Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. juli 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 14 Miðvikan Mikudagur 21. juli 2010 · Nr. 110 8. partur Í Dímun var sera langt til alt. Ikki minst, tá ið tað galt jarðarmóður ella til lækna, serliga tá ið umstøðurnar ikki vóru eftir vild. Tað vóru eisini uppá seg nógvar konur, sum doyðu í barsilssong. Millum hesar vóru tær tvær fyrstu konurnar hjá abba mínum. Men Gudrun, tann seinasta konan hjá honum, føddi trý børn í Dímun. Sum frá leið varð skipað fyri, at tá ið konur skuldu eiga, fóru tær burtur í góðari tíð. Eg meini at Elin Sofía, mamma Jóannes í Toft, var tann síðsta, sum átti í Dímun. Tað var ein serlig hending í 1906, sum lýsir, hvussu tað kundi ganga. Tá skuldi jarðarmóðir koma til Gudruna, sum var komin til at eiga. Nærmasta jarðarmóðir var í Skúvoy. Um hesa tíðina var tað Greta, kona Mikkjal undir Brekkunum, sum hevði hetta starv. Hon var úr Skopun og giftist til Skúvoyar. Hon var jarðarmóður mína tíð í Skúvoy. Tá var einki beinleiðis samskifti millum Dímun og Skúvoy. Men tað var ikki verri enn so, enn at jarðarmóðirin visti tíðina, tá ið konan skuldi eiga. Undan “termin” fór hon so til Dímunar at vera til reiðar. Skúvoyingar róðu hana so til Dímunar, og hetta var vanliga ein hampiliga stutt ferð. Men júst hendan dagin køvdi hann av í mjørka, og báturin viltist á veg til Dímunar. Tað fyrsta, teir sóu, var Skálhøvdi millum Húsavík og Skálavík. Tá ið jarðarmóðirin loksins kom fram til Dímunar, hevði Gudrun átt. Men hetta spældi væl av. Karl á Rana, sum var húskallur, hevði tikið ímóti barninum. Hann var jú vanur at taka ímóti kálvum, so grundleggjandi var eingin munur, um tað var eitt barn! Barnið var Jana, fyrsta barn hjá Gudrun. Hon var fødd 24. januar 1906. Mamma fór altíð avstað væl frammanundan, at hon skuldi eiga. Skuldi kona eiga á vetrartíð, so mátti farast í góðari tíð, kanska mánaðir frammanundan. So hon kundi vera burtur ein ársfjórðing. Mamma plagdi at fara til Skúvoyar, haðani hon var ættað. Her vóru øll hennara børn fødd. Tað var eisini høgligt, at her eisini var jarðarmóðir. Soleiðis gjørdu vit ost Seinasti partur endaði við ostinum í Dímun. Her skal greiðast eitt sindur frá framleiðsluni. Ostur varð gjørdur á tann hátt, at mann súrgaði mjólkina við at halda henni á um 38 hitastig. So varð koyrt í nakrir dropar av sundurløgu. Tá leyp mjólkin sundur, og tað fasta tilfarið varð lagt undir trýst í formum. Tá fekk mann tað so turt og hart. Tað varð lagt eitt toystykki i formin. So varð press lagt á. Tað stóð í einar 12 tímar fyri at pressa so nógv av vætuni burtur úr sum gjørligt. Ostur kundi liggja 14 dagar til 3 vikur. Tað var eisini so ymiskt, sum fólki dámdi hann. Summi vildu heldur hava ostin í feskari lagi. Serliga undir krígnum var nógvur gravgangur eftir osti til viðskera. Mamma seldi eisini nógv av øðrum viðskera sum kjøtpylsur og rullupylsur. Hon hevði fastar avtakarar. Serliga var tað AT, Arbejdernes Trawlerdrift á Tvør­ oyri, sum eisini hevði stóran handil, sum var góður kundi. So var tað eisini fólk, sum kom at ferðast. Tey keypti vanliga eisini ostar heim við sær. Turkaðu fisk Vit høvdu sjálvir bát. Vit fingu neyst á Gjónni summarið í 1935. Abbi hevði havt neyst í Barminum. Tað var nógv óhøgligari. Báturin mátti tá dragast 100 metur og síðan 10 metur niðan í neystið. Har var eisini ábart. Tað hendi seg, at neystið fór av brimi. At hava egnan bát uppá seg so høgliga var eisini ein lætti hjá okkum. Áðrenn mína tíð róðu teir nokk nógv út og fingu eisini fisk. Í einum staði undir oynni, beint har sum vitin er, er eitt loft undir. Har høvdu teir borað hol og settu trækílar uppí. Her var fiskurin hongdur at turka. Hetta var tó mest til húsbrúk. Sum vanligt í øðrum bygdum komu ókunnugfólk eisini til Dímunar at biðja um mat. Tá varð ofta boðið viðkomandi turran fisk. Tað hevur ikki verið nógv gjørt við seiðaberg, men onkuntíð havi eg tó verið á seiðabergi. Smiril bumbaður við Stóru Dímun Sum áður greitt frá vóru sam­ ferðsluviðurskiftini óhøglig. Men tað skal sigast um Smiril, at hann var sera makaleysur. Var tørvur á tí, og tað annars vóru líkindi, var hann altíð fúsur at steðga út fyri Dímun, so vit kundi rógva umborð við ella eftir vøru. Tá kundu ferðafólk eisini sleppa við. Tann 14. apríl 1941 varð Smiril álopin av týskum flogfari tríggjar fjórðingar eystur úr Stóru Dímun. Flogfarið helt beint móti Smirli, rendi seg á høvdið dygst niður móti sjónum og slepti fýra bumbum, sum fullu um stýriborð. Samstundis varð skotið við maskinbyrsu. Skip­ ið skakaðist illa og lyftist upp úr sjónum, tá ið bumburnar brustu. Maskinan var steðgað, og bátar vórðu loraðir á sjógv at kanna, um nakar skaði var. Skipið lak so ikki og sigldi á Skálavík. So nógv hevði staðið á, at Smiril mátti á beding. Hann kundi nevniliga ikki bakka. Umvælingin tók 14 dagar. Ein seyðamaður hjá okkum úr Hósvík hevði verið burtur í haga hendan dagin. Hann hevði sæð tilgongdina og kundi greiða frá henni, tá ið hann kom heim aftur. Tá varð avgjørt, at Smiril mátti kunna verja seg, og hann varð útgjørdur við maskinbyrsu. Tað var eisini skjótt, at brúk gjørdist fyri henni. Tá ið teir ólavsøkudag sama ár vóru millum tær báðar Dímunar kom ein flúgvari eftir skipinum. Ove Mikkelsen, sum var ein av manningini, leyp fram á hvalabakið og skeyt eftir honum. Hann helt undan og sást ikki aftur. Annars merktist ikki nógv til kríggið í Dímun. Tað kundi hoyrast okkurt buldur, tá ið ein mina brast onkunstaðni. Seyðurin Tann gamla skipanin í Dímun var 648 áseyðir. Skipanin var í 1831 broytt 500 áseyðir. Men nú var seyðurin eisini størri. Upprunaliga var tað tann svarti seyðurin, gamla seyðaslagið, sum varð minni. Av fyrstu tíð vóru níggju fylgi við frá 20 til 100 seyðum. Men nú eru fylgini fimm. Hvørt fylgi hevur sítt egna mark. Men alt verður rikið í somu rætt við bóndahúsini. Tað krevst ikki tann stóra fjallmanningin. Tað gamla var 5­6 mans. Men nú plaga vit at vera 2­3 á fjalli. Men teir reka bert eitt fylgi hvønn dagin. Hetta er eisini nóg strævið. Eftir hvørja fjallgongu verður flett út á náttina. Eitt fylgi var í Skálvíksrók, sum varð rikið í eina rætt fyri seg. Her høvdu teir verið og rikið ein leygardag áðrenn eg minnist. Dagin eftir koma skúvoyingar út í Dímun. Tá fortaldu teir, at rættin var burtur. Hon var opinbart farin av einum skriðulopi. Hetta var sjálvsagt ein hvøkkur, tí hetta kundi eins væl hent, tá ið fólk var á rættini dagin fyri. Við so nógvum seyði var eisini stór framleiðsla av kjøti. Men vit Janus úr Dímun: Tá ið húskallurin mátti vera jarðarmóðir Sjálvt í mun til aðrar fjarskotnar bygdir var tað øðrvísi í Dímun. Øll onnur høvdu í hvussu er grannar. Men í Dímun høvdu tey bert seg sjálvan Gamli bóndagarðurin í Stóru Dímun. Myndin er úr bókini Færøerne hjá Jørgen Falk Rønne, sum kom í 1900, sum komið verður í komandi parti Jarðarmóðirin í Skúgvi Greta í Brekkunum, avmyndað eftir, at hon er deyð. Fremst á myndini jarðarmóðurtaskan