leygardagur 26. januar 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 18 - 26. januar 2002
Nr. 18 - 26. januar 2002
9
Men tey sleppa tó at
vera inni viðhvørt
kortini. Og meðan tey
eru úti, verða tey
undir tryggum eftir-
liti av teimum, sum
fara at starvast í
nýggja útibarnagarði-
num í Leirvík, sum
væntandi letur upp 1.
mars
KOMMUNUMÁL
Edvard Joensen
Leirvík:Nýggjur útibarna-
garður verður latin upp í
skótahúsinum í Leirvík 1.
mars, um alt gongur, sum
Leirvíkar Komuna ætlar.
Avtala er gjørd við skót-
arnar um leigu av húsinum,
og onkrar smærri ábøtur
skulu gerast, áðrenn latið
verður upp, sigur Sjúrður
Eliasen, borgarstjóri í Leir-
vík.
Hegnast skal rundan um
húsini fyri at bøta um
trygdina, tí húsini liggja
beint oman fyri ferjulegu-
na, har rættiliga nógv ferð-
sla er allan dagin.
Leiðari er settur, og lýst
verður nú eftir starvsfólki
til útibarnagarðin, har 24
børn í aldrinum seks til
tíggju ár fara at ganga.
Skipanin verður soleiðsi,
at tey koma í barnagarðin,
men fara síðan at halda til
ymsastaðni í Leirvík, alt
eftir umstøðunum. Tað ver-
ið seg í fjøruni, bønum, ella
hvat tey nú kunnu finna
uppá.
Fyri at tað skal vera lætt-
ari hjá foreldrum at vita,
hvar tey eru og kunnu
heintast, fáa starvsfólkini
fartelefon, sum ringjast
kann til at vita, hvar barnið
skal heintast.
Tað verða tó ivaleyst dag-
ar, tá tey fara t vera í skóta-
húsinum. Treyðugt so.
Leirvíkar Kommuna hev-
ur framman undan dagrøkt-
arskipan, sum umfatar 70
børn. Men tað hevur víst
seg, sigur Sjúrður Eliasen,
at tað hava viðhvørt verið
ávísir trupulleikar at fáa
dagrøktarmammur.
Tí
verður nú roynt við hesum
møguleikanum, sum so
tekur 24 av teimum størru
børnunum burtur úr sjálvari
dagrøktini.
– Í Klaksvík hava tey
royndir við slíkum barna-
garði, sum vit hava verið og
hugt at, sigur Sjúrður Elia-
sen.
Nógv bygging
Tað er stórur áhugi fyri at
seta búgv í Leirvík. Ein út-
stykking við 15 grund-
stykkingum er gjørd Uppi
við Garð, og tey eru øll
uttan eitt seld. Í løtuni eru
15 umsóknir um grund-
stykki í Leirvík á bíðilista,
sigur Sjúrður Eliasen, borg-
arstjóri.
Farið er tí undir eina út-
stykking afturat við síðuna
av teirri fyrru, greiðir hann
frá.
Hendan seinna útstykk-
ingin verður eitt sindur øðr-
vísi enn tann fyrra á tann
hátt, at í hesari fara tey at
royna at byggja raðhús.
Umframt at fimm vanlig
sethúsagrundstykki verða í
nýggju útstykkingini, fer
kommunan at royna at
byggja tvær raðhúsalonir
við sjey húsum í hvørjari.
Tað er verður ikki ætlan-
in, sigur Sjúrður Eliasen, at
kommunan
sjálv
skal
standa fyri bygginini, uttan
bara bjóða hana út. Ætlanin
er so at fáa eitthvørt byggi-
felag at taka sær av sjálvum
bygningunum og síðan
selja lidnu húsini.
Sjúrður Eliasen metir, at
áhugi eigur at fara at vera
fyri hesi ætlanini, millum
annað tí, at raðhúsini vænt-
andi verða bíligari enn van-
lig sethús.
Annað arbeiði
Leirvíkar Kommuna hevur
eisini aðrar ætlanir í kom-
andi fíggjári. Eitt nú skúla,
vatnverk og eldrasambýli.
Skúlin er undir umfat-
andi umvæling, sum verður
gjørd í fleiri stigum. Í fjør
varð til dømis partur av
skúlanum taktur av nýggj-
um. Fleiri skúlastovur eru
umvældar frá grundini av
og eru nú sum spildur-
nýggjar, greiðir borgar-
stjórin frá. Og í hesum
fíggjarárinum eru settar
700.000,- krónur av til um-
vælingar. Í fjør varð arbeitt
fyri umleið eina millión.
Vatnreinsiverkið skal út-
byggjast, sigur Sjúrður
Eliasen, og í ár verður eitt
reinsiverk keypt afturat tí,
sum frammanundan er.
Tá tað er uppsett, fáa leir-
víkingar altíð reint vatn. Tí
hóast okkurt skuldi borist á
við øðrum verkinum, er hitt
altíð til at taka.
Leirvík er einki serliga
væl fyri við vatni soleiðis,
sigur
Sjúrður
Eliasen.
Neyðugt er, tá turt er, at
pumpa vatn úr keldum, sum
liggja niðan fyri goymsl-
una. Til tað hevur kom-
munan gjørt eina pumpu-
støð.
Oman fyri skúlan í Leir-
vík er grivið út fyri einum
bygningi. Tað er fyri eldra-
sambýlinum, sum Leirvík-
ar Kommuna er farin undir
at byggja. Tað skal ætlandi
hýsa 10 fólkum.
Borgarstjórin greiðir frá,
at tað verður bygt í stigum,
og verður væntandi liðugt
um eini tvey ár. Í fjør varð
útgrevsturin gjørdur, og í ár
eru kloakk- og stoypi-
arbeiðini boðin út. Sett er
1,2 millión krónur av til
hetta arbeiðið í ár.
Talan verður um ein
bygning í einari hædd, sum
verður 550 fermetrar til
víddar. Tó verður ein lítil
kjallari undir øðrum enda-
num, sum millum annað fer
at hýsa fýrrumi.
Í aðrar mátar er nokk at
gera í Leirvík, letur Sjúrður
Eliasen, borgarstjóri, at.
Tvey fiskavirki eru á havn-
arlagnum. Hjá IRF arbeiða
fleiri leirvíkingar, eins og
turkingarvirkið beint við
síðuna av brennistøðini eis-
ini hevur fleiri fólk til
abeiðis. Umframt eru so út-
róðrarmenn og aðrir sjó-
menn. So alt í alt er arbeiði
til allar hendur í Leirvík.
Út við leirvíksbørnum
Nýggi útibarnagarðurin í
Leirvík fer at halda til í
skótahúsinum, sum stendur
beint oman fyri ferjuleguna
Mynd: Edvard Joensen
Sjúrður Eliasen, borgarstjóri
í Leirvík, fegnast um, at
arbeiði er til allar hendur í
bygdini
Mynd: Edvard Joensen
Kósavirkið tók í fjør
ímóti næstan einum
helmingi meira av
fiski enn árið fyri
FISKIVINNA
Eyðun Klakstein
Klaksvík:
Kósavirkið
hevði eitt av sínum bestu
árum nakrantíð í fjør, tá
hugsað verður um nøgdina
av fiski, sum virkið tók
ímóti.
Stóra fiskavirkið í Klaks-
vík tók ímóti 11.000 tons-
um av fiski, og tað vóru
stívliga 40 prosent meira
enn í 2000.
Lokalblaðið í Norðoyggj-
um, Norðlýsið skrivar í
gjár, at hetta tonsatalið er
eins høgt, sum tað var í
teimum mest aktivu árun-
um í sjeytitalinum.
Kósavirkið hevur arbeitt
um 4500 tons av upsa, og
nakað tað sama av toski.
Stjórin á Kósavirkinum,
Adrian Dalsá, sigur við
Norðlýsið, at Kósin roynir
at finna ein betri marknaði
til sínar upsavørur, tí í fjør
fingu tey ikki so nógv fyri
hesa vøru, sum tey vilja
hava.
Kósin arbeiddi nógv meira fisk
Sjónvarp Føroya fer
at senda beinleiðis frá
danska Melodi Grand
Prixnum, tá Pætur
við Keldu verður
millum finalistarnar
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein
Um ein tvær vikur fer
Pætur við Keldu at royna
seg í danska Melodi Grand
Prixnum. Vanliga fylgir ein
millióna stór donsk hyggj-
arfjøld hesi kapping, sum
verður send beinleiðis í
Danmarks Radio, og føroy-
ingar fáa eisini møguleikan
hyggja.
Sjónvarp Føroya ætlar at
senda danska Grand Prixið,
og tað kemst sjálvandi av,
at hesaferð er ein føroy-
ingur millum finalistarnar.
Vanliga verður danska
Grand Prixið ikki sent
beinleiðis
í
føroyskum
sjónvarpi, men hesaferð
ætlar SvF at seta neyðugu
tíðina av leygarkvøldið 9.
februar.
Grand Prix luttøkan hjá
Pæturi verður helst stóra
samrøðuevni hetta kvøldið,
so tað er helst eingin orsøk
hjá SvF at undirhalda við
øðrum sendingum.
SvF sendir danska
Grand Prixið
Føroyingar sleppa at síggja Grand Prix luttøkuna hjá Pæturi
við Keldu beinleiðis í Sjónvarpi Føroya
Mynd: Eyðun Klakstein
Kósin hevði eitt av sínum bestu árum í fjør, tá tað snýr seg um nøgdina av virkaða fiskinum
Klaksvík: Týskvøldið
29. januar kl. 19.30
verður fyrilestur um
skaldið Heðin Brú á
Klaksvíkar Bókasavni.
Tað verður Bergljót av
Skarði, ið heldur fyri-
lesturin.
Bergljót av Skarði
hevur lagt endurútgáv-
una av »Men lívið lær«,
sum kom út í fjør, til
rættis, og hevur hon
stóran kunnleika til bæði
skaldið
Heðin
Brú,
skaldskap og samtíð
hansara.
Ì august mánaði í fjør
vóru 100 ár síðani Heðin
Brú varð føddur. Bøk-
urnar hjá honum eru
klassikarar í føroyskum
bókmentahøpi og verða
nógv lisnar bæði av ung-
um sum eldri.
Tað er gamla bygda-
samfelagið, sum eyð-
kennir meginpartin av
skaldskapinum hjá Heð-
in Brú har lesarin fær
innlit í gerandislív, lívs-
áskoðanir og hugburðin
hjá tí gamla føroying-
inum.
Umframt fyrilesturin
verður eisini ein fram-
sýning á bókasavninum.
Tað eru studentarnir á
Tekniksa Skúla í Klaks-
vík, ið sýna fram. Næm-
ingarnir hava hesa sein-
astu tíðina arbeitt við at
lýsa føroysku tøknina
fyri 200 árum síðani, út
frá bókini hjá Heðin Brú
»Men lívið lær«. Ì hes-
um
sambandi
hava
næmingarnir arbeitt við
evnum sum byggisiðir,
landbúnaðurin,
fiski-
skapur og amboð. Og
úrslitið av hesum verður
at síggja á bókasavnin-
um týskvøldið og kom-
andi 14 dagarnar.
Framsýning og fyrilestur
um Heðin Brú
C
M
Y
K
9
8