fríggjadagur 23. juli 2010síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 23. juli 2010 · Nr. 111
12
Sosialurin
Nøvn
Føðingar
2. juli fingu Miriam av Reyni og Jóannes Egholm,
Tórshavn, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði
3925 gr. Stóribeiggin eitur Jens Jóannesarson av
Reyni.
11. juli fingu Christina Torpsgaard Bech og Pætur
Joensen, Gram, eina dóttur. Hon var 51 cm long og
vigaði 3610 gr.
14. juli fingu Rannvá og Eystein í Løðu, Bøur, ein son.
Hann var 54 cm langur og vigaði 3980 gr.
17. juli fingu Hilda Christiansen og Jóhan Hendrik W.
Jørgensen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 51 cm long
og vigaði 3000 gr.
17. juli fingu Tóra Johansen og Collins Okpara,
Strondum, ein son. Hann var 55 cm langur og vigaði
4250 gr.
18. juli fingu Elin Horn og Jákup Poulsen, Tórshavn,
ein son. Hann var 51 cm langur og vigaði 4055 gr.
18. juli fingu Joan Jógvansdóttir og Ási Mikkelsen,
Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði
3880 gr.
20. juli fingu Annelisa Justinussen og Jákup
Jóhannes Dalsá, Leirvík, ein son. Hann var 55 cm
langur og vigaði 5100 gr.
Tað er við sorgblídni, at
vit siga farvæl við Janne,
nú hon hevur verið leið
ari í Frískúlanum við Hoy
víks tjørn í heili 25 ár, sum
eru uml. 2/3 av hennara
tænastutíð sum lærari. Sera
væl hildni, væl rikni og væl
virkandi skúlin stendur eftir
hana sum ein sannur varði,
ið hon kann gleðast um og
vera errin av. Hon hevur á
sera hegnisligan hátt megnað
at fáa skúlan til at virka
avbera væl og menna hann
til nútíðar og framtíðar
sam felagið – til krøv og av
bjóðingar í samtíðini, sam
stundis sum skúlin er væl
rótfestur í fortíðar siðaarvi
og í føroyskari mentan.
Frískúlin er ein av teimum
út við 6.000 skúlunum, sum
altjóða Adventistasamkoman
rekur
um
allan
heimin.
Skúla virksemið teirra byrjaði
longu í 1874, og Frískúlin við
Hoyvíkstjørn, ið fyrr varð
kallaður
Adventistaskúlin,
byrjaði í 1966. Skúlin er 44 ára
gamal og harvið elsti frískúli
í landinum. Janne hevur so
statt verið skúlastjóri í meira
enn helvtini av livitíð skúlans,
og lítið er at taka seg aftur
í, at skúlin eftir familjuna
hevur verið hennara stóra
lívsuppgáva.
Janne Shantz Johnsson
er fødd 16. mai 1948 í Århus,
dóttir Hans Jørgen Schantz
úr Holstebro og Carlu Nest
ved úr Køge. Janne var
gift Kristinni Johnsson úr
Tórshavn, sum eftir stutta
sjúkralegu
andaðist
fyri
tveimum árum síðani. Tey
eiga børnini Tatjanu, Natashu,
Teresu, Mariu og Julian, sum
m.a. er kendur frá føroyska
fót bóltslandsliðnum. Janne
tók
læraraprógv
á
Jell
ing Seminarium í 1972 og
hevur verið lærari í Vejle
fjordskolen í Daugård 1972
85 og síðan 1985 verið stjóri í
Frískúlanum.
Janne hevur gingið upp í
uppgávuna og skúlan við lív
og sál. Tann fyrsta at møta
um morgunin og altíð hon, ið
gekk undan. Spardi ikki seg
sjálva, men var tann, ið luttók
og vísti vegin og heldur gekk
fammanfyri og eina míl
afturat. Hon hevur verið
ótroyttilig at eggja, stuðla og
motivera, men eisini at taka
atlit til støður og umstøður
hjá øðrum og fáa alt at
ganga upp í eina hægri eind.
Hon var tann, ið bar kaffi út
í skúlagarðin til garðvaktina,
og altíð var hon í líka stóran
mun tænari sum leiðari. Hon
hevur so at siga verið tann
fyrsta
millum
líkamenn.
Kundi hon geva, kundi hon
eisini krevja, og hon segði
hart, hvat ið hon vildi hava,
og hvussu hon vildi hava
tað, men hon legði eisini
upp til dialog, og gav tær
fult frælsi og fulla ávirkan
at útinna uppgávurnar og
fremja verkið. Janne var og
er úrslitssøkin og miðsavnað
í arbeiðinum.
Janne dámdi líka so væl
at undirvísa sum at leiða.
Henni dámdi at vera sam an
við næmingunum, at for
telja, formidla, greiða frá og
gera
næmingarnar
tilvit
aðar um mangt og hvat.
Henn ara spurnar kappingar
eru legendar iskar, og hon
fekk næmingarnar at vera
áhugaðar í søgu og samtíð, í
samfelagnum og í almennari
vitan, eins og í enska málin
um, ið hon tosar raðið eftir
at hava búð í London sum
barn. Í mong ár hevur Janne
spælt blokkfloytu saman
við næmingunum, og vit eru
mong, ið hava notið frá líku
framførslurnar
til
skúla
veitsl urnar og til jólahaldini
í
Kirkjuni.
Janne
hevur
stórt námsfrøðiligt innlit
og hegni og hevur verið sera
góð í ráðum hjá børnum, for
eldrum og lærarum. Hon er
altíð góð og vinalig at koma
til, og tú fert altíð ríkari aftur
frá henni.
Vit fara at sakna hennara
meiningar og virði, hennara
áræði og dirvi, hennara
mót og visiónir, hennara
áhaldni og treiskni, hennara
umsorgan og uppmerksemi,
og hennara skemtingarsemi,
hýr og góða lag. Vit eru vís í, at
aðrar spennandi avbjóðingar
liggja fyri framman hjá
Jannu at luttaka í. Vit ynskja
Janne góða eydnu framyvir
og takka henni hjartaliga
fyri árini í Frískúlanum við
Hoyvíkstjørn.
Starvsfelagarnir í Frískúl
anum við Hoyvíkstjørn –
Bergur Godtfred
Janne gevst í Frískúlanum
við Hoyvíkstjørn
Gullbrúdleyp
Fríggjadagin 23. juli hava
Hergerð og Eiler Sam uel sen
bakari Klaksvík gull brúd
leyp. Dagurin verður hildin í
K.F.U.M & K í Klaks vík frá kl.
19 har øll eru hjartaliga væl
komin.
Gullbrúdleyp
Fríggjadagin 23. juli eru liðin
50 ár síðani Katrin og Alex
Sólstein vórðu hjúnavígd í
Klaks víkar kirkju. Tey eru
burturstødd gullbrúd leyps
dagin, tí saman við dreingj
unum og familj um teirra
endurtaka tey brúdleyps
ferðina til Noregs fyri fimm
ti árum síðani.
Silvurbrúdleyp
27. juli hava Krisfinn og
Maria Christiansen, Klaks
vík, verið gift í 25 ár. Tey eru
burtur stødd.
Silvurbrúdleyp
Mikudagin 8. september hava
Alith og Hilmar Djurhus
Strend ur
silvurbrúdleyp.
Dag urin
verður
hildin
fríggja dagin 10. september
kl. 18 í bygdarhúsinum á
Strond um. Tey ið ynskja at
gleð ast saman við okkum
verða vinar liga biðin um, at
siga frá innan 24. august á tlf.
448534 ella 224635.
90 ára føðingardagur
Leygardagin 24. juli heldur
Elisabeth Olsen sín 90 ára
føðingardag á Sand áar breyt
7. Tey, ið vilja heilsa upp á
hana, eru hjartaliga væl
komin millum kl. 11 og 15.
90 ára føðingardagur
Mánadagin 26. juli verður
Hanna Ziska, Klaksvík, 90
ár. Føðingardagurin verður
hildin á Sjómansheiminum í
Klaksvík kl. 18 sama dag. Tey,
ið vilja heilsa upp á Honnu,
eru hjartaliga vælkomin.
85 ára føðingardagur
Ólavssøkuaftan
28.
juli
verður Otto Sørensen, Tórs
havn, 85 ár. Tey, ið ynskja
at heilsa uppá Otto føð
ingar dagin, eru hjartaliga
vælkomin í Tórugøtu 27 (hjá
Sunnvu) 28. juli millum kl. 10
og 14.
75 ára føðingardagur
Sunnudagin 1. august fyllir
Helgir Thomsen í Hvalba 75
ár. Tey, ið vilja gleða Helgir á
degnum eru vælkomin heim
til hansara millum kl. 14 og
18.
70 ára føðingardagur
23. juli fyllir Anna Glyvradal,
Glyvrar, 70 ár. Vælkomst
verður í sjókafeiini í Rúnavík
24. juli kl. 18.
Merkisdagar