fríggjadagur 23. juli 2010síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 111 · 23. juli 2010
10
Golf
Eydna Skaale
eydna@sosialurin.fo
Myndir: Sunva Eysturoy Lassen
- Tað ringa við golf er, at tú hevur
so nógva tíð at hugsa teg um í. Tá tú
spælir batminton ella tennis, reagerar
tú instinktivt, men tá tú spælir golf,
hev ur tú langa tíð at hugsa teg um
í. Og onkuntíð kann man hugsa for
nógv. Tað er eitt mentalt krevjandi
spæl, sum í høvuðsheitum gongur fyri
seg millum oyrini, greiðir Finn Jensen,
sum er fastur fúsur á golfvøllinum á
Glyvurs nesi, frá.
Tórshavnar Golfklubbi hevur einar
150 limir, harav eini 30 spæla regluliga.
Av teimum 30 eru eini 4 konufólk. Tað
halda Finn og Oskar vera stórt spell, tí
golf hóskar seg sera væl til konufólk.
Men bæði áhugin og talið av limum
øk ist tó spakuliga.
– Vit hava fleiri limir, sum búgva
utta n lands, og sum koma heim í feriu-
num at spæla golf, vísir Finn á.
Oskar skoytir uppí, at tað eisini eru
nógv fólk, sum koma út á Glyvursnes at
royna seg í golfspælinum, t.d. fyritøkur,
sum hava starvsfólkadagar, ella fólk,
sum eru í polterabend.
- Vit hava nógvar gestir, sum koma
út at royna at sláa nakrar bóltar til
stutt leika. Og tað eru fólk vælkomin
til, sigur Oskar.
Tað ber eisini til at bíleggja sær ein
ókeyp is royndartíma, har tú fært høvi
at royna teg saman við einum av meiri
garvaðu spælarunum. Soleiðis kanst tú
síggja, um golf er nakað fyri teg. Skipað
verður eisini fyri skeiðum um veturin,
har høvi er at læra reglurnar –bæði tær
skrivaðu og tær óskrivaðu.
Gott til ferðafólk
Umstøðurnar at spæla golf í Føroyum
eru ikki serliga góðar, men golf’ararnir
eru glaðir fyri tað, teir hava. Teir vísa
tó á, at um umstøðurnar vórðu betri,
kundi tað verið sera attraktivt fyri
ferða fólk.
- Ferðafólk, sum koma til Skotlands
at spæla golf, leggja 80 milliardir krónur
eftir seg. Tey skulu jú bæði búgva og eta
með an tey eru og spæla golf. Og skotar
hava dugað væl at marknaðarført seg.
Eisini Ísland er við at gera vart við seg
sum golf-land. Vit síggja, at Norrøna er
full av týskarum, sum fara til Íslands
at spæla golf. Men eingin steðgar her,
vísir Oskar á.
Hann sigur, at av øllum teimum
mongu ferðafólkunum, sum hvørt
summ ar liggja við kai í Havn, eru heilt
víst mong, sum fegin vildu sloppið at
spælt golf.
- Vit vita, at tað eru nógvir fyri-
spurn ingar. Men umstøðurnar eru ikki
til tað, tíverri. Tað er spell, tí Glyvurs-
nes, har golfvøllurin liggur, telist
mill um heimsins vakrastu golfstøð.
Vit hava fantastiskt útsýni og síggja
bæði Eysturoynna, Norðoyggjar og
Nólsoynna. Vit ganga bæði í haganum
og framvið sjóvarmálanum, so
umframt sjálvt golfspælið, so er tað
eisini ein fantastisk náttúruuppliving,
vísir Finn á.
Oyggjaleikir
Tað er ilt at síggja, hvussu golfspælið í
Føroyum kann mennast, um ikki um-
støðurnar verða betri. Sum er, hava
golfar arnir eina bingju til klubbhús, og
møgu leikarnir at venja sløg, eru ikki
góðir. Vøllurin hevur 9 hol, sum mugu
spælast tvær ferðir, ístaðin fyri 18 hol,
sum er altjóða krav. Men hóast tað, so
hava føroyskir golfspælarar tvær ferðir
ver ið við á oyggjaleikunum.
- Oyggjaleikirnir eru okkara størs-
ta mál, og tað er heilt fantastiskt at
vera við. Men skulu vit hava nakran
møguleika at gera okkum gald an-
di, so mugu vit hava gongd í ung-
dómsarbeið ið. Og tað er torført, sum
er, tí vit ikki hava nakað veruligt stað
at venja okkara sløg. Men okkurt er í
um búnað, so vónandi verður tað ikki
so leingi, áðrenn venjingarumstøðurnar
eru batnaðar nakað, sigur Oskar, sum
sjálvur hevur umboðað Føroyar í
golfspæli á oyggjaleikunum.
Eta áskoðararnar
Finn leggur dent á, at hóast teir ikki
røkka so langt í altjóða kappingum, so
er tað serliga á tað sosiala, at denturin
verð ur lagdur. Golf er nevniliga ein sera
sosial ítróttargrein.
- Tá vit fara út at spæla golf, eru vit
mill um ein og fýra, sum fylgjast. Men
tað er einki stuttligt at vera einsamallur,
tí hóast tú kanska fært meiri burturúr,
so er skrekkurin at vera einsamallur og
fáa hole-in-one. Tí um eingin er, sum
kann vátta tað, so telur tað ikki við,
sig ur Finn flennandi.
- Hóast vit fylgjast, so eru vit ikki
kapp ing ar neytar. Kappingin er við teg
sjálv an og við vøllin. Hvussu kanst tú
vinna á vøllinum við at nýta so fá sløg,
sum gjørligt? Og hvussu kanst tú fáa
eitt betri úrslit, enn tú fekk seinast? Vit
hjálpa hvørjum øðrum og geva góð ráð,
með an vit eru úti, greiðir Oskar frá.
Hóast Tórshavnar Golfklubbi skipar
fyri einum 20 kappingum árliga, so
er synd at siga, at tað dregur nógvar
áskoðar ar.
- Áskoðararnir eru teir seyðirnir,
sum ganga á Glyvursnesi. Og hvørt
ár hava vit eina jólaveitslu, har vit eta
ræst kjøt frá bóndanum har úti. So man
kann gott siga, at vit hvørji jól eta einar
tríggjar av okkara áskoðarum, sigur
Finn.
– og fáa »hole in one«
- Tey flesTu halda, aT golf er ein íTróTTur fyri snobbar og rík fólk.
Men Tað er langT frá sannleikanuM. aT spæla golf er goTT fyri bæði
likaM og sál, og viT fáa nógva fríska lufT í fanTasTiskuM uMhvørvi.
Tað góða er, aT allir aldursbólkar og bæði kynini kunnu vera við. Tað
siga finn Jensen og oskar eiriksson, suM báðir eru ídnir golf’arar
Skrekkurin
er at vera
einSamallur
Finn Jensen, Oskar Eirikson og Mogens Brinx í góðum lag úti á golfvøllinum