Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-19, síða 48
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juli 2010síða 48

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

– Ókeypis blað frá Sosialinum 48 Ólavsøka 2010 Ólavsøk Fittheitin er farin av frígginum Tá man tosar um ólavsøkufríggj, kann man býta tað í tveir bólkar. Vit hava tey etableraðu pørini, sum kanska endurfinna romantikkin og fáa sær ein muss ella tveir, og so hava vit tey, sum eru single. Og tað er kanska tann meiri áhugaverdi tráðurin at taka upp. Tí ungdómurin í dag fer neyvan á ólavsøku at leita eftir romantikki. Tey vilja hava nógv meiri enn eina hond at halda í og ein fittan muss. Tann gamla romantiseraða myndin av ólavsøkufrígginum er nokk eitt sindur veruleikafjar í dag. Tíðirnar broytast. Í hálvtrýssjunum fekk man ein dans og ein kaitúr. Tá eg var ungur fingu vit ein dans og ein muss. Men í dag fara tey ungu beint til sakina, og tey leypa bæði dans og mussar um. Tey vilja ikki hava romatikk, tey vilja hava sex. Tað er blivið rættiliga ósjarmerandi. Eg minnist, at man var ein hetja, um man hevði mussað einar 5-6 damur. Men nú frætta vit bæði um svingaraklubbar og bólkasex, og eftir øllum at døma gera øll tað við øllum. Tað er blivið fullkomiliga absurd. Tey ungu vita hvønn veg tingini venda, og hvat tey skulu brúkast til. Tey eru ikki forskrekt av sexfrálæruni í skúlanum, tvørturímóti. Besta ráðið, vit høvdu fyri at fáa konufólk á ólavsøku, var at skjóta henni eina rósu ella keypa henni ein candyfloss ella eina ballón. Vit gingu onkra ólavsøku við ryggsekkinum fullum av rósum, so tað skuldi liggja betri fyri at skora. Men tað er ein farin tíð. Og tað er spell. Rákið, sum vit seinastu árini hava sæð í sendingum sum Paradise Hotel, er bestemt ikki nakað ókent fyribrigdi í Føroyum. Tað er skelkandi. Fyrr fór man og krógvaði seg onkustaðni og fekk sær eitt fitt fríggj. Tað var fitt og óskyldigt. Innast inni ynskti man kanska, at man skuldi fáa meiri enn bara eitt fríggj, men man var instillaður uppá, at tað slapp man ikki. Nú kemur tað meiri enn so fyri, at man kemur fram á pør, sum eru í gongd uppá tað villasta. Tey fara ikki heim, men fara bara eitt sindur burturfrá býnum. Tað hava eisini ligið fleiri myndir og filmar úti á internetinum, tí fólk ikki tíma at ómaka sær við at krógva seg á ólavsøku. Eg eri hvørki old school ella há-romantiskur, men tað, sum hendir millum ungdómin í dag, er ikki fyri sartar sálir. Tey vilja út at hava tað stuttligt í býnum, og sex er vorðin ein nátturligur partur av tí. Men eg trúgvi, at hetta er ein trendur -líka sum at hava eina i-phone ella eina mac teldu. Hetta er nakað, man bara ger, tí tað er modernað. Og tey ungu seta ikki spurnaðartekin við tað, tí øll onnur gera tað eisini. Tey skulu bara verða mint á, at tey skulu hugsa seg um. So kanska romantikkurin kann koma aftur. Tróndur Vatnhamar Á ólavsøku er aftur fríggingarmyrkt. Og høvið at finna sær ein skikkaðan fríggjara átti at verið gott, tá túsundtals fólk í góðum lag trunkast saman á Áarvegnum. Mong hava søgur at siga um góð ella mislukkað ólasøkufríggj, og mong hjørtu munnu vera brotin um ólasøkumundið, eins og fleiri pør hava funnið saman fyri lívið. Men hvussu er vorðið við ólavsøkufrígginum? Er tí framvegis lív lagað –ella er roman­ tikk urin druknaður í øllum teimum mongu til boð unum, ólavsøkan bjóðar? Vit hava fingið tvey havnarfólk at hugleiða eitt sindur um ólavsøkufríggið. Tróndur Vatnhamar heldur at fittheitin er farin av frígginum, meðan Rigmor Dam er sannførd um, at tað kitlar í tokuni. Lagt til rættis: Eydna Skaale • Mynd: jens Kristian Vang