Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-21, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. juli 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. juli 2010 · Nr. 110 16 Sosialurin Ólavsøka Ein taxatúrur Birgir Waag Høgnesen Vit hava sett Manna Waag Høgne­ sen stevnu á Viðareiði, har hann býr saman við unnustu síni Guðrið, sum er ættað úr Vági. Manni, ið er best kendur sum koyrilærari og ikki minst sum ein av teimum sum spældu við 66­liðnum hjá KÍ, hevur í síni tíð koyrt taxa­ koyring hjá pápabeiggjnum Hjør­ leifi í Klaksvík, sum tá hevði hýru­ vogns støðina Auto og sjálvur átti upp til 10 taxabilar samstundis. Seinni keypti Manni sín egna bil til taxa koyring. Endamálið hjá okkum við túr­ inum á Viðareiði, er at fáa Manna at siga frá einum túri í 1972, sum vardi í heilar 96 tímar. Við einum smíli greiðir Manni frá, at mentanin tá var ikki sum nú. Tá í tíðini vóru nógv línuskip í Klaksvík, og vanligt var at línufiskimenn, sum høvdu verið á Flemish Cap í upp til 8 mán­ aðir, ringdu og bóðu ein taxabil standa fyri teimum, tá ið báturin legði at bryggju. Teir yngru bilførararnir vóru oftari bidnir at koyra, tí tað kravdist eitt ávíst tol við monnum, sum sótu og drukku seg fullar í bilinum í upp til fleiri tímar, sigur Manni. Tá báturin legði at, og alt lagaði seg væl, var bein kós sett ímóti goymsluni hjá Skipafelagnum Før­ oya, har plattar og aftur plattar av øli stóðu og bíðaðu eftir tystum línu monnum. Manni sigur, at tað var eingin sjálvfylgja fyri hesar menn, sum í flestu førum vóru ung­ ir og leysur dreingir, at fara heim til hús við klæðum og øðrum ting um, nei nú var herja á tað, sum bíðað hevði verið eftir í longri tíð, nevn­ iliga spruttið. Tað var siðvenja tá í tíðini, at hesir sjó menn høvdu verið í landi og keypt kasettubond við t.d. country tónleiki heim við til at geva bilføraranum. Hesi kasettu bond ini koyrdu so í døgndrift í bandav­ spælarunum. Eg vil siga tað so, sigur Manni, at man undraði seg mangan yvir, hvussu hesir menn kláraðu at vera fiskimenn, tí tað kom meiri enn so fyri, at tað vóru bert einir 5 til 10 dag ar til báturin fór avstað aftur, og at menn inir stórt sæð ikki høvdu verið heima við hús, men høvdu koyrt í taxabili í Klaksvík frá tí teir komu, til teir fóru aftur á línuveiðu í upp til 8 mánaðir. Ein søga fyri seg Tann eini túrurin í 1972 var ein søga fyri seg, sigur Manni. Tað var 26. juli. Talan var um tríggjar júst aftur­ komnar línu fiski menn úr Hvanna­ sundi, sum ringdu til bilstøðina Auto og spurdu eftir bili nr. 4, sum eg átti og koyrdi. Støðdaman rópti á meg í sendarinum og segði, at hvanna­ sundsmenninir ynsktu, at eg skuldi koma norður til Norðdepli í ein fart, tí tað vóru einans 25 minuttir til strandfaraskipið Ternan fór av Klaksvík til Leirvíkar, og teir skuldu við. Teir skuldu á Ólavsøku. Dagin fyri tann 26 juli hevði eg verið á goymsluni hjá Skipa fel­ agnum, saman við hesum monn um og fylt bilin, sigur Manni. Viðføris­ rúmið var nú proppað við finspritti, Den med tyren og ein størri nøgd av øli, sum teir bóðu meg hava í bilinum til dagin eftir. Óvitandi um hvat tann 27.juli 1972 fór at bjóða, fór eg við nógvari ferð norður til Norðdepli at heinta menninar, sum komu úr Hvannasundi við lítlu og sera sjarmerandi ferjuni, sum æt Selurin. Teir koma algoystir í land, og bóðu meg koyra so skjótt eg megn­ aði til Klaksvíkar, tí nú var ball­ ingar túrurin byrjaður. Meðan vit koyra í tí tunlinum sum er nærri Klaksvík, spyr tann eini hvanna­ sundsmaðurin »Tú Manni, kanst tú ikki bara koma við til Havnar«, eg svaraði ja, sum í tóman heim, sigur Manni. Men mennirnir tóku hetta fyri góða vøru. Nærri vit komu, har sum Ternan plagdi at liggja, jú meira gongur tað upp fyri mær, Ólavsøkan 1972 Um ólavsøkumundið í 1972 varð hýruvognsførarin Manni Waag Høgnesen í Klaksvík leigaður ein ballingartúr úr Hvannasundi til Havnar. Túrurin, sum sigur nakað um mentanina tá í tíðini, vardi í heilar 96 tímar ella fýra samdøgur takstirnir tá Hetta vóru takstirnir fyri hýruvognskoyring tá í tíðini Tað var siðvenja tá at hesir sjómenn høvdu keypt kasettubond við country­ tónleiki heim við at geva bilførarunum