Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-21, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. juli 2010síða 20

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. juli 2010 · Nr. 110 20 Sosialurin Ólavsøka Jógvan Arge »Sum umstøðurnar eru, er tað lívs­ hættisligt at ganga fullur í gøtunum í Havn á ólavsøku«, skrivaði fútin Niels Westerby í einum almennum boðum um, hvussu fólk skuldu bera seg at í Havn hesa ólavsøkuna fyri sjeyti árum síðani. Ávaringin kom serliga orsakað av vandanum fyri týskum bumbu­ álopi. Bumbuálop var onki, og heldur onki frættist um, at fólk vóru meira edrú á ólavsøku 1940 enn aðrar ólavsøkur, men hon var bæði stuttlig og spennandi. Dagblaðið helt hana hava dám sum ongin onnur ólavsøka hevði havt, tí nú vóru Føroyar hersettar av fremmandum landi. Men blaðið helt, at aðrar tjóðir vóru verri fyri og sluppu als ikki at vinda sítt tjóðarmerki á stong. Leygarkvøldið fyri ólavsøkuaft­ an varð ítróttastevnan, sum Ítrótta­ samband Føroya skipaði fyri, sett uppi í Gundadali. Merkið hjá ÍSF varð vundið á stong og síðani varð kappast á fótbóltsvøllinum í spjót­ kasti, stangarlopi, diskos, langlopi, 100 m renning og kúluvarpi. Fleiri fótbóltsspælarar vóru við í frælsa ítróttinum, og ein, sum skar­ aði framúr, var HBarin Arni Olsen. Hann vann diskoskast, stang arlop og spjótkast og varð nr. 2 í lang lopi, kúluvarpi og 100 m renn ing. Lutakast um fótbóltin Ólavsøkuaftan kl. 12 stundisliga hittust umboðsmenn fyri øll seks fótbóltsliðini , sum skuldu luttaka í fótbóltskappingini, í sjálvari bý­ ráðshøllini. Tey seks liðini vóru HB, B36, KÍ, TB, VB og L.S., sum stendur fyri bretska herliðnum Lovat Scouts. Har var lutakast um, hvussu liðini skuldu spæla teir tríggjar fyrstu dystirnar millum kl.14 og 18 hendan sama dag. Í fyrsta dystinum skuldi TB spæla móti KÍ. Síðani skuldi VB spæla móti Lovat Scouts, og seinast skuldi HB spæla móti B36. Til tess at fáa dystirnar avgreiddar skuldu hálvleikirnar verða 30 minuttir hvønn vegin. Havnarfólk vóru hørm um, at HB og B36 møttu hvør øðrum so tíðliga, tí tað vóru tey so von við, men onki gjørdist við tað. Tá leiktíðin var úti í dystinum millum TB og KÍ, var úrslitið javn leikur 1­1. Siðani spældu teir umdyust í 10 minuttir. Hesa løtuna fekk KÍ mál og vann dystin. Lovat Scouts vunnu tryggari sigur á VB. Hann var 4­1, men vágbingar høvdu verið á odda 1­0 í hálvleikinum. At enda kom dysturin millum havnarfeløgini. Úrslitið varð, at HB vann 1­0, og nú vóru KÍ, Lovat Scouts og HB komin víðari í hesa skeivu semifinalu, har bert ein dystur skuldi spælast, meðan eitt lið slapp beinleiðis í finaluna. KÍ var heppið at draga fríseðil og slapp í finaluna uttan semifinalu, meðan HB skuldi spæla móti Lovat Scouts seinnapartin ólavsøkudag. Eftir skránni skuldi dysturin verða klokkan 14.00, og so skuldi finalan verða um kvøldið kl. 19.00. Lovat Scouts seinkaðir Men eitt var, at Ítróttasambandið hevði ásett, nær fótbóltur skuldi spælast á ólavsøku. Annað var, um hetta kundi lagast til skránna hjá bretska hervaldinum. Tað vísti seg ikki at bera til. Ólavsøka sum Ólavsøkan 1940 var ein lívlig ólavsøka við nógvum ítróttakappingum og øðrum tiltøkum sum skrúðgongum og fundum um fráhald og flagg. ÍSF beyð fimm føroyskum og einum bretskum liði at kappast í fótbólti um eitt Veðrasteyp. Ongin mynd finst av HB liðnum, sum vann Veðrasteypið, men teir flestu av hesum vóru við: Aftan f.v: Osvald Hansen, Hans Nielsen, Arne Olsen, Niels Juel Arge, Bjarki Skaale, Meinhard Andreasen og Símun Poulsen. Fremst: Niclas Hovgaard, Jóannes Simonsen, Meinhardt Arge og Niels Pauli Nolsøe. Archibald Askham og Jákup Jacobsen vóru við á ólavsøku 1940, meðan Osvald Hansen og Niclas Hovgaard ikki vóru við. (HB-bókin s. 175.)