fríggjadagur 23. juli 2010síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Fríggjadagur 23. juli 2010 · Nr. 111
Sosialurin
Ólavssøkuaftan 28. juli fyllir
Otto Sørensen í Havn 85 ár.
Otto
er
porkeningur.
For eldrini
vóru
Sunneva
hjá Lávusi og Petur undir
Stígnum. Fimm vóru sysktini,
og Otto var í miðuni. Tvey
tey elstu sysktini Elsupa
Súsanna og Jóhannes eru
farin, meðan Otto, Eiler og
Evald eru millum okkara
enn.
Sum ungur fór Otto til
Havnar í 1944 í Skipshandilin,
har hann var inntil hann
í 1959 fór á skrivstovuna
hjá Landsverkfrøðinginum
sum bókhaldari. Hetta kom
at vera hansara lívsstarv,
har hann var væl lýddur av
øllum. Hann gavst vegna
aldur í 1993. Í fleiri ár hevði
Otto eisini bókhald fyri
okkurt skip og virki.
Í 1950 giftist Otto við
Nelly, sum er úr Nólsoy. Tey
settu búgv í Leivsgøtu 13, har
tey búgva enn. Tey fingu trý
børn: Nils í 1952, Sunnvu í
1956 og Katrin í 1963. Tey eiga
seks abba- og ommubørn.
Otto og Nelly hava havt
sítt andaliga heim í sam-
komuni í Ebenezer, har Otto
í mong ár hevði um hendi
avgreiðsluna
av
Sunnu-
dagsskúlablaðnum,
sum
Ebe nezer gav út. Otto var
ein av teimum, sum rættlas
fyrstu føroysku bíbliuna í
týðing Victor Danielsens,
sum kom út í 1949, og tá ið
endurskoðaða útgávan av
bíbliuni kom út í 1976, var
Otto eisini ein sum rættlas.
Hetta er tíðarkrevjandi ar-
beiði,
sum
krevur
stóra
precisión, og har er Otto rætti
maðurin.
Tey, ið ynskja at heilsa
uppá Otto føðingardagin,
eru hjartaliga vælkomin í
Tórugøtu 27 (hjá Sunnvu) 28.
juli millum kl. 10 og 14.
Góði Otto, hjartaliga til-
lukku við stóra føðingar-
degnum og tær og Nelly
verða ynskt mong góð ár enn.
Má Harrin signa og varðveita
tykkum í elliárum tykkara.
J
Otto Sørensen 85 ár
Otto og Nelly Sørensen
Í dag, 23 juli fyllir Sølvi
Mortensen av Sandi 80 ár.
Ja, hvar skal man byrja, jú
eg byrji við óvitadøgunum,
tá vit plagdu at spæla, tá
Sølvi, sum ein av teimum
størru dreingjunum legði
fyri. Stuttligur og minst líka
beistaktigur, sum vit aðrir.
14 ára gamal fór eg til
skips og sanniliga, so var
Sølvi eisini við Mjóvanes, tá
var hann vorðin 17 ára gamal,
og var sítt triðja ár til skips
sum ein ágrýtin unglingi.
Nú gingu nøkur ár og
komu vit at búgva saman
í Havn, undir útbúgving.
Hann gekk uppá longdina og
Gustav og eg til setuskipara.
Vit vóru fýra sum búðu á
einum kamari, Sølvi, Gustav
og eg sjálvur av Sandi og
Ove Olsen úr Hósvík. Sølvi
minnist sjálvur stuttleikan ið
har var; men tað minnist eg at
annaðhvørt vóru vit í kirkju
ella í meinigheitshúsinum,
og ofta í báðum støðum
sunnu dagar.
Vit komu aftur at sigla
saman til ísfisk við Oyrasker
og varð hetta eisini ein góð
tíð.
Nú gingu nøkur ár og vóru
vit
vorðnir
familjumenn,
vit tosaðu um at fáa okkurt
at henda í bygdini og fóru
Sølvi, Gullbrand og eg undir
at skaffa pengar til at keypa
eitt skip. Hetta bleiv veruleiki
og høvdu vit Dagstjørnuna í
fleiri ár saman við øðrum
sandingum. Sølvi fór tá uppá
land, at reka Eldhúshandilin
saman við sváginum, og er
tað ikki sørt at hann sæst
har enn.
Sølvi hevur veri ein góður
maður fyri Sandsbygd við
sínum trúðarlívið. Trúgvur
hevur hann veri ímóti Missi-
óns húsinum sum hann fyri-
reikaði at fáa. Øll tey ár, ið
hann hevur hildi sunnu dags-
skúla, tey eru nógv verd fyri
okkara bygd og fyri okkara
kristnu trúgv.
Børn míni og abbabørn
og fleiri við teimum, hava
nógv gott at siga um Sølva,
og minnir eru øll góð.
Hvussu nógv ár ið tær
eru ætlað afturat, er bert
ein ið veit, men vit fara at
ynskja tær, saman við tínum
kæru, nøkur góð ár afturat
og higani frá okkum verður
ynkst tær so hjartaliga til
lukku.
Sólvit Simonsen
NB Eg var noyddur at bróta
meg sjálvan av, tí eg kundi
blivi sitandi og skriva.
Sølvi Mortensen 80 ár
Barbara Christoffersen, Páll
Danielsen og fýra ferðir
Tórgarð. Brecht og sera
roynd ur týskur leikstjóri.
Tað fær illa verið betri,
hugsaði eg, tá ið eg nú eitt
kvøldið leitaði mær oman
í hølini hjá tjóðpallinum at
síggja Grugg tulka Brecht
við sangleikinum “Goym
moralin til seinni”.
Meðan eg bíðaði eftir,
at leikurin byrjaði, mól ein
stubbi av einum teksti hjá
Brecht í høvdinum á mær,
sum eg minnist frá mínum
ungu døgum. Eg endurgevi
hann eftir minninum:
Hin ungi Aleksandur legði
India undir seg.
Var hann púra
einsamallur?
Cesar vann á gallarunum.
Hevði hann í minsta lagi
ikki ein kokk við sær.
Filip kongur græt, tá í floti
hansara gekk undir.
Græt eingin annar?
Stubbin gevur eina hóm-
ing av, hvørjum Brecht
var upptikin av. Hvør var
áskoðanin á sam felagið,
sum vit fyltu børnini og
ungdómin við, og sum
flest øll okkara góðtóku
uttan
fyrivarni.
Nakrir
tekstir hjá Brecht vóru
um hetta mundið - seinast
í 60-árunum og fyrst í
70-árunum – týddir til før-
oyskt, og summir prentaðir
í tíðarritinum Framanum.
Sangir hjá honum úr
ymiskum
uppsetingum,
sum vóru nógv frammi tá,
mólu eisini í høvdinum.
Gleddi meg at hoyra
onkrar teirra í føroyskari
týðing. Kendi eitt nú Sura-
baya Johnny og Sjórænara
Jenny aftur á listanum yvir
sangir í leikinum.
Lat meg siga beinanvegin,
at eg varð ikki svikin. Sat
sum rúnarbundin frá fyrstu
løtu og til leikurin, áðrenn
eg visti av, var liðugur.
Tað var sum at vera á
kabarett. Serstaka sang-
lagið, tónleikurin og ferðin
vóru imponerandi.
Sangirnir og tekstirnir
leggja iðjandi lívið fram
fyri okkum, eisini hjá teim-
um, sum vit kunnu halda,
ikki liva eitt sømiligt lív,
og tí ikki hava so nógv
at liva fyri. Men lívið er
altíð sterkari enn deyðin.
Næstan sum eitt motto
varð setningurin “Upp við
høvdinum! Tann sum ikki
er deyður enn, hann er
livandi!” singlaður í høvdið
á okkum. Og beint aftaná:
“Tann
størsti
ítrótturin
byrjar har, sum hann langt
síðani er hildin uppat at
vera sunnur.”
Brecht vildi gera sítt til
at fáa okkum at hugsa og
vaksa sum menniskju.
Haldi ikki, at nakar fer
órørdur úr leikhúsinum
eftir at hava sæð og hoyrt
leikin. Setningar og sang-
løg hanga í oyrunum, og
mátturin frá væl upp-
løgdum leikarum situr í
kroppinum.
Einaferð varð sagt um
ein av heimsins mátt mikl-
astu monnum, at hann ikki
megnaði at spæla fótbólt
og tyggja tyggigummi sam-
stundis. Eg veit, at menninir
í leikinum eru serstakir,
men eg ivist ikki í, at bæði
teir og vit kunnu takka
leikstjóranum fyri, at teir
nú megna at spæla fótbólt
og syngja samstundis og
uttan himpr, sum um tað
bara var eitt spæl.
Takk fyri eitt megnar
avrik, Barbara, Páll og fýra
ferðir Tórgarð.
Eg vil nýta høvið at mæla
øllum til at unna sær hesa
løtuna saman við Brecht og
Grugg-manningini.
Pauli Nielsen
Goym moralin
til seinni
Grugg til gamans og til
álvara upp undir ólavsøkuna
og ólavsøkudagarnar.