mánadagur 19. juli 2010síða 50
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
50 Ólavsøka 2010
– Ókeypis blað frá Sosialinum
Formliga er tað eingin ivi um, hvør partur
av Ólavsøkuni er tann týdningarmiklasti.
Tað er bara tann parturin av ólav søku
skránni, sum gongur fyri seg fyrra partin
ólavsøkudag, ið er ásettur í lóg. Løg
tingssetan byrjar ólavsøkudag og held ur á
til ólavsøkudag árið eftir, sigur stýris skipan
arlógin í grein 10, og har verður hild ið fram:
Stk. 2. Ólavsøkudag ganga løg tings for
mað ur, løgtingsmenn, løgmaður, lands
stýris menn og embætismenn skrúðgongu
úr tinginum í dómkirkjuna, har guds tæn
asta verður hildin, og síðan aftur í ting ið.
Løg tingsformaðurin ger av, hvørjir em
bætis menn eru við í skrúðgonguni, og
hvus su gongan er skipað.
Stk. 3. Løgtingið verður sett aftur ólav
søku dag kl. 13.00.
Í níti árunum var tað um hesa tíðina
ofta nógv tos og bæði politiskur og kirkju
lig ur turbolensur í sambandi við saman set
ing ina av skrúðgonguni. Tað snúði seg eitt
nú um, hvørjir skuldu ganga fremstir, hvar
løgtingsformaðurin, sum sambært stýris
skipan ar álitið er tann við størstu tignini,
skuldi ganga, um løgmaður og bispur
skul du ganga lið um lið, og um prestarnir
skuldu ganga saman við ella aftanfyri løg
tings menninar og kanska saman við øðr um
embætismonnum.
Takksemi
Síðani 1998 hevur verið friður um
skrúðgonguna. Hetta árið varð skrúð
gongan skipað í trimum røðum. Harvið var
pláss fyri løgtingsformanni, løgmanni og
bispi í fremstu røð, og harvið fekk løgtingið
sína røð, landsstýrið og embætisstættin
sína røð og kirkjan sína røð, og soleiðis hev
ur tað verið síðani.
Tað stendur ongastaðni skrivað, at tey,
sum eiga føroysk klæði, skulu vera í teim
um, tá ið tey eru í skrúðgonguni, men tey
flestu í skrúðgonguni eru í føroyska búna
num.
Tað er hesa løtuna, at allir føroyingar –
utt an mun til alt annað – savnast fyri at
fag n a Føroyum og føroyingum, og tað er
ikki frítt fyri, at takksemi kennist fyri, at tað
untist okkum at vaksa upp í hesum landi
num og at verða partur av føroysku tjóð ina.
Tað kann vera, at vit ikki altíð draga eina
línu, og at tað eru nógvar áskoðanir um, hvus
su nógv kundi verið øðrvísi í Føroyum, enn
tað er. Men tey flestu munnu kenna tað sum
forrætt, at vit eru føroyingar ser støk tjóð, og
tað er ikki minst fyrrapart ólav søku dag, at
hetta so ella so kemur til kenn ar.
Í fjør varð 100 ára føðingardagurin hjá
høvuðs staðnum markeraður við nýggjari
kan ta tu hjá Sunleifi Rasmussen. Nú hon er
80 ára gomul, verður vent aftur til kantatu
na, sum Edvard Mitens og Jógvan Waag stein
skrivaðu í sambandi við 900 ára minn ing
arhald um Ólav kong, ið fall á Stikla støðum
29. juni 1030.
Kantatan og fosturlandssangirnir sam an
við sangarunum í tjóðbúnanum eru ímynd in
av, at her savnast føroyingar, sum hava latið
seg úr gerandishaminum og hesa løtu na
draga eina línu í tøkk og virðing fyri, at tað
fall teimum í lut at vera føroyingar.
Hesa løtuna draga
øll eina línu
Gerandishamurin verður tveittur, og fyrrapartin ólavsøkudag skuggar
kenslan av samanhaldi og samvinnu fyri øllum ósemjum og stríði
Eyðun Klakstein