Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-23, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juli 2010síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 23. juli 2010 · Nr. 111 16 Sosialurin Dagfinn Olsen Í blaðnum mikudagin hevði Sosialurin prát við Jóhannus á Rógvu Joensen frá Futt, og Heðin Mortensen, borg ar­ stjóra í Havn, har teir lýstu málið úr sínum sjónar horn­ um. Ein skjót niðurstøða úr hesum kann vera, at í Futt standa tey spurin og skuff­ aði, nú Futt hevur mist kon­ sertina av hondum, með an borgarstjórin sigur, at kon­ sertin skal dagførast og gerast partur av heildarætlanini við víkjandi ólavsøkuni. Futt kærdi avgerðina fyri Innlendismálaráðnum og Sosialurin hevur fingið innlit í skjølini. Sum so er ikki so nógv at leggja afturat í málinum. Futt metti seg í greinini mikudagin at hava fingið moralskt viðhald, men ikki juridiskt. Innlendismálaráðið sigur í varligari orðing m.a., at av tí at Futt hevur skipað fyri konsertini á næstan hvørj­ um ári síðani 1986, metir Inn lendismálaráðið, at fe­ lag ið kann sigast at hava eina grundaða væntan um at eisini skula skipa fyri kon­ sertini í 2010. Víðari sigur Innlendismálaráðið, at tað er óheppið, at felagið ikki fekk fráboðan í góðari tíð. Men ráðið staðfestir eisini, at ráðið bert ger intriv, um talan er um kommunalar avgerðir, sum eru greitt brot á galdandi lóggávu og Innlendismálaráðið met ir ikki, at avgerðin hjá Tórs­ havnar Kommunu um sjálv at skipa fyri ólav søkukonsert við nýggjum konsepti, kann sigast at vera brot á galdandi lóggávu. Í skjølunum sæst, at Futt áður hevur fingið loyvir ella boð á heysti, meðan boðini um at Kommunan nú tekur yvir komu til felagið á fundi í mars 2010. Futt undrast í viðmerk­ ingum á, at talan er um ónøgd við innihald ella málbólkin hjá ólavsøkukonsertini, og at nú skal vera talan um eina broyting ella dagføring, tí fleiri av nøvnunum ganga aftur, og hava verið á palli á ólavsøkuonsertini áður. Einastu broyting metir fe­ lag ið vera, at kommunan nú hevur ein danskan bólk við á konsertini á tjóðarhátíðini. Felagið sigur seg annars vilja samstarv og at vónin er, at støðan verður umugsað, og at Futt sleppur at vera við í menningini av nýggju ólav­ søkukonsertini. Tórshavnar Kommuna sigur í sínum viðmerkingum m.a., at kommunan seinastu árini hevur gjørt eitt miðvíst arbeiði við at endurnýggja ólavsøkutiltøkuni. Til gongd­ in hevur eisini fevnt um livandi tónleikin. Komm un­ an viðgjørdi loyvi til ólav­ søkukonsertina á innanhýsis fundi 4. mars. Mett varð, at festivalar kring landið og live­tónleikaframførslur á Tórspalli hava ávirkað konseptið hjá Futt bæði í mun til málbólk og inihald, og at Futt ikki hevur megnað at tillaga seg til hesar broyt­ ing ar. Víðari verður m.a. sagt í viðmerkingunum, at av gerð varð tikin um, at komm­ unan sum eina roynd sjálv skuldi standa fyri ólavsøku­ konsertini í ár sum part av eini heildartilgongd fyri ólavsøkuhaldið hjá komm­ ununi. Leggjast skal eisini dent ur á at hava ungdómin sum málbólk. Lesast kann eisini í skjøl­ un um, at Futt hevur sett fram fyrisprning um sam­ starv. Tann 25. mars svarar kommunan, at hon sjálv fyriskipar konsertina. Niðurstøðan hjá Tórs­ havn ar Kommunu kann stutt lýsast so, at Kommunan vil hava góð og gevandi tilboð, og at kommunan, við støði í teimum broytingum, ið eru framdar í mun til ólavsøkuhaldið seinnu árini, vil royna eitt øðrvísi konsept kring ólavsøkukonsertina. Hetta er í stuttum gongdin og her stendur málið. Ólav­ søkukonsertin verður sum vant tann 27. juli. Ikki við Futt sum fyrireikara, men við Tórshavnar Kommunu sum fyrireikara. dagfinn@sosialurin.fo Kærumál Sosialurin hevur fingið innlit í málið, har Futt kærdi avgerðina hjá Torshavnar Kommunu um at yvirtaka Ólavsøkukonsertina, og sjálv skipa fyri konsertini uttan um Futt, ið hevur havt konsertina síðani byrjan í 1986 Savnsmynd Kommunan breyt ikki lógina mótvegis semjusøkjandi Futt