fríggjadagur 23. juli 2010síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Fríggjadagur 23. juli 2010 · Nr. 111
Sosialurin
Fríggjadagin 23. juli verður
Steintór Rasmussen í Klaks
vík 50 ár. Hann hevur í mong
ár verið í fremstu røð – ikki
minst innan sang og tónleik.
Umvegis sítt fjøltáttaða virk
semi og við síni vinsælu og
vinnandi framferð kennir
Steintór nógv fólk, og tey eru
mong, sum halda seg kenna
føðingardagsbarnið, sum nú
fer um tey hálvt hundrað,
og sum framvegis megnar
at varðveita sambandið til
børnini og ungdómin.
Hann var føddur og vaks
upp úti í Grótinum. Hetta
stað ar navnið í Klaksvík kem
ur av Skipanesi. Teir vóru
tríggir brøður, sum fyri ein
ari stórari øld síðani fluttu av
Skálafjørðinum og til Klaks
víkar at búgva – Christian,
Klávus og Jógvan, sum bygdi
úti í Klaksvík, omanfyri
Klaksvíkstrønna. Navnið í
Grótinum festi seg til hesi
húsini og til grannalagið.
Kona Jógvan í Grótinum
var
Magdalena
Carolina,
sum var ættað av Uppsølum.
Tey fingu tíggju børn, og tá
ið fleiri teirra búsettust í
grannalagnum hjá for eldr
unum, gjørdist í Grótinum
skjótt býlingur.
Yngstur av børnunum var
Steingrím, sum giftist Nancy,
ið er ættað sunnan úr Vági.
Tey búsettust í Grótinum,
og Steintór er yngstur av
teimum
fimm
synunum
hjá teimum: Jón (1951), Alex
(1952), Álvur (1954), Páll (1956
2010) og Steintór (1960).
Steintór var liðugur við
HF í Klaksvík í 1979, og í
1994 tók hann læraraprógv
á Vordingborg Seminarium.
Eftir at hava verið lærari í
eitt ár í Næstved, flutti hann
aftur til Klaksvíkar, og síðani
1995 hevur hann verið í starvi
í Skúlanum á Ziskatrøð.
Longu meðan hann gekk í
realskúla, var Steintór saman
við javnaldrum við til at
seta á stovn ungdómsfelag,
og hann var eisini uppi í
landsfelagnum
fyri
ung
dóms feløg.
Tíðliga í tíðini fór Steintór
at gera vart við seg sum
tónleikari, lagsmiður og eis
ini yrkjari. Saman við vin
monn unum Rana og Eyðuni
Nolsøe stovnaði hann fyri
meiri enn fjórðingsøld síðani
Frændur, sum seinastu 25
árini hava spælt og sungið í
Klaksvík og kring landið alt
og eisini uttanlands.
Steintór hevði avgerandi
leiklut, tá ið Frændur av
fyrst an tíð fóru í studio og
góvu plátu út í 1984. Steintór
skrivaði flestu av sangunum,
sum eru á fyrstu útgávuni, og
øll árini síðani hevur Steintór
verið ein týðandi partur av
bólkinum, sum hevur skrivað
og spælt so nógvar sangir,
sum føroyingar kenna væl.
Millum kendastu sangirnar,
sum Steintór hevur skrivað
til Frændur, eru Føroyar,
Lívsmynd
og
Hundurin
Brúni.
Steintór hevur verið hug
flogs ríkur og arbeiðs samur.
Hann hevur virkað fyri, at
fáa
føroyskar
unglingar,
sum tað hevur ligið væl fyri
hjá sum sangarar og tón
leikarar, kendar uttanfyri
land oddarnar, hann hevur
gjørt útvarpssendingar, har
hann hevur víst serligt hegni
at fáa tilfar úr Klaksvík og
bygdunum í Norðoyggjum at
kennast áhugavert fyri allar
føroyingar, og so er hann
ein av teimum, ið tóku stig
til Summarfestivalin, sum
hann framvegis er ein av
oddamonnunum fyri.
Nógvir av sangunum hjá
Steintór eru vorðin fólkaogn,
og bæði sum lagsmiður og
yrkjari og eisini sum um
setari hevur Steintór lagt
sannar perlur úr hondum.
Inni haldsliga hevur hann
spent víða. Í unglingaárunum
vóru tað kærleiksballadur og
politiskt atfinningarsamar
yrkingar, og so hevur hann
yrkt og sungið um alt møgu
ligt annað. Ikki minst barna
rímur og sangir, sum hann
fekk íblástur til at yrkja og
syngja, tá ið hansara egnu
børn vóru smá og vuksu til.
Í 2006 fekk Steintór barna
bókavirðisløn M. A. Jacobsens
fyri hugskotið og útgávuna
Kular Røtur. Tá varð sagt
soleiðis í grundgevingini:
Øll børn í Føroyum kenn
ast við hugtakið Kular Røt ur.
Hetta eru beinraknir barna
sangir við stuttligum og
ævintýrkendum
innihaldi,
ið bera upp á rím. Løgini eru
ljómandi og leikandi løtt.
Innihaldið er núligt, og ganga
orð, myndir og tón leik u r í
eina heild, sum hóvar børn
unum væl. Steintór Ras mus
sen hevur við útgávuni Kular
Røtur sýnt listarligt hegni og
fingið fram sanggleðina hjá
okkum øllum, smáum sum
stórum.
Steintór er giftur Jóngerð
Biskopstø úr Klaksvík, og tey
eiga trý børn: Annika, Ras
mus og Rakul Ró.
Frá barnsbeini av hevur
Steintór verið sera áhugaður
í talvi. Beiggjarnir telvaðu,
og Steintór var ikki meiri
enn farin í skúla, tá ið hann
fyrstu ferð troppaði upp í
talvfelagnum, sum nýliga
var endurstovnað, og sum
helt til í skúlanum og seinni
í ovastu hædd í Føroya
Banka og síðani í Skákinum
í Akursmørk. Steintór hev
ur verið við og átt sín lut
í
veldugu
menningini,
sum talvfelagið í Klaksvík
hevur verið í seinastu fjøru
ti árini, og hann hevur
vunnið FM fyri unglingar
og í landsliðsbólkinum –
bæði í liðkappingini og fyri
einstaklingar.
Føðingardagurin verður
hildin saman við innbodnum
heima í Klaksvík.
Steintór Rasmussen fimmti
Til
Johannu
Vestergaard
Elskaða dóttir. Tað kom okkum dátt við at fáa boðini
um at tú so brádliga varð tikin frá okkum.
Vit eru tyngd av sorg og sakni, tankin um at vit
ongantíð skulu hittast aftur her, er okkara stóra
djúpa sorg.
Tú eigur trý deilig børn, Ken, Aksel og Kristinu,
tey elska teg og sita eftir við sakni og sorg um at
hava mist teg, góða.
Lítla Rakul er komin, men tú náddi ikki at síggja
hana.
Nú blómar í urtagarðinum, summarið er komið
við ljósi og vón.
Tú var ein so vøkur blóma, dugnalig, røsk, erlig
og glað av lyndi, tú dugdi at arbeiða bæði skjótt og
væl.
Elskaða dóttir, tú hevur róð um lívsins hav, ein
róður, sum eisini kundi vera tungur, lívið er bæði
gleði og sorg, ein gáta, sum bara Gud kennir, men
eisini ein gáva.
Bert lítla stund í rósulund
ein dag í senn vit fáa.
Góða Johanna, mín vón og ynski er, at vit øll
mugu møtast aftur heima hjá Gudi.
Takk góði Gud fyri farnar løtur. Takk fyri
Jóhannu, okkara elskaðu dóttur.
Mamma