Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-21, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. juli 2010síða 17

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 21. juli 2010 · Nr. 110 Sosialurin Ólavsøka í 96 tímar at teir virkuliga vilja hava meg við til Havnar, og at bilurin skal við, sigur Manni. Tann dýra lastin er jú í bilinum. Men hóast eg hevði koyrt rættuliga skjótt, so var Ternan farin frá bryggjuni og hvanna sunds­ menn inir síggja nú at ólavsøkan var í vanda. Manni sigur, at hann helt hond­ ini á floytuni allan vegin oman á bryggjuna, har Ternan hevði ligið. Í dag hevði hetta neyvan hjálpt, men skiparin á Ternuni bakkaði inn aftur, og so bleiv hvíti franski Chrysler bilurin lossaður umborð. Komnir í land í Leirvík beiv koyrt við ferð til bryggjuna á Toftum, tí nú ráddi um at náa strandfaraskipið Trónd, sum heldur ikki tók so nógvar bilar. Eysturoyartunnilin og brúgv in um Streymin vóru ikki komin, so Tróndur var einasta farleið, at koma til Havnar. Við fleiri yvir hálingum, men við hampuligari koyring kom franski Chrysler bil­ urin hjá Manna fram í evstu løtu á Toftakai. Hann var seinasti bilur umborð á Trónd. Hvannasundsmennirnir vóru glaðir. Eg veit ikki um eg var so glað ur, tí hesin túrurin var so av­ gjørt ikki tað, eg hevði lagt til rætt­ is, tá eg fór til Norð depils fyri fáum tímum síðan. Umborð á Tróndi var stúgvandi fult av bil um og fólki. Komin til Havnar gekk leiðin beinleiðis omaná Sjó mans heim ið, at biðja um verilsir til allar ólav­ søkudagarnar – eisini til bilføraran, sigur Manni. Á veg suður fekk eg tað fatan, at eg bara skuldi koma við til Havnar og lessa ólavsøkulastina í við føris­ rúminum av, og so skuldi eg norður aftur dagin eftir, men nei, bil før­ arin var nú bookaður á Sjó mans­ heiminum allar ólavsøkudagarnar. Hvannasundsmenninir hildu nú ólavsøku við manér. Sum flest øll vita, so var Sjómansheimið tá eitt rúsfrítt hotell, og ikki var loyvt at hava spiritus inn við. Tann franski Chrysler bilurin var nú álitið, tí hann var spruttgoymsla alla ólav­ søkuna. Eldur í Sjómansheiminum Manni minnist eina stuttliga hend­ ing á Sjómansheiminum tann 29. juli um morgunin. Hvannasunds­ menninir, sum svóvu út móti veg­ num, vaknaðu við bláum blunki og sirenu. Fullisjúkir og illa svøvntir hyggja teir út gjøgnum vindeyga og síggja stóra mannamúgvu og fleiri brandbilar. Eldur var í Sjómans­ heim inum. Mannir flennir, tí tað einasta hvannasundsmenninir gjørdu, var at koma niður á næstu hædd og banka uppá mína hurð og spyrja um eg var á lívi, og hvar bilurin var, tí tað var jú eldur í. Eg svaraði teimum, sum stóðu úti í gongini og róptu at her stóð væl til, og at bilurin stóð langt burt­ ur frá Sjómansheiminum. Eg lat meg kvikliga í og fór út á vegin. Tað var nokk ikki eldur í, men heldur nógvur roykur, sum eg skilti tað aftaná, sigur Manni. Tá mannamúgvan og brand bil­ arnir vóru farin, fór eg at kanna hvar hvannasundsmenninir vóru. Uttan fyri vóru teir ikki. So fór eg inn á Sjómansheimið. Jú, teir lógu í fasta svøvni á sínum kømurum, sigur Manni. Teir høvdu bara tryggj að sær, at bilførarin var á lívi, og at spruttgoymslan var í trygg um hondum, langt burtur frá Sjómans­ heim inum, og so løgdu teir seg aftur, sigur Manni við einum smíli. Tann 30. juli út á dagin var sprutt goymslan uppi. Tá kom ein av hvanna sunds monnunum til mín og segði, at mín uppgáva var loyst, og eg kundi fara norður aftur. Teir blivu eftir í Havn og hildu fram í fleiri dagar saman við vinmonnum í Havn. Soleiðis endaði tann 96 tíma langi ólavsøkutúrin 1972 hjá Manna Waag Høgnesen. birgir@sosialurin.fo Manni Waag Høgnesen Sjómenninir úr Hvannasundi fóru tvørtur um sundið í hesum bátinum, og so stóð Manni fyri teimum í Norðdepli Hetta var taxabilurin, sum Manni Waag Høgnesen koyrdi tiltikna ólavsøkutúrin í 1972 Teir hildu til á Sjómansheiminum í Havn Bilførarin var nú book aður uttanfyri Sjómans heimið allar ólavsøkudagarnar