mikudagur 21. juli 2010síða 25
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mikudagur 21. juli 2010 · Nr. 110
Sosialurin
Ólavsøka
at vit vildu hava størri ráða ræði
á hesum partinum av ólav søku
tiltøkunum, og tí valdu vit so sjálvir
at skipa fyri ólavsøkukonsertini,
sigur Heðin Mortensen.
Fólkafundir og møtir
Eitt, sum hevur sett sín dám á
ólavsøkuna, eru nógvu útimøtini,
sum samkomurnar skipa fyri.
Ólavsøkan í ár er einki undantak í
so máta.
– Tað er eisini nakað, vit leggja
stóran dent á, skal verða pláss fyri.
Og so verður eisini skipað fyri fleiri
fólkafundum í ár, og tað er hugaligt.
Stórt tiltak verður eisini á Vaglinum
ólavsøkudag á miðnátt, har skipað
verður fyri midnáttarsangi og
føroyskum dansi. Og í tí sambandi
verður stórur dentur lagdur á
trygdina, og her á ráðhúsloftinum
verður bæði politi, brandmenn og
samarittar. Hartil fara sjúkrabilar at
standa til reiðar bæði í Mylnugøtu
og uppi við Ebenezer, klárir at taka
sær av fólki, skuldi óhappið verið
úti, sigur Heðin Mortensen.
Tað verður rátt fólki frá at koma
við heilt smáum børnum, men
tó verður ikki talan um at banna
hetta.
– Vit fara at sperra eitt øki av
framman fyri kunningarstovuna,
og har kunnu so familjur við
smábørnum vera, uttan at koma
í vanda fyri at verða kroyst, sigur
Heðin Mortensen.
Borgarstjórin
sigur,
at
fólk
longu nú kunnu fara inn á Snar
skivuna at tryggja sær eitt sang
hefti til midnáttarsangin ólav
søkudag. Men skótar fara eisini at
deila út sangheftir framman fyri
ráðhúsinum tá sangurin er.
– Tað er so, at vit hava fingið eina
avtalu við MEST um at fólk, sum seta
bilin úti við Skipasmiðjuna, kunnu
brúka trappurnar á Sipasmiðjuni
og koma heim i býin tann vegin,
sigur Heðin Mortensen, sum annars
vísir á vanligu parkeringsplássini í
býnum.
Ólavsøkan fyllir nógv hjá Tórs
havnar kommunu, og vikurnar upp
undir hátíðina verður altíð fríðkað
um og plantað, so tað verður so
hugnaligt sum møguligt.
Við har hann kann
Tað er einki at taka seg aftur í, at
ólavsøkan er tjóðarhátíð Føroya.
Men í hvussu stóran mun er hon
tjóðarhátíð og í hvussu stóran mun
er hon ein býarstevna?
– Tað er einki at ivast í, at tá vit
tosa um ólavsøkuna í síni heild, er
talan um okkara tjóðarhátíð. Men
hinvegin er tað bara Tórshavnar
kommuna,
sum
stendur
við
ábyrgd ini, bæði fíggjarliga og hvat
fyri reiking viðvíkur, sigur Heðin
Mortensen.
Sum nevnt at byrja við, so kemur
ein rúgva av umsóknum inn til
býráðið um loyvi til hetta og hatta
á ólavsøku.
Vit útskriva umleið hundrað
loyvir út til hvørja ólavsøku. Og tá
er tað væl at merkja talan um loyvir
uttan um tey vanligu søluloyvini,
sum longu framman undan eru í
Havn, sigur Heðin Mortensen.
Tað er altíð trupult at velja og
vraka millum allar umsóknirnar,
men tað eru verri enn so øll, sum
fáa játtandi svar.
– Vit royna at játta umsóknunum
á tann hátt, at ólavsøkan gerst so
fjølbroytt sum tilber. Eisini royna
vit at fyriskipa soleiðis, at eitt tiltak
ikki skal órógva tað næsta, sigur
borgarstjórin.
Og fyri at taka saman um, so er
tað Tórshavnar Ítróttaráð, ið ger av,
hvør setur ólavsøkuna. Í ár verður
tað Njál Djurhuus, og vanliga verða
politikarar ikki bidnir til hendan
heiður.
Sjálvur ætlar borgarstjórin at
vera við har hann kann.
– Fyrst og fremst fari eg at
taka ímóti træseglskipunum, sum
koma á Havnina ólavsøkuaftan
beint undan døgurða. So verður
tað sjálvandi kappróðurin og fót
bólt urin, og so verið eg sjálvandi
til staðar, meðan ráðhúsið er opið
fyri almenninginum, sigur Heðin
Mortensen.
Hann er við í øllum liðum av
fyrireikingini, antin tað so er at
taka støðu til, hvør fær søluloyvi
á ólavsøku ella tað er at plasera til
tøkini.
– Eg haldi, at ólavsøkan hevur
pláss at vaksa nakað enn, men meiri
týdningarmikið er eisini pláss fyri,
at ymsu tiltøkini hækka í dygd, sigur
Heðin Mortensen, borgarstjóri, nú
tað av álvara stundar til ólavsøku.
Sum borgarstjóri hevur Heðin Mortensen evstu ábyrgd av ólavsøkuni
Savnsmynd
Ólavsøkudag á miðnátt verður miðnáttarsangur og føroyskur dansur á Vaglinum, við umfatandi trygdartiltøkum
Savnsmynd