mikudagur 21. juli 2010síða 43
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
43
Mikudagur 21. juli 2010 · Nr. 110
Sosialurin
Ítróttur
HB leikararnir fegnast saman við málskjúttanum, Símuni Samuelsen,
eftir at hann í evstu løtu sendi reyð/svørta havnarliðið á sigurskós
Myndir: Jens Kristian Vang
HB tamdi reyða tarvin
Champions League Teir eita einki minni enn Red Bull Salzburg, eftir heimskenda orkudrykkinum og teir
hólvaðu HB av í Red Bull Arena. Men í gjár vísti HB, at skerpikjøt og seyðarhøvd eisini kunnu geva orku. Tá
avtornaði skuldi HB eisini havt hólvað Red Bull Salzburg av, men neyvleikin manglaði framman fyri málinum
Tróndur Arge
Tá tú hevur tapt fyrra dystin 5-0, so
er ringt at skapa nakran stemning
til seinna dystin. Tí valdi HB at
bjóða til ókeypis Champions League
fót bólt í Gundadali. Tað blandaðu
teir við einum framúr innsatsi, sum
end aði við einum frálíkum 1-0 sigri
til før oyska liðið.
– Tað er framvegis ov nógv at
tapa við fýra málum samanlagt,
men eg eri nøgd ur við avrikið og
dystin í dag. Mun urin á dystinum í
dag og tí fyrra er, at vit trúgva upp
á tað og spæla sum eitt lið. Vit gera
vøll in lítlan fyri teir og standa tætt
saman og geva teimum lítið pláss.
Teir spældu seg sjáldan gjøgnum
verjuna hjá okkum, og eg haldi,
at vit vunnu uppiborið, sigur HB
framherjin Andrew av Fløtum.
Hví er munurin so stórur?
HB vísti frá byrjan, at teir vóru ikki
komnir á vøllin fyri at leggja kongin.
Teir stríddust manniliga og serliga
liðskiparin, Fróði Benjaminsen, og
miðverjarnir báðir, Rógvi Holm og
Thordur Hreidarsson, løgdu nógv
fyri í nærdystinum. Men hví er tað
so stórur munur á innsatsinum og
dystinum í dag í mun til tann á Red
Bull Arena?
– Vit høvdu ov stóra virðing
fyri teimum tá og ein manglandi
trúgv upp á okkum sjálvar. Vit
halda at vit ikki duga at spæla fót-
bólt, men í dag prógva vit at vit
duga. Vit vóru sjálvandi ikki líka
troyttir í hálvleikinum her sum
í 33 hitastigum í Eysturríki. Vit
ar beiða hart í dag og trýsta teir
langt frammi á vøllinum og royna
at spæla okkara spæl, men bara á
ein meir verjukendan hátt, sigur
Andrew av Fløtum.
Okkara spæl framyvir
HB hevur næstan á hvørjum ári
verið við í teimum evropeisku
kapp ing unum, men tað hevur enn
ikki eydn ast teimum at spæla seg
víð ari yvir tveir dystir. Stundum
hava úti dystirnir kostað dýrt, har
tap ini eru blivin alt ov stór.
– Tað hevur ikki altíð gingið so
væl hjá okkum í Evropa, men nú er
tíðin komin til at vit spæla okkara
spæl, sigur Andrew av Fløtum.
HB hevði í dystinum fleiri góðar
møguleikar at skora. Einu ferðina
kom Andrew sjálvur at standa
púra leysur í brotsteiginum, men
mál maðurin kom út og vardi fyri.
Thordur Hreidarsson stútaði eisini
væl stutt fyri málið, men málmaður
hjá Red Bull Sazlburg stórbjargaði.
Seinastu løtuna av dystinum hevði
HB upp til fleiri vandatøður, har
teir kundu økt um leiðsluna.
– Tú brennur næstan altíð fleiri
møguleikar, enn tú skorar uppá, og
vit hava nakrar í dag, men mill um
annað eg brenni ein stóra møgu-
leika. Trupulleikin hjá okkum er,
at vit skulu út at minimera tapini á
útivølli, so vit ikki skulu vinna 6-0
á heimavølli, staðfestur Andrew av
Fløtum til seinast.
Tað ber til at vinna
á sterkari mótstøðu
Hóast tað ongantíð var nakar ivi
um hvør kom víðari, so megnaði HB
at skapa ein góðan og spennandi
dyst bæði fyri seg sjálvar og teir
lut falsliga nógvu áskoðararnar. Før-
oyskur fótbóltur manglar enn nógv
fyri at kunna koma víðari úr fyrsta
undanumfarinum við jøvnum mill-
um bilum, men HB prógvaði at tað
letur seg gera at vinna á størri og
sterk ari mótstøðu.
trondur@sosialurin.fo
Gundadalur 20. juli 2010, kl. 17.00
HB - Red Bull Salzburg 1-0 (0-0)
1-0 Símun Samuelsen, 73.
Dómari: Tony Asumaa, Finnland
HB: Tórður Thomsen - Pætur Jørgensen, Rógvi Holm, Tórður Hreiðarsson, Hendrik Rubeksen - Símun
Samuelsen, Fróði Benjaminsen, Vagnur Mohr Mortensen, Levi Hanssen, Rógvi Poulsen - Andrew av Fløtum
(Kristin R. Mouritsen 88)
Gul kort: Símun Samuelsen, Vagnur Mohr Mortensen og Andrew av Fløtum
Salzburg: Alexander Walke – Milan Dudic, David Mendes da Silva (Nikola Porkrivac, 34.), Gonzalo Zarate,
Jakob Jantscher (Louis Ngwat-Mahop, 71.), Franz Schiemer, Andreas Ulmer, Simon Cziommer (Dusan Svento,
46.), Stefan Hierlander, Ibrahim Sekayga, Christoph Leitgev.
Gult kort: Christoph Leitgev
– Vit vildu vísa, at 5-0 ikki var
munurin á liðnum og tað prógv-
aðu vit í dag. Teir hava kanska
ein møguleika, meðan vit hava
einir fýra stórar møguleikar.
Virðingin fyri teimum var ov stór
og tað er ikki tað sama at spæla í
Gundadali og so á einum stórum
leikvølli í Eysturríki. Tað skuldi
verið umvent, soleiðis at vit eru
meira uppsettir at spæla á útivølli
á einum stórum leikvølli, sigur
Símun Samuelsen.
Hvat kann gerast øðrvísi fyri
at fáa betri úrslit á útivølli?
– Ein møguleiki er at fara avstað
áðrenn, soleiðis at leikararnir fáa
møguleikan at venja seg við hitan,
sum ofta ger um seg, tá spælt
verður á útivølli. Tað hevði kunnað
givið nógv betri úrslit, sigur Símun
Samuelsen.
Er tað munur á íslendskum
liðum í Evropa og so
føroyskum liðum í Evropa?
– Hugburðurin hjá íslendingum er
eitt sindur øðrvísi. Har koma eitt
ella tvey lið víðari at kalla hvørt ár,
so teir eru eitt sindur frammanfyri
okkum á tí økinum. Eisini á tí
likamliga økinum eru teir eitt vet
framman fyri okkum, staðfestir
Símun Samuelsen at enda.
trondur@sosialurin.fo
Vit eru eitt sindur
aftanfyri Ísland
Símun Samuelsen: