 1997. - Eg havi nógv at læra, hóast eg havi arbeitt nógv við upplæring og fyri ein part kirkjuspurningum, segði ein spentur Trond Giske, tá hann kom til Stór- tingið í gjáramorgunin. Kenslumálaráðið hevur vanliga verið stýrt av eldri harrum. Nýggi verjumálaráð- harrin er Bjørn Tore Godal. Hann hevur verið bæði utt- anríkisráðharri og verjumál- aráðharri hjá Gro Harlem Brundtland. Hann hevur langar royndir í politiska lívinum og verður mettur at vera ein dugnaligur polit- ikkari. Tore Tønne gerst nú heils- umálaráðharri. Hann kemur frá felagnum hjá Kjell Inge Røkke, Norway Seafood. Tønne var ovasti stjórin í Norway Seafoods nú, men hevur leingi arbeitt innan tað almenna. Hann hevur verið diplomatur og hevur arbeitt í olju- og orkumála- ráðnum. Hann hevur eisini sitið í leiðsluni hjá Statoil. Nógv hevur verið tosað um, hvør skuldi umboða ar- beiðararørsluna og LO. Hesin eitur Terje Mo Gus- tavsen og gerst samferðslu- málaráðharri. Hann var leiðari fyri tey almennu starvsfólkini, sum eru limir í LO. Seinastu árini hevur hann arbeitt í Telenor, ið er norska telefonverkið. Jens Stoltenberg, sum fylti 41 ár hósdagin, er yngsti forsætisráðharri í Noreg 33 ára gamli Trond Giske er íðin ES-mótstøðumaður og stóð á odda fyri nei- herferðini í 1994 Er stuðulsskipanin nøktandi? Tað er vorðin siðvenja, at tá várið kemur skipar Javni fyri økisfundum runt í Før- oyum. Hesir fundir hava ymisk viðkomandi evnir. Evnið á fundunum í ár verður »Er stuðulsskipanin nøktandi« fyri foreldur, fyri tann brekaða, fyri stuðulin, umsitingarliga og fyri po- litikaran? Javni hevur í mong ár víst á manglandi skipan, tá játt- aðir verða stuðlar til menn- ingartarnað bæði børn og vaksin. Hóast myndugleik- arnir siga seg vera greiðar yvir støðuna og ein ávísan tørv tá hugsað verður um pedagogiska ráðgeving og væntandi hølir – so eru um- støðurnar alt annað enn góðar enn. Fyri mong er støðan ótolandi fyri heim- ini, stuðlarnar og so eisini fyri tann, ið hevur brek. Fundirnir verða skipaðir við pallborðið, har foreldur, stuðlar, politikarar og um- boð fyri almannastovuna og kommunurnar verða við. javni heitir á foreldur/av- varðandi og øll onnur, ið á ein ella annan hátt eru stuðl- ar ella eru við til at játta stuðlar, um at koma við at lurta og at luttaka í kjak- inum um hesi viðurskifti so vit saman, kunnu betra um stuðulsskipanina hjá teim- um menningartarnaðu. Fundirnir ið eru almennir verða í Húsmøðrafelagshús- inum í Sørvági, matarhøllini í Kollafjarða skúla, Fjall- brúður í Vági, Sjómans- heiminum í Klaksvík og á Hotel Hafnia í Havn. Allir fundirnir verða mánadagin 20. mars 2000 kl. 19. Javni hevur økisfundir: DESK TOP PUBLISHING DESK TOP PUBLISHING F A R O D A N E S K E I Ð S T O VA N KVAS R SKOTARÓK 14 100 TÓRSHAVN TLF. 211861 og 311414 FAX 317534 DTP-skeiðini eru hesi: 1. Adobe PHOTOSHOP 2. Adobe INDESIGN 3. Adobe ACROBAT 4. KLÁRT TIL PRENT 5. Adobe ILLUSTRATOR Nýggj skeið- tænasta frá Farodane TILMELDING frá heimasíðu okkara - ella ringið tlf. 211861 ella 311414. e-mail: kvasir@farodane.fo : kvasir.farodane.fo SKEIÐ DTP DTP Skeiðið fevnir um frálæru í grundleggjandi vitan innan typografi, layout, myndaviðgerð, skanning, tekning og brúki av illustratiónum og litum. DTP-koyrikortið er ein væl tilrættaløgd gongd fyri nýggjar DTP-brúkarar á virkjum,sum ætla at byrja uppá lutvísa innanhýsis framleiðslu ella sum ein hjálp í samskiftinum við lýsingastovur, prentsmiðjur og aðrar grafiskar fyri- tøkur, tá prentlutir o.a. skulu leggjast til rættis ella framleiðast. Skeiðini kunnu eisini takast hvørt sær. fd-3b-00 Fyrsta skeiðið byrjar 10. apríl