fríggjadagur 23. juli 2010síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 111 · 23. juli 2010
5
– Seinnu árini havi eg kent meg Sum ein elligamlan ungling, nú Sleppi eg at
royna meg Sum ein blaðungur oldingi, Sigur Steintór raSmuSSen, Sum í dag
fyllir 50 ár. hann hevur verið landSkendur frændi í 26 ár, hevur verið
føroyameistarari í talvi, Stovnaði studio Pegasus, Stóð á odda fyri Kulum
rótum og Skipar nú fyri summarfestivalinum. tann góða løtan, rík minnir og
at røkka Settum málum sKaPa eydnuna, Sigur hann á føðingardegnum
Samrøða
uni arge
uniarge@gmail.com
Sum ein hvøss hvirla ein heystar
morgun kom søgan um ein útpíndan
brún an hund í útvarpslurtini, og eftir
tann dag var onki, sum tað hevði ver
ið, í føroyskum tónleiki. Árið var 1984,
sangskrivarin var Steintór Rasmus sen,
og nýggja fyribrigdið æt Frænd ur.
Tey politiskt tilvitaðu hoyrdu
beinan vegin, at "Hundurin brúni" var
annað enn ein tilvildarlig frá søgn um
ein samvitskuleysan bónda og ein
plágaðan hund. Her var sosial real ist
iskur broddur í. Hjartað var til vinstru,
og pennurin fanst at, at summi altíð
kradda so nógv inn und ir seg, at ov lítið
verður til hini.
Síðan fyrstu plátuna hjá Frændum
fyri 26 árum síðan hevur Steintór Ras
muss en mangan gjørt vart við seg á
føroyska mentanarpallinum, og seinnu
árini hevur hann serliga lagt sína orku
í Summarfestivalin.
Hóast Summarfestivalurin, Stein
tór sjálvur og Klaksvíkin eru óloysi liga
knýtt hvørt at øðrum, vil hann ikki kalla
seg lokalpatriot, tí tað er ov primitivt,
heldur hann. Men í Klaksvíkini trívist
hann sum blomm an í egginum, ikki
minst á sjálvum føð ing ar degnum.
tú fyllir 50 í dag. ert tú framvegis
ungur og í góðum lag?
Nei, eg eri ikki so ung ur long ur, men
tað kann held ur ikki vera málið við
lívi num. Heldur eig ur tað at vera at
varð veita hug in at skapa og merkja, at
tú livir, um tú so ert ung ur ella gamal.
Tíbetur bilar lag num fram vegis onki.
Seinastu ár ini havi eg kent meg sum
ein elli gamlan ung l ing, nú sleppi eg at
roy na tíðarskeiðið sum ein blað ung ur
oldingi. Aldur hevur satt at siga ikki so
nógv at siga fyri meg. Ert tú krops liga
og kensluliga hampi liga væl fyri, hevur
tú góðar orsøkir at vera nøgdur.
Hvør er munurin á at
vera 50 og 25 ár?
Tú ert kanska dupult so klókur av mis
tøk um og góðum lívsroyndum, men
hevur ikki helvtina av tí sjálvs áliti,
framfýsni og lívsmóti, sum eyð kennir
yngru árini. Tað vaksna lívið hevur
eisini aðrar dimensiónir, sum tey ungu
ikki geva sær heilt far um. Nøkur virði,
sum fáa øðr vísi týdning við árunum,
eitt nú hvør tín leiklutur er í familjuni,
og hvussu tú gert tína ávirkan gald
andi í samfelagnum. Kortini haldi eg
ikki, at aldursmunurin er ógvus lig ur
ella ræðandi. Tey flestu, sum eru mitt
í tjúgunum, eru bæði áhuga verd og
vitandi, og á yngri árum ert tú kanska
eisini fríari, tá talan er um at skriva,
yrkja og smíða løg. Við árunum koma
ofta fyrilit og forð ing ar, og nógvir
pennar dovna. Men um tú ikki ræðist
tínar egnu mein ing ar og teir dómarar,
sum altíð fara at verða, kann nógv
spennandi og vakurt koma frá einum
búnum skap an di menniskja.
Hevur lívið higartil mest
verið ein ferð á tindum?
Skalt tú klúgva upp á nakrar tindar í
lívi num, mást tú eisini niður í nakrar
dal ar og viðhvørt byrja á sløttum. Eg
haldi ikki, at hetta at vera hægstur,
størst ur ella bestur hevur fylt nógv í
mín um lívi. Tað er meira sjálv ferðin,
sum hevur drivið meg avstað. Tá tú illa
veitst, hvagar tú gongur, er upp aft ur
verri at vita, hvar tú endar. Nøk ur av
mínum málum havi eg rokk ið, men eg
vil sanniliga vóna, at nógv er eftir enn.
Hvør sangur hjá tær sigur mest
um tína fatan av lívinum?
Lívið rúmar so óendaliga nógv, og tað
er rættiliga avmarkað, hvat tú kanst
siga í einari yrking ella í ein um sangi,
sum helst ikki skal vera meira enn
trý ørindi og eitt hóskandi niður lag.
Kanska er "Lívsmynd," sum eg skrivaði
sum 23 ára gamal, mín besta heilsan til
lívið. Tað er ikki nak ar sosialrealistiskur
tungvektari, men sangurin er beint
frá hjartanum og hevur eina inniliga
vón um frælsi, rætt vísi og frið millum
menniskju.
Hevur tú altíð havt tørv
á at skriva um kærleika,
lívið og samfelag?
Hatta eru jú trý orð, sum fylla nær um
alla tilveruna hjá vanligum hugs andi
og elskandi menniskjum, so tað fær ikki
verið øðrvísi. Kortini vóni eg, at eg í
nøkrum av mínum sang um eri sloppin
inn um ta ein staka menniskjað, og at eg
havi heint að vanligar gerandismyndir
og tíðartinnur á vegnum hesi árini.
Heimurin er nógv broyttur, síðan
tú vart ungur. er hann betri nú?
Eg hevði viljað sagt ja, men tað veldst
sjálvandi um, hvar tú ert, og hvat tú vilt
síggja. Amerika er vorð ið betri, Føroyar
tað sama, men tað er framvegis svárt at
hugsa um støðuna í nógvum londum,
har dag ur in er kríggj, kaos og kúgan .
Okk ara vælferð fornoktar seg ikki, og
tað er spennandi at uppliva alla tøknina
og fyrimunirnar, hon hevur við sær. Eg
haldi, at leiðarar, fyritøkur og ríkfólk í
hesum partinum av heimi num áttu at
gingið undan við størri menningarhjálp
og betri handilsmorali. Tann gamla
sosialist iska hugsjónin, har fólk í minsta
lagi trúðu, at frælsi og eitt virðiligt lív
var ein mannarættur, er kámað og eig
ur ikki so nógvar forsprákarar long ur.
Hvør er sær sjálvum næstur. Vit krevja
nógv og tosa ikki um nógv ann að enn
okkara lív og okkara væl ferð. Vit vilja
ikki lata triðja heimin fáa lut í okkara
ríkidømi, men tey eru vælkomin at taka
ímóti okkara átrú naði og mentan.
verður tú vónbrotin, um
summarið verður sólfátækt
og regntungt?
Nei, eg lati meg ikki so lætt ávirka av
ringum veðri. Kortini elski eg góðveður
bæði í Føroyum og aðra staðni, men
um summarið ikki sleppur at bíta seg
fast her á klettunum, og vánirnar fyri
veðri num á Summarfestivalinum eru
vána ligar, ja, so lati eg meg ávirka av
hesum og verði ivaleyst eisini eitt sind
ur vónbrotin.
Kennir tú tað nakrantíð sum, at
tú hevur uppbrúkt tína orku?
Eg havi góðar vinir, sum kenna hetta at
vera slaktaðir av stressi og sjúku. Hesa
uppliving eri eg spardur fyri, men eg
veit, hvussu tað kennist at hava høvdið
fult av tonkum og eina kenslu av ikki
at røkka til og gera øllum til vildar.
Kanska er tað týdn ing ar miklasta, at
kroppurin og høvdið vilja tað sama, so
tú kanst vera nærverandi og til staðar
í tínum arbeiði og ikki minst í tíni
frítíð. Jú, eg royni at hava tamarhald
á støðuni, ansi eftir at kopla úr og ikki
taka lívið alt ov álvarsliga.
Hvat ert tú mest errin av at hava
avrikað seinastu 25 árini?
Nú er orðið errin ikki so væl dámt í
Føroyum, og vit gloyma rættiliga skjótt
bæði viðgongd og mótburð, men í 1990
mundi tað vera Frændur og at gerast
føroyameistari í talvi, í 2000 var tað
Studio Pegasus og Kular Røtur og í
2010 er tað Summar festivalurin. Eg
havi eisini verið errin, tá míni børn
komu í verðina, og tá tað hevur gingið
teimum væl.
ert tú ein lokalpatriotiskur
klaksvíkingur?
Nei. Eg haldi, at patriotisma er primi
tiv og førir sjáldan til nakað gott.
Kapping millum bygdir og býir er góð
í talvi og øðrum ítrótti, men innan
mentan og nærum øll onnur øki í
sam fela g num er samstarv lyklaorðið.
Mær dámar væl at búgva í Klaksvík,
og eg kenni meg stak væl í býnum.
Kort ini er tað meira áhugavert at vera
føroyingur.
Hevði tú trúð, at
summarfestivalurin kundi
savna 10.000 fólk á vágsbøi?
Enn hava ikki so mong sum 10.000
fólk sungið á Vágsbøi, men næstan, og
kanska verður tað í ár. Heilt ærligt, so
trúði eg, at Summarfestivalurin kundi
gerast nakað stórt og savn an di fyri allar
føroyingar, men at undir tøkan skuldi
gerast so góð næstan frá byrjan, hevði
eg ikki rættiliga ímynd að mær.
Hvat er tað størsta, sum er hent
á summarfestivalinum higartil?
At Roger Hodgson eftir at hava
verið á flogi í 36 tímar lendi í øllum
góðum og sang í lýsingini ein vakr
an sunnumorgun í august 2006. Tað
var okkurt vakurt og andaligt við tí
framførsluni, kanska serliga tá hugsað
verður um, at helvtin av sam sýningini
til hesa legenduna úr Supertramp
fór óskorin til hjálp a r arbeiði í triðja
heiminum undir heiti num "Give a
Little Bit."
tú hevur skrivað nógvar
tjóðskaparsangir. Hvør er tín
dreymur fyri føroyar í dag?
At vit megna at taka fulla ábyrgd og
ræði á okkara landi, at hesin politiski
meiri lutin, sum hevur framt eitt slag
av stjórnarkvetti og karaktermorði á
Tjóð veldi, ikki sleppur at krøkja seg til
valdið bara við tí stevnuskrá at halda
stórum parti av føroyingum frá ávirk
an, og at okkara eftirkomarar gerast
føroyskir heimsborgarar.
Hvat er eitt eydnuríkt lív?
Tann góða løtan og rík minni. Nøgd semi
í tí dagliga, at sleppa at fylgja dreym
unum og røkka settum málum hev ur
sjálvandi eisini stóran týdning. Stend ur
valið millum persónliga success og at
hava góð viðurskifti við tíni nærmastu,
er tað seinna meira virðis mikið, men
sjálvt tað eydnuríka lívið kann gera ein
hugtungan til tíðir. Eg veit ikki, um eg
verði eydnuríkari enn tað sama. Meira
tú hevur, meira kanst tú missa, og tí er
umráðandi, at vit ikki gerast so upptikin
og tilvitað av tí eydnuríka og góða
lívinum, at vit fara at stúra fyri framtíðini
og ræðast óvissu na. Tá er betri at fegnast
um ta góðu løtuna og ikki hongja seg í
lívsins smá lut ir. Tað er ótrúliga vakurt
at síggja fólk, sum hóast mótburð, sjúku
og aldur allatíðina varðveita lívsmótið og
liva. Tað er ein vandi við at liva, men tann
kjansin mugu vit taka.