Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-21, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 21. juli 2010síða 26

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 21. juli 2010 · Nr. 110 26 Sosialurin Ólavsøka Eirikur Lindenskov Tað er so ómetaliga nógv broytt í Havnini, síðani blikkinsláarin gamli teknaði tað so væl kenda kortið av býnum, sum hann sá út í 1867. Um vit bara taka Gongina – høvuðsgøtuna í Havn, so búðu í teimum 24 húsunum kring gøtuna í 1867 helst yvir 100 fólk, meðan tey í dag kunnu teljast á einari hond. Býurin er nógv mentur og nógv vaksin hesi árini. Longu tá menn fóru at byggja nýggja kirkju, sum varð tikin í brúk fyri 222 árum síðani í 1788, varð tosað um at byggja kirkjuna uttan fyri býin. Tá var staðið á Bryggjubakka, har kirkjan stendur, uttan fyri býin. Húsagarður lá eystanfyri, meðan býurin allur lá sunnanfyri – úti á Reyni og í Gongini og kring vágna eystanfyri. Um hetta mundið búðu um 500 fólk í Havn. Tá løgtingshúsið varð bygt í 1854 varð tað eisini bygt uttan fyri býin, og somuleiðis tá Realskúlin varð bygdur í 1861 – tað er Gamli Bókhandil – og tá Kommunuskúlin (Ráðhúsið) og Meinigheitshúsið (Býráðssalurin) vórðu bygd um aldamótið 1900. Um hetta mundið búðu um 1600 fólk í Havn. Síðani tók býarmenningin dik á seg. Men vit fara at dvølja eina stund niðri í Gongini og har um leiðir – í tí partinum av Havnini, sum tey gomlu róptu »heima í Havn«. Tríva vit í tann mentanarliga partin, so hava nógvir av okkara matu yrkjarum og rithøvundum okkara sínar røtur her. Vit kunnu nevna William Heinesen, sum var úr Bartskersstovu í Bringsnagøtu – og skyldmannin hjá honum Jørgen Frants Jacobsen, sum skrivaði um Barbaru, sum eisini hevði sínar røtur her. Vit hava Áarstovubrøðurnar Hans Andreas og Janus Djurhuus, vit kunnu nevna Jákup Hansen, sum yrkti »Góða mamma eg vil sova«, eisini róptur HavnarJákup, úr Pæsastovu, har Jens Christian Svabo eisini búði í sínari tíð og V. U. Hammershaimb úr Nýggjustovu – bara fyri at nevna nakrar. Koma vit oman til Nólsoyarstovu, so hava vit handilsforvaltarin, Jákup Nolsøe, bróðir Nólsoyar Páll – og so kunnu vit ímynda okkum tann dagin, tá Brillumaðurin vitj aði Havnina í 1808 og stjól SkiparHansen við sær – tá Nólsoyar Páll skal hava sett koruna fyri bringuna á Brillumanninum uttan fyri hjá fútanum í Fútastovu, hinu megin Gongina. Men latið okkum halda okk­ um til V. U. Hammershaimb eina løtu. Vencelslaus Uliricus Hamm­ ers haimb var ikki hvør sum helst. Hann hevur havt almikla ávirkan á mál okkara og førleikar okkara at samskifta á móðurmálinum. Onk­ ur heldur, at hann hevur fingið størri heiður, enn hann átti, tí ein íslendingur hjálpti honum, men tað lata vit fara hesaferð. Í øllum førum kunnu vit bara vera takksom fyri, at vit fingu skriftmálið – og uttan stríðið hjá Hammershaimb, so vóru vit helst ikki komin har til, vit eru í dag – og so var tað júst leiðin hjá Hammershaimb við at brúka ta etymologisku stavsetingina, har vit fóru aftur til fornmálið at finna stavingarháttin, sum sigraði. Hetta er júst orsøkin til, at skriftmál okkara hóskar so væl – sum tað nú einaferð ger – til allar dialektir í Føroyum. Valdu vit eitt nú ta fonetisku leiðina hjá Dr. Jakobsen, har orð vórðu skirvað, eins og tey vóru framborin, so hevði skriftmálið fingið eina óhepna lagnu, sum hevði kvalt allar dialektir, og tað hevði verið stór synd. Ofta hoyra vit sagt, at V. U. Hammershaimb var úr Sandavági. Tað passar eisini í ein ávísan mun, tí hann er føddur í Sandavági, har pápi hansara, Jørgen Frants Hammershaimb, var tann seytj­ andi og seinasti løgmaðurin á Steigargarði. Løgmansembætið varð niðurlagt, tá amtstíðin byrjaði í 1816. Hann sat á garðinum nøkur ár eftir hetta, men doyði, tá lítli Vensil var um eitt ára aldur. V. U. Hammershaimb varð føddur á mariumessu, 25. mars, í 1819. Men barnaskógvarnar hevur V. U. Hammershaimb traðkað í Havn – nærmari í Gongini. Mamma hansara, Armgard Maria, fødd Egholm, var úr Havn. Tá hon flutti av Steigargarði í 1822, fluttu hon inn til móður sína, Helene Christine Eg­ holm í Nýggjustovu. Um hetta mundið var abbi Vensils, navnin V. U. Hammershaimb fúti í Føroyum, og hann búði í Fútastovu hinu megin Gongina. Edward Mitens skrivar í bókini »V. U. Hammershaimb – Lívssøga og virki hans« um lívssøguna hjá Vensil Hammershaimb. Hann greið­ ir frá, tá løgmanseinkjan, Armgard Maria, flutti av garðinum við tveimum smábørnum, Vensili og Mariu Louisu: »Vit eru í Sandavági ein vakran summarmorgun umleið 1822. Ein kona fór leiðandi tvey smábørn, ein drong og eina gentu, frá garðinum á Steig í Sandavági oman til strond ina. Har lá ein bátur, ið skuldi flyta tey til Havnar. Ein hóp ur av bygdarfólkinum fylgdi teimum oman til bátin at siga farvæl. Konan var Armgard Maria Hammershaimb. Drongurin, hon leiddi, var sonurin Vensil, og gentan dóttir hennara Maria Louisa. Vensil var ikki meiri enn trý ára gamal. Pápin, Jørgen Hamm­ ershaimb, ið var seinasti løgmaður í Føroyum, var deyður fyri tveim­ um árum síðan, og nú skuldi løg­ mansgarðurin býttast sundur. Tað fyrsta, ið V. U. Hammershaimb mintist úr barnaárinum, var henda sjón: Mamman leiðandi børnini oman at sjónum, fylgd av teimum syrgjandi vinfólkunum í bygdini.« Bókin hjá Edward Mitens kom út í 1916 – bara sjey ár eftir, at V. U. Hammershaimb doyði. Um lívið í Havn skrivar Mitens, at tað var nakað annað enn á Steig, har ikki treyt teimum nakað: »Í Havnini haraftur ímóti mátti nú sparast. Vensil treivst tó væl. Hann vann sær nógvar vinir millum havnardreingir. Ein gomul kona, »Birta á Kletti«, kom javnan at vitja fólkini í Nýggjustovu. Hon sat so ofta og bant og segði dreingjunum frá søgum. Teir sótu í ring um hana og lýddu á. Tá dámdi Vensili væl at hoyra søgur um trøll og annað slíkt, og pilturin fekk kærleika til hesa søgur, og kærleikin vaks á somu tíð, sum pilturin, og sum maður savnaði hann ein hóp av føroyskum søgum og fekk tær prentaðar og harvið goymdar, so tær ikki kunna gloymast.« Tá Vensil var seks ára gamal, lærdi abbin, fútin, hann at lesa – og Nøkur mentafólk Elsti bústaðurin í Havn varð róptur »heima í Havn«. Hetta er økið kring norðrara partin av Gongini, niðan móti Húsabrúgv, út á Doktaragrund og oman móti Havnará. Vit hugleiða eitt sindur um gomlu Havnina og nøkur mentafólk, hesin býarpartur hevur fostrað Oman gjøgnum Bringsnagøtu: Fremst til høgru Tummasarstova, Klokkarastova, Pæsastova, Dandastova og niðast Handilsforeiningin - seinni Essaba og nú Café Nátúr. Høgrumegin - niðanfyri kálkaða grótgarðin er Bartskersstova (Katrina Christiansen), har William Heinesen varð føddur 15. januar 1900