Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. juli 2010síða 13

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 21. juli 2010 · Nr. 110 Sosialurin Í døgunum 23.-25. juli 2010 hevur danska listakvinnan Dorte Tilma framsýning í Gamla Skúla í Vági. Hon hevur arbeiðsverkstað í somu hølum frá 20. juli. Dorte Tilma býr í Højbjerg við Århus. Hon starvast sum organistur í Langenæs Kirke í Århus, undirvísir á Vestjysk Kirkemusikskole, og so er hon harafturat fjøltátta listafólk. Hon fæst m.a. við pílaflætting, vevlist, myndlist og bindingarlist. Dorte var í umleið 10 ár kórleiðari hjá kirkjukórinum Ljómur í Vági. Hon hevur verið fimm uttanlandaferðir við Ljómi. Hon hevur havt fleiri orgulkonsertir í Føroyum. Dorte byrjaði at arbeiða við píl í 1980’unum. Hon er við í listabólkinum Baskets4life, sum arbeiðir við at gera danska list í afrikanskum rammum. Dorte arbeiðir nógv við hondunum, hon bindir, vevar, flettar píl og spælir orgul. Hon hevur havt egnar framsýningar í Danmark og Føroyum. Í døgunum fram til framsýningina í Gamla Skúla fer hon at ganga túrar í Suðuroynni og leita sær íblástur til installatiónir, sum hon ætlar at hava við á framsýningini. Dorthe Tilma framsýning í Vági Ingun Midjord, Tvør oyri og Eydna Poul sen, Strendur hava tann 21.juni lokið prógv sum cand. odont. (tannlækni) á Tann læknaskúlanum í Keypmannahavn. Poul Jóhan Djurhuus Ruth Smith er ein av kendu listamálarunum í Føroyum. Hon verður sett høgt í met- um í Danmark. Í 2008 hevði Ribe kunstmuseeum eina serframsýning við lista- verkum hjá Ruth. Tað eru listaverk frá hesi fram sýn - ing, sum eru at síggja í lista- savninum í Vági. Hon doyði í 1958, bert 45 ára gomul. Hon var ættað úr Vági, og har búði og virkaði Ruth, tá hon so brádliga legði palettina. Tað liggja nógvir máln- ingar eftir Ruth Smith. Hetta hevur Vágs kommuna gjørt nakað við. Teir hava savnað fleiri av hennara málningum í einum hølum í Gamla Skúla í Vági. So statt er eitt “Ruth Smith Listasavn” sett á stovn, har almenningurin hev ur høvi at vitja og síggja málningarnar hjá lista- kvinnuni Ruth Smith, sum hevði verið 97 ára gomul í dag, um henni hevði verið lív lagað. Gamli Skúli liggur á Vágsvegi 101. Møguleiki er eisini at fara inn á heimasíðuna hjá savninum og síggja áhuga- verda myndagallaríið hjá Ruth Smith, Áhugavert ferðamál Hetta er eitt áhugavert ferða- mál hjá fólki norðanfjørðs, sum leitar sær til Suðuroyar í summar. Savnið er tíverri ikki opið fastar tíðir, men ein er vælkomin at seta seg í samband við onkran í nevndini fyri savnið á hesum telefonum og fáa eina avtalu: 213500 (Sævar) – 282874 (Jákup) – 597368 (Sólrun) ella á telduposti: ruthsmithsavn@ ruthsmithsavn.com Savnið hevur heimasíðu: www.ruthsmithsavn.com gjaranes@olivant.fo Ruth Smith Listasavn í Vági Nú er møguleiki at síggja málningarnar hjá kendu listakvinnuni, sum doyði bert 45 ára gomul 15. juli hevur Ingi Elmelund Petersen lokið prógv sum Bachelor of Arts innan Business Enterprise frá Manchester Metropolitan University. Kristianna Larsen á Lofti, Sandavágur, hevur tann 22. juni lokið Master í Antropologi og Vælferð við universitetið í Keypmannahavn. Prógv