Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-19, síða 53
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 19. juli 2010síða 53

‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

53 Ólavsøka 2010 Hjá løgregluni er munurin á arbeiðs upp­ gávu num ikki so stórur, hvørt talan er um van ligt vikuskifti, ella ólavsøku. ­Uppgávurnar eru kanska eitt sindur fleiri. Men ikki so nógvar, sum ein kundi hild ið, um ein hugsar um, hvussu nógv fólk eru savnað í Havn, sigur Andras Marr Poul­ sen, syslumaður í Streymoyar syslu. ­Nógv er í samband við, at fólk drekka, men tað er tað jú eisini vanlig vikuskiftir. Ofta siga fólk frá, at fólk eru avdottin og ligg ja og sova úti. Men tá hevur veðrið nógv at siga. Men vit hava nógvar liggjandi gest ir á ólavsøku, men helst vóru teir fleiri fyrr, áðrenn mína tíð, metir Andras Marr Poul­ sen. Tað hátíðarliga er ein partur av ólav­ søku ni, og vit eru í fínum løgreglubúna, og eru við til skrúðgongur. Men á kvøldi eru vit aftir klødd til tær uppgávur, ið eru at loysa, sigur Andras Marr Poulsen. Á ólavsøku eru løgreglufólk í Havn á vakt, umframt at hesi fáa styrk frá løg­ reglu fólk um kring landið. Løgreglan nógvar liggjandi gestir Arbeiðsuppgávurnar hjá løgregluni í Havn eru tær somu á ólavsøku, sum vanlig vikuskiftir Dagfinn Olsen Rúni Djurhuus og Havgrímur Johannesen reka Rex og Deep í Havn. Teir báðir samstarva, heldur enn at kappast. Í Rex verður roynt at hava ymiskt til tilkomin, meðan tey ungu heldur kunnu leita sær í Deep. Rúni og Havgrímur siga, at á ólavsøku er fólkið í túninum, og at tað ræður bara um at fáa tey inn. Er veðrið gott, er hetta ikki altíð so lætt, tí tá tíma fólk ikki inn. Hinvegin hjálpir heldur ikki við ódnarveðri, tí tá leita fólk sær als ikki í býin. Vóna regn Skemtandi halda teir fyri, at teir eru helst millum tey fáu, ið vóna regn á ólavsøku. Hetta er sjálvsagt sagt í skemtiligum tóna, men tað er ikki bara gamansleikur at reka dansistøð. ­Rákið flytist alla tíðina, og fleiri skonki­ støð eru úti nú, enn fyrr, sigur Rúni Djur­ huus. Tey eldru sleppa 29.juli at swinga í Rex, tí tá er Hallur Joensen í Rex. Ímong ár hevur strip­tease verið á ólav­ søku, men so verur ikki í ár. Havgrímur Johannesen sigur, at Deep hevur tað, tey ungu vilja hava, Dj og góðan tón leik, og umframt er hetta nýggjasta høli av sínum slag í landinum, og sjálvt útlendskir plátuvendarar gerast bilsnir av umstøðunum. Um munin millum vanlig vikuskiftir, og ólavsøku, siga teir báðir, at á ólavsøku verða ofta nógv fleiri atgongumerkir seld. Øll fólkini eru ikki inni samstundis, men reika inn og út, ella summi koma tíðliga og fara avstað aftur. Teir eru samdir um, at stuttligt er at skipa fyri á ólavsøku, tí nógv fólk eru í býnum, og nógv eru fín og í føroyskum klæðum. Vóna regn á ólavsøku Hjá teimum, ið reka dansistøð í Havn, er ólavsøkan kærkomin, tí fólk eru beint uttanfyri hurðina, men tað ræður eisini um at fáa tey inn Dagfinn Olsen Rúni Djurhuus og Havgrímur Johannesen framman fyri Rex og Deep. Teir samstarva,heldur enn at kappast Mynd: Jens Kristian Vang