Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-23, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juli 2010síða 27

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 111 · 23. juli 2010 11 Ólavsøkugolf Leygardagin 24. juli verður ein ólvasøkugolfkapping á skránni. Hon verður fyri limir, og spælt verður við fullum handicap, sum merkir, at allir luttakarar hava møguleika at vinna, óansæð, hvussu væl teir duga. Í august verður Tórshavn Open, har handicappið ikki verður galdandi, og har tann luttakarin, sum klárar seg ígjøgnum vøllin við fægst sløgum, vinnur. Tórshavn Open kappingin er fyri øll, sum hava hug at vera við. Oskar Eiriksson og Finn Jensen eru samdir um, at golfvøllurin á Glyvursnesi liggur á einum av heimsin vakrastu golfumhvørvunum. - Hetta fer at draga nógv ferðafólk til Føroyar, um vit fáa bøtt um umstøðurnar, siga teir um tú vilt byrja at spæla golf: • Set teg í samband við nevndina ella onkran lim í Tórshavnar Golfklubba. Oskar Eiriksson ella Finn Jensen vilja fegnir hjálpa ella bera boðini víðari. • Til ber at læna útgerð frá Tórshavnar Golfklubba, um tað er fyrstu ferð, tú spælir. • Í Føroyum er eingin dresscode, men lat teg í eftir veðrinum. Mælt verður tó frá at hava klæðir, sum skróva, t.d. regnklæði, tí tað skal vera púra kvirt, tá sligið verður. • Fyri tey, ið ikki eru limir, kostar tað 50 kr at spæla á vøllinum á Glyvursnesi • Golf er fyri øll, bara tey orka at bera útgerðina. Eitt fult sett vigar eini 15 kg, men ikki er neyðugt at hava alla útgerðina við fyrstu ferðirnar • Uttanlands er golf tann ítróttargreinin, sum veksur skjótast, og kvinnur egna seg sera væl sum golfspælarar • Spælt verður tá veðrið er gott. Tað er somuleiðis mestsum ein føst avtala, at leygar- og sunnumorgun verður spælt golf á Glyvursnesi, og tey sum hava hug at spæla, møta bara upp tá. • Tað tekur umleið 4 tímar at spæla 18 hol. • Tá veðrið er gott verður eisini spælt um veturin, men trupulleikin er tá ofta, at tað er so stutt ljóst, at man ikki nær tey 18 holini.