mikudagur 21. juli 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. juli 2010 · Nr. 110
24
Sosialurin
Ólavsøka
Leo Poulsen
Hann stendur við evstu ábyrgd av
ólavsøkuni. Borgarstjórin.
– Ólavsøkan er á skránni, meiri
ella minni, alt árið ígjøgnum, men
tað er sjálvandi vikurnar upp
undir hátíðina, at fyrireikingarnar
veruliga fara í gongd, sigur Heðin
Mortensen.
Snarskivan
ger
ein
stóran
part av arbeiðinum, men borgar
stjór in sjálvur er við í øllum fyri
reikingarfundum og hevur fingurin
á pulsinum alla tíðina.
– Tað byrjar jú við, at kunngerð
verður lýst í bløðunum, har heitt
verður á fólk um at boða frá, ynskja
tey at skipa fyri nøkrum á ólavsøku.
Tá so freistin er farin, verða um
sóknirnar gjøgnumgingnar, og fólk
og feløg fáa so boð um, antin tey fáa
játtandi ella noktandi svar, sigur
Heðin Mortensen.
Saman við Tórshavnar Ítróttaráð
verður so skráin fyri ólavsøkuna
løgd, og dentur verður lagdur á,
at gera skránna so spennandi og
fjøltáttaða sum gjørligt.
– Vit leggja stóran dent á tað
mentanarliga. Tónleik, sjónleik og
ítrótt. Framsýningar av ymsum
slag, alt, sum hevur við mentan at
gera, sigur borgarstjórin.
Talan er í ár um eina sera um
fat andi skrá, sum so smátt byrjar
longu fríggjadagin 23. juli, tá Áartún
letur alment upp. Heðin Mortensen
letur túnið upp og greiðir frá um
økið kring Kongabgrúnna, meðan
kokkarnir borðreiða við grillmati
og Marner av Lofti stílar fyri live
tónleiki.
Leygarkvøldið 24. juli verður so
afturvendandi bryggjudansurin hjá
Tórshavnar Bátafelag, har eisini ber
til at keypa ein bita at eta.
Sunnudagin
og
mánadagin
verða eisini nøkur tiltøk á skránni,
men týsdagin 27. juli fer ólavsøkan
veruliga í gongd, tá ein long røð
av tiltøkum fara av bakkastokki.
Millum annað verður fyrsti lands
kappingardysturin á ólavsøku leikt
ur á Argjum, har nýggja graslíkið
verður tikið í nýtslu. Dysturin er
móti EB/Streymi, og býráðið letur
steyp til vinnandi liðið.
Týsdagin lata eisini flestu mat
sølurnar, pylsuvognarnir og aðrar
ólavsøkukendar sølubúðir upp.
Tivoli á Skálatrøð
Ólavsøkuaftan byrjar ólavsøkan so
veruliga. Flestu tiltøk byrja longu
klokkan 10 ella 11 fyrrapart, og fyrsta
stóra hendingin á ólavsøku verður,
tá gomlu træseglskipini stevna
inn á Havnina um 11.30tíðina. Tey
luttaka í sonevndu Føroya Regatta
2010, sum byrjar mánadagin 26. juli
og endar sum nevnt ólavsøkuaftan
á Havnini, har høvi verður hjá
fólki at vitja umborð á teimum
fimm sluppunum, Westward Ho,
Jóhonnu, Norðlýsinum, Draganum
ella Fram.
Klokkan 14 verður so ólav
søku skrúðgongan úr Kommunu
skúla garðinum oman á Vaglið við
hornblásarum, ítróttafólki og bý
ráðslimum. Tað verður í ár Njál
Djurhuus, sum fer at seta ólav søk
una.
Ólavsøkuaftan er eisini stóri dag
urin, hvat tiltøkum viðvíkur. Ikki
minst kappróðurin dregur nógv
fólk, og róðurin byrjar klokk an
14.30 við barnaróðri, meðan vaksna
mannaróðurin verður klokkan 15.
Klokkan 15 letur eisini tivoli upp
á Skálatrøð. Alt, sum fyrr plagdi at
vera í Kommunuskúlagarðinum,
varð í fjør flutt oman á Skálatrøð,
og tað vísti seg at rigga heilt væl.
– Vit gjørdust onkrar royndir
klókari frá í fjør, so í ár skuldi verið
enn betri við tivoli á Skálatrøð.
Plássið er jú nógv størri enn í
Kommunuskúlagarðinum,
sigur
Heðin Mortensen.
Í tivoli verður millum ann
að bamsutombola, 21spæl, fiski
brunnur, ballónir, blandað tombola,
skjótibásur, karusellir, bóltkast,
pílakast og ymiskt til matna.
Vit hava roynt at lagt doyin á,
at ikki alt skal kosta, og tí verður
ókeypis hoppiborg í tivoli, sigur
Heðin Mortensen.
Eitt annað, sum eisini verður
ókeypis, er sonevndi Tórspallur.
Hann verður settur upp á Vaglinum,
norðan fyri ráðhúsið, og klokkan 18
verður undirhald fyri børn báðar
dagarnar.
Annars
verða
kend
nøvn á palli eisini, ólavsøkuaftan
Kim Hansen og síðani Eyðun og
Terji, og ólavsøkukvøld verður
kendi íslendski tenorurin, Gissur
Páll Gissurarson og Anna Guðný
Guðmundsdóttir at hoyra.
Ítróttur sum vanligt
Eitt annað, sum býráðið hevur
lagt stóran dent á, er ítrótturin
um ólavsøkuna. Sum nevnt byrj
ar fótbólturin longu týsdagin, og
ólavsøkuaftan spælir HB lands
kappingardyst móti B71 á ovara vølli
í Gundadali. Eisini hesin dysturin
verður skipaður sum steypadystur.
Og sama er galdandi ólavsøkudag,
tá B36 tekur ímóti Víkingi. Eisini til
tann dystin letur býráðið steyp.
– Nú mistu vit steypafinaluna út
um Havnina hesaferð, so tú kanst
siga, at hetta er eitt lítið plástur á
sárið, sigur Heðin Mortensen.
Ólavsøkuaftan verður eisini aft
urvendandi dysturin mill um Kyndil
og VÍF í høllini á Hálsi klokkan 20,
og ólavsøku kappríðingin verð
ur í Marknagili klokkan 14 ólav
søkudag.
Árliga ólavsøkurenningin verður
longu týsdagin klokkan 18. Runnið
verður av Skálatrøð, undir Bakka
og runt um Fabrikkina.
Ólavsøkukonsertin
verður
somu leiðis týsdagin. Hon verður í
Tórsgøtu og byrjar klokkan 20 og
heldur fram heilt til klokkan 03.30
um morgunin.
Tað hevur verið nakað av togan
aftur og fram millum býráðið og
FUT, sum áður hevur skipað fyri
ólavsøkukonsertini.
– Orsøkin til, at vit hava valt at
yvirtikið ólavsøkukonsertina er,
Havnin eigur
tjóðarhátíðina
– Tað er einki at ivast í, at ólavsøkan er okkara tjóðarhátíð, men landið ger einki annað enn at ganga
skrúðgongu úr Tinginum oman í dómkirkjuna og niðan aftur. Tórshavn stendur við ábyrgdini, bæði
tá tað ræður um fyrireiking og um fíggjarliga kostnaðin, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri
Einasta, landið spýtir í ólavsøkuna, er skrúðgongan úr Tinginum oman í Dómkirkjuna og niðan aftur í Tingið
Savnsmynd
Stórur dentur verður lagdur á, at ikki alt skal kosta pengar. Tiltøkini á Tórspalli
verða ókeypis, og tað verða hoppiborgirnar á Skálatrøð eisini
Savnsmynd