mikudagur 21. juli 2010síða 30
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. juli 2010 · Nr. 110
30
Sosialurin
Ólavsøka
Randi Jacobsen
Mynd: Jens Kristian Vang
Á ólavsøku hendir tað meira enn so,
at fólk detta, sláa seg í ella av aðrari
orsøk noyðast á skaðastovuna á
Landssjúkrahúsinum.
Men tað er ógvuliga ymist frá
einum ári til annað, hvussu nógv
fólkini eru, sum tør va hjálp fyri
skaða. Og tað kann eisini vera
nógv at gera annan dagin og lítið
hin dagin.
Bæði tá ólavsøkukonsertin er,
ólav søku aftan og ólavsøkudag er
skaðastovnan bet ur mannað enn
annars til at taka ímóti skadd um
fólki.
Randi Gaard, sjúkra røkta r frøð
ing ur hev ur nakrar ferðir upp
livað at arbeiða á skaða stovuni á
ólavsøku, og tað var ikki so gal ið, tí
sjálvt um nógv kann vera at gera,
eru starvsfólkini í ólavsøkulag.
Og tey, sum koma á skaða stovu
na eru tey allarflestu eisini í góðum
lag.
Meginparturin er eitt sindur
ávirkaður, og tey práta óført.
Lagið plagar at vera sera gott í
bíðirúminum, sigur Randi Gaard.
Tey flestu ávirkað
Flestu skaðarnir henda, tí fólk hava
drukk ið ov nógv. Tey eru dott in
ella hava stigið skeivt, og harð
skapur er ikki óvanligur, um enn
harðskapurin nokk ikki er so ráur
á ólavsøku, sum hann kann vera til
aðr ar tíðir.
Um dagin plagar ikki at vera so
nógv at gera.
Randi Gaard sigur, at Lækna
vaktin hev ur lætt væl um trýstið á
skaðstovuna, og tað hava samarit t
ar nir so sanniliga eisini.
Nógv fólk, sum fáa smær ri
snuddir, fara heldur til samaritt ar
nar, tí tey vilja sleppa undan at fara
úr býnum.
Heilt nógv fólk koma á skaða
stovuna, tí tey hava drukkið ov
nógv, og tað eru ikki bara ungfólk.
Av tí, at tað er ólavsøka, fara tey
ordi liga í býin. Men fleiri og fleri
ung fólk koma á skaðastovuna, tí
tey duga ikki at drekka.
Til oberservasjón
Nú er einki sum eitur at pumpa út
fólk, sum hava drukkið ov nógv.
Um tey á skaða stovu ni halda, at
tey fullu fólkini kunnu hava sligið
høvd ið í, verða tey løgd inn á bráð
feing is deildina til observasjón í
12 tím ar. Eru tey bara full, verður
syrgt fyri, at tey verða koyrd heim.
Eru tey agressiv, ringja vit
til politiið, og tey verða koyrd
í detensjónina, men tað hend
i r ógvuliga sjáldan, sigur Randi
Gaard.
Hon sigur, at samstarvið við
politi ið er gott. Politiið, sum hevur
alar mesentralin 112, ringir, um
onk ur skal læknakannast, áðr enn
við komandi fer í detensjónina, og
skaða stovan ringir, um onkur full
ur skal í deten sjón ina.
Fleiri rúsevni
Tey uppliva meira enn so, at fólk
koma á skaða stovuna og eru
ávirkað av rúsevnum. Ofta upp
lýsa tey tað sjálv, tá ið tey koma við
onkrum skaða. Summi eru doyvd,
onn ur meira aggresiv. Tað vind
ur meira uppá seg, at fólk koma á
skaðastovuna ávirkað av rús evn
um, heldur Randi Gaard.
Sjúkrar øktar frøð ing ar nir
á
skaða stovu ni eru væl mannaðir
um ólavsøkuna. Ein møt ir kl. 7 og
ar beið ir til kl. 15, ein møtir klokkan
10 og arbeiðir til kl. 18, ein arbeiðir
frá kl. 15 til 23, og tvær frá kl. 23 til 7.
Summi halda, at tað má vera
keði ligt at arbeiða a ólavsøku, men
vit hava tað oft ast stuttligt her, tí
øll eru í so góðum lag. Tíðin flýgur
av stað, tí vit hava fyri tað mesta
nógv at gera. Einki við at sita nið ri.
Aftaná eina vakt á ólavsøku, eru vit
rætti liga móðar, men tað ger einki,
tí vit hava havt tað stuttlig og hava
hitt nógv fólk, sig ur Randi Gaard.
Hon sigur, at er tað frið ar ligt ólav
søku aftans kvøld, njóta vit
at sígg ja fýrverkið hiðani. Útsýnið
er gott, og nógv ir bilar koma eisini
út higar av tí sama at hygg ja at fýr
verki num.
Og útvarpið er frá, so vit kunnu
hoyra út varps fólkini ganga úti og
práta við fólk. Tað er hugnaligt, sig
ur Randi Gaard, sum hev ur frí frá
arbeiði hesa ólavsøkuna.
randi@sosialurin.fo
Stuttligt á skaðastovuni
Tað er ymiskt, hvussu nógv fólk noyðast á skaðstovuna á ólavsøku. Men tey flestu eru í góðum lag,
og tí kann tað vera stuttligt at arbeiða á ólavsøku, sigur Randi Gaard, sjúkrarøktarfrøðingur
Hóast nógv er at gera á skaðastovuni á ólavsøkuni, so er tað stuttligt at vera til arbeiðis, tí fólk eru í góðum lag. Og prátið gongur væl í bíðirúminum
Lítið av ráum harðskapi
Tá ið býurin er stúgvandi fullur av fólki í veitslu lag, er ikki rúm fyri
ráum harðskapi. Fólk ansa eft ir hvør øðrum, sigur Johan nes Mortensen,
skurð lækni
Av tí at so nógv fólk eru í býnum á ólavsøku, slepst ikki undan, at
nøkur fáa snuddir. Størri ella min ni snuddir.
- Tá ið so nógv fólka saman, kann alt henda, og ung fólk hava lyndi
til at detta, fáa snuddir ella skera seg.
Johannes Mortensen, skurðlækni hevur m. a. sæð nógv ar koktar
fótliðir og nógv skadd knø, men tað fær ikki verið øðrvísi, sigur hann.
Eftir at hava arbeitt sum skurðlækni á Lands sjúkra húsi num í fleiri
ár heldur hann, at tað eru nógv fleiri til burð ir av ráum harðskapi allar
aðrar tíð ir á árinum enn á ólavsøku.
- Á ólavsøku fara fólk í býin fyri at hava tað stuttligt. Fyri mær er
líkt til, at tað ber illa til at frem ja ráan harð skap á ólavsøku. Býurin er
fullur av fegnum fólkum, og tey ansa eftir hvør øðrum, sigur Johannes
Mortensen.