mikudagur 21. juli 2010síða 31
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin
31
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
Mikudagur 21. juli 2010 · Nr. 110
høvdu ein stóran keypara gjøgnum
fleiri ættarlið, eisini tað nógva
av mínari tíð. Tað var Mortensen
á Tvøroyri. Eisini var tað AT á
Tvøroyri ta tíð, hetta vardi.
Teir, sum keyptu, komu vanliga
sjálvir eftir kjøtinum við egnum
báti.
Skinsapylsa
Seyðurin varð allur slaktaður í
Dímun. Men vit royndu at sleppa av
við kjøtið so skjótt sum møguligt.
Kjøt varð sjálvsagt eisini hongt upp
at turka.
Her var eisini nógvur innvølur.
Mørur og lundir blivu saltað til
vetrarføði. Vit gjørdu nógva
blóðpylsu, so gjørdi vit eisini nakað
úr blóði, sum kallaðist skinsapylsa.
Har kom einki søtt í. Men feit skuldu
hon vera. So har skuldu nógv tálg í.
Hana kundu vit goyma í hjallinum í
minst tveir mánaðir eftir, at pylsan
var kókað. Hon skuldi bara hitast
upp. Tá ið mamma var í vælmaktini,
plagdu vit at slakta gott 200 seyðir.
Men nú er talið 3-400.
Tað komu altíð fólk út til at
ganga á fjall. Áðrenn telefonin kom
bar sjálvsagt ikki til at geva fjallboð.
Men tað var ein standandi avtala, at
menninir komu, tá ið líkindini vóru,
tá tíðin var komin at fara á fjall.
Mest komu teir úr Skúvoy. Hetta var
eisini hampuliga høgligt. Tað vóru
bert 50 minuttir at sigla. Tað eru 2
fjórðingar millum oyggjarnar.
Tað hava eisini verið vanlukkur
í samband við fjallgongu. Á heysti
1884 vóru froðbingar komnir út til
Dímunar eftir seyði. Tað var kyrt,
tá ið teir komu. Tveir menn vóru
eftir á bátinum, meðan hinir fóru
til menninar, sum vóru í ferð við
at reka. Men tá fór at øtla veðrið,
og tað fór at brima. Menninir fóru
í skundi oman á Gjónna at vera
hinum til hjálpar. Teir fingu eisini
bátin upp á helluna, men tá tók eitt
óløgi bátin út á Gjónna og holvdi
hann. Báðir menninir í bátinum
druknaðu.
Teir eru jarðaðir í Dímun. Tann
eldri æt Christian Ludvig. Tann
yngri kallaðist Frederik Christian
Aagaard Skaarup. Hann gjørdist
bert 19 ára gamal.
Ullin fingin til høldar
Ullin varð øll fingin til høldar.
Skinnini lógu, til ullin var rotað
burtur av. Tey vóru millum annað
brúkt til rotuskógvar, og tann
rotaða ullin varð nýtt til bátsmans-
troyggjur. Øll ullin varð spunnin.
Allar troyggjurnar vóru seldar til
handlar um landið.
Hjá mammu var tað soleiðis, at
Filippus, pápi hennara, var handils-
maður í Skúgvi. Hann byrjaði
nokkso tíðliga at handla, tað var vist
fyri teir hjá Thomsen á Tvøroyri.
Tað vóru tveir handlar í Skúgvi, hin
handlaði fyri Mortensen. Seinni
fór abbi at handla fyri seg sjálvan.
Abbi keypti eisini fisk, sum tað tá
var vanligt hjá handilsmonnum.
Ta handilsvøru, sum mamma
brúkti, var frá abba. So seldi hann
eisini troyggjur fyri hana. Tað varð
spunnið og bundið allan samlaðan
veturin. So tað var einki við at keða
seg.
Tá ið tær bundu bátsmans-
troyggjur um hesa tíðina vóru tær
altíð tvær um hvønn bulin. Tær
sótu yvir av hvørji aðrari. So vítt
eg minnist fingu tær millum fýra
og fimm krónur fyri eina troyggju.
Hetta var nakað tá og munaði til
húsarhaldið.
Várullin varð eisini øll brúkt
til klæðir, buksur, undirbuksur,
undirtroyggjur, alt var føroysk
klæði, sum vórðu nýtt.
Torv
Torv var nógv av, bæði nógv og
gott. Tað var kolsvart næstan sum
kol. Men torv var bara uppi á oynni,
heilt uppi á slættanum. Við húsini
er bert mold fleiri manshæddir
niður.
Tá farið varð eftir torvi tók tað
eini trý korter, til ein var aftur. Tað
var ikki so galið. Tað var nógva
aðra staðni longri at ganga enn tað.
Men tað var nakað tungt at koma
niðan.
Eg fekk so gjørt ein rennistrong
oman til hús. Rennistrongurin var
500 metur langur, og hann kom
beint oman í hjallin. Torvið varð
koyrt í smáar sekkir, 50 pund. Hetta
var sum rímiligt er ein stórur lætti,
tí hetta spardi tunga bering.
Garðurin
Sjálvur hevur greinskrivarin bert
verið á Stóru Dímun ein tíma
millum tvær tyrluferðir í samband
við hesa greinarøð. Steðgurin var
stuttur men gav sjálvsagt hug eftir
at fáa meira av tíð eina aðru ferð.
Men her skal verða greitt eitt
sindur frá garðinum. Tað eru tvær
lonir hvør 62 alin langar. Onnur er
hoyløða og hin er sethús og fjós.
Millum lonirnar er eitt hellulangt
tún, 4-5 alin breitt, og fyri báðum
endunum er ein veggur við einum
portri í. Hetta túnið er rætt, tá ið
farið verður á fjall. Har umframt
eru fleiri úthús.
Pápi bygdi húsini av nýggjum, tá
ið hann tók við í 1920. Húsini hann
bygdi vóru 12x14 alin.
Upprunaliga búðu øll saman
bæði húsfólk og tænastufólk, tað
bar væl til.
Nú eru so tvær íbúðir til tær
tvær familjurnar, sum búgva á
oynni. Eva og Jógvan Jón við teirra
børnum búgva í størru íbúðini.
Janus, beiggi hennara, og Erla búgva
í hinari. Tey bæði eru júst komin til
Dímunar fyribils fyri eitt ár. Tað er
hugaligt fyri framtíðina hjá Dímun,
at yngra ættarliðið hevur hug til at
Komandi partur
Á onkrum øki var Dímun
fremri enn onnur, og tað
var við ravmagni. Fram-
vegis verður greitt frá
gerandisdegnum í Dímun.
Blaðið kemur ikki út ólavs-
økuaftan. Tí verður komandi
Miðvika um 14 dagar
Hendan myndin er frá seinast í 1920-unum. Í aftara rað eru f.v.: Carl Johan Bech, djóralækni, Johannes í
Malthúsi í Dali, ókendur, brøðurnir Martin, Gunnar og Óli Jákup í Toft, fosturpápi Janus, Edvard hjá Atu.
Fremra rað: Katrina, ommusystir Janus, Anna í Malthúsi, Hansina, mamma Janus og Hans í Malthúsi,
sum seinni druknaði í gjónni, sum áður er greitt frá. Hann var sonur Johannes. Fremstur er Janus
Túnið millum lonirnar, sum verður nýtt sum
rætt. Høgligari kann tað ikki vera
Drátturin í Stóru Dímun. Hetta var kranin, sum varð
nýttur at fáa vøru upp á oynna. Fyrstu árini var hálað
við mannamegi. Tey seinnu vórðu ross brúkt