mánadagur 19. juli 2010síða 49
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
49
Ólavsøka 2010
ufríggið
Her í Havn ber mjørkin og tokulúðurin boð um, at tjóðarhátíðin er í nánd. Og
við slavtokuni kemur fríggingarmyrkrið, sum sigst liggja í einar tveir tímar –
ella umleið nóg leingi til eitt ólavsøkufríggj.
Fyri nøkrum árum síðani hevði eg eitt kort yvir tey bestu fríggingarstøðini
í Havn í Ólavsøkublaðnum. Tað var øgiligt, sum fólk tóku væl ímóti tí, og sum
tey høvdu nógvar fittar fríggingarsøgur at fortelja aftaná.
Tað er nakað serligt við ólavsøkuni og tjóðbúnanum. Sjálv haldi eg, at
mannfólk eru nakað so vøkur, og ikki sørt eggjandi, í føroyskum klæðum:
Skyggjandi silvurknappar, kritahvítar skjúrtuflippur og nýrakaðir nakkar – so
verður tað ikki betri. Teir bera seg so væl, eru hátíðarligir og deiliga maskulinir.
Og so hava vit hitt slagið av mannfólkum, sum koma rullandi á ólavsøku
í leðurjakka við fløskuslagsíðu, heingireyv, tuflum og vátum varrum – mega
turn off.
Eg haldi ofta, at tað er eitt sindur synd í teimum ungu í dag, tí tey eru ON
alla tíðina. Fartelefon, kjat, netdating og facebook gera kanska, at ólavsøkan
er ikki tað stóra møtistaðið longur, og mystikkurin, tað inniliga og persónliga
forelskilsi kann lættliga verða køvt í cyber-space.
Tey hava heilt vist nakrar aðrar preferancur
og royndir, til dømis gjøgnum idiotiskar
realitysendingar og eitt pornofisera alment rúm,
men kortini tvíhaldi eg um, at vanlig føroysk ung eru akkurát líka følin og
ósikkur, sum vit vóru, og at eitt forelskilsi er tað sama í dag, sum fyri hundrað
árum síðani: ein støða, sum slær beinin undan tær, tá tú sært HANN. Og tað
kann ongin taka frá okkum – og slett ikki á ólavsøku.
Eg minnist sum heilt ung, tá Malla, syskinnabarnið, og eg, fóru á ólavsøku.
Tá snúði tað seg bara um at skora tveir kammirátar, sum vit kundu mussast
við. Tað eydnaðist nakrar ferðir og vit endaðu í bátum, aftan fyri úthúsum og
uppi í plantaguni. Serliga minnist eg tann eina, sum opinbart hevði lært, at
tá man fríggjar, skal man bara gera akkurát sum tá man etur eitt nekarakyss.
Og har stóð eg og bleiv sleikt um alt andlitið sum ein saftigur nekarabolli.
Aftan á eina strævna løtu spurdi eg so Mallu, sum vit ikki skuldu skifta um
sjeik. Tað kundu vit gott, segði hon, og so fekk eg hennara og hon fekk mín –
ungdómligt partnerbytte :))
Rigmor Dam
Soleiðis sigur orðabókin:
Fríggingarmyrkt:
Á ólavsøku er í tveir tímar nóg myrkt at fríggja
Fríggj:
Fáa sær eitt fríggj, samansett: leysafríggj, smáfríggj
Fríggjaði:
1 vitja og vera saman við gentu síni/dreingi sínum,
hann er farin til Havnar at fríggja
2 hava ástarsamband við, fríggjaði við einum/einari;
tey eru farin at fríggja (fjasast); hann fríggjar til
hennara (er drongur hennara)
3 bera upp bønarorð, biðja (sær um gentu), biðla, fara
at fríggja; fríggjaði til gentu – biðja um gentu; tveir
dreingir fríggjaðu til somu gentu (royndu eftir)
Góð fríggingarstøð:
· Plantagan
· Úti á Reyni
· Gamli Kirkjugarður
· Grøna plássið við síðuna av bispagarðinum
· Á Skansanum
· við Mullers brúgv
• Á ólavsøku er fríggingarmyrkt í tveir
tímar, so tá skal skjótt berast at.
• Gamalt var, at ólavsøkufríggj heldur
ikki til jóla.
• Talið á ólavsøkubørnum svitast tó ikki,
og hvørt einasta ár eru serliga nógvir
nýføðingar í apríl.
Tað kitlar í tokuni