mikudagur 21. juli 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. juli 2010 · Nr. 110
12
Sosialurin
Gullbrúdleyp
Fríggjadagin 23. juli hava
Hergerð og Eiler Samuelsen
bakari Klaksvík gullbrúdleyp.
Dagurin
verður
hildin
í
K.F.U.M & K í Klaks vík frá kl.
19 har øll eru hjartaliga væl
komin.
Silvurbrúdleyp
27. juli hava Krisfinn og Maria
Christiansen, Klaksvík, ver ið
gift í 25 ár. Tey eru burtur
stødd.
Silvurbrúdleyp
Týsdagin 17. august hava
Jónleyg og Fríð álvur Blá
ham ar,
Vestmanna,
verði
gift 25 ár. Dagurin verður
hildin leygar dagin 21. august
frá kl. 12 til 18 í ítrottar høllini
í Vestmanna. Tey, ið ynskja
at gleð ast saman við okkum,
verða vinaliga bið in um at
siga frá innan 4. august á tlf.
424407.
Silvurbrúdleyp
Mikudagin 8. september hava
Alith og Hilmar Djurhus
Strendur
silvurbrúdleyp.
Dag urin
verður
hildin
fríggja dagin 10. september
kl. 18 í bygdarhúsinum á
Strondum. Tey ið ynskja at
gleðast saman við okkum
verða vinarliga biðin um, at
siga frá innan 24. august á tlf.
448534/224635.
90 ára føðingardagur
Leygardagin 17. juli fylti
Signhild oman Tún úr Froðba
90 ár.
90 ára føðingardagur
Leygardagin 24. juli heldur
Elisabeth Olsen sín 90 ára
føðingardag á Sand áar breyt
7. Tey, ið vilja heilsa upp á
hana, eru hjartaliga væl
komin millum kl. 11 og 15.
90 ára føðingardagur
Mánadagin 26. juli verður
Hanna Ziska, Klaksvík, 90
ár. Føðingardagurin verður
hildin á Sjómansheiminum í
Klaksvík kl. 18 sama dag. Tey,
ið vilja heilsa upp á Honnu,
eru hjartaliga vælkomin.
75 ára føðingardagur
21. august fyllir Elisabeth
Joensen í Vági, fyrrverandi
fyrustøðukvinna hjá heima
røktini, 75 ár. Í hesum sam
bandi bjóðar Elisabeth til
brunch í Billiardhúsinum,
leygardagin 14. august, frá
kl. 1015. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
70 ára føðingardagur
23. juli fyllir Anna Glyvradal,
Glyvrar, 70 ár. Vælkomst
verður í sjókafeiini í Rúnavík
24. juli kl. 18.
Nøvn
Havnarmenninir
Birgar
Johannessen
og
Rasmus
Ras mussen hava latið upp
eina
áhugaverda
summ
ar framsýning
á
Torg in
um í SMS. Talan um eina
framsýning við m.a. modell
skipum, gomlum leikum frá
50 og 60unum, fyrr og nú
myndum og einum modelli
av Havnini, sum er bygt yvir
økið frá Tinganesi niðan til
Sjónleikarhúsið. Eisini er
tann kenda Restorffs saml
ingin hjá Birgari við øllum
sum
Restorffs
Bryggjarí
hevur framleitt frá byrjan til
enda.
Av modellskipum kann
nevnast at har eru bæði tann
fyrra og seinna Norröna,
Smyril, sum var bygdur á
Tórshavnar Skipasmiðju í
1967, og tann sum kom í 1975
(Morten Mols), Tjaldur hjá
Skipafelagnum sum kom í
1953, og strandafaraskipið
Ruth hjá Torshavns Mælke
forsyning & Margarinefabrik
frá 1908. Við á framsýningini
eru eisini klippmyndir hjá
Rasmusi Rasmussen.
Framsýningin,
sum
er
søgulig og áhugaverd, verður
opin til og við týsdagin 27.
juli.
Birgar og Rasmus í SMS
Birgari Johannessen og Rasmus Rasmussen á Torginum í SMS
Mynd: Jens Kristian Vang
Mánadagin læt ein fjølbroytt framýning hjá Birgari Johannessen
og Rasmusi Ras mussen upp á Torginum í SMS.
Minnisorð um
Róa Heinesen
Bøur
Orð eru fátøk, tá ein familja missir tað allarbesta,
hon eigur, ein av sínum kæru. Og at lívstráðurin
hjá Róa varð kvettur, áðrenn hann var komin til
ungdómsins vár, fær ein enn einaferð at standa
spyrjandi, hví lagnan rakar so ógvusliga og fyri
okkum órættvíst.
Minnist so væl fyrstu ferð, eg sá Róa, tá hann
sum lítil smádrongur saman við foreldrum sínum
búleikaðist í Sørvági, áðrenn tey settu búgv í Bø.
Ávegis til arbeiðis møtti eg einum fittum smá
dreingi við reyðum kjálkum og purlutum hári á
veg út eftir vegnum, ið nú er Gerðisvegur. Tó at
tað sást, at hann hevði eitthvørt rørslubrek, so
slapst ikki undan at síggja ein farra av gleði og
treiskni í hansara andlitsbragdi, eins og tú sá
eina vinnaratypu, nú hann eina lítla løtu var
ein fríur fuglur, helst orsakað av, at hann, uttan
at mamman ella pápin vóru varug við tað, hevði
sníkt seg út at síggja seg um.
Seinastu tvey árini havi eg koyrt skúla næm
ingar, harímillum Róa, millum Bø og Sørvág, og
beinanvegin kundi eg staðfesta, at tann myndin,
ið eg hevði av tí lítla fitta smádronginum, hevði
Rói framvegis, nú hann gekk í 9. flokki. Altíð
positivur og gramdi seg ongantið, tosaði ofta um,
hvussu neyðugt tað var at gera skúlatingini, sjálvt
um tað tók sína tíð, eins og hann gleddist, tá væl
hevði gingist í hond. Eisini tosaði hann um, at fara
víðari at útbúgva seg í Havn.
Rói var frá barnsbeinið av ein sannur stríðs
maður, og kom hann við sínum treiskni, tolni og
positiva lyndi nógv longri, enn nakar helst hevði
torað at vænta.
Við hesum fáu orðum vil eg lýsa frið yvir Róa.
Við djúpastu samkenslu.
Frank
Krabbameins felagið
nýggjan ráðgeva
Anna Maria Østerø er sett
í starv sum ráðgevi á skriv
stovuni hjá Krabba meins
felagnum.
Anna Maria er 37 ára
gomul, útbúgvin sjúkra
røkt arfrøðingur og hevur
fjølbroyttar arbeiðsroyndir.
Millum annað hevur hon
starvast í Grønlandi og
á
psykiatriskari
deild.
Seinastu tíggju árini hevur
hon ar beitt á heiliráðsdeild
B6 á Landssjúkrahúsinum,
sum eisini er skipað við
palliativari
eind
fyri
doyggjandi
krabba
meinssjúklingar.
Anna
Maria hevur tí drúgvar
roynd ir við viðgerð av
fólki við krabbameini og
inn an palliatiónsøkið, har
hon eisini hevur nomið
sær
før leika gevandi
skeið.
Umframt
hevur
hon eftirútbúgv ing innan
familju og sálar ráð geving.
Á
skrivastovuni
hjá
Krabbameinsfelagnum fer
Anna Maria at taka sær av
at ráðgeva krabba meins
sjúklingum og avvarðandi
teirra, eins og hon fer
at taka sær av øðrum
uppgávum.
Anna Maria byrjar í
starvinum tann 19. august.
90 ára føðingardagur
Mánadagin 26. juli verð
ur Astrid Álvheygg 90 ár
(myndin). Dagurin verður
hild in
í
Blomstergården,
Vente mølle vej 32, st. 39, 4293
Dianalund.
Merkisdagar