Sosialurinarkiv
Sosialurin 2010-07-23, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 23. juli 2010síða 23

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 111 · 23. juli 2010 7 Smørið – sangurin Yeeeeah, hey breyð, rumpa reyð,, (Oho Yea) Eg koyrdi for nógv smør upp á breyðið (Uhuu) So nógv at mamma mín hon segði: (Uhuu) Smørið tað veksur ikki á trøum (Uhuu) Jamen tað stendur í nógvum bløðum (Uhuu) Hvaaat kundi eg nú gera? Tað var einki annað stað, hetta smørið kundi vera Jú tað lá í einum pakka Jamen eg mátti jú hetta smørið smakka. NIÐURLAG: Smørið, tú ert mítt alt, tað er so einfalt og smørið lat meg eta teg, áðrenn mamma drepur meg, SMØRIÐ, gev mær bít av tær, áðrenn mamma meg niður slær. Her-eg-liggi-á-knæ Eg vil bara siga tað Eg elski teg meira enn nakað annað á jørðini, Vilt tú ikki giftast við mær ? Eg lovi tær, at vit skulu eiga eitt baðikar. Og hvørt kvøld skalt tú sita við mítt lær, og vit skulu eiga ein hund, sum eitur Snar. Niðurlag: Smørið, tú ert mítt alt, tað er so einfalt og smørið lat meg eta teg, áðrenn mamma drepur meg, SMØRIÐ, gev mær bít av tær, áðrenn mamma meg niður slær SMØRIÐ, tú gjørdi ein feil, Tá tú komst á Vágsgeil. Tú stólaði uppá meg, nú verði eg noyddir at drepa teg Og at eta teg eta teg eeeetaaa teeeeg Smø-smø-smø-smø SMØRIÐ !!! g e r a a l l a r film ar nar einsa mall­ ur svarar Klæm int: »Jú, tað er ikki eins lætt, sum tá man er fleiri. Hin vegin er man sum einsa­ mall ur ikki eins tengd­ ur at øðr um. Eg havi eitt stativ, har eg kann stilla films tólið á,« sigur Klæmint og skoytir uppí »men tað er nokk so keðiligt á tann hátt, at tað ikki er gjørligt at gera rørsluscenir.« 200 vinarumbønir á Facebook Filmarnir hava gjørt Klæmint til eitt kent andlit, og merkir hann tað eisini dagliga upp á egnan kropp. »Tað er ofta at onkur steðgar mær og sigur okkurt við meg. Ofta er tað fólk, sum eg als ikki kenni, ið siga »Hey tú, kulir filmar«. Tað haldi eg sjálvsagt er øgiliga stuttligt, tá man ongantíð hev ur verið vanur við tað fyrr,« sigur Klæm int og smílist, »men onkuntíð verð ur tað tó eitt sindur ov nógv av tí góða. Eitt nú á Norðoyarstevnu, tá róptu fólk rættuliga ofta á meg »Hann sjálv ur við smørinum, mega kuuuul« sig ur Klæmint. Fartelefonin hjá Klæminti ringir eis ini ofta. »Umleið tríggjar ferðir um dagin ringja fólk til mín. Hetta eru fólk, sum eg ongan­ tíð havi sæð fyrr og als ikki kenni. Sum oftast eru tað fleiri gentir saman, ið ringja til mín, har tær allar standa og fnisa hinu­ megin hornið. Onkun­ tíð biðja tey meg syngja Smørið, men tað tími eg ikki. Aðrar tíðir byrja tey sjálvi at syngja Smørið. Onn­ ur ringja so eisini bara fyri at siga, at teimum dámar ord iliga væl mínar filmar,« sigur Klæmint og flennur. »Summar tíðir verði eg noyddur til at gera telefonina ljóð­ leysa, so eg ikki alla tíðina forstýrist av henni. Sms’unum klári eg tíverri heldur ikki altíð at svara øllum.« Á heimasíðuni Facebook merkir Klæmint veruliga broytingina frá at vera ein vanligur skúladrongur til at verða ein filmsstjørna. »Á Facebook eru longu tríggir ymiskir fanbólkar stovn­ aðir um meg. Tað haldi eg er ótrúliga smigrandi. Hvønn dag fái eg eisini eina ørgrynnu av vinarumbønum aftur frá fólki, sum eg ikki kenni. Eg vildi mett, at tað liggur um einar tíggju um dagin. Men eg tími ikki at góðtaka tær allar, tí eg tími bara at hava Facebookvinir, sum eg kenni. So eg havi einar 200 vinar um­ bønir, sum eg enn ikki havi góðkent,« sigur Klæmint. Smørið Klæmint er ikki í iva um, hvønn film hon um dámar best. »Tað er uttan iva Smørið. Tað er eisini tann filmurin, sum flest fólk hava hugt eftir. Sum eg segði í áðni, so hugsi eg mega løgið, og teir flestu filmarnir hjá mær eru úrslit av, at eg knappliga fái eitt tápuligt hugskot. Onkuntíð havi eg roynt at sett meg niður og hugsað »Nú fari eg at gera film«. Hatta nyttar einki, tí tá fái eg stórt sæð ongantíð nak að burturúr. Tá eg eitt nú gjørdi Smørið, var mamma júst komin heim frá handl inum, har hon millum annað hevði keypt ein pakka av smør. Eg fekk so bara púra burtur úr ongum hugskotið at gera ein film um smør. Eg elski at syngja, og fólk siga, at eg dugi væl at fáa ting at ríma, so at eg valdi bara at skriva ein sang. Tað er ikki altíð líka lætt at gera sangir, og onkuntíð er man noydd ur til at gera desperat rím. Men tá verður tað oftast enn stuttligari,« sigur Klæmint og flennir, meðan hann sipar til nøkur slík í Smørið. »Tá eg hevði skrivað sangin, byrjaði eg bara at gera videolagið, sum varð liðugt eftir tveimum døgum. At sangurin skuldi blíva ein so stór succes, hevði eg aldrin í lívinum trúð. Eg var so spentur, at eg kannaði alla tíðina, hvussu nógv fólk høvdu hugt eftir sanginum. Sum sagt, so lá tað um eini túsund hvønn dag,« sigur Klæmint og smílist breitt. Uppringdur av Jóhan í Kollafirði Tað er ein skemtara, sum Klæmint sær upp til meira enn nakrar aðrar. »Jóhan í Kollafirði. Hann er so ótrúliga stuttligur, og er hann mín favorit skemtari. Eg føli eisini, at mín stílur at gera skemt uppá líkist sera nógv hansara. Fyri tveimum vik um síðani bleiv eg vaktur av onkrum, ið ringdi á telefonina. Eg fangaði ikki reið iliga, hvør tað var, og helt eg bara, at tað var onkur fremmandur, ið vildi rósa mær. Men so hoyrdi eg, at tað var Jóhan í Kollafirði, sum hevði ringt. Tað var heilt ótrúliga stuttligt, og raknaði eg tá ordiliga við. Hann vildi bara rósa mær fyri mítt arbeiði og heitti á meg at halda fram. Hetta gav mær veruliga gott sjálvsálit, sum eg havi havt gott av. At hoyra hann siga, at hann var akk urát sum eg sum yngri var eisini ordiliga gott at hoyra, tí hann er so ótrú liga stuttligur,« sigur ein glaður Klæmint. Meir í væntu »Mín dreymur hev ur altíð verið at vera kendur inn an film og undir hald. Eg hevði ófat iliga væl tímað at liva av at gera film ar. Sjálvsagt er tað ikki bara bara, men tað er mítt ynski. Eg tími yvir høvur ikki at standa á palli og gera stand­up, og tað tori eg í roynd og veru held ur ikki. Tað er nokk so løgið, tí framman fyri ein um filmstóli tori eg alt, meðan á einum palli blívi eg totalt lammaður av nerv um. Í nærmastu framtíð fari eg nokk at halda meg til at gera styttri filmar, sum eg fari at leggja út á Youtube. Nú í summar feriuni fari eg vónandi at gera fleiri filmar, tá eg havi nógv betri tíð til tað enn vanligt. Popu lari teturin forpliktar eisini,« sig ur Klæmint við einum skeivum smíli at enda, »Fólk eru blivin so ótolin nú.« Jóhan í Kollafirði um Klæmint Klakk: Tá eg sá filmarnar hjá Klæmint, var tað sum at síggja ein film hjá mær sjálvum, sum eg ongantíð hevði sæð fyrr. Skeivir vinklar, kela fyri óneyðugum detaljum og loypa tað vanliga tvætlið um. Klæmint er heilt sikkurt ein fýrur, sum hevur gjøgnumskoðað alt tvætlið, sum vit taka fyri givið, og tað ger hann so jokes burturúr. Tá eg var á hansara aldri, gjørdi eg super-8 mm filmar, sum máttu sendast til Dk at framkallast. Klæmint er ein av teimum fáu, sum útnyttar útviklingina, sum er hend, síðani tá. Eg eri sikkur uppá, at hann er ein, sum kann alt, og sum í løtuni ger filmar til youtube. Hann minnir meg um setningin: Humor er intelligensur, sum hevur tíð til yvirs. Tað er ofta at onkur steðgar mær og sigur: – hey tú, kulir filmar Eg hevði ófatiliga væl tíma at liva av at gera filmar