Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-21, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. juli 2010síða 18

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. juli 2010 · Nr. 110 18 Sosialurin Ólavsøka Leo Poulsen Mynd: Jens Kristian Vang Tað eru mangar megnarkvinnur komnar úr Vestmanna. Tað eru ikki so nógvir mánaðir síðani, at Sosialurin skrivaði um ungu hondbóltskvinnuna, Duritu Christoph er sen, sum avloysti umborð á Fram sum stýri maður, og í farnu viku skrivaðu vit um aðra kvinnu úr Vestmanna, sum nú verður kaptaj nur umborð á stóra ferða manna skipi num, Queen Victoria. Hon eitur Ingerð Klein Olsen, eins og ein onnur, javnaldrað vestmannakvinna, In gerð á Rógvi Olsen. - Ja, vit eru javngamlar, bara tveir dagar ímill um okkum, sigur Ingerð á Rógvi Olsen, sum 1. juli byrjaði í starvi sum hotell leiðari á Hotel Tórshavn við ábyrgd av hotellinum, mat stovuni, barrini og Kafé Vágsbotn. Hugurin hevur altíð staðið til tænara yrkið, og árini 1989 til 1991 sigldi hon við Norrönu í summarsiglingini, og um vetrarnar hjálpti hon til á kendu mat stovu ni í Tivoli, Nimb. - Inspektørurin har var danskur, men hevði arbeitt í Føroyum. Honum dámdi sera væl føroyska arbeiðsmegi og tók meg veru liga undir sínar veingir, so har lærdi eg alt frá grundini av, sigur Ingerð á Rógvi Olsen. Fyrst í 90-árunum tók hon eisini students prógv eftir tveimum árum í Dan mark, og arbeiddi samstundis sum tænari. - Eg arbeiddi í Nimb og Påfuglen áðrenn eg fór umborð á DFDS, har eg sigldi við á bæði Olso-rutuni og Harwich-Newcastle, sig ur Ingerð á Rógvi Olsen. Seinni fór leiðarin á Påfuglen at arbeiða á Hilton, og tá fylgdi Inger við Til Grønlands Um somu tíð fram til endan av 1990- unum sigldu báðar Ingerð’irnar úr Vestmana við DFDS. - Tó ikki við sama skipi. Eg sigldi upp á Har wich og Newcastle, meðan Ingerð Klein Ol sen sigldi á Oslo-rutuni hjá felagnum, sig ur Ingerð á Rógvi Olsen. Hon sigur, at í tænastuvinnuni er tað so, at tú arbeiðir upp á provisitión, og tíð ræð ur um at arbeiða so nógv sum tilber, meðan sesong in er, og um vetrarnar royndi man so nak að annað. - Eg var tveir vetrar í Sveits og ein á Mallorca sum tænari. Eisini arbeiddi eg eitt skifti á Skovridderkroen úti í Gentofte og sanni liga eisini eitt tíðarskeið á Skarv, sigur Ingerð á Rógvi Olsen. Og tað var á føroysku barrini í Keyp man nahavn, at hon hitti nógvar grøn lend ing ar, sum tóktust henni bæði fittir og fyri komandi. - Vit skulu heldur ikki gloyma, at vit skylda grønlendingum eina rúgvu. Vit hava fisk að har í ártíggjur, og tað er ikki so frægt, at vit hava ruddað upp eftir okkum, sigur Ingerð á Rógvi Olsen. Hennara longsul at sleppa til Grønlands førdi eisini til, at hon tók tænaraútbúgving, og hon varð útlærd í 2000. - Tað er so, at fyri at kunna arbeiða í Grønlandi, mást tú hava neyðugu út búgv ing ina, so tá eg hevði fingið hana, fór eg til Grøn- lands at arbeiða í 2001, sigur Ingerð á Rógvi Olsen. Stikk í sekkin Í Grønlandi starvaðist Ingerð í fleiri ár og upp livdi mangt spennandi og óvæntað. Men framman undan tí hevði hon eisini aðrar upplivingar, sum ikki endiliga høvdu nakað við tænastuyrkið at gera. - Vetrarnar, meðan eg sigldi við Norrönu var eg í Miðamerika. Fyrru ferð fyri at heinta kaffi og seinnu ferðina at arbeiða á einari daquari barr. Men tað var mest fyri at uppliva nakað annaðleiðis og ikki fyri peng ar nar skuld, tí hetta var eitt tiltak, sum Mellem folkeligt Samvirke stóð fyri, sigur Ingerð á Rógvi Olsen. Í 2000 var hon eisini ein svipp í Írlandi. Men tað er sum nevnt í Grønlandi, at hon hevur fingið størstu upplivingarnar. - Ein morgun dukaði á hurðina, og uttan fyri stóð starvsfólkaleiðarin hjá KGH. Eg fekk tíggju minuttir at taka støðu til, um eg vildi við einum stórum grønlandskum rækju trolara sum messur. Men eg hevði júk að og júkað so leingi, at tá eg endiliga fekk møguleikan, tók eg av, sigur Ingerð á Rógvi Olsen. Knapt ár var hon við rækjutrolaranum, Aka ma lik, og har upplivdi hon eisini mangt og hvat. - At liggja inni í innlandsísinum í góð veðri num og síggja eina ísbjørn við unga sín um spæla sær á ísinum er ein uppliving, eg ongantíð gloymi, sigur Ingerð á Rógvi Olsen. Hon fylti 40, meðan hon var umborð á Aka ma lik, og tað er sjálvandi eisini nakað ser ligt, og meðan hon arbeiddi á Thule-basu ni fekk hon eina aðra stóra uppliving, nevni liga at koyra á hundasletu á ísinum. Víðkaði sjónarringin Eftir at hava starvast í Grønlandi í nøkur ár, gjørdi Ingerð av at fara til Danmarkar at lesa samfelagsfrøði á Århus universitet. - Og tað var meðan eg læs í Århus, at hend an lýsingin frá Hotel Tórshavn. Hotel Tórs havn er eitt av in-støðunum í Føroyum, og tí helt eg tað vera eina sera spennandi avbjóðing. Talan er um eitt konsept, sum er upparbeitt, so avbjóðingin liggur í at varð veita kundaflokkin, sigur Ingerð á Rógvi Olsen. Hon byrjaði næstseinasta leygardag, men tað er longu nógv, sum er komið eitt sind ur óvart á. - Eg eri púra ovfarin av starvsfólkunum og kann ikki rósa teimum nóg mikið. Tey hava verið ótrúlig ta stuttu tíð, eg havi verið her, sigur Ingerð á Rógvi Olsen. Men tað eru eisini onnur fólk, sum hava imponerað tænaran úr Vestmanna. - Meðan eg var í Grønlandi skipaði eg fyri útferðum í Illulisat, tá John McCain var har á vitjan. Politikkur fyllir rættiliga nógv í almenna rúminum, og tað merktist eisini, tá eg var í Írlandi og val var har, sigur Ingerð á Rógvi Olsen. Tað standa stórar avbjóðingar fyri framm an hjá einum nýggjum hotell leiðara, og fyrst fer Ingerð at seta seg inn í føroyska býar mentan. - Eitt sum eg heilt vist fari at sakna, eru vínhandlararnir. Eg eri von við, at teir senda vínroyndir, sum tænarar og kokkar so kunnu royna aftur við matinum. Tann møgu leik in finst ikki í Føroyum, og tað verð ur ein avbjóðing, sigur Ingerð á Rógvi Olsen. Ólavsøka Men fyrsta stóra avbjóðingin verður ólav søk an, sum er beint fyri stavn. - Eg eri við í fyrireikingunum, men má fyri tað mesta standa á síðulinjuni og fylgja við. Tíbetur eru fólk her, sum hava skipað fyri á ólavsøku fyrr, ikki minst Jóannes Jen sen, so tað fer nokk at ganga, sigur Ingerð á Rógvi Olsen. Umframt Hvonn og matstovuna á Hotel Tórshavn er Kafé Vágsbotn eisini í kon sept inum, og sum nakað nýtt verður tjald sett upp á Nólsoyar Páls torginum, har mat ur frá Hvonn og Etika verður at selja, um framt okkurt drekkandi aftur við eisini. - Á matstovuni fara vit at laga matar skrána til, soleiðis at kokkarnir megna at av greiða bíleggingarnar. Vit hava altíð havt eina serliga ólavsøku matskrá, og tað fara vit eisini at hava í ár, sigur Ingerð á Rógvi Ol sen. Tað merkir eitt sindur avmarkað úrval av pitsum, Pitabreyð, nakað av pasta, wok, burg ari, steak og ein fiskarættur. Barna mat skrá verður eisini umframt tvær ymisk ar dessertir. - Kafein í Vágsbotni verður opin sum van ligt er á ólavsøku fram til klokkan 04 á morg ni, og har verða øl, frísktpressað djús, kaffi, te sodavatn vaflur og líknandi at fáa, með an tað í tjaldinum verður sushi, suppa, pizza øl og vín at fáa. Eisini tjaldið verður opið sum vanligt er á ólavsøku, sigur Ingerð á Rógvi Olsen. Vit fara at kalla alla manningina inn um ólavsøkuna, og tey fara so at arbeiða í vakt um, sigur Ingerð á Rógvi Olsen, nýggi leið ar in á Hotel Tórshavn. leo@sosialurin.fo Av innlands ísi Alt sítt lív hevur hon fingist við tænarayrkið, og tað hevur ført hana umvegis Danmark, Sveits, Írland og Mallorca til Grønlands, har hon millum annað var messur eitt ár við stórum rækjutrolara. Nú er hon hotell leiðari á Hvonn við ábyrgd av Hotel Tórshavn og Kafé Vágsbotn Ingerð á Rógvi Olsen er 42 ára gomul og úr Vestmanna, men hevur arbeitt meginpartin av lívi sínum uttan fyri landoddarnar