mikudagur 21. juli 2010síða 22
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. juli 2010 · Nr. 110
22
Sosialurin
Ólavsøka
Ólavsøkubra
Aftur í ár verða Miðlahúsið og Nólsoyar Pálstorgið karmur
um eitt stórsligið tiltak við skemti og góðum tónleiki
ólavsøkukvøld frá kl 22. Páll Finnur Páll syrgja fyri at
fáa fólk í gott lag, og hæddarpunktið verður, tá Jákup
Veyhe fer at halda eina alternativa ólavsøkurøðu.
Eydna Skaale
Mynd: Jens Kristian Vang
Hóast tað bert eru tvey ár síðani,
at tiltakið var hildið fyrstu
ferð, so er tað longu vorðið
fast ur táttur hjá fleiri túsund
ólav søkugestum. Fjøldin, sum
savnast í Vágsbotni til skemt
og góðan tónleik áðrenn mid
náttarsangin, plagar at vera stór,
og tað verður neyvan øðrvísi í
ár, nú Páll Finnur Páll og Jakup
Veyhe eru á skránni.
Tvey tey undanfarnu ár ini
hava tað verið limir úr Frænd
um og Terji Rasmussen, sum
hava staðið fyri tónleikaliga
partinum, men í ár eru nakrar
broytingar í so máta, at tað
verða vælumtóktu Páll Finnur
Páll, sum fara at spæla tónleikin.
Teir teljast millum landsins best
umtóktu bólkar, og teimum
nýtist ikki at taka nógvar
akkordir av kendastu løgunum,
áðrenn áskoðarafjøldin geylar
við. “Herbergið”, “Eg” og “Forelsk
aður sjónleikari” eru bert trý av
løgunum, sum fólk hava tikið
til sín, og sum tey flestu duga
uttanat.
Við hæddarskrekki
Tað verður upprunamanningin
í Páll Finnur Páll, sum fer at
blása sínar tónar út av pakk
húsloftinum. Páll Oddur, Finnur
og Páll fara at spæla tað, sum
fólk vilja hoyra.
– Vit skulu skapa ein góðan
stemning, og vit fara m.a. at
spæla “Herbergið”, tí hann vilja
fólk altíð hoyra. Onkur hevur
spurt, um vit syngja um Dimmu
“Vit eru heimleysir og vit hava
ongar pengar”, men eg kann sláa
fast beinanvegin, at vit syngja
um tað ordiliga herbergið, sigur
Finnur Jensen í Páll Finnur
Páll.
– Kanska vit eisini fara at taka
ein fúlan, viss fólk vilja hava tað,
leggur hann afturat.
Finnur sigur, at teir eru sera
spentir til hesa framførsluna,
tí í fjør vóru umleið 10.000 fólk
stúvað saman í Vágsbotni, og teir
hava aldri spælt fyri so nógvum
fólkum.
Páll Finnur Páll verða at
hoyra á ólavsøkukonsertini, sum
er 27. juli, men tað undantikið,
verður hetta einasti møguleiki
at hoyra teir á ólavsøkuni.
– Vit fara at halda ólavsøku
í ár, og tað er fyrstu ferð í nógv
ár. Men vit spæla fegnir til
tiltakið hjá Rás2, tí vit vænta, at
tað verður tað reina hygg, sigur
Finnur.
– Okkara einasta problem er,
at vit allir tríggir hava hæddar
skrekk, so vit vita ikki ordiliga
um vit fara at kunna spæla fyri
nervum. Sum skilst skulu vit
spæla uppiá einum stativi, so
tað eru vit kanska mest spentir
uppá. Kanska skulu vit spyrja
Eyðun Nolsøe og teir, um teir
hava nøkur góð ráð til okkum,
um hvussu man ber seg at, tá
man skal spæla so høgt uppi.
Hæddarskrekk ella ei, so
fara Páll, Finnur og Páll at
spæla góðar, gamlar slagarar,
sum mannfjøldin á Nólsoyar
Pálstorginum kann syngja við
til.
Jákup Veyhe talar
Undanfarnu árini hevur Sjúrður
Skaale
skemtað,
fyrst
sum
Haraldur og síðani sum Kári
Cool.
Í ár verður Sjúrður tó av
loystur av makkaranum gjøg
num nógv ár, Jákupi Veyhe,
sum ólavsøkukvøld fer at fáa
mannfjøldina at flenna. Hann
fer, sum hann sjálvur sigur, at
halda eina alternativa ólav
søkurøðu. Framvegis veit eingin
uttan Jákup sjálvur, júst hvat
røðan fer at snúgva seg um, og
hann er eitt sindur varin at lyfta
lokinum ov nógv.
– Hetta verður ein tala, sum
fer at snúgva seg um støðuna í
landinum. Hetta er eitt snedigt
land, sum vit búgva í. Tað haldi
eg, at vit øll kunnu vera samd
um. Og tað verður bara snedigari
og snedigari fyri hvønn dag, sum
fer. Tað fari at leggja dent á í hesi
taluni, sigur Jákup, sum tó ikki
vil siga meiri enn tað sama.
Men
havandi
røðaran
í
huga, ber skjótt til at gera ta
niðurstøðu, at óansæð innihaldið
í røðuni, so verður tað stuttligt.
eydna@sosialurin.fo