Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-21, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. juli 2010síða 11

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 21. juli 2010 · Nr. 110 Sosialurin Høvuðsyvirskrivt mín er ein av viðmerkingunum, sum samgongulimir dagliga krógva seg undir, tá spurt verður einstakan løgtinslim um eina og hvørja avgerð, sum ikki er so heppin, og sum viðkomandi løgtinslimir ikki hóva so væl. Vit hava so mong dømi um, at so er, og her skulu bert nevnast nøkur fá mál, sum hava og fara at fáa álvasligarfylgir fyri hin einstaka og fyri kommunur. Fyri at nevna tað seinasta skotið á stammuni fyrst eru tíðindini frá landstýrinum, at sambýliðssplássini vera nú skerd niður við 33 búpláss­ um Hetta er ikki til at skilja, tí fleiri kommunur hava í samráð við lands mynd ug­ leikarnar tikið eitt ódnartak fyri at hjálpa um tørvin á røktarheimsplássum við at byggja Ellis­og Røktarheim, og kommunurnar bera jú størsta fíggjarliga íløgu­ part in, men lítilhjálp er í, tá landsstýrið uttan kunning til kommunurnar skerjir normeringina av plássum við at niðurleggja 33 pláss. Er ongin rakstrarjáttan til heimini, er óneyðug at at byggja tey. Tí er tað ein spurn­ ingur, um ikki kommunurnar í fyrstu atløgu eiga at steðga ætlaðu nýbyggingum av ellis­ og røktarheimum, tí sum útmeldingarnar frá lands­ stýrinum eru, hava vit onga trygd fyri, at nóg mikið av peningi fæst at reka heimini fyri. Og tað undrar ongan, um ein útmelding kemur frá onkrum samgongulimi, at hetta kunnu vit onki gera við, tí “hetta er tað, samgongan vil” Tað hevur havt lítla ávirk an, at m.a. Javnaðar­ flokkurin hevur mótmælt, og í øllum førum er so eiða­ sørt, at tað hevur fingið nakrar avleiðingar hvørki fyri samgongunaella nakran annan, nei, um nakrar fáar dagar er hatta gloymt, og vit fáa næstu óhepnu av­ gerð, so er fokus vent frá seinasta avgerð. Soleiðis var, tá landsstýrið tók avgerð um, at hækka gjaldið hjá búfólkunum á sambýlum við 2.000 krónum, tá gnístu nakrir tinglimur eina løtu, so var tað gloymt. “Hetta er jú tað samgongan vil.” Um vit so hugsa um, hvussu tey, sum eru noydd at brúka nógvan og dýran heiluvág, eru viðfarin undir hesum landstýri, er hetta ikki til at skilja, og byrðin blívur bert tyngri og tyngri fyri hvønn dag, henda samgongan situr við stýrisvølin. Tað er lítið at siga til, at Javnaðarflokkurin fær vánaliga undirtøku í velj ara kanningum, tað eru jú í stóran mun eisini teirra veljarar, sum verða raktir dag um dag. Tað er ov seint at vakna, tá valdagurin kemur. Men hetta passar jú høgra flokkunum væl, og so leingi ongin vekt er í orðum Javnaðarfloksins, blómar høgrapolitikkur sam gong­ unn ar, hann liggur jú ikki til tey veiku og gomlu. Ikki hava hesi fólk slík kor uppiborið. Bert við t.d. at skerja játt­ anina til Uttanríkiðsráðið úr uml. 48 mill.kr. niður á 33 mill.kr. ella lagt Ráðið saman við annað Ráð, hevði næstan ongin av teim skerjingum, tey eldru og veiku hava verið fyri, verið neyðugar. Er tað ongin politikari í samgonguna, sum torir at seta eitt líknandi upp skot fram. Nú mugu samgongulimir í sjálvrannsakan og gera sær sjálvum greitt, hvat alt hetta endar við, ella “Er hetta tað, samgongan vil” Eitt av hesum eyðkendu, aft­ urvendandi, stórvaskunum hjá Høgna Hoydal, stóð at lesa í bløðunum í farnu viku. Peikað varð í allar ættir eftir øðrum politikarum, sum runnu undan ábyrgd, og í ljósinum av hesum, frásegði høvundin sær alla ábyrgd av egnum gerðum. Hetta er einki nýtt. Í greinini fílist Høgni mill­ um annað á, at landss týris­ kvinnan í almannamálum sleppur í fjølmiðlunum at geva blokkniðurskurðinum skyldina fyri sínar avgerðir á eldraøkinum. Eg má spyrja: Hevur Høgni ikki sjálvur sagt, at blokk niðurskurðurin og fast frystingin kosta 800 mió. krónum um árið (umleið tað sama sum undirskotið á fíggj arlógini)? Hvussu kann hann so pástanda, at neyð­ ugu sparitiltøkini, fyri at venda undirskotinum, einki hava við blokkniðurskurðin at gera? Hann vísir eisini á, at and­ støðan hevur havt alterna­ tivar loysnir, fyri at venda skeivu gongdini. Jú, tað kann gott vera, men Tjóðveldi hev­ ur sanniliga eisini havt upp­ skot um at seta enn meira ferð á tað, sum hann sjálvur kallar ”niðurbræðingina”. Bara í fjør skuldu 117 mió. krónur afturat takast av inntøkum landskassans, stóð tað til Høgna og Tjóðveldi. Fyri 117 mió. kunnu vit fáa sera nógv røktarheimspláss, men hesir pengarnir skuldu bara tveitast burtur, meðan bíðilistarnir hjá teimum gomlu gjørdust longri og longri. Andstøðan var við í fíggjarkarmunum Mitt í øllum sápuskúminum frá hesum stórvaskinum, koma nøkur smá ósann ind ­ ini, sum lesarin helst ikki skal leggja merki til. Mill­ um, annað skrivar hann, at fíggjarkarmarnir vórðu samtyktir, ”hóast tað var væl og virðiliga víst á framm an­ undan, at til tøk landsstýrisins fóru bert at raka veikastu samfelagsbólkarnar og eldra­ røktina.” Legg til merkis at Høgni vísir til ”tiltøk landsstýrisins”. Hann roynir við hesum at villleiða lesaran, soleiðis at hann ikki leggur til merk is, at tað var ein samd fíggj ar­ nevnd (íroknað umboðini hjá Tjóðveldi), sum mælti til at samtykkja fíggjarkarmarnar. Harafturat atkvøddu øll and støðufólkini, sum vóru í tingsalinum, fyri upp skot­ inum. ­ Men tað ljóðar sjálv­ andi betur at kalla tað fyri ”tiltøk landsstýrisins”. Og hvat var tað, sum so væl og virðiliga var víst á frammanundan? Hvat segði til dømis Hvítabók (am­ boðskassin hjá Høgna) um almenna sektorin? Var tað ikki okkurt við, at bú skapar­ vøksturin tey næstu 15 ­ 20 árini, mátti ikki brúkast til at vaksa­ men heldur minka um almenna sektorin, fyri at fáa ein sjálvberandi búskap? Síðani Hvítabók kom út, eru almennu rakstrar­ útreiðslurnar vaksnar eina slaka milliard, og nú royna 28 tingfólk, við einum rakst­ rarkarmi, at fáa vent hesi gongdini. Er hetta ikki júst uppskriftin úr am boðs­ kass anum hjá Høgna, sum nú rakar veikastu sam fe­ lags bólkarnar og eldra­ røkt ina? Men tíbetur kom Høgni ikki á mál við sínum fullveldisdreymum, og tí verða avleiðingarnar hóast alt ikki so ógvusligar, sum tær annars høvdu verið, um øll fullveldisætlanin varð gjøg numførd. Eitt er at vaska hendur – nakað heilt annað er at hvørva, allur sum man er, í sápuskúmi. Kjak Er ongin rakstrar­ játtan til heimini, er óneyðug at at byggja tey Høgni vaskar aftur hendur Helgi Abrahamsen løgtingsmaður Á Kaldbaksfirði ber til at rógva 1000, 1500 og 2000 metrar. Eg meti, at tað er eingin trupulleiki at flyta áskoðarar. Bussar eru nógvir. Ólav søku ­ kapp róður 901 metur Grímur Jacobsen Hetta er tað samgongan vil Steinbjørn O. Jacobsen Hvør meining er í, at kommunurnar byggja Ellis-og Røktarheim, tá ótryggleiki er, um nógmikið av rakstrarfigging fæst frá landinum til at reka heimini.