fríggjadagur 23. juli 2010síða 24
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 111 · 23. juli 2010
8
Fýra feitar ferðir
Viva Las Vegas
Prísur fyri hvønn ..............................úr kr. 9.500,-
Las Vegas er á tremur við upplivingum fyri allar sálir. Hann er best umtókti
býurin í Nevada oyðimørkini, og er mest kendur fyri gambling, shopping
og at eta fínt. Njóti tað frálíka veðrið og fá summar og sól um dagin, - um
kvøldið er møguleiki fyri at vitja øll tey flottu Casino ella síggja ótrúligar
framførslur. Vit búgva 7 dagar á tí flotta 4 stjørnaða Golden Nugget, sum
er kent fyri at hava nógvar pokerkappingar og cashgames. Har verður
millum annað hildið Highstakes Poker í løtuni, har stjørnur sum Ivey, Durr
og Negreanu halda til.
Hoydalsvegur 17 · 100 Tórshavn
Tel: 34 00 00 · booking@62n.fo
www.62n.fo
– so er ferðin byrjað!
Hawaii
Prísur fyri hvønn ..............................úr kr. 14.998,-
Altíð droymt um at sleppa til Hawaii? Nú gevur 62°N Travel tær møgu-
leikan at gera hendan dreymin til veruleika! Gist verður í 7 nætur á
studio-superior dupultkamari á Hyatt Regency Waikiki Beach Resort and
Spa, sum er eitt sera innbjóðandi fýra stjørnu gistingarhús. Hetta frálíka
gistingarhúsið liggur heilt niðri við strondina, og gevur tær góðar rammur
til tína komandi frítíð. Gistingarhúsið hevur 1229 rúm og suites, sum flest
øll hava panorama útsýni, atgongd til internet, parabol og hárturkara. Allir
gestir hava atgongd til 1000 m2 Spa sentur, svimjuhyljar, gosbað, fimm
matstovur og 2000 m2 fundarhøli.
Nýttár í Malaysia
Prísur fyri hvønn ..............................úr kr. 15.350,-
Hví ikki halda eitt øðrvísi nýggjár, og koma inn í 2011 við einari luksusferð
í Malaysia? Gist verður í 9 nætur á Renaissance Kuala Lumpur Hotel
í rúmligum superior kømrum. Gistingarhúsið er í heimsflokki við 5
stjørnum og liggur í miðbýnum í Kuala Lumpor. Heimskendu hábygn-
ingarnir, Petronas Twin Towers liggja bert fáar minuttir til gongu frá gist-
ingarhúsinum.
Cuba, søguríka oyggin
Prísur fyri hvønn ..............................úr kr. 12.840,-
Gist verður í 9 nætur á 4 stjørna Prestidente Hotel sum liggur í miðbýnym
í Havana. Gistingarhúsið liggur í tí modernaða Vedado økinum, bara
stuttan gongutúr frá Malecon Ocean Drive og bert fáar minuttir frá tí gamla
Havana býarpartinum. Gistingarhúsið er nýliga umvælt, og er sniðgivið
eftir Havana-design frá 1920 árunum. Gistingarhúsið hevur 160 rúm við
air condition, telefon, sjónvarp o.a. Gistingarhúsið er kent millum tey lokalu
fyri høga tænastu, góðar matstovur og barrir, har gestir kunnu njóta frálíka
útsýnið yvir Havana.
-frá 62°N Travel
Les meira um dato, rutur, treytir o.a., og síggj bíløt av gistingarhúsum inni á 62n.fo, har vit eisini hava fleiri onnur góð tilboð.
travel