leygardagur 26. januar 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 18 - 26. januar 2002
Nr. 18 - 26. januar 2002
7
Bygdaráðið í Hosvík
hevur samtykt at
spyrja seg fyri hjá
Sunda Kommunu um
samanlegging, hóast
Hvalvíkar Kommuna
liggur ímillum tær
báðar
KOMMUNU-
SAMANLEGGING
Áki Bertholdsen
– Eg havi ikki verið
talsmaður fyri at leggja
kommunur saman. Men eg
eri komin til ta niðurstøðu,
at tað slepst valla undan.
Jógvan Mørkøre, borg-
arstjóri í Hósvík er ein av
teimum, sum hevur broytt
støðu til spurningin um
kommunusamanlegging so
hvørt sum málið er búnað
og mýkt seinastu árini.
Og júst spurningurin um
samanlegging var til vi-
ðgerðar á bygdaráðsfundi í
Hósvík í seinastu viku.
Hann sigur, at úrslitið av
tí fundinum var, at Bygda-
ráðið í Hósvík samtykti at
seta seg í samband við
Sunda Kommunu um at
leggja saman.
– Spurningurin um sam-
anlegging hevur verið til
umrøðu á bygdaráðsfundir í
Hósvík fleiri ferðir, men á
fundinum í seinastu viku
varð so samtykt at vit
skuldu seta okkum í sam-
band við Sunda Kommunu
at loddað dýpið.
Jógvan Mørkøre sigur, at
ætlanin er at hava ein
óformligan fund við Sunda
Kommunum at tosa um
samanlegging fyri at vita,
hvat ber til, og, hvat ikki
ber til.
Men bygdaráðsformað-
urin leggur dent á, at tað
verður fólkið í Hósvík, sum
kemur at gera av, antin
kommunan skal leggjast
saman við aðra kommunu,
tí tað verður ongin saman-
legging uttan at ein meiri-
luti er fyri tí á fólkaatkvøðu
í Hósvík.
Hann heldur, at tað er
neyðugt at taka spurningin
upp nú, heldur enn at
skumpa hann frammanfyri
sær alla tíðina.
– Verður øll tey málsøki
løgd út til kommunurnar,
sum talan er um, dugi eg at
síggja, at tær smáu komm-
unurnar koma at detta niður
ímillum.
Men hann sigur eisini, at
tað er eisini ein spurningur
um at tryggjað eitt sam-
starv ímillum kommunur-
nar.
Kommunurnar har um
leiðir, tvs, Hósvíkar-, Hald-
arsvíkar-, Sunda-, Hvalvík-
ar og Gjáar Kommuna eru í
eini felags kommunu, sum
samstarvar
um
ymisk
viðurskifti.
– Men í tí samstarvinum
ber ikki til at taka bindandi
avgerðir. Felagskommunan
kann verða samd um ávís
viðurskifti, men so kanntað
verða kolldømt í teimum
ymisku bygdaráðinum, og
tað ger kommunal arbeiðið
nakað óliðiligt.
Norður ella suður
Nú eru Hósvíkar Kommuna
og Sunda Kommuna ikki
grannar av tí at Hvalvíkar
Kommuna er ímillum og tí
er tað kanska ikki heilt eftir
ætlanini hjá Landsstýrinum
at tvær kommunur leggja
saman, sum ikki eru ein
natúrlig eind.
Men tað heldur Jógvan
Mørkøre ikki vera nakar
trupulleiki, tí Skála og
Runavík hava lagt saman,
hóast Gøtu Kommuna er
ímillum.
– Eg dugi ikki at síggja
nakað endamál í at leggja
Hvalvík og Hósvík saman,
tí tað verður so lítil munur á
fólkatalinum og frá gamlari
tíð, verður tað helst verri at
fáa fólk at góðtaka at
Hósvík og Hvalvík verða
lagdar saman, tí í 1955 fóru
kommunurnar sundur.
Í Hósvík búgva 266 fólk
og í Sunda Kommunu
búgva útvið 500 fólk. Í
Hvalvíkar
Kommunu
búgva gott 300 fólk.
Jógvan Mørkøre sigur, at
skal Hòsvík leggja saman,
eru tveir vegir at fara, antin
suðureftir og leggja saman
við Tórshavnar Kommunu,
ella at fara norðureftir og tá
heldur hann, at tað er
natúrligari at leita norður-
eftir, tí samstarv er við
Sunda Kommunu sum er
ígjøgnum felagskommun-
una
Tí dugir hann ikki at
síggja nógv bein í einum
samstarvi ímilum Sunda-
og Hósvíkar kommunu, tá
ið so neyvt samstarv er
frammanundan.
– Vit koma eisini at
liggja sum ein endastøð
undir øllum umstøðum og
tá halda vit at tað er frægari
at verða saman við teimum
norðaru kommununum, tí
tá verða vit á meiri jøvnum
føti.
– Eg síggi t.d. fyri mær,
at byggja vit ein barnagarð
í Hósvík, liggur væl fyri hjá
sundafólki at avlera børn-
ini, eitt nú á veg til arbeiðis
í Havn.
Hann vísir eisini á, at
Sunda Kommuna hevur
bygt skúlan út og hann
heldur, at skal hvør komm-
una byggja sín skúla út er
tað oyðsl, heldur enn at
samstarva so at tað verður
bíligari hjá øllum pørtum,
sigur Jógvan Mørkøre.
Men tað, sum hann sær
fyri sær, er, at um nøkur ár,
er øll felags kommunan
løgd saman.
–Sum gongdin er nú,
er tað bara ein spurn-
ingur um tíð, áðrenn
Kirkjubøar Komm-
una er løgd saman við
Tórshavnar Komm-
unu, heldur Annfinn
Brekkstein, borgar-
stjóri
KOMMUNUMÁL
Áki Bertholdsen
– Tað verður ómetaliga
trupult hjá eini lítlari
kommunu sum okkara at
standa einsamøll. Tí vænti
eg, at tað er bara ein spurn-
ingur
um
tíð,
áðrenn
Kirkjubøar
Kommuna
verður løgd saman við
Tórshavnar Kommunu.
Annfinn
Brekkstein,
borgarstjóri í Kirkubøar
Kommunu, heldur, at um
nøkur ár fer tað at vera sera
trupult at vera ein lítil
kommuna.
Hann vísir á, at rákið er
tann vegin, at fleiri og fleiri
málsøki verða flutt frá
landinum, yvir á kommun-
urnar at umsita.
Men hann leggur sam-
stundis afturat, at spurn-
ingurin um samanlegging
er ikki eitt mál, sum er til
viðgerðar í bygdaráðnum í
Kirkjubøar Kommunu.
– Viðurskiftini ímillum
Kirkjubøar og Tórshavnar
kommunu er eitt mál, vit
hava tosað leyðsliga um.
Men fyribils er spurning-
urin um samanlegging ikki
á skránni.
– Hinvegin ásanna vit, at
neyðugt verður við størri
samstarvi við Tórshavnar
Kommunu, enn vit hava nú.
Hann sigur, at beint fyri
jól
sendi
Kirkjubøar
Kommuna tískil Tórshavn-
ar Kommunu skriv við
fyrispurningi um økt sam-
starv. Hann hugsar um t.d.
um eldraøki, men eisini um
onnur øki, sum framyvir
fara at verða løgd út til
kommunurnar at umsita.
Enn hevur kommunan
ikki fingið formligt svar frá
Tórshavnar Kommunu.
– Men munnliga hava vit
fingið at vita, at áheitanin
er móttikin við vælvild og
eg vænti, at vit fáa eina
skilagóða samstarvsavtalu
við Havnina.
Sera trupul støða
Annfin Brekkstein sigur, at
enn er framtíðin hjá komm-
ununum ikki greið, men
útlitini eru til, at munandi
fleiri málsøki fara at at vera
flutt frá landinum, til
kommunurnar at fáa um-
sita.
– Tað sigur mær so mikið
sum tað, at tað verður
ómetaliga trupult, fyri ikki
at siga heilt ómøguligt, hjá
eini fámentari kommunu at
standa einsamøll.
– Í øllum førum er tað
alneyðugt hjá okkum at
samstarva meiri við Tórs-
havnar Kommuna. Men
verða øll tey málsøki løgd
út til kommunurnar at um-
sita, sum talan er um, fer
tað at vera ómetaliga dýrt
hjá eini kommunu sum
okkara Sjálvi fáa vit ikki
ráð at byggja stovnar og
hava umsiting til øll máls-
økini tí, sum verða løgd út
til kommunurnar at umsita
og tí mugu vit sostatt keypa
okkum allar tænasturnar.
Og so hongur ikki saman, tí
so verður onki eftir til
útbyggingar ella til at halda
kommununa viðlíka við.
– Tí heldur hann,at hóast
tey í Kirkjubøar Kommunu
fyribils mest tosa um
samstarv við Havnina, er
hann sjálvur fullvísur í, at
tað er bara ein spurningur
um tíð, áðrenn Kirkjubøar
Kommuna er ein partur av
Tórshavnar kommunu.
Hjann vísir á, at hóast
Kirkjubøar
Kommuna
verður løgd saman við
Havnina, fara bygdirnar
ikki at hvørva, tó at lítið er
at ivast í, at kommunan
verður øðrvísi, enn hon nú
er.
At Kirkjubøar Kommuna
fegin vil hava samstarv ið
Tórshavnar Kommuna er
ongin ivi um. Herfyri tók
Kirkjubøar Kommuna seg
úr Føroya kommunufelag
og meldaði seg inn í
Kommunusamskipan Før-
oya og tað var júst fyri at
vera í sama felag um Havn-
in er í.
Trupult hjá okkum
at standa einsamallir
Hósvíkingar fríggja
til Sunda Kommunu
– Enn er samanlegging við
Tórshavnar Kommunu ein
spurningur, sum vit taka
púra róligt, men fyrr ella
seinni skal málið takast upp.
Fyribils verður mest tosað
um samstarv uttan
samanlegging
Eisini í Hòsvík er spurningurin um kommunusamanlegging nú búnaður so mikið, at
fyrispurningurin er sendur Sunda Kommunu um at leggja saman
C
M
Y
K
7
6