mánadagur 19. juli 2010síða 38
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38 Ólavsøka 2010
– Ókeypis blað frá Sosialinum
Á
Tinghúsvøllinum
stendur
Rasmus
Effersøe, og kring Tinghúsvøllin kanst tú
meira enn so síggja ein annan Rasmus,
tann Rasmus, sum klippir myndir av
urta gøðrum, húsum og landsløgum í
Føroyum.
Rasmus Rasmussen er eins og Rasmus
Effersøe ein býarmynd í Havn, og tann
inkarneraði havnarmaðurin við tí kviku
replikkini hevur upplivað manga ólav
søkuna, síðan hann varð føddur 22. apríl í
1944.
Meðan Rasmus Effersøe stendur og
starir oman á Gamla Apotek, seta vit fyri
ólavsøku Rasmusi Klipp stevnu mitt í
býnum og biðja hann greiða frá, hvussu
ólavsøkan var fyrr, og um hon er broytt.
Beinanvegin fer hann at tosa um nonn
urnar og sigur, at alt, sum verður boðið
børnunum á ólavsøku nú á døgum, er so
lættisoppakent. Øðrvísi kramm var í basar
inum og fiskidamminum hjá nonn unum í
50'unum.
– Tær seymaðu sjálvar dukkur og gjørdu
stórar slikkipinnar, sum vit kundu vinna.
Eisini kundu vit vinna leikutoy, sum fólk
høvdu latið teimum til basarin. Tað var
øgiliga spennandi at vitja hjá nonnunum
á ólavsøku, minnist Rasmus.
Ein vinmaður hansara hevði einaferð so
andbráður latið basarinum hjá nonnunum
ein lítlan brandbil, men tá ólavsøkan kom,
angraði stakkalin so nógv, at hann hevði
givið brandbilin burtur, at hann møtti upp
sum tann fyrsti til basarin.
Komin fram at fiskidamminum gav
hann eini nonnu 10 oyru fyri at sleppa at
fiska, krøkti í brandbilin og syfti hann út
um diskin. Soleiðis fekk vinmaðurin kortini
eina góða ólavsøku.
40 fyltir lundar
Ólavsøkan var í mangar mátar ein
stórhending í 50'unum, minnist Rasmus.
Hetta var einasta tíðin á árinum, at børn
ini kundu keypa reyðar pylsur, og av bygd
komu nógv fólk til Havnar við mjólkar
bátinum.
– Fólk komu til Havnar at vera hjá vin
fólki og familju í fleiri dagar, og her keyptu
tey sovorðið sum líggjar, rívur og spakar.
Tey komu at halda ólavsøku, men gjørdu
eisini fleiri ørindir í Havn, sigur Rasmus.
Í dag verður ofta dekkað fínt upp, tá
gestir av bygd koma á gátt á ólavsøku, men
Rasmus minnist eina ólavsøku, tá mamma
hans ara, Rigmor, beyð gestum innar til eina
rættiliga øðrvísi máltíð.
– Hon fylti 40 lundar og legði teir í eina
stóra grýtu í køkinum. So kundu fólk bara
fáa sær. Ein danskari, Svend Bøgeskov, kom
so inn, og hon rópti á hann: »Er du sulten,
Bøgeskov, so snup en papegøje!«
Snaps og Elephant
Nógv varð eisini drukkið á ólavsøku, og
tá í tíðini sótu fólk ikki bara og nippaðu
til eina øl, sum tey gera nú. Drukkið varð,
til fløskan var tóm, og helst skuldi løgurin
vera sterkur.
– Fólk høvdu eina hálva Akvavitt í reyva
lummanum og drukku Elephant, FFarar
og Gull. Drakst tú eina hálva fløsku av
snapsi og fimm Elephantar, so vart tú skít,
minnist Rasmus.
Brennivínið varð bílagd úr Danmark, og
ratiónin var 12 fløskur hvønn ársfjórðing,
um tú annars hevði goldið skatt. Ølið kom
við Skipafelagnum í trækassum. 50 fløskur
vóru í hvørjum kassa, so teir vóru tungir
sum fjøll.
– Ólavsøkan var sjálvandi hátíðarlig,
sum hon er nú, men hon var eisini ein
suppa av glassplintrum, fullum fólkum og
religión. Hon var nógv villari fyrr, heldur
Rasmus.
Prædikantur bakkaði
Hann minnist, at ein kendur havnarmaður
einaferð fór upp til ein prædikant í mið
Í dag er alt so reint og keðiligt, og fyrr var alt so skitið og stuttligt,
heldur Rasmus Rasmussen í Havn, sum hevur eygleitt, hvussu ólavsøkan
er broytt. Tó fegnast hann um, at gott skil er komið á ólavsøkuna, og
at rovini av seyðarhøvdum ikki longur sløðast runt um allan býin
Fyrr var
ólavsøkan
nógv villari
Uni Arge