mikudagur 21. juli 2010síða 10
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. juli 2010 · Nr. 110
10
Sosialurin
Agurkutíð eitur tann tíðin, tá bløðini ikki hava so nógv at skriva
um. Og nýggjheitir, sum vanliga ikki høvdu sloppið fram at í
meldrinum, fáa ein tjans. Tað er rættiliga ymiskt, hvat sleppur
uppí part. Onkur søga um eina kvinnu, sum doyði av einum
kitlitóli, stendur beint við síðunar av søgum um yvirskot hjá
peningastovnum, og í donsku miðlunum fær ein søga um eina
amerikanska sjónleikarakvinnu, sum ikki klárar at lata vera við
at drekka seg skít og koyra bil, nógvar ferðir meira pláss, enn
søgan um Fidel Castro, sum fyri fyrstu ferð í fýra ár hevur verið at
sæð alment. Kanska er tað tí, at frøkun Lohan er behagiligari fyri
eygað enn gamli skeggjuti Castro, sjálvt um tey bæði eftirhondini
síggja rættiliga slitin út.
Agurkur ella ei, so er rættiliga ymiskt, hvussu netmiðlarnir
verða røktir. Onkur netbløð verða javnan uppdaterað, og onnur
liggja still upp í fleiri dagar, fyri so at bomba 10-12 greinar út eftir
lítlari løtu. Hetta førir við sær, at onkrir av tíðindastubbunum rúka
niður eftir síðuni beinanvegin og fáa ikki somu uppmerksomheit,
sum teir ið sleppa at standa ovast í fleiri dagar.
Vit kundu lesa um Margretu Drotning ovast á breddanum
á einari tíðindasíðu í fleiri dagar aftaná, at hon var farin aftur
til flatlond. Í sjálvum sær kann tað vera bæði upplýsandi og
undirhaldandi at lesa um Hennara Hátign, men bara fyrstu ferð.
Ikki aðru, triðju og fjórðu ferð, ein sum lesari dag um dag fer
inn á síðuna. Hví skula vit so koma aftur í morgin, vit vita longu,
hvat stendur har.
Fyri nøkrum árum síðani hevði sonur mín, sum tá var
hálvvaksin, beinkrím í nakrar dagar, og var tískil ikki í skúla. Fjórða
dagin kemur ein vinmaður hansara til mín og spyr, um sonurin
er heilt álvarsliga sjúkur. Mjúú, svaraði eg, hann hevur beinkrím
og er nokkso illa fyri. Er tú bangin um hann? spyrji eg aftur. Ja,
svaraði vinmaðurin, vit eru øll bangin um hann, hann hevur ikki
verið online í fleiri dagar.
Er ein ikki online í fleiri dagar, so er okkurt alvorligt áfatt,
viðkomandi er helst deyðakomin, tað er í øllum førum hugsanin
hjá teimum ungu. Tað sær ikki út til, at allir teir føroysku
netmiðlarnir hugsa soleiðis.
Onkuntíð royna netmiðlarnir at goyma ”tær góðu søgurnar” til
pappírsútgávuna. Um hetta førir við sær, at lesarin fer og keypir
blaðið, so er tankagongdin skiljandi, men gad viti, um tað riggar.
Man ikki lesarin klikkir yvir á ein annan netmiðil heldur?
Er trupulleikin kanska, at redaktørarnir slett ikki hava skilt
teir nýggju miðarnir og ta nýggju tíðina og ikki virða tann digitala
heimin líka høgt sum pappírsheimin?
Skal ein hava netmiðlar, skulu teir røkjast - at onki hendir, er
tað sama, sum at blaðið er deytt.
Miðlar
Maiken Skarðenni
Í mikudagsblaðnum ummæla skiftandi fólk fjølmiðlarnar.
Agurkusalat
Leo Poulsen
Á síðu 8 í dagsins blað verð
ur greitt eitt sindur frá grein,
ið Sea Shepherd hev ur á
heimasíðu síni um grinda
drápið í Klaksvík mánadagin
í vikuni.
Men ikki kann sigast, at
hetta fær Jørgen Niclasen,
uttan ríkis ráðharra, at liggja
svøvn leys an um næturnar.
Vit skulu bara halda
fast við okkara traditiónir,
tað vinna vit mest við, sigur
Jørg en Niclasen.
Tað er einki nýtt, at slíkir
djóra vernd arfelagsskapir,
sum Sea Shepherd, mest eru
áhugað ir í at skriva søgurnar
so tær selja, heldur enn sum
sann leiksvitni.
Teir royna at røra við
kensl ur nar hjá fólki, tí kensl
ur eru pengar. So tess meiri
kenslu borin fólk gerast, stør
ri upphæddir donera tey til
felags skapirnar, sigur Jørgen
Niclasen.
Uttanríkisráðharrin held
ur ikki, at nýggjasta útspælið
frá Sea Shepherd fær nakra
ávirk an á Føroyar yvirhøvur.
Vit hava verið úti fyri
ein ari mediahertz síðani
fyrst í 80unum, men tað
hev ur hvørki gjørt til ella frá,
og vit liva akkurát tað sama
víð ari, sum einki var hent,
vísir Jørgen Niclasen á.
Nógv mótmæli
Hann sigur, at uttanríkisráðið
javn a n fær mótmælisskriv
frá fólki, sum so ells so heita
á føroyingar um at gevast við
at drepa grind.
Tá tað er upp á tað
ógvus ligasta fáa vit útvið
600
mótmælisskriv
um
viku na frá ónøgdum fólki.
Okk ara politikkur á økinum
er, at vit svara øllum aftur og
siðiliga greiða frá støðu okk
ara á grindaøkinum, sigur
Jørg en Niclasen.
Hann sigur, at mót mælis
fólkini fáa at vita, at grinda
dráp er ein føroysk traditión,
og grindastovnurin ikki er
hótt ur, og at grindin verður
hild in til so humant, sum til
ber.
Av øllum svarunum, sum
vit senda, venda tíggju pro
sent aftur til okkara, og av
teimum hava helvtin skift
mein ing um grindadráp. So
tað hjálpir, men tað er kort
ini ein tungur burður at
sann føra øll, sigur Jørgen
Nicla sen.
Hann sigur, at alt, sum
ver ð ur nevnt um Føroyar, er
reklama, sjálvt um slíkt sum
hetta hjá Sea Shepherd ikki
bein leiðis kemur undir góða
reklamu.
Tað týdningarmesta er
kortini, at vit halda fast við
okkara traditiónir og ikki
lata okkum trýsta av fana
tik ar um, hvussu væl mein
andi teir annars kunna vera,
sig ur Jørgen Niclasen.
leo@sosialurin.fo
Halda fast um
traditiónirnar
grindadráp Jørgen Niclasen rystir ikki ó brókunum um
greinina á heimasíðuni hjá Sea Shepherd. - Vit hava verið
fyri media-hertzi síðani fyrst í 80-unum, uttan at tað
hevur havt nakra ávirkan, sigur uttanríkisráðharrin
Vit klára at sannføra ein part av mótmælisfólkunum, men tað er ein langur vegur á mál. Og ímeðan
skulu vit bara halda fast við traditiónirnar, sigur Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri
traditiónir