Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-23, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juli 2010síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 111 · 23. juli 2010 6 komikari Óli Jákup Jacobsen post@sosialurin.fo Eg koyrdi for nógv smør uppá breyðið. Uhuu. So nógv at mamma mín hon segði. Uhuu. Smør tað veksur ikki á trøum. Uhuu. Jamen tað stendur í nógvum bløðum. Soleiðis ljóðar petti av fyrsta versi í best umtókta sanginum hjá Klæminti. Smørið er ein skeivur sangur við skeivum teksti og skeivum videolag, sum handlar um, hvussu nógv Klæmint elskar smør. Og tað er hann ikki einsamallur um. Tað eru nevniliga yvir 20.000 føroyingar, ið hava hugt eftir hesum løgna og stuttliga sangi á heimasíðunum Youtube og Facebook. Umframt smørið hevur Klæmint gjørt filmarnar Tær bestu Sólbrillurnar, Gangsta Sokkar, Klæmint & Bob og nógvar aðrar. Samanlagt eru hansara filmar blivnir hugdir eftir yvir 55.000 ferðir. Zacharias Hammer fekk áhugan at blomstra »Eg havi altíð havt áhuga fyri at gera film. Áðrenn eg fekk útgerðina, sum eg havi í dag, brúkti eg mína far tele fon at filma við. Men tað var ikki optimalt. Tað var ikki, fyrr enn eg bleiv konfirmeraður í heyst, at eg fekk møgu leikan at gera betri filmar,« sigur Klæmint, »eg fekk eitt filmstól frá mammu og babba í konfirmatiónsgávu, og fyri pengarnar eg fekk, keypti eg mær eina góða teldu.« »Í skúlanum skuldu vit hava eina ser lærugrein, og hevði eg miðlar. Har sluppu vit at gera filmar, har eg m.a. spældi høvuðsleiklutir í ymsum film­ um. Tá blomstraði áhugin fyri filmi veru liga, og tað at vit høvdu Zakaris Hammer til lærara gjørdi tað bara meira áhugavert,« sigur Klæmint. »Vit eru faktist tríggir« »Mær dámar ógvuliga væl at gera løg­ in ting. Um eg skal siga tað sjálvur, so hugsi eg rættiliga skeivt og løgið,« sig ur Klæmint og smílist. »Í skúlanum eri eg altíð tann, sum skal koma við ein ari býttari viðmerking til lærararnar. Onkuntíð fáa teir for nógv og blíva illir, men sum oftast fara teir bara sjálvir at grína,« sigur Klæmint og flennur. »Tað vóru upprunaliga tveir vin­ menn, Mikkjal Olsen og Tróndur Fuglø, sum byrjaðu okkara filmsfram leiðslu­ felag FaroesePancakes, og kom eg uppí seinni. Endamálið var bara at gera film­ ar til okkum sjálvar og okkara vin fólk, sum vit kundu flenna eftir saman. Vit høvdu ongantíð nakrar planir um at røkka út í hvørja stovu og hvørt kamar í Før oya landi,« sigur Klæmint. »Í okkara fyrsta filmi vóru vit allir tríggir við. Hann æt Uttandurasendingin og snúði seg um ting og sakir, sum ein kann gera úti. Vit ætlaðu at gera fleiri partar av Uttandurasendingini, men tað kom ongantíð longri enn til tann eina partin.« »Tað vísti seg tíverri, at vit ongantíð høvdu tíð at gera film samstundis. Tá ein kundi, kundu hinir ikki, og tí kom ikki so øgiliga nógv burtur úr hjá okk­ um. Men eg vildi tó gera filmar, so eg fór í gongd við mín fyrsta film einsa­ mallur við mínum nýggja útstýri. Eg spurdi so Mikkjal og Trónd, um eg bara kundi leggja filmin út gjøgnum FaroesePancakes, og tað høvdu teir einki ímóti. Síðani gjørdi eg ein film aftrat og ein triðja. Til síðst vóru tað næstan bara mínir filmar í felagnum.« Spurdur um tað ikki er torført at »Eg Eri rættiliga løgin«. SoleiðiS tekur 14 ára gamli Klæmint KlaKK úr klakSvík til, ið eftir Ógvuliga Stuttari tíð er vorðin eitt Sera KEnt andlit í Føroyum. teir SíðStu tveir mánaðirnar hevur klæmint Skrivað sangir og gjørt eina rúgvu av stuttligum og originalum Filmum, Sum hann hevur lagt út á youtubE. dagliga eru tað væl omanFyri túSund fólk, ið klikkja á Filmarnar hjá klæminti. »eg ynSki bara at vera stuttligur og fáa fólk at FlEnna« Sigur klæmint, ið vEruliga hevur fingið vind í Seglini at blíva føroya næSti KomiKari Eg vil bara fáa fólk at flenna Tað var ikki fyrr enn eg bleiv konfirmeraður í heyst, at eg fekk møguleikan at gera betri filmar. Eg fekk eitt filmstól í konfirmatiónsgávu, og fyri pengarnar eg fekk, keypti eg mær eina góða teldu