mikudagur 21. juli 2010síða 42
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 21. juli 2010 · Nr. 110
42
Sosialurin
Ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Í evstu løtu eru fýra súkklarar
aftrat komnir upp í stóra hópin,
sum fer at kappast restina av hesi
vikuni, nú Statoil Kring Føroyar
er á skránni fimtandu árið á rað.
Hetta er nógv tað mesta nakrantíð,
og einki bendir á, at spenningurin
held ur verður minni, enn hann
hevur verið undanfarnar ferðir.
Hvussu tey ymsu liðini verða
mannað, hevur lítið verið at frætt
um, men í gjárkvøldið høvdu fyri
reikararnir fingið fráboðan um átta
lið. Tey kundu verið væl fleiri, um
teir mongu danskararnir eis ini tóku
seg saman í lið, men sum skilst,
verða teir allir við sum einstak
lingar í staðin.
Vinnarin av kappingini í fjør,
Torkil Veyhe, hevur aftur í ár
Gudmund Joensen og Gunnar
DahlOlsen aftrat sær, og teir
vunnu saman liðkappingina í fjør.
Hafsteinn Ægir Geirsson, sum hevði
vunnið einstak lingakappingina fýra
tey undan farnu árini, hevur aftur í
ár tveir aðrar sterkar íslendingar
aftrat sær, umframt at teir tríggir
súkkl ararnir úr Belgia koyra sum
eitt lið. Annars eru eisini fýra onn
ur føroysk lið og eitt íslendskt, so
liðkappingin sær lovandi út.
Byrja í Klaksvík
Lagt verður til brots í Klaksvík í
kvøld klokkan 18, tá prologurin er
á skránni. Súkklaður verður ein
einkult startur upp á 15 kilometrar,
og tá fæst ikki minst ein ábending
um, hvussu sterkir teir mongu
súkkl ararnir eru, sum ikki áður
hava verið at sæð í Statoil Kring
Føroyar.
Og longu í morgin og ovurmorgin
eru tveir teir mest krevjandi tein
arnir á skránni. Fyrst í morgin í
Eysturoynni, tá byrjað verður í Havn
og síðani koyrt til Glyvrar umvegis
Selatrað. Og fríggjadagin verður
súkklað í Suðuroynni, so hesar
báð ar dagarnar bjóðar kappingin
tveir harðar teinar, sum tilsamans
eru 184 kilometrar til longdar við
bæði longum og brøttum brekkum,
ið kunnu fáa rættiliga avgerandi
týdning.
Leygardagin verður aftur ein
einkultstartur, sum fyri fyrstu ferð
er í Vágum, har súkklað verður úr
Sandavági til Bíggjar og aftur, og
sunnudagin er so aftur ein langur
teinur, tá farið verður úr Tjørnuvík
til Havnar, umvegis Saksun, Oyggj
ar vegin og Gomlurætt. Málið henda
síðsta dagin verður við Gamla
Apotek í miðbýnum í Havn.
hilmarjan@sosialurin.fo
Súkkling Tilsamans 54 súkklarar eru við í stóru
súkklukappingini, Statoil Kring Føroyar, sum fer
í gongd í kvøld við prologi í Klaksvík
Leggja til
brots í kvøld
VinnARAR
Torkil Veyhe, sum vann í fjør, og
Hafsteinn Ægir Geirsson, sum vann
fýra tey undanfarnu árini, eru
saman við 52 øðrum súkklarum
klárir at herja á, tá Statoil Kring
Føroyar byrjar í kvøld í Klaksvík
Mynd: Hilmar Jan Hansen
Dysturin millum Víking og turkiska stórliðið, Besiktas, verður í annaðkvøld
kl 19.00 á Toftum. Dysturin er í Europa League kappingini.
Víkingur tapti fyrra dystin 3-0 í Turkalandi. Millum kendu leikarnir á Besiktas
liðnum eru Reber Rustu, Nihat Kahveci og Ricardo Quaresma.
Víkingur og Besiktas
á Svangaskarði
Uni Holm Johannesen
– Vit vistu, at Víkingur hugsaði
fyrst og fremst um at verja. Tí
flutti eg fleiri leikarar á teirra
leikhálvu, og tað eydnaðist.
Tað vil ikki siga, at vit spæla so
fram rættað hvørja ferð, men
sum heild eru vit eitt lið, sum
vil leypa á.
Hann tekur sjáldan munnin
ov fullan. Og tað er hansara
eyðkenni.
Navnið er Bernd Schuster.
Sum leikari hevði hann stóra
ávirkan á týskan lands liðs fót
bólt. Hann var millum annað
við til at vinna EM í 1980. Øll
1980árini var hann millum
undan gongu menninar
hjá
Barce lona, áðrenn hann óvænt
að skifti til fíggindarnar í Real
Madrid í 1988.
Sum venjari hevur hann
staðið á odda fyri Getafe og
Real Madrid.
Í morgin situr hann í venj
ara skýl inum á Svanga skarði, tá
Besiktas vitjar Víking.
Víðagitin
Bernd Schuster var eitt tað
størsta navni í Týsklandi fyri 25
árum síðan. Hann var sera væl
lýddur sum spælari. Hann tók
ongantíð munnin ov full an og
rokaðist ikki ov nógv. Hann var
altíð realistiskur. Og so leiðis er
hann eisini sum venj ari.
Eitt, sum Jógvan Martin
Olsen, venjari hjá Víkingi,
noydd ist at sanna aftaná dyst
in móti Besiktas í farnu viku.
– Bernd Schuster segði eftir
dystin, at hann var impo nerað
ur av spælarunum hjá Víkingi,
og hann hevði sjáldan sæð so
góða disiplin, segði Jógvan
Martin Olsen aftaná dystin
við Sosialin.
Tað kom sera óvart á, at
Schuster valdi at skifta úr
Barce lona til Real Madrid. Hann
stað festi tá, at hann hevði tørv
á nýggj um avbjóðingum. Men
hóast hann elskar at vinna, so
var tað ikki væntað av honum,
at hann fór soleiðis at traðka
fjepp ararnar úr Katalonia á
tærnar.
Venjari hjá Real Madrid
Bernd Schuster hevur eis ini
havt viðgongd sum fótbólts
venjari. Hann hevur ferðast
víða. Hann hevur verið venjari
hjá liðum í Týskland, Spania,
Ukreina og Turkalandi.
Hann setti seg í venjara sess
in í Besiktas í summar. Und an
tí stóð hann á odda fyri stór fel
agnum Real Madrid, har hann
hevði stóra viðgongd. Felagið
vann meistaraheitið í 2008.
Liðið spældi framrættaðan,
flott an og skjótan fótbólt, og
sum heild var hann væl dámd
ur sum venjari. Tað er hesin
stíl urin, sum hann er eyð kend
ur fyri sum venjari.
Hann takkaði fyri seg í Real
Madrid í desember í 2008, tí
felagið hevði mist fleiri stig í
kappingini um meistaraheitið.
Í árunum frá 2005 til 2007
stóð hann á odda fyri Getafe,
har hann festi grundvøllin,
sum Michael Laudrup seinni
ar beiddi víðari við.
Gavst tíðliga
Schuster gavst tíðliga sum
spæl ari á týska landsliðnum.
Hann er skrásettur fyri 21 al
tjóða dystir í alt í árunum frá
1980 til 1984. Sum 24 ára gamal
varð hann ósamdur við týska
fótbóltssambandið, sum hevði
við sær, at hann takkaði fyri
seg. Hann spældi ongantíð aft
ur á landsliðnum.
Stórar ætlarnir
Schuster hevur stórar ætl anir
sum venjari hjá Besiktas. Hann
hevur fyrr í summar gjørt
greitt, at felagið skal vinna
meistaraheitið,
steypakapp
ingina og Europe League. Og
fyrsti knúturin, sum skal loys
ast á longu leiðini, eru dystirnir
móti Víkingi.
Besiktas vann í farnu viku
30 móti Víkingi. Í morgin
verður seinni dysturin mill
um liðini. Hann fer neyvan at
siga ov nógv áðrenn og aft aná
dystin, men hann ætlar sær
heilt víst at vinna.
uni@sosialurin.fo
FótbóltuR Tað er ein maður,
sum hevur roynt eina rúgvu sum
spælari og venjari, sum vitjar á
Svangaskarði í morgin. Bernd
Schuster er eitt tað størsta navni
í týskum fótbólti nakrantíð
Siðiligi Schuster
Navn: Bernhard Schuster
Føðingardagur: 22. desember,
1959
Tjóðskapur: Týskland
Felag: Besiktas
Hevur áður vant:
1997-1998: Fortuna Koln
1998-1999: 1. FC Koln
2001-2003: Xerez CD
2003-2004: Shakhtar Donetsk
2004-2005: Levante
2005-2007: Getafe
2007-2008: Real Madrid
2010- : Besiktas