Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-23, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juli 2010síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. juli 2010 · Nr. 111 14 Sosialurin Nøvn Siti her í stovuni í Skumpitoft og síggi niðan á longu vøkru lonina á Granda, eini væl­ hildin aldagomul hús, barna­ heimið hjá Elisabeth. Nógv samband hevur verið millum húsini bæði, ættarbond og vinabond knýtt. Á Granda sá Elisabeth dagsins ljós fyri níti árum síðan. Í Húsavík vaks hon upp, spældi sær saman við hinum bygdarbørnunum á gamla miðaldartúninum hjá Hústrúnni, í grundini og gomlu toftunum, í ánni og á sandinum. Bygdin øll var eitt stórt spælipláss. Men børnini, so hvørt tey mentust, vóru eisini partur av arbeiðslívinum í bø og haga saman við teim vaksnu. Nógv er broytt í níti ár. Elisabeth, við gentunavninum Clementsen, fór á ungum árum til Danmarkar á há­ skúla, og mundi tað ikki vera vanligt fyri gentur á bygd tá í tíðini. Elisabeth varð ver­ andi í Danmark, lærdi til barna pleyirsku, sum tað æt tá, arbeiddi eina tíð og fór so at læra til sjúkrasystur á Kommunuhospitalinum. Í Danmark hitti hon tann unga læknalesandi Árna Olsen úr Árnastovu í Kunoy. Tað rann saman teirra millum, og tey gift ust í Húsavíkar kirkju á heysti í 1949. Brúdleypið stóð í hennara barnaheimi á Granda, og brúðardansurin var í húsunum við Á. Brúd­ leypsgestir norðaneftir gistu í Skumpitoft og øðrum hús um í grannalagnum. Eitt valabrúdleyp, sum ver­ móðir mín tosaði um til sín doyggjandi dag. Tey høvdu bæði fingið sín ar útbúgvingar, vóru niðri eina tíð, komu so aftur til Føroyar, har Árni var lækni í Havnini og seinni kommunulækni í Vágunum. Elisabeth og Árni fingu fýra synir. Elsti sonurin er føddur í Danmark, hinir tríggir í Før­ oyum. Og sum hjá so nógv­ um mammum tá í tíðini bleiv heimið arbeiðsplássið hjá Elisabeth. Dugnalig hús­ móðir hevur hon altíð verið, dugir væl at gera mat, og heim teirra hevur altíð verið væl hildið. Røsk er hon við stokkunum, enn tann dag í dag. Tá tey høvdu verið í Før oyum í nøkur ár, flutti familjan aftur til Danmarkar, har Árni tók serútbúgving í psykiatri og neurologi. Tey áttu hús í Gladsaxe, og altíð vóru opnar dyr í Ærtemarken fyri skyldfólki og vinfólki, og tað munnu vera mong við mær og mínum, sum hava kent umsorgan frá Elisabeth og Árna, stødd í Danmark á sjúkrahúsi, í læru ella lesandi. Minnist tá tey eitt summar tóku móti okkum, hvussu húsvandir føroyingar í Danmark gingu út og inn. Og Elisabeth tók sítt tørn við fýra hálvstórum dreingjum, hart arbeiðandi manni og so øllum gestunum. Einki var onkursvegna hjá henni, alt skuldi bara vera so gott so gott. Góða Elisabeth, takk fyri alt, tú gjørdi fyri meg og míni og øll hini, sum komu á tykkara gátt. Í 1969 fluttu Árni Olsen, Elisabeth og synir teirra til Føroyar at búgva. Árni fór undir pionerarbeiði á nýggja Statshospitalinum í Havn. Og har var Elisabeth honum góð. Hon skilti hann og ta ovurstóru arbeiðsbyrði, hann tók á seg, tá tíðin kom at flyta føroyskar sjúklingar úr Danmark aftur til Føroyar at búgva. Árni Olsen sat eisini við ábyrgdini, tá før­ oyingarnir frá Rødbygård komu heim aftur at búgva. Bústaðirnir á Eirargarði 14­ 16 vóru tá partur av hansara arbeiðsøki. Eg haldi, at bara fólk, ið vóru á vøllinum ta tíðina, vistu og dugdu at fata, hvat leikaði á, og hvat kravdist av teimum, sum stóðu høvuðspersóninum næst. Einki óvanligt, at nátt­ ar svøvnurin var órógvaður av fólki, sum ringdu á nátt­ artíð í dýrastu neyð. Tá nytt­ aði einki bara at leggja tele­ fonina á aftur. Onkur mátti í minsta lagi lurta. Elisabeth og Árni megnaðu tað í felag. Tit dugdu eisini at vinna vinaskara aftur í Føroyum aftan á nógv ár í útlegd. Gamla mentanin úr Húsavík og føroyski dansurin var tað, Elisabeth vildi nýta sína frítíð til. Og her haldi eg, at Árni stuðlaði henni. Saman sóust tey í dansifelagnum í Havn og annars millum tey, sum fjálgaðu um føroyska dansin. Hugnaligt var altíð at koma inn til tykkara í vakra heimið, tit bygdu við Sandá. Dreingirnir vuksu til mans, fluttu heiman, fingu góðar útbúgvingar, arbeiði og familj ur, og ommubørnini eru nú 10 í tali. Árni andaðist nakað fyri jól í 2001. Sorgin nívdi. Og aftur beint fyri jól í 2004 komu sorgarboð, tá Klæmint, næstelsti sonurin, fór í sínum bestu árum. Tíðin gongur, árini eru mong, heilsan viknar, og tú sat einsamøll í húsi. Tá so møguleikin var har, valdi tú at flyta úr húsunum í eitt eldrasambýli at búgva. Tú ert skilagóð sum áður, fylgir við øllum, sum hendir úti og heima og ert áhugað í øllum lívsins viðurskiftum. Tí er tað áhugavert at práta við teg enn sum áður. Góða Elisabeth. Hjartaliga til lukku við níti ára føð ingar­ degnum. Guð gevi tær ljósar løtur í ellini. Heilsan frá okkum øllum. Helena Føðingardagsheilsan til Elisabeth Olsen Elisabeth í køksvindeyganum á Granda Barnheimið hjá Elisabeth á Granda í Húsavík Í samband við barnaheim í India verður eitt stuð uls­ tiltak í Ribarhús í Fuglafirði í døgunum fríggjadagin og leygardagin 30. til 31. juli frá kl.10­18 báðar dagarnar Í fleiri ár hava føroyingar havt samband við ungan mann í Suður Indiu, sum hevur arbeitt við at byggja upp eitt barnaheim fyri heimleys børn. Maðurin eitur Anbu og hevur vitjað í Føroyum og greitt frá arbeiðinum. Anbu var við missións­ skipinum MV Doulos. Hann fór av Doulos í 2004 eftir at hava arbeitt umborð í nøkur ár. Meðan hann var við Doulos kendi hann eina størri og størri byrðu at byrja eitthvørt barnaarbeiði í heimlandinum. Tá hann kom aftur til India, sum er hansara heimland, fór hann undir sína lívsverkætlan, nevniliga at byggja upp eitt barnaheim. Sjálvur var hann á barnheimi sum barn, og kennir tí á sínum egna kroppi hvat eitt gott barnaheim kann geva ein­ um heimleysum barni. Sum 15 ára gamal gjørdi Anbu og bróður hansara, Sivajayam, av at trúgva á Harran Jesus og at fylgja læru og boðum Jesusar. Anbu og bróðurin fóru undir hesa verkætlan í áliti á Harran og lyfti hansara, og høvdu ongar økonomiskar miðlar frá nøkrum menn­ iskja ella stovni. Hann kom at kenna føroyingar umborð á Doulos, og tí hava føroyingar verið við í hesi verkætlan seinastu 6 árini. Vitjanir úr Føroyum hava verið gjørdar fleiri ferðir, so hetta er ikki ein verkætlan, sum fer fram aftanfyri kolissurnar. Stuðul Innsavningar hava verið í samkomunum í Føroyum, og í dag eru í alt 1.mill. krónur savnaðar í Føroyum til arbeiði. Byggiøkið er keypt, vatnbrunnur er griv­ in út og nú er sjálv bygg­ ingin eftir. Málið er at fáa bygt eitt heim, sum kann hýsa 100 børnum. Inntil nú hava børnini verið uml 20, og húsast undir sera primi­ tivum umstøðum. Men tað, sum er best av øllum er, at børnini hoyra um Jesus og fleiri hava tikið ímóti honum. Stuðulstiltak verður í Ribarhúsi í Fuglafirði fríggja dagin og leygardagin 30. til 31. juli frá kl.10.00 til 18.00 báðar dagarnar. Søla verður av hondgjørdum lutum so sum bundið, hekl­ að, seymað, broderað og annað mangt. Fyrireikarnir vóna at fleiri vilja vitja tiltakið. Kaffi og køkur verða at fáa. Tað, sum kemur inn gjøgnum sølu, fer til verkætlanina í India. Samband Marjun Joensen í Leirvík og Maria Meinhardsdóttir Jakobsen úr Søldafirði eru millum teir føroyingar, sum hava verið ein partur av hesi verkætlan í fleiri ár. Um ein ynskir at vita meiri um hesa verkætlan og hvussu ein kann stuðla, er møguligt at seta seg í samband við tær á tlf: 224145 ella mariameinj@ gmail.com Eisini kann ein fara inn á heimasíðuna: http://www.heimindia.dk Stuðulstiltak í Ribarhús – barna­ heim í India