mikudagur 21. juli 2010síða 27
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
27
Mikudagur 21. juli 2010 · Nr. 110
Sosialurin
Ólavsøka
fór skjótt at lesa latín við honum.
Fyrsti maður á amtsskrivstovuni,
tann sera dugnaligi hvalbingurin
Jens Davidsen, lærdi dreingin at
skriva, og hann var settur í Havn
ar skúla.
Presturin í Havn, Kristen Pram
Gad, sum seinni bleiv verfaðir
hansara, las eina tíð við Vensili.
Hammershaimb hevði sjálvsagt
eisini samband við ommubeiggjan,
Jens Christian Svabo, sum tá var
gamal og sjúkligur. Men hann
fekst tó framvegis við at skriva
upp føroysk orð og føroysk kvæði.
Hóast Vensil bert var fimm ára
gamal, tá Svabo doyði, segði hann
seg væl minnast ommubeiggjan
siga frá.
Í 1831, tá Vensil var 12 ára gamal,
fór hann til Keypmannahavnar
at ganga í skúla. 20. oktober 1831
fara hann og mamman avstað við
konguliga handilsskipinum.
Men ferðin var drúgv. Ódnar
veður brast á, og skipið mátti fleiri
ferðir leggja inn, og tað kom ikki
leiðina fram til Danmarkar fyrr
enn 26. februar 1832 – góðar fýra
mánaðir seinni.
Hammershaimb fór fyrstu ferð
heim til Føroya at ferðast í 1841.
Hann ferðaðist saman við Pløjen,
amtmanni um landið og savnaði
saman føroysk fólkaminni.
Í 1855 gjørdist V. U. Hamm ers
haimb prestur í Kvívík.
Í 1862 flutti hann inn á Nes í
Eysturoy og gjørdist próstur í 1867.
Í 1863 lat hann nýggjan prestagarð
byggja, sum konan hevði teknað.
Hann sat á Løgtingi í trý skeið
og flutti í 1878 við konuni til Dan
markar at búgva.
Men hann vildi fegin vitja
heima í Havn
Áarstova stóð ovast í Gongini - beint yvir av Dandastovu, har sum Gullhornið er í dag. Hon er tikin burtur tíðliga
í síðstu øld, kanska í tjúgunum. Valla nakað núlivandi menniskja man minnast hana. Men undir hesi lon vuksu
áarstovubrøðurnir Hans Andreas og Janus Djurhuus upp.
Í Nýggjustovu varð Beinta - ella Barbara, sum Jørgen-Frantz Jacobsen kallar hana,
fødd í 1667, og her vaks V. U. Hammershaimb upp góða hálva aðru øld seinni
Oman gjøgnum Gongina: Vinstru megin síggjast
stovurnar, sum hvurvu, tá Sjóvinnubankin varð
bygdurí 1932: Ísaksstova (sæst ikki á myndini), við
Stein, Dávastova, í Dali, hjá Petur í Gong, Áspustova og
Willumstova. Høgrumegin sæst Bókhandilin og í Køk.
Niðan gjøgnum Gongina. Ein smádrongur kemur við
leypi á baki. Vinstrumegin Nýggjastova, høgrumegin
Fútastova, Vertshúsið, Knútsstova og omanfyri hómast
Áarstova. Í baksýnið sæst Amtmansborgin
Framhald á næstu síðu