Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-26, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. januar 2002síða 2

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 18 - 26. januar 2002 Nr. 18 - 26. januar 2002 3 Fyrst fór eg niðan í Rás2, har eg skuldi tosa við ein praktik- ant, og síðan gekk leiðin niðan í Reyni- Service, har eg skuldi tosa við ein annan praktikant. STARVSVENJING Heini Niclasen Navn: Doris Joensen Búðstaður: Eiði Hvar ert tú í praktik? Eg eri í praktik í Rás2, Hví valdi tú at fara í praktik í Rás2? Eg valdi at fara í Rás2 av tí, at eg helt, at tað fór at verða áhugavert at prøva okkurt, sum man ikki ger til dagligt. Greið okkum eitt sindur frá tí arbeiðinum, sum tú fast við á Rás2? Eg siti við ein disk og taki telefonina, tá ið lurtarar rungja inn og senda heilsan og ynskja eitt lag. Síðan gongur leiðin inn í studio, har eg havi útvarpsend- ingina ynskiløtan millum kl.13 til kl.15. Eg geri eis- ini lýsingar, eg havi gjørt tríggjar higartil, og tað er ikki bara sum at siga tað at gera lýsingar. Hvussu eru fólkini í Rás2 at arbeiða saman við? Tey eru fitt at arbeiða sam- an við, tey eru ikki so alvorlig, sum eg hevði væn- ta at tey fóru at vera. Hevði tú eisini valt Rás2, hevði tað veri úti á bygd? Tað dugi eg ikki ordiliga at svara uppá, men tað rokni eg ikki við, av tí at tað hevði nokk ikki veri líka stuttligt, sum her í Havnini, tí her kenni eg meira fólk, enn eg geri úti á bygd. Ætlar tú tær at vera jour- nalist, tá í tú ert ligu í skúlanum? Nei, tað er ikki planurin, eg havi planir um at vera kostmotologur, men mær hevði sikkurt dámt at verið journalistur. Hví valdi tú so ikki at fara í praktik hjá einum kostmotologi? Tí tað er nakað, sum eg ætli mær at prøva, tá ið eg fari at læra til tað. Tað er heldur ikki so nógv at gera, sum kostmotologur í Føroyum. Hvat eru høvuðsevnini í Rás2? Tað er undirhald, anda- ligt, ungdómur og so eisini tónleikasendingin fyri øll. Navn: Pól Andrias Larsen Búðstaður: Eiði Hvar ert tú í Praktik? Eg eri í praktik hjá Reyni-Ser- vice. Hví valdi tú at fara í praktik í Reyni-service? Tí at er eri áhugaður í bilum, og tí at tað er sera spennandi at arbeuða við bilum. Greið okkum eitt sindur frá arbeiðinum, sum tú fast við á Reyni-Service. Tað eru mest bilar, sum koma til eftirlit, har vit skifta oljufiltur og skifta olju á motorinum. Eg skifti eisini startara, vit skifta eis- ini nógv dekk, og eg plagi eisini at spenna bremsu- skivurnar. Hevði tú eisini valt Rey- ni-Service, havði tað verð úti á bygd? Nei, tað hevði eg nokk ikki, av tí at so høvdu tað ikki verið so nógvir bilar at arbeitt uppá. Ætlar tú tær at verða bil- mekanikari, tá ið tú verður vaksin? Kanska ikki orduliga sikk- urt, eg havi hugsað um tað, men kanska eg fari at læra til okkurt innan fyri teldu- heimin. Hví valdi tú so ikki at fara í praktik í einum teldu- handli? Tí at tað er so ringt at sleppa inn, eg søkti um at sleppa inn hjá Teldutæn- astuni, men har var eingin kjansur, tí at onkur annar var sloppin inn har, og nú havi eg funnið út av, at mær faktist dámar bertur at manerera við bilar enn at manrera við teldur. Máta misnýtslu Í samrøðu við Ernu S. Hákonardóttir í blaðnum í gár varð nevnt um mátingarstokkar, sum til ber at fáa á Apotekinum, sum máta rúsevni í kroppinum. Í sam- røðuni varð nevnt, at tað sæst, um rúsevni, heilivágur ella annað er í blóðinum. Hetta er ikki rætt. Mátað verður, um slík evni eru í landinum. blaðstj. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum tykkum, sum sýndu samkenslu tá okkara kæra mamma, vermamma, omma og langomma Jenny Rebekka Lisberg, Sumba andaðist og varð jarðað. Tøkk til starvsfólkið á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tøkk til Ólavur Rasmussen, prest og Hans Jacob fyri troystarrík orð. Tøkk til sangarar, gravarar og kirkjutænarar. Tøkk tit, sum hjálptu til við ervinum. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur. Tøkk til tykkum øll, sum fylgdu mammu til hennara seinasta hvíldarstað. Guð signi tykkum øll ! Familjunnar vegna Børnini Tøkk Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu, tá ið kæra mamma, vermamma, omma og langomma okkara Poulina Mohr Jacobsen, Vágur doyði og varð jarðað. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til Eldrasambýlið og takk øll tit, ið fylgdu henni. Ein serlig takk til starvsfólkið á Eldrasambýlinum. Fyri tey avvarðandi Henrikka, Birta, Lena og Ingun Tøkk Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu í stóru sorg okkara, tá okkara høgt elskaði sonur, bróðir, svágur, mammubeiggi og drongur Dánjal Johannus Petersen, Porkeri so brádliga varð kallaður heim til Harran. Tøkk til tykkum mongu, ið vitjaðu í heimum okkara. Tøkk til prestar og talarar fyri troystarrík orð. Tøkk til kirkjutænarar, og øllum tykkum, ið hjálptu til við jarðarferðina og ervið. Tøkk til tann stóra skara , ið fylgdi honum til hansara seinasta hvíldarstað. Tøkk fyri blómur, kransar og peningagávur. Fyri tey avvarðandi Brynhild, Jacob Petur, Olga, Jónbjørg, Petur Martin og Dóris Tá tagnaður er vevur, ei bummur meira slær, Gud dúk til síðis dregur - tá birtist fyri tær: Hvør vav teir myrku træðrir eins væl og gyltu bond - í mynstrinum so fagrir - Meistarans køna hond. Tøkk Hjartans tøkk fyri samkenslu og sýndan heiður, tá kæri maður, pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara Meinhardt Højgaard Saltangará doyði og varð jarðaður. Tøkk til tykkum í starvast á B6 á Landssjúkrahúsi- num, og sum vóru um hann, hesa seinastu vikuna hann livdi her á fold.Tit gjørdu tað besta tit kundu. Tøkk fyri troystarík orð í kapellinum og í kirkjuni. Tøkk til sangarar, kirkjutænarar og øllum tykkum mongu sum á ymsan hátt hjálptu til. Tøkk fyri blómur, kransar, uppringingar og kort. Somuleiðis tøkk til tann stóra skaran, ið fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Eg eri uppreisnin og lívið; Tann, sum trýr á meg, skal liva, um hann so doyr. Jóh. 11,25 Familjunnar vegna Jenny og børnini Tvey eiðisfólk í praktik í Tórshavn Doris Joensen av Eiði er í praktikk á Rás2, har hon m. a. hevur verið við til at gjørt sendingina »Ynskiløtan« Pól Andrias Larsen av Eiði hevur verið í praktikk hjá Reyni Service í Havn, har hann er sloppin at umvæla bilar Kendur amerikansk- ur sjónleikari skipar um eina viku fyri konsert í Los Angeles, har Teitur Lassen skal spæla fyri kendum filmsfólki. Áhugað plátufeløg verða væntandi eisini hjá- stødd hetta kvøldið TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Seinasta dagin í januar skal føroyski sangskrivarin og tónleikarin Teitur Lassen spæla fyri kendum films- fólki í Hollywood. Hetta er komið í lag um- vegis amerikanska sjón- leikaran Edward Norton, sum er kendur úr filmum sum Fight Club, Primal Fear og American History X. – Umboðsmaðurin hjá mær í London hevur fingið hetta tiltakið í lag, og Edward Norton bjóðar so vónandi filmsfólki og vin- um hjá sær til at hoyra meg spæla, sigur Teitur Lassen. Umframt føroyska tón- leikaran skal Peter Salett eisini spæla hetta kvøldið á The Mint, sum staðið kall- ast. Góður møguleiki Tað er vanligt, at skipað verður fyri slíkum tiltøk- um, og tað hevur stundum verið gyltur møguleiki fyri tónleikarar, sum eru á veg fram. Endamálið við tiltakinum er at lata evnaríkar tónleik- arar sleppa at spæla fyri fólki, sum á ymsan hátt kunnu geva teimum eina hjálpandi hond við karrier- uni. Teitur kennir ikki enn Edward Norton, men tað verður helst ivaleyst øðr- vísi, tá hann hevur spælt fyri honum og hinum gest- unum á The Mint um eina viku. Tekur upp í Nashville Teitur Lassen hevur ferðast nógv í USA farnu árini, og hann er í løtuni staddur í Nashville, har hann er í holt við demouptøkur til eina komandi útgávu. Her arbeiðir hann saman við tónleikaframleiðaran- um Matt Bronleewe, sum eisini hevur arbeitt við songkvinnum sum Jennifer Page og Nataliu Imbruglia. Mikudagin setir Teitur so kós ímóti Hollywood, har tann øðrvísi og spennandi uppgávan bíðar. Teitur hevur sáttmála við eitt útgávufelag, men fleiri plátufeløg liggja fram við eftir gávuríka føroyska tón- leikaranum. Millum teirra er Sony. Teitur vónar, at okkurt av plátufeløgunum verður um- boðað á konsertini hjá sær í Hollywood 31. januar. Í februar mánaði kemur Teitur til Føroyar at gera upptøkur til eina føroyska fløgu, og tá verður helst eisini okkurt høvi at hoyra hann spæla á konsert. Teitur spæla fyri filmsfólki í Hollywood Teitur Lassen fær nú eina hjálpandi hond frá amerikanskum sjónleikara, sum bjóðar fólki í Hollywood til serligt tiltak, har føroyski tónleikarin skal syngja og spæla C M Y K 2