leygardagur 26. januar 2002síða 15
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 18 - 26. januar 2002
29
BORÐTENNIS-
KAPPING
Tíðindaskriv
Um vikuskiftið skipaði ÍSB
og Tórshavnar Kvøld- og
Ungdómsskúli fyri árligur
jálakappingini í borðtennis.
Tíggju av stinnastu leik-
arunum í landinum vóru
savnaðir í fimleikahøllini á
Læraraskúlanum, og menn
kýttu seg.
Kappast var í tveimum
bólkum. Jónsvein Petersen
úr Haldórsvík vann kapp-
ingina fyri rørslutarnað.
Jónsvein er ungur og gáv-
aður leikari, men henda
dagin fekk hann seg roynd-
an. Atli Skaalum úr Tórs-
havn spældi væl henda
dagin, og tað var um repp-
ið, at hann vann á Jón-
sveini.
Kappingin fyri menning-
artarnað var ikki eins
spennandi. Jógvan Jákup
Høj úr Tórshavn er einaráð-
andi, og hann vann væl og
virðiliga.
ÍSB hevur havt borð-
tennis á skránn í sløk tvey
ár. Menn og kvinnur eru
dúglig at venja. Í september
setti ÍSB kenda borðtennis-
leikaran Petur Niclasen í
starv sum landsliðsvenjara,
og Petur hevur longu nú
fingið nógv á skaftið.
Úrslitið av kappingini
Rørslutarnað
1. Jónsvein Petersen,
Haldórsvík
2. Atli Skaalum, Tórshavn
3. Haldur Hansen,
Runavík
Menningartarnað
4. Jógvan Jákup Høj,
Tórshavn
5. Júst í Túni, Toftir
6. Jørgen av Vollanum,
Miðvágur
7. Unn Mortensen,
Tórshavn
8. Tórur H. Jacobsen,
Vágur
9. Elvin Weihe, Runavík
10. Theodor Esmar Hansen
Kollafjørður
Máltindarnir
Kvinnur:
Asta Petrauskine
Sóljan
126
(18)
Simona Dziugyte
Stjørnan
125
(36)
Lotte Sørensen
Kyndil
107
(47)
Gabriella Fekete
VB
101
(25)
Ioana Rápa
VÍF
97
(23)
Regina Radó
VB
80
(20)
Joan M. Joensen
Stjørnan
77
(2)
Ileana Manulescu
StÍF
76
(12)
Annika Ljósstein
Kyndil
75
(13)
Katrin á Neystabø
Neistin
72
(34)
Sóley Mikkelsen
VÍF
64
(12)
Anna K. Samson
Stjørnan
60
(1)
Andrijana Milodanovic
Stjørnan
60
(6)
Birita Wardum
Neistin
59
(10)
Nicoleta Radu
VÍF
58
(1)
Menn:
Jacob Jónsson
Neistin
103
(15)
Bjarni Wardum
H71
102
(22)
Costin Dumitrescu
StÍF
95
(28)
Høgni Klein
Kyndil
93
(7)
Heini Joensen
Neistin
92
(25)
Ingi Olsen
VÍF
84
(10)
Finnur Hansson
H71
83
(20)
Dragisa Stojovic
Tjaldur
82
Halgir Dahl Olesen
H71
82
(10)
Durica Tomic
KÍF
81
(21)
Sámal Joensen
VÍF
80
(13)
Iljan Topic
KÍF
76
Áki Olsen
VÍF
71
(10)
Artur Johansen
StÍF
67
(5)
John Petersen
Neistin
66
(1)
Dystir hetta vikuskiftið
Hondbóltur
1. deild kvinnur
26.01
15.00
Sóljan
- VB
27.01
15.00
Stjørnan - Neistin
27.01
14.30
VÍF
- StÍF
1. deild menn
26.01
17.50
KÍF
- Neistin
27.01
16.00
Tjaldur - H 71
27.01
16.00
VÍF
- StÍF
Flogbóltur
Meistaradeild kvinnur
25.01
21.00
TB
- Fleyr
27.01
13.00
ÍF
- Dráttur
27.01
13.00
TB
- Mjølnir
Meistaradeild menn
27.01
15.00
ÍF
- SÍ
27.01
15.00
Fram
- Mjølnir
Hondbóltsstøður
1. Deild kvinnur
vunnin
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
mál munur stig
1 VÍF
2
2 - 0 - 0
411
251
160
16
2 Stjørnan 2
2 - 0 - 0
380
293
87
13
3 Neistin
3
1 - 1 - 1
324
291
33
11
4 VB
3
2 - 1 - 0
354
362
-8
11
5 Kyndil
3
0 - 0 - 3
338
396
-58
3
6 StÍF
2
1 - 0 - 1
255
319
-64
3
7 Sóljan
3
0 - 0 - 3
267
417
-150
2
1. Deild menn
vunnin
tapt
mál-
dystir v - j - t
mál
mál munur stig
1 VÍF
3
3 - 0 - 0
438
366
72
17
2 Neistin
3
2 - 0 - 1
469
393
76
14
3 StÍF
2
2 - 0 - 0
395
370
25
10
4 H71
3
0 - 1 - 2
406
431
-25
7
5 Tjaldur 3
1 - 0 - 2
366
416
-50
6
6 Kyndil
3
1 - 1 - 1
342
395
-53
5
7 KÍF
3
0 - 0 - 3
393
438
-45
4
Flogbóltsstøður
Meistaradeild, kvinnur
v
t
+/-
d
v - t
sett
sett sett
stig
1 TB
10
9 - 1
28
7
21
11
2 Mjølnir
11
8 - 3
27
15
12
11
3 Dráttur
11
5 - 6
21
22
-1
6
4 ÍF
11
3 - 8
17
27
-10
3
5 Fleyr
11
2 - 9
8
30
-22
3
Meistaradeild, menn
v
t
+/-
d
v - t
sett
sett sett
stig
1 Fleyr
12
8 - 4
29
21
8
11
2 SÍ
11
8 - 3
28
14
14
10
3 Fram
11
7 - 4
26
20
6
8
4 ÍF
11
2 - 9
13
30
-17
4
5 Mjølnir
11
3 - 8
16
27
-11
3
Vinnur Stjørnan
heimadystin móti
Neistanum, eru tær
mest sum vísar í
silvurmerkjunum,
meðan alt hinvegin er
víðopið, um Neistin
vinnur dystin
HONDBÓLTUR –
KVINNUR
Jákup Mørk
Tríggir dysstir í bestu
kvinnudeildini
verða
á
skránni um vikuskiftið, og
meðan talan í tí eina før-
inum er um ein víðopnan
dyst millum tveir av heið-
ursmerkjakanditatunum,
eru
favoritt-leilutirnir
meira greiðir í hinum
báðum.
Silvurdystur í
Klaksvík
Tað er eingin loyna, at und-
an hesum kappingarárinum
høvdu klaksvíkingar vónir
um at bjóða VÍF av í odd-
inum, og hóast hesar vónir
neyvan eru sleptar enn, so
tykist tað ógvuliga lítið
sannlíkt, at Stjørnan skal
vinna teir báðar dystirnar
móti VÍF, sum helst eru
treytirnar fyri einum FM.
Meira nærliggjandi er tá
hjá klaksvíkngum at hugsa
um at verja silvurplássið,
sum tær í løtuni eru á, og
hesum viðvíkjandi er dyst-
urin sunnudagin av alstór-
um týdningi.
Neistin er í løtuni á triðja
plássinum í landskapping-
ini, tó at tað bert eru málini,
sum halda tær framman
fyri VB. Tvey stig eru upp
til Stjørnuna, men við tað at
Stjørnan hevur leikt ein
dyst færri, er tað av av-
gerandi týdningi, at Neistin
fær stig í Klaksvík, um
silvurvónin framvegis skal
vera ein møguleiki.
Hetta tykist tó vera ein
torført uppgáva. Í grund-
spælinum vann Stjørnan
báðar dystirnar móti Neist-
anum, og kreppan, sum lið-
ið var í undan jólasteðgin
tykist nú eisini vera hæsað
av, so alt í alt má Stjørnan
metast sum favorittur, tó at
tað als ikki skal útilokast, at
neistakvinnurnar
kunnu
gera ein vørr.
Greiðari býti
Tá tosað verður um hinar
báðar kvinnudystirnar, sum
verða leiktir um vikuskift-
ið, so er einki at ivast í, at
her eru favoritt-leiklutirnir
væl greiðari.
Leygardagin ferðast VB
til Giljanes, og hetta skal
geva tvey stig, um VB skal
hava møguleika fyri heið-
ursmerkjum. Tá Sóljan
samstundis tykist vera í
botni, eftir at tær farna
vikuskifti taptu botnupp-
gerðina móti StÍF, átti alt at
bent á ein útisigur.
Seinasti dysturin er í
Vestmanna, har VÍF tekur
ímóti StÍF. Hóast StÍF
hevur havt fleiri góð úrslit
seinastu tíðina, eins og VÍF
í løtum hevur havt mo-
tivatiónstrupulleikar, so er
tó lítið at ivast í, at
styrkismunurin á liðunum
er alt ov stórur, til at StÍF á
nakran hátt eigur at kunna
hótta oddaliðið.
Silvurið helst avgjørt
Tíðindaskriv
Silvurið stendur upp á spæl, tá Neistin vitjar Stjørnuna í
Klaksvík sunnudagin
Árliga jólakappingin í borðtennis hjá ÍSB varð leikt undanfarna vikuskifti
29
28
Nr. 18 - 26. januar 2002
VÍF hevur sunnu-
dagin møguleikan at
hevna tapið í steypa-
kappingini, tá StÍF
aftur kemur til
Vestmanna
HONDBÓLTUR –
MENN
Jákup Mørk
Fagnaðurin var stórur á
strandingum, tá teir miku-
kvøldið høvdu tryggjað sær
finalusessin í Coca-Cola
kappingini eftir saman-
lagdan sigur á VÍF.
Nú fýra dagar seinni
koma strandingar aftur til
Vestmanna, og so er spurn-
ingurin, um teir aftur fara at
vinna vestmenningum neis-
ur, soleiðis sum teir hava
fingið til vana at gera.
Strandingum dámar
at arga
Tað er tó ein stórur munur á
dystinum mikukvøldið og
tí, sum nú verður leiktur.
Nevnliga at lands- og
steypakapping eru full-
komuliga hvør síni hugtøk.
Meðan
vestmenningar
uttan iva lnú eggja nógva
alla orku í landskappingina,
har
teir
stríðast
fyri
gullmerkjunum, so hevur
StÍF í løtuni lítið meira enn
bronsuna at verja. Hartil
kemur,
at
strandingar
kanska longu hava latið
tankarnir ferðast fram til
annað
vikuskiftið,
tá
steypafinalan er á skránni,
og tískil resta tey seinastu
prosentini í til dystin
sunnudagin.
Og so skal heldur ikki
gloymast, at tað hóast alt
var VÍF, sum vann dystin
mikukvøldið. At tað ikki
rakk til ein finalusess
komst av, at teir taptu
dystin á Skála.
Alt hetta bendir á tað
borðið, at VÍF eigur at
roknast sum favorittur til
dystin, men sum sagt, so
hava strandingar seinnu
árini havt til fragd at arga
vestmenningarnar.
Til stuttleikar kann nevn-
ast, at verður inniverandi ár
íroknað, so hevur VÍF bert
tapt fimm landskappingar-
dystir í trý ár, og ikki færri
enn tríggir av hesum hava
verið móti júst stranding-
um. Í sama tíðarbili hevur
VÍF tríggjar tapt í steypa-
kappingini, og tvær ferðir
av hesum hava tað verið
strandingarnir, sum hava
bast teimum, so um nakar
kann sigast at hava tak á
VÍF, so mugu tað vera júst
strandingar.
Reisist H71?
Tveir aðrir dystir verða eis-
ini leiktir um vikuskiftið.
Í oddinum skal Neistin
»bara« syrgja fyri at vinna
restina av dystunum, um
møguleikin fyri at fanga
VÍF aftur skal haldast á
lívi, so treytirnar undan
dystinum móti KÍF í Vest-
manna eru greiðar.
Neistin má eisini metast
sum stórfavorittur til dyst-
in, tí eftir heldur strævnu
byrjanina upp á kappingar-
árið hava teir vunnið trygt,
so leingi sum VÍF ikki
hevur verið mótstøðuliðið.
Seinasti dysturin verður í
Runavík sunnudagin, har
Tjaldur fær vitjan av H71,
sum enn eigur fyrsta sig-
urin í endaspælinum til
góðar. Skal H71 á nakran
hátt blanda seg í heiðurs-
merkjastríðið, so er hetta
helst seinasta útkall, men
hinvegin kann Tjaldur við
einum sigri lyfta seg upp á
eitt fyribils søguliga høgt
fjórða pláss, so alt í alt
bendir tað á eina sera javna
uppgerð í Runavík.
StÍF spøkir aftur
Seinnu árini hevur tað ligið væl fyri hjá StÍF at
arga VÍF, og sunnudagin hava teir aftur
møguleikan
Flogbóltur: Vinnur
TB toppdystin móti
Mjølni í morgin, er
tað eitt risastórt fet
fram móti FM-heitin-
um. Men vinnur
Mjølnir, er støðan
opnari enn hon
nakrantíð hevur verið
hetta kappingarárið.
Hjá monnunum kann
oddasessurin skifta
eigara fyri áttandu
ferð í kappingini
Emil Lisberg Jacobsen
Í morgin klokkan 13.00
byrjar fyrsti partur av eini
trilogi av dystum millum
TB og Mjølnir - tríggir
dystir sum allir hava nógv
at siga.
TB og Mjølnir eru, sum
nú er, jøvn í stigum. TB
hevur í skrivandi løtu leikt
ein dyst færri, men tað er
broytt til sunnudagin, tí
longu í gjárkvøldið høvdu
TB-kvinnurnar vitjan av
Fleyr. Um einki sera ó-
væntað er hent, vann TB
tann dystin, men tað broytir
ikki so nógv uppá fyritreyt-
irnar hjá liðunum uppundir
toppdystin í morgin. Ser-
liga fyri Mjølnir er tað
altumráðandi at vinna, um
tær skulu halda fast í TB-
liðnum, sum hevur ligið á
odda í kappingini heilt frá
fyrsta dysti.
Vinnur TB hinvegin í
morgin, hava tær tikið eitt
risastórt fet fram móti
sínum fyrsta føroyameist-
araheiti nakrantíð. So skal
Mjølnir hava hjálp frá
øðrum liðum, um tær skulu
taka TB aftur, men í løtuni
er ringt at síggja, hvaðani
tann hjálpin skal koma.
So tað stendur sera nógv
uppá spæl í morgin, tá TB
og Mjølnir bresta saman í
høllini í Trongisvági.
Tá vit siga, at hetta bara
er tann fyrsti dysturin av
trimum millum hesi bæði
liðini, hugsa vit sjálvandi
eisini um steypafinaluna
16. februar og um seinna
landskappingardystin mill-
um liðini í Klaksvík 2.
mars. Meðan steypafinalan
sjálvandi er eitt kapittul fyri
seg, er tað ikki vist, at
dysturin í Klaksvík fær
nakran týdning - tað veldst
um úrslitini í dystunum,
sum koma áðrenn.
Ein dystur í kvinnudeild-
ini varð sum sagt longu í
gjárkvøldið, og var hann
millum TB og Fleyr. Og ein
triði kvinnudystur er eisini
hetta vikuskiftið. Hann er á
Kambsdali, har ÍF tekur
ímóti Drátti. Dráttur er í
løtuni í einum slag av onga-
mannalandi í kappingini.
Tær hava mist sambandið
við oddaliðini, men tær
hava eisini luft niður til tey
bæði
botnliðini.
Tapir
Dráttur í morgin, minkar
munurin til ÍF niður í eitt
stig, men vinnur Dráttur,
skuldu bronsumerkini verið
tryggjað. Dysturin millum
ÍF og Drátt skuldi eftir
kappingarskipanini verðið
leiktur í dag, men av tí at
Mjølnirkapping fyri yngri
deildir eisini er í dag, er
dysturin fluttur til í morgin
klokkan 13.00.
SÍ kann taka
oddasessin aftur
Er spenningurin stórur hjá
kvinnunum, er hann ikki
minni hjá monnunum, har
trý lið togast um oddapláss-
ini. Í løtuni er Fleyr fremst,
men oddasessurin hjá teim-
um er kanska bara til láns,
tí um SÍ vinnur móti ÍF á
Kambsdali í morgin, fara
sørvingar framvið Fleyr
aftur. SÍ verður favorittur til
at vinna móti ÍF í tí, sum
kann metast sum ein for-
smakkur til steypafinaluna
millum hesi somu liðini,
men vágamenn fara ikki at
fáa nakað ókeypis frá fugl-
firðingum, sum gjarna vilja
halda Mjølnir aftanfyri seg,
tað sum eftir er av kapp-
ingini.
Og so er tað Fram, sum
enn er við í stríðnum um
gullið, men skulu teir eisini
vera tað aftaná hetta viku-
skiftið, skulu teir helst hava
vunnið móti Mjølni í Eyst-
urskúlanum. Og tað skuldi
ikki verið ómøguligt, tí
Mjølnir tykist vera illa fyri
í løtuni, og á heimavølli í
Eysturbýnum eigur Fram at
vinna. Men gongdin hjá
Fram hevur ikki verið
nakað at reypa av í sein-
astuni, og sigurin móti ÍF
síðsta vikuskifti var teirra
fyrsti í langa tíð. Tað er nú
ella ongantíð hjá Fram, sum
framvegis bert hevur tað
eina føroyameistaraheitið
frá 1997 at vísa á.
Kappingin í meistara-
deildini hjá monnum er
tann javnasta í nógv ár. Við
eini kappingarskipan, sum
inniber, at ikki øll liðini
spæla hvørt vikuskifti, og
har stigini vórðu koyrd í
helvt á hálvari leið, hevur
oddasessurin hjá monn-
unum skift eigara ikki færri
enn sjey ferðir síðani kapp-
ingarbyrjan. Í fyrstani vóru
tað SÍ og Fram, sum skift-
ust um hann, og síðsta
sunnudag kom Fleyr so
uppá fremsta plássið fyri
fyrstu ferð í kappingini.
Fleyr spælir ikki hetta
vikuskiftið, og vinnur SÍ í
morgin, verður tað sostatt
áttandu ferð í kappingini, at
oddasessurin skiftir hend-
ur!
Nú skal slagið standa
C
M
Y
K
28