Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-21, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. juli 2010síða 21

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 21. juli 2010 · Nr. 110 Sosialurin Ólavsøka Lovat Scouts kundu ikki fara av sínum posti kl. 14 ólavsøkudag. Teir kundu ikki koma fyrrenn kl. 17, bert tveir tímar áðrenn sjálv finalan skuldi spælast. Hetta vóru harðir kostir, men til tess at bøta um, varð avrátt, at dysturin skuldi bert vera 20 minuttir hvønn vegin. Væl av vindi var. HB vann luta ­ kastið og tók vindin við fyrra hálvleik. Hetta gjørdist ein ógvu liga lívligur og harður dystur. Hann var ikki meir enn byrjaður, so fekk HB sítt fyrsta mál. Tað var eitt horna­ spark, sum Bjarki Skaale sendi bein leiðis í mál. Lítla løtu seinni fekk Archibald Askham eina sentring, sum hann tók við sær og fluktaði í mál. Mál­ maðurin hevði hendurnar á bólt­ inum, men skotið var so hart, at hann helt honum ikki. Stutt fyri hálvleik skeyt Jóannes Simonsen mál nummar trý. Seinni hálvleikur var meira javnur. Eingilskmenninir høvdu nú vindin við sær, men HBararnir drivu á, sum kundu teir ikki leggjast fyri, og hesin hálvleikur endaði 0­0. Úrslit 3­0 til HB. Nógv fólk í Gundadali Nú var ein góður tími, til finalan skuldi spælast. Summir spælarar sluppu sær oman í Tróndargøtu at fáa sær ein drekkamunn frá Mallu hjá Bil Óla, áðrenn leggjast skuldi til brots aftur móti klaksvíkingum, sum ómóðir kundu fara undir endabrestin. Nógv fólk var í Gunda­ dali hetta ólavsøkukvøld. HB vann lutakastið og tók vindin við í fyrra hálvleiki. Hálvleikirnir skuldu vera 45 minuttir í hesum dystinum. HB­liðið var frá mál­ manni til ytra vinstra: Niels Juel Arge; Jákup Jacobsen, Hans Niel­ sen; Meinhard Andreasen, Niels Pauli Nolsøe, Arne Olsen; Bjarki Skaale, Archibald Askham, Jóannes Simonsen, Meinhardt Arge og Sím­ un Poulsen. Hetta var ein blandingur av royndum og ungum spælarum og heildin virkaði væl. Yngsti mað ur var tann bara 15 ára gamli Mein­ hardt Arge. Gerðabókin hjá HB sigur, at tað var greitt beinanvegin, at andin frá fyrra dystinum var yvir HBarunum enn, og teir spældu betur enn KÍ. Í fyrra hálvleiki eydnaðist HB at gera tvey mál. Jóannes Simonsen og Símun Poulsen vóru menn fyri teimum. Í seinna hálvleiki fekk KÍ vindin við sær, og tað var ikki sørt, at HB­fólk óttaðust, at teirra menn fóru ikki at standa seg hendan hálv leikin, tí nú hevði KÍ sama fyrimun, sum HB hevði havt í fyrra hálvleiki. HB vann Veðrasteypið »Men einki hjálpti. HB spældi sum aldri fyrr; tað var kort sagt ein tann besti kampur, HB nakrantíð hevði spælt. Tað var sum einki var óført fyri teir. Hálvleikurin endaði 0­0 og kampurin var vunnin 2­0«, stendur í gerðabókini. Við hesum hevði HB vissað sær hetta Veðrasteypið, sum síðani hevur havt heiðurspláss, men rómurin var ikki so stórur, sum hann átti at vera, tá dystuin var av, tí stutt fyri leiklok var ein av teimum gomlu royndu HBarunum, Jákup Jacobsen, fyri álvarsomum óhappi, sum setti stoppara fyri hansara fótbóltsspæli. Jákup hjá Jørgen á Áarvegnum, sum var annar bakkurin, rendi saman við ein KÍara og breyt beinið. Hetta gav ein hvøkk millum áskoðararnar, sum vóru í so góðum hýri. Jákup mátti út á Hospitalið, og av tí, at bert 3­4 minuttir vóru eftir av dystinum, hildu klaksvíkingar, at rættast var at gevast. HB hevði vunnið dystin og Veðrasteypið ið hvussu var. Hetta var ein virðiligur gestus frá klaksvíkingum. Skrúðgonga á Tinghúsvøllin Tá Jákup var borin av vøllinum og finaludysturin lokin, stillaði alt ítróttafólkið, sum hevði kapp­ ast hesa ólavsøkuna, upp í rað á leikvøllinum í Gundadali. For­ mað urin í ÍSF Poul Petersen gav teimum vinnandi liðunum og ein­ staklingunum steyp og heið urs­ gávur. Dagblaðið nevndi serliga, at Havnar Tennisfelag sum tað sigr andi í tennisleikunum móti klaks víkingum fekk eina vakra heiðurs gávu, sum Arthur Brend, heilsølumaður í Havn, hevði givið. Síðani fór alt ítróttafólkið við hornorkestrinum GHM á odda í skrúðgongu oman gjøgnum Havnar gøtur og inn á Tinghúsvøllin, har Andrias Ziska helt røðu fyri ítróttafólkinum, og ítróttastevnan 1940 var endað. Tað er onki at ivast í, at ólav­ søkan 1940 eydnaðist so væl sum ítróttastevna, tí bæði Havnin og Føroyar høvdu júst fingið feløg til at samskipa ítróttin. Í 1939 var Ítróttasamband Føroya stovnað, og í 1940 stovnaðu havnarfeløgini Tórshavnar Ítróttaráð. Bæði liva við sítt fríska lív enn. Ein av spælarunum hjá HB var Meinhard Andreasen, Meinhard hjá Andriasi hjá Marini. Til sín doyggjandi dag helt hann uppá, at vinnarin av hesi kapping var fyrsti føroyameistarin, tí hetta var fyrsta kapping, sum ÍSF skipaði fyri millum fremstu feløgini í Før­ oyum. Líka mikið. Hetta vóru áhuga­ verdir dagar, og hetta var ein kapp­ ing, sum síðani hevur fingið nógva umrøðu, ikki minst orsakað av tí sermerkta veðrahorninum, sum nú hevur trónað í steypagoymsluni hjá Havnar Bóltfelag í samfull sjeyti ár. bar av øllum HB-spælarar spenna frá upp undir steypadyst í Gundadali á ólavsøku 1940. Frá vinstru: Jóannes Simonsen, Hans Nielsen, Niels Juel Arge og Bjarki Skaale. Í 1940 varð eisini kappast í frælsum ítrótti á ólavsøku. Hesin er við í kappingini í klingruvarpi.