mikudagur 21. juli 2010síða 28
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. juli 2010 · Nr. 110
28
Sosialurin
Ólavsøka
oyggjarnar aftur, og í 1893 sigldi
hann sína síðstu Føroyaferð fyri at
vitja vinir og skyldfólk aftur. Hann
ferðaðist runt landið, og allastaðni
møtti honum stórur blíðskapur.
Í Havn var hann við til ein
fund um »Broyting«, men annars
legði hann seg ikki út í tað stríð
um skriftmálið, sum tá stóð á.
»Broyting« var málfrøðiliga semjan
í 1895 millum skriftmálið hjá
Hammershaimb og Dr. Jacobsen,
sum tó mest líktist stavseting
Hammershaimbs.
Áðrenn
Hammershaimb
fór
aftur til Danmarkar, varð boðið til
eina stóra veitslu í Havnar Klubba,
har fleiri av landsins bestu monnum
hildu røðu fyri honum.
Dagurin
upprann,
tá
ið
Hammershaimb skuldi fara. »Laura«
lá á vágni. Politist arnir buðu sær
til at føra Hammers haimb umborð,
men so komu løgtings menninir og
vístu honum ta æru, at rógva hann
út til skipið. Ein rúgva av bátum
fylgdi, og fólk fór upp á skipið fyri
eina ferð enn at siga farvæl. Frá
bátinum varð sungið ein yrking
eftir Jóannes Patursson:
Vensil legði at Føroya landi
morgun ein so blíðan,
nú vil hann aftur í havið halda,
sigla tann streymin stríða«.
Hetta var seinasta ferð Hamm ers
haimb í Føroyum.
Hann doyði 8. apríl 1909 í Keyp
mannahavn 90 ára gamal.
eirikur@sosialurin.fo
Hendan myndin er helst frá 1896. Her síggjast fólk
framman fyri Nýggjustovu og Fútastovu.
Skotið millum Nýggjustovu og Baianstovu, sum í hesum døgum verður
endurbygt við steinseting, sum tað var í gomlum døgum. Tað sigst, at
drongurin ovast í myndini er Valdemar Lützen - hann man vera um
konfirmatiónsaldur, so myndin man verða tikin tíðliga í 1890'unum.
Niðan gjøgnum Gongina. Vinstrumegin Nýggjastova, høgrumegin Verthúsið og
Knútsstova
Sandurin sum hann var tíðliga í síðstu øld. Frá vinstru síggja vit við sjóvarmálan kroysurnar í Dali,
Dávastova, við Stein og Ísakstova, Fútastova, og Pakkhúsið hjá Carl á Lag, fyrr Lützens Pakkhús.