mánadagur 19. juli 2010síða 54
‹ fyrra síða allar 112 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
54 Ólavsøka 2010
– Ókeypis blað frá Sosialinum
- Eg havi ikki hildið ólavsøku síðani
92’. Hvørt einasta ár, síðani eg byrjaði
í reinhaldinum, havi eg ruddað eftir
ólavsøkugestunum, sigur Jørmund Olsen,
sum er sjakkleiðari í Reinhaldinum hjá
Tórshavnar kommunu.
- Mín ólavsøka er ein túrur gjøgnum
býin við familjuni um dagin. Eg kann jú
ikki fara ov seint í song, tí eg skal møta til
arbeiðis kl 04. So tað er einki ólavsøkuhald,
sum so.
Jørmund greiðir frá, at teir hava stór og
dýr tól, sum teir rudda við, so teir mugu
vera væl fyri og klárir í høvdinum, tá teir
koma til arbeiðis. So tað er einki við at fara
beinleiðis úr býnum og til arbeiðis.
Nógv eyka fólk
- Vit plaga at byrja at rudda og skimma
umleið ein mánað fyri ólavsøkuna. Men
nú hevur drotningin akkurát verið her, so
nú er tað mesta, sum vit plaga at gera til
ólavsøku, longu ordnað, greiðir Jørmund
Olsen frá.
Hann
sigur,
at
ruddararnir
hjá
kommununi bæði taka ókrút, spula, vaska,
rudda og shina alt upp, so tað verður
nossligt og pent í miðbýnum í Havn. Einir
tríggir ella fýra menn arbeiða við gera klárt
til ólavsøkuna, men tá ólavsøkan er sett,
krevur ruddingin fleiri kreftir. 40 ungfólk
verða tí sett til arbeiðis, og harumframt
læna teir arbeiðsfólk frá øðrum deildum
hjá kommununi.
- Vit møta kl 4 um morgunin, og so eru
vit til arbeiðis til umleið kl 12. Tá má alt
verða ruddað aftur, tí tá verður skrúðgonga
og nógv fólk í býnum.
- Men tá vit byrja at rudda, er framvegis
fult av fólki í býnum, so vit plaga at byrja á
økjunum uttanfyri miðbýin, og so arbeiða
okkum inn ímóti Áarvegnum, har nógv tað
mesta óruddið er, greiðir Jørmund frá.
Ruddararnir býta seg upp í 4 lið. Fýra
ruskbilar eru, og teir hava so 10 ungfólk
afturat sær. Eitt lið byrjar á keiini, eitt uppi
í Gundadali, eitt á SMS-vegnum og eitt lið
byrjar á Skálatrøð.
- Vit plaga at senda ungdómarnar
út fyrst, soleiðis at tey kunnu taka
tað grova upp, so tað ikki oyðileggur
maskinurnar. Tey feiða, taka upp og
koyra uppí ruskbilarnar, og síðani koma
sópimaskinurnar, sigur Jørmund.
Stórarbeiði
Jørmund heldur, at óruddið versnar, sum
ólavsøkan líður. Tá konsertin er, er nógv
upptak, men síðani versnar tað dag fyri
dag, inntil ólavsøkan er liðug.
- Eg veit ikki hví, fólk órudda so øgiliga
illa. Men orsøkin er ikki, at ruskíløtini
standa tóm. Øll ruskíløtini verða fylt fleiri
ferðir um dagin, og vit tøma tey so hvørt.
Men út á morgunin órudda fólk heilt klárt
verri enn um dagin, heldur Jørmund.
Men hóast ruskíløtini verða nýtt, so er
eingin ivi um, at tað er eitt risa arbeiði at
rudda aftur eftir gestunum.
- Tað plagar at taka okkum eina góða
viku at rudda aftur eftir ólavsøkuna,
og tað er eitt stórarbeiði. Allar ristirnar
mugu tømast, tí fløskur og órudd fer
niðurímillum allastaðni, og um tað ikki
verður tikið skjótt, fer alt at lukta, greiðir
Jørmund frá.
Fólk ringja og sóknast
Tað kemur meiri enn so fyri, at ruddararnir
finna virðismikil ting, sum kátu gestirnir
hava mist. Bæði brosjur, spenni og aðrar
lutir av føroyska búnanum. Men eisini
pengamappur og annað, sum hevur
virði, liggur millum fløskubrot og tóm
poppkorníløt.
- Fólk ringja ofta til okkara, fyri at vita
um vit hava funnið okkurt, tey hava mist.
Onkuntíð hava tey verið heppin og hava
fingið tað aftur, tey sóknast eftir. Men tað,
sum eingin sigur seg sakna, verður latið
politistøðini.
Ruskið er tað tó eingin, ið saknar. Og fá
geva sær far um, hvussu stórt arbeiði tað í
grundini er, og hvussu nógv fólk eru í sving,
fyri at fáa alt at síggja pent út aftur eftir so
stuttari tíð.
- Tað skulu stórar maskinur
takast í nýtslu, umframt vanligu
klípararnar og kustarnar, fyri at fáa
havnargøtur reinar aftur á ólavsøku,
sigur Jørmund Olsen er sjakkleiðari
hjá Reinhaldinum hjá Tórshavnar
kommunu. Á ólavsøku eru tey útvið
60 fólk sum rudda um morgnarnar
Tað er eitt stórt arbeiði at taka upp eftir øllum ólavsøkugestunum, sum
leita sær til Havnar. – Vit noyðast at arbeiða, meðan fólk framvegis
eru í býnum, men fólk eru í góðum lag, so tað gongur fínt. Men tað
er eitt stórarbeiði, sigur Jørmund Olsen hjá reinhaldinum
60 fólk rudda
Eydna Skaale • Myndir: Jens Kristian Vang