Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-26, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. januar 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 18 - 26. januar 2002 Nr. 18 - 26. januar 2002 5 TOYOTA COROLLA 1,6 HATCHBACK Árg maj.99, Km 24.000. Kr. 115.000. KIA SEPHIA 1,5 II 5 HURÐAR Árg juli.00, Km 17.500. Kr. 120.000. KIA SEPHIA 1,5 GTX Árg aug.99, Km 26.700. Kr. 108.000. DAEWOO NUBIRA 1,6 Árg dec.98, Km 22.000. Kr. 108.000. HYUNDAI ACCENT 1,6 LS Árg dec.99, Km 51.000. Kr. 85.000. KIA CLARUS 1,8 SLX Árg okt.97, Km 38.000. Kr. 108.000. DAIHATSU SIRION 1.0 Árg nov.98, Km 45.000. Kr. 78.000. DAIHATSU CUORE 1.0 DE LUXE Árg sep.00, Km 7.600. Kr. 98.000. Jónas Broncksgøta 15 - Tel. 310600 - Fax 310650 Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í Vinnumálum, legði í fjør uppskotið um at avtaka punktgjøldini fram á landsstýrisfundi. Grundgevingarnar vóru tær, at vørur, sum eru gerandisvørur, kunnu ikki verða roknaðar fyri luksusvørur, og skulu tí ikki tollast hareftir PUNKTGJALD Ingrid Bjarnastein – Áhugafelagið hjá Elinn- leggjarum í Tórshavn vendi sær til mín í fjør vár, har gjørt varð vart við órímilig- heitina í ásetanina í sam- bandi við luksustoll, ella punktgjøld, greiðir Bjarni Djurholm frá. - Eg tók undir við hesum málinum, og tað varð eisini kannað í Vinnumálastýri- num. Men tollur er fíggjar- mál ikki vinnumál, og tí sendi eg eitt tilmæli til Fíggjarmálastýrið um av- tøku av punktgjøldum. Í til- mælinum til Fíggjarmála- stýrið gjørdi eg vart við, at spart verður uppá íløgur til ljós, og harvið verður trygdin ikki sum hon skal. Punktgjøldini økja eisini um ólógliga innflutningin, og hetta verður heldur ikki eins umsitið kring landið. Eisini varð gjørt vart við, at hesin luksustollur er ótíðar- hóskandi, serliga á vørum, sum eru gerandisvørur, og tí skulu vørurnar heldur ikki verða tollaðar hareftir. Bjarni Djurholm sigur eisini, at skipanin skal vera so einføld sum møguligt, so tað verður lættari at umsita, og hetta gevur eisini stabil- itet. Uppskotið varð eisini lagt fram á landsstýris- fundi, har tað síðani varð sent víðari til Fíggjarmála- stýrið. Áhugafelagið vendi sær síðani aftur til Bjarna Djurholm í desember mán- aða í fjør, og 5. januar í ár vendi landsstýrismaðurin í vinnumálum sær enn eina- ferð til Fíggjarmálstýrið fyri at vita, hvussu langt hetta málið var komið. Men Fíggjarmálastýrið hevur ikki tikið tilmælið til eftir- tektar, í øllum førum ikki enn. Í seinastuni hevur nógv at verið hoyrt um orkusparing og punktgjøld. Tað vísir seg, at føroyingar eru ikki nóg umhvørvis- tilvitaðir, tí hugsað verður meira um pengapungin enn um umhvørvið tá keypt verður PUNKTGJALD Ingrid Bjarnastein Áhugafelagið hjá Elinn- leggjarum í Tórshavn hevði hósdagin tíðindafund, har gjørt varð vart við sokall- aða orku- og umhvørvis- politikkin í Føroyum, sum eftir øllum at døma liggur goymdur burtur í eini lítlari skuffu onkrastaðni langt vekk, og harvið als ikki er til fyri tann vanliga føroy- ingin. Punktgjøld, ella luksus- gjald, sum tað eisini verður kallað, er eitt gjald, ið verð- ur lagt afturat el-lutum. 20% eyka verða løgd aftur- at tá brúkarin í Føroyum skal keypa sær eitt kulda- skáp, eina sentrifugu, upp- vaskimaskinu og líknandi. Um tú ynskir tær eitt sjón- varp, videotól ella kassettu- spælara, skalt tú hava í huga, at í prísinum tú ert tilreiðar at gjalda liggja 30% eyka. Tað tykist ógvuliga løgið, at í einum samfelagi, har kuldaskáp, uppvaskimask- inur, sjónvarp, videotól og kassettuspælari er hvønn- mansogn, skal vera sett eitt gjald á, ið verður kallað luksusgjald. Hvat er so luk- sus við nøkrum, sum øll eiga? 40% dýrari enn í Danmark Áhugafelagið hjá Elinn- leggjarum í Tórshavn hevur síðani 1996 arbeitt við at fáa punktgjaldið avtikið. Talan er um nógvar 17 vøruflokkar, sum áhuga- felagið vil hava avtiknar, men um Fíggjarmálastýrið og Tollstovan ikki ganga hesum tilmæli á møti, mæl- ir áhugafelagið til at taka punktgjaldið av lampum og ljósrørum. Føroyingar kun- nu ikki so frægt sum keypa sær eitt stearinljós uttan 30% verða løgd afturat. – Punktgjøldini hava við sær, at føroyingar velja heldur at keypa vøruna í Danmark og síðani "smuggla" hana inn til Før- oya, sigur Rasmus Magnus- sen, formaður í Áhuga- felagnum hjá Elinnleggjar- um í Tórshavn. – Men tað er heldur ikki so løgið, at føroyingar velja hesa loysnina, tí hví keypa eina lampu fyri 1700 krón- ur í Føroyum, tá tú hevði kunnað fingið hana fyri 1000 krónur í Danmark? Punktgjøldini eru ein leivd frá gamlari tíð, áðrenn MVG´ið kom. Punktgjald til land, men ikki sjógv Nógv dømi vórðu tikin fram um punktgjøldini, og nógv teirra kundu tykjast ikki sørt løgin. Um ein ljós- kastari á kaiini lýsti út á sjógvin, var onki punkt- gjald á peruni, men um ljóskastarin varð snaraður 180 stig, soleiðis at hann nú lýsti inn ímóti landi, hevði peran kostað meira. Ert tú ein alifiskur fært tú ljós uttan punktgjald, men um tú ert ein kúgv, skal punkt- gjaldið leggjast afturat. – Ein annar vansi við punktgjøldunum er, at el- handlar í Føroyum als ikki kunnu nýta donsk lýsinga- hefti. Tað kunnu til dømis búnýtishandlar gera, tí onki avgjald er á teirra vørum. Heldur ikki møbilhandlar hava avjglad á sínum vør- um. Tú sleppur at sita uttan avgjald, men um tú skalt hava rætta belýsningin, skalt tú gjalda eyka, sigur Rasmus Magnussen. Kunnu spara milliónir Eitt lítið roknistykki varð eisini lagt fram á tíðinda- fundinum í gjár. Í stuttum sigur tað so nógv sum tað, at um 1000 húsarhald í Før- oyum keypa 10 lágorku- perur, verða 6,46 mió. krónur spardar í orku- nýtslu. – Ógvuliga umráðandi er, at tú hevur tann rætta be- lýsningin. Í Danmark hava tey eitt, sum eitur Dansk Standard 700, sum millum annað sigur, at tað er ikki loyvi at brúka tey sokallaðu "kjallara-ljósini" á plássum har fólk dagliga skulu vera. Dansk Standard 700 er eis- ini galdandi í Føroyum, bara ikki tá tað kemur til pening. Í londunum rundan um okkum hava øll upp- dagað, at tað er nakað, ið eitur renovering av til dømis skúlum. Har eru øll amaturini skift út, og betri orkusparandi amatur sett inn, soleiðis at skúlin harvið eisini fær rætta be- lýsningin. Tá tú skalt sita í skeivum belýsningi dagin langan, førir tað við sær, at tú fært høvuðpínu og missir konsentratiónsevnini, sigur Rasmus Magnussen. Fólk vilja ikki keypa lág- orkuperur fyri 130 krónur, tá tey kunnu fáa eina van- liga peru fyri 10 krónur. Føroyingar hava rætt og slætt ikki ráð at spara. Onki komið burturúr Hóast tað hevur verið arbeitt við at fáa punkt- gjøldini avtikin síðani 1996, er framvegis onki komið burturúr. Vinnu- málastýrið hevur mælt Fíggjarmálastýrinum til at avtaka punktgjøldini, men síðani 25. mei 2001, tá seinasti fundurin var, hevur onki verið at frætta frá Fíggjarmálastýrinum. Nú hevur áhugafelagið valt at fara í fjølmiðlarnar við tilfarinum soleiðis, at Føroya fólk eisini kann verða kunnað um orkuspar- ing og orkupolitikk sum heild. Hugsa um tað næstu ferð, tá tú setur teg í djúpa leni- stólin við eini góðari bók. Stólurin tú situr í er uttan avgjald, meðan ljósið tú hevur tørv á fyri at lesa bókina, hevur eitt punkt- gjald, sum ger tað dýrari at verða upplýstur enn tað er at sita. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður: – Punktgjøldini eru ótíðarhóskandi Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður í vinnumálum heldur, at punktgjøldini eru ótíðarhóskandi Punktgjøldini: Ein leivd frá gamlari tíð Rasmus Magnussen, formaður í Áhugafelagnum hjá elinn- leggjarum í Havn, greiddi hósdagin frá um punktgjøldini Mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 5 4 Eftir drúgvar sam- ráðingar, sum endaðu við, at ein avtala varð orðað, er ein komandi handilsavtala tó set í bíðistøðu. Umsiting- arligir- og málsligir tvørleikar hava ávirkað samráðing- arnar. Talan er um brot á altjóða sið- venju, metir fulltrúi í Vinnumálastýrinum HANDILSAVTALA Heri á Rógvi Sum støðan er nú, so er eingin handilssáttmáli mill- um Føroyar og Russland. Samstarvið er tó ikki verri enn so, at vit hava eina fiskivinnuavtalu við russar. Skip úr Russlandi teljast eisini millum tey mest vitjandi í føroyskum sjógvi. Yvir eitt áramál hava russ- iskir og føroyskir myndug- leikar samráðst um eina handilsavtalu landanna millum. Fleiri ferðir hava embætis fólk úr báðum londum verið á vitjan hjá hvørjum øðrum. Føroyingar hava sam- ráðst í góðari trúgv um eina MFN-avtalu. Ein MFN- avtala er ein stytting fyri eina Most Favoured Nation avtalu. Hetta er at meta sum tað tættasta tú kemur upp at einari fríhandilsavtalu. MFN er eitt hugtak, ið WTO, World Trade Organi- sation, hevur ásett. WTO hevur ásetingar, ið siga, at øll WTO limalond hava somu sømdir – nevniliga somu sømdir sum tað landi, sum fær bestu sømdir. Talan er tó bert um eina meginreglu. Londini kunnu framvegis gera fríhandils- sáttmálar. Russar eru tó ikki limir í WTO. Tískil hevði ein MFN-avtala við russar givið Føroyum í minsta lagi eins góðar treytir sum okkara »kapp- ingarneytar«, hvat viðvíkur marknaðaratgongd. Í MFN-avtaluni við russ- ar verður lægsti tollur ásett- ur, men talan er tó ikki um eina fríhandilsavtalu. Samráðingarnar hava sum so gingið rættiliga væl. Í fjør summar kundu sam- ráðingarleiðarnir staðfesta, at teir vóru samdir um ein tekst. Føroyski samráðing- arleiðarin var Herluf Sig- valdsson, leiðari fyri uttan- landsdeildina hjá løgmans- skrivstovuni. Hann kundi staðfesta, at partarnir vóru samdir um tekst. Alt skuldi sostatt verið komið í rætt- lag. Bert undirskriftirnar frá løgmanni og russiskum starvsbróðuri vantaðu. Men umsitingin í Russ- landi er ikki so at hava við at gera. Samráðingarnevnd- in kundi ikki bert uttan víð- ari góðkenna tekstin. Tekst- urin skuldi umsetast bæði til russiskt og aftur til enskt, og leiðin gekk fram- við nógvum skrivaraborð- um. Tá teksturin kom aftur til føroyingar, var hann munandi broyttur. So mik- ið, at løgmaður ikki kundi seta sínar krullir á pappírið í hesum umgangi. Sambært Gunnari Holm- Jacobsen, fulltrúa í Vinnu- málastýrinum, sum eisini var við í samráðingar- nevndini, kemur tað mest- sum ikki fyri, at ein sátt- málatekstur verður broyttur eftir at samráðingarleiðarn- ir hava staðfest sáttmálan. Gunnar Holm-Jacobsen metir hetta vera brot á altjóða siðvenju. Tað var ætlanin, at løg- maður við fylgi skuldi fara til Russlands í hesum mán- aðinum at skriva undir, men hetta verður tó av ongum. Vónar Løgmaður, Anfinn Kalls- berg, harmast um, at eingin sáttmáli við russar gjørdist til veruleika á hesum sinni. Hann varðveitur tó vónina um, at ein sáttmáli verður undirskrivaður, áðrenn summari kemur – kanska longu í vár, heldur løgmað- ur fyri. Anfinn Kallsberg sigur, at hann sum so var til reiðar at fara avstað fyri at undir- skriva. Hann skuldi hava eitt fylgi við sær, sum um- framt embætisfólk eisini skuldu innihalda umboð fyri føroyska vinnulívið. Øll segl eru sett fyri at loysa fløkjuna við russar. Bæði Anders Fogh Rasmussen og danski utt- anríkisráðharrin, Per Stig Møller, eru kunnaðir um málið, og teir gera sambært løgmanni sítt fyri at fáa útgreina tað soleiðis, at ein sáttmáli kann gerast veru- leiki innan langa tíð. Løgmaður sigur seg ásanna, at tann politiska umsitingin í Russlandi er tung at fáast við, men hann varðveitur tó vónina. Handilsavtalan við russar í bíðistøðu Ein føroysk innrás í Russlandi við Anfinni Kallsberg á odda er fyribils sett av skránni. Tann ætlaði handilssáttmálin mátti dvína fyri stóru og tvørligu umsitingini í Russlandi Ein blandingur av nýggjum og eldri kreftum eru á valevnalistanum hjá Sambandsflokkinum í Eysturoynni POLITIKKUR Heri á Rógvi Eysturoyggin hevur leingi verið kend sum eitt av teimum valdømunum, har Sambandsflokkurin vanliga plagar at klára seg væl. Sambandsfólk í oynni hava nú mannað valevnalistan hjá teimum til komandi løgtingsval. Átta nøvn standa á listan- um, harav fýra hava ikki verið uppstillaði áður. Hini fýra á listanum teljast tó millum tann meira royndu politikararnar í landinum. Veteranurin Jákup E. Lam- hauge stillar uppaftur hesa- ferð saman við so kendum monnum sum Edmund Joensen, Alfred Olsen og Atla Hansen. Hini fýra, Edva Jacob- sen, Fuglafjørður, Tummas Eli Høj Joensen, Strendur, Marja Lamhauge, Lambar- eiði, Reimund Langgaard, Leirvík, eru øll nýggj í landspolitikki. Edva Jacob- sen stillaði upp til Fólka- tingsvalið fyri Sambands- flokkin. Fyrrverandi løgtings- og fólkatingsmaðurin Johann- es Martin Olsen stillar ikki upp hesaferð. Við seinasta løgtingsval fekk Sambandsflokkurin 1.533 atkvøður í Eystur- oynni, og tveir tingmenn valdar. Løgtingsval verður mest sannlíkt 30. apríl. Sambandslistin í Eysturoynni mannaður