Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-26, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. januar 2002síða 14

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Átta milliónir meira í kassan ger, at Fót- bóltssambandið kann halda fram við øllum sínum virksemi. Høvdu Føroyar fingið eitt vánaligt lutakast aftur hesaferð, hevði tað fingið avleiðingar fyri føroyskan fót- bólt, sigur Torleif Sigurðsson FÓTBÓLTUR Eyðun Klakstein Formaðurin í Fótbóltssam- bandinum var ovurfegin, tá lutakastið til komandi EM- undankappingina varð gjørt í Portugal á middegi í gjár. Føroyar, Týskland, Ís- land, Skotland og Litava skulu hittast í einum av teimum 10 bólkunum, og tað er mjúkur musikkur í oyrunum á FSF-bossinum. – Hetta er eitt dreyma- lutakast fyri føroyskan fót- bólt. Ítróttarliga avbjóðing- in er sera áhugaverd, og fíggjarliga kundi tað neyvan verið betri, sigur Torleif Sigurðsson. Seinasta undankappingin hjá føroyska fótbóltslands- liðnum var tung fyri FSF fíggjarliga. Langar ferðir og lutvíst fáar inntøkur av reklamum og sjónvarps- rættindunum merktust. Men nú er vent í holuni. – Samanborið við sein- astu undankappingina merkir hetta lutakastið, at tað koma einar átta milli- ónir meira í kassan hjá FSF, samstundis sum vit fáa nógv minni ferðaútreiðslur, tí tað verður stutt at ferðast til allar dystirnar. Hetta kundi ikki verið betri, sigur Torleif Sigurðsson. Bjargar føroyskum fótbólti Torleif Sigurðsson fjalir ikki út yvir, at lutakastið bjargar føroyskum fótbólti. – Høvdu vit hesaferð fingið eitt eins vánaligt lutakast sum seinast, so hevði tað fingið avleiðingar fyri Fótbóltssambandið. So høvdu verið noydd at skert okkara virksemið, og tað hevði verið sera óheppið, sigur hann. – Men hetta lutakastið er so gott, at nú kunnu vit halda fram við okkara arbeiði, og hetta eigur at gera tað sera hugaligt hjá teimum, sum skulu stýra føroyskum fótbólti kom- andi árini, sigur Torleif Sigurðsson, sum í næsta mánaði leggur frá sær sum FSF-formaður eftir meira enn 20 ár í sessinum. Undir landsliðs- venjingini seinasta vikuskifti var HB- leikarin óheppin í samanstoyti við KÍ- málverjan. Møguliga verður talan um steðg í átta mánaðir FÓTBÓLTUR Jákup Mørk Tað, sum var líkt til at gerast byrjanin til ein ynskisdreym, endar nú møguliga í eini marru hjá unga HB-leikaranum, Janus Mohr Joensen. Tá Jógvan Martin Ol- sen fyri jól kunngjørdi, hvørjar leikarar hann ætlaði sær við til fyrstu venjingarnar hjá lands- liðnum í ár, var Janus ein av nýggju leikarunum, og hjá einum ungum og evnaríkum fótbóltsleik- ara fæst neyvan ein nógv betri jólagáva. Óhappið Undir venjingunum, sum fóru fram seinasta viku- skifti, broyttist tó alt hjá Janusi, og í løtuni fær hann lítið annað gjørt enn at bíða eftir, hvørja niðurstøðu læknarnir koma til, tá teir skulu meta um knæskaðan, sum hann fekk undir venjingini. Ein skaði, sum kann kosta ein steðg upp til átta mánaðir. - Tað hendi soleiðis, at saman við Meinhardt Joensen (úr KÍ, blðm.) leyp upp eftir einum bólti. Eg lendi fyrst aftur, men tá Meinhardt kom niður, kom hann niður á knæðið hjá mær, so tað bendist afturá, greiðir Janus frá. - Pínan var sjálvandi øgilig, og eftir at Álvur Hansen fyrst hevði kann- að meg, varð eg sendir í røntgena, har kannast skuldi, um nakað var hent við knæskelini. Tað er tað so ikki, so nú skal vitast, hvørt tað eru liðbondini, sum eru toygnaði, ella um kross- bondini møguliga eru farin. Tað eru so hesum boð- unum, sum ungu leikarin bíðar eftir í løtuni, og sum hann sjálvur sigur, so er tað ikki nøkur serliga hugalig støða. - Tað er so í øllum før- um ikki tann byrjanin, sum eg hevði ynskt upp á árið. At alt møguliga er liðugt, áðrenn tað byrjar. Ikki minst eftir árið hjá HB í fjør, sum mest sum varð fullkomiliga oyði- lagt av skaðum. Janus bíðar eftir dóminum Ynskisdreymurin um eina ferð til Cypros við landsliðnum er nú um at gerast til ein marra hjá Janusi Mohr Joensen úr HB Nr. 18 • leygardagur • 26. januar 2002 • 76. árgangur • www.sosialurin.fo Fyrrverandi føroyski lands- liðsvenjarin, Allan Simon- sen, skal í síni fyrstu kapp- ing sum venjari fyri Luk- semborg dystast við heim- landið hjá sær. EM lutakastið í gjár hevði við sær, at Danmark og Luksemborg endaðu í sama bólki. Afturat teimum eru Rumenia, Noreg og Bosnia-Herzogovina í bólkinum. ek Allan Simonsen ímóti Danmark Dreymabólkur bjargar føroyskum fótbólti EM-dreyma- bólkurin Týskland Skotland Ísland Litava FØROYAR – Høvdu vit hesaferð fingið eitt eins vánaligt lutakast sum seinast, so hevði tað fingið avleiðingar fyri føroyskan fótbólt, sigur Torleif Sigurðsson 27 8 Sosialurin Nr. 18 - 26. januar 2002 “At vinna mongdina er einki kynstur, til tess nýtist bert skamt av ósannleika og ein mola av kunnleika um litiskapir manna”. Kierkegaard Í heiminum í dag í tí modernaðu tilverutulkingini, hevur lívið onga endaliga meining. Munur er á menniskjanum og heiminum, tingunum og okkum. Nærum øll modernað lívsheimspeki er ateistisk, sjálvt um danski heimspekingurin Kierkegaard, ið setti modernaðu eksistensheim- spekina á stovn, var trúgv- andi. Menniskja, meinti Kierkegaard, er soleiðis vorðið, at tað vil fyrihalda seg til sín sjálvs, og á henda hátt gerst seg sjálvt. Men henda uppgáva er bert gjørlig, um vit vilja fyrihalda okkum til tað vald, ið skapti okkum, ið er Gud. Kierkegaard, eins og teir ið eftir hann gingu, setti sítt álit á einstaklingin, tá mongdin og bólkar, bert umboða ósannleikan: “Mongd er ósannleiki. Tað er tí eingin, ið hevur meiri vanvirðing fyri tað at vera menniskja, enn tey, ið gera tað til teirra arbeiði at standa á odda fyri einari mongd. (...) Mongdin er sum myndugleiki, etiskt og trúarliga, ósannleiki, meðan tað er æviga satt, at ein og hvør kan vera hin eini. Hetta er sannleikin.” Hetta samanfatar grundarlagið undir eksistensheimspekini, har tað er ein sjálvur, ið er mál og middul og subjektivi mátistokkurin fyri eins egna lív. Helst var tað hetta, ið fekk Kierkegaard, ið var útlærdur teologur, at hata og finnast at Fólkakirkjuni. Vit eru sett fræls, men bert fyri at finna meining sjálvi við lívinum, tað vil siga okkara egna subjektiva fatan av lívsins meining, tí fjøldin bert umboðar hetta man, ið bert er lygn. Subjektiviteturin er sannleikin í lívinum, sigur Kierkegaard, sum mótsatt vísundini ikki krevur objek- tiva vitan ella sannleikar. Kierkegaard royndi at geva Gudi ein leiklut í heimspek- ini, men hin parturin av lívsheimspekini, m.a. Nietzsche helt á at prædika um at Gud er deyður, og at menniskja tí átti at uppgivið hesar vranghugmyndir og virði, ið bert leiða til lívs- fíggjundaskap og kropsvan- meting. Í eksistensialistisku lívsheimspekini hevur menniskja eitt val, tí menniskja hevur frælsi til at velja sannleikan, ið er í einum sjálvum, men óttin kann tøla og leggja lívið í oyði. Skal okkara eksistens- ur gerast veruligur, skulu vit fyrihalda okkum til okkara møguleikar, til heimin og okkum sjálvi. Vit hava eisini møguleikan at glatast, til at velja lygnina og at liva við hesi følsku tilvitan. Um vit vakna úr lygnini, uppliva vit lívs- gremjan (fortvivlelse). Hjá Kierkegaard kann hetta leiða okkum til tað innlit, at menniskja kann taka feil av sjálvum sær, og feila í at gerast ein sjálvur. Hjá Kierkegaard letur hetta seg bert gera, um okkurt er størri enn tann, ið gremur seg, at onkur hevur sett ein vilja í ein, til at gerast sjálvur seg, og hetta okkurt er Gud. Í nærum allari aðrari lívsheimspeki, serliga hjá Sartre og Camus, er menn- iskja, uttan Gud (uttan hjá Buber, Marcel og Frankl), og sett í eina støðu, ið mest av øllum líkist gremjan, lívsvaml (kvalmu), tí lívið gevur onga meining, er absurd. Trupulleiki menn- iskjans er, at tað krevur, at tilveran skal hava eina meining, tí tað hevur hesa nærum óeydnisberandi trá eftir at skilja heimin og eftir klárleika, men tað er okkara lutur at vera ein fremmandur í heiminum. Her eru gremjanin og óttin endaður í einum negativum grundardámi, ið man hjá Kierkegaard kann flýggja undan við at loypa út í tað dýpi, ið er ótrygga trúar- lívið, ið hann kallar lopið út á teir 70000 favnarnar, ið er hin einasta bjargingin. Modernaði franski lívsh- eimspekisiðurin, við m.a. Sartre og Camus, tekur arvin upp eftir Kierkegaard, gudloysið frá Nietzsche og arvin frá hinum franska Descartes og hansara sjálvsveruheimspeki (subjektspeki). Somuleiðis týsku fænomenologi- heimspekina, ið arbeiddi við hvussu vit fata og skilja einkult fænomen í síni heild. Hetta er ein hin mest týdningarmikla andsrørsla í 20 øld., ið hevur ávirkað og broytt modernaða heimin. Ateisman er sum frælsi í djúpgrítinum í Vesturheim- inum, ið aftur samsvarar við einstaklingagerðingina, ið er modernaða støði okkara, av mangan ræðandi frælsi. Lættast er helst at krógva seg í trúgv, í astrologi, islam, sciento- logy, jødadómi, inní ideo- logi, tjóðskap, inní materialismu, sjálvsdyrkan, kristindóm, men eisini har er gremjanin, fjøldin og sjálvslygnin. Støði er lyklaorðið undir einum góðum skúlaverki, og eitt gott skúlaverk er styrkin í framtíðar samfelagnum. Men fyrst og fremst krevst, at man sum sam- felag er bevíst um, hvat støði skal vera á skúlaverkinum. Og tá eitt støði ikki er ein støðug stødd, so er tað líka so umráðandi alla tíð- ina at endurskoða støðið á skúl- unum. Í samband við at føroy- ingar nú skulu røkja egna skúla- verkið, vil eg siga eitt sindur um okkara royndir frá tveimum skúlaverkum í ávíkavist Danmark og Svøríki. Tá okkara dansku vinir spurdu okkum, um vit veruliga tordu at flyta til Svøríkis, so søgdu vit í skemti, at tann einasti veruligi vandin við at flyta yvir um sundið var, at vit risikeraðu at fáa eitt betri heilsu- og skúlaverk. Danskarar sammeta ógvuliga nógv sítt heilsuverk við serliga tað svenska heilsuverkið, og í tí samanberingini sær tað danska heilsuverkið nakað vánaligari út, fyri ikki at siga vánaligt. Men at tað eisini var so stórur munur á skúlaverkinum var bara enn eitt positivt upplivilsi, sum vit fingu tá vit fluttu. Svøríki er eitt av teimum fáu ella møguliga tað einasta landið í heiminum, sum hevur eina arbeiðsumhvørvislóg galdandi fyri børn. Tað merkir millum annað, at tær fysiku rammurnar á skúlunum skulu lúka nøkur krøv. Klassa- lokalini her á skúlanum, sum dótt- ir okkara gongur, eru øll í sera góðum standi. Líkamikið um tað eru gamlir ella nýggir bygningar, so sært tú ikki mun. Til hvørt klassarúm hoyrir eitt dreingawc og eitt gentuwc og eisini ein lítil køksnicha. Borð og stólar eru nýggir og ergonomiskt rættir møblar. Og fyri at dempa óljóðið í klassunum, brúka tey byggitilfar, sum geva minst møguligt ljóð, tá stólar til dømis verða fluttir runt. Børnini seta skógvarnar frá sær í gongini, og tað er eisini við til at dempa ljóðið, samstundis sum tað verður reinari inni. Larmur í klassarúmum og á fleiri dagstovnum í Danmark er máldur til langt yvir tað loyvda ljóðstøðið á arbeiðsplássum, men av tí at eingin arbeiðsumhvørv- islóg er í Danmark sum umfatar børn, so verður bara tosað um at pedagogarnir fáa hoyraskaðar, og minni verður tosað um hoyra- skaðar hjá børnunum. Ja, ein kann undrast á logikkin í hesum, tí deyv børn verða eisini deyv vaksin. Seinasta danska stjórnin undir leiðslu av Poul Nyrup Rasmussen tosaði innan valið í heyst um, at fleiri skúlabørn ikki fáa nóg góðan mat dagliga. Summi fáa ikki morgunmat áðrenn tey fara heimanífrá og kanska heldur ongan matpakka, men bara eitt oyra stungið í hondina, sum tey so keypa chips og cola fyri. Og hetta gongur út yvir konsentratiónina hjá børnunum. Hendan trupulleik- an hava svenskararnir loyst við at gera mat til børnini á skúlunum. Tey børn, sum møta innan skúlin byrjar, kunnu fáa morgunmat á tí snotuligu kantinuni, sum hoyrir til skúlan her í Tygelsjö. Á middegi fáa øll børnini heitan døgurða, og tey sum ganga á frítiðarheiminum fáa eisini millummála seinnapart- in. Hetta lættir eisini um hjá for- eldrunum at vita, at børnini hava fingið góðan mat um dagin, um tú ikki nært at gera døgurða hvørt kvøld. Trivnaðurin hjá næmingunum og støðið á undirvísingini er eisini nakað, sum svenskarar eru ógvu- liga bevístir um. Fyri at tørvurin hjá hvørjum einkultum næmingi skal uppfyllast, so verður til dømis annar klassi deildur upp í fimm lesibólkar, sum hvør hevur sítt støði. Á hendan hátt keða teir góðu næmingarnir seg ikki, og teir verru stillaðu næmingarnir fáa eisini vón um at læra at lesa. Dentur verður nevniliga lagdur á, at hvør einkultur næmingur følir seg sum vinnara, og tí ikki fær størri útfordring enn hann kann klára. Júst hetta verður í løtuni diskuterað sum ein trupulleiki á donskum skúlum, við tað at ov nógv orka verður nýtt uppá teir vánaligu næmingarnar, so at teir góðu næmingarnir missa hugin. “EQ-utbildning” (emotionel inteligence) er tað nýggja vápnið fyri størri trivnaði millum næm- ingarnar. Tað gongur í stuttum út uppá at læra børnini at kenna sínar kenslur og at úttrykka tær rætt til tær røttu umstøðurnar. EQ- útbúgvingin er so nýggj, at hon ikki er komin til allar skúlar í Svøríki enn, men á skúlanum her er tað blivið ein fastur partur á skúlaskemanum. Foreldrini hava eisini møguleika at taka kursus í hesum. Eitt er at gera lógir, og eitt annað er at føra tær út í lívið. Og júst tað imponerar okkum við svenska skúlaverkinum, at mál- setningarnir so bevíst verða upp- fyldir. Samanumtikið er Svøríki tað landið í verðini, sum bjóðar barnafamiljum tær bestu umstøðurnar sum heild, eisini viðvíkjandi barnsburðarfarloyvi osv., men tað er ein heilt onnur søga............. Eitt gott skúlaverk er styrkin í samfelagnum TELDUBRÆVIÐ Frá: Chanette á Lofti, Svøríki, chanettelofti@hotmail.com Til: turid@sosialurin.fo Evni: Vikuskifti Meining ella frælsi? Málbitin Hvørsfall Hvørsfallið kann stundum vera torført at fáast við, tí tað er so sjáldsamt í nútíðarmáli. Kallkynsorð flest enda við -s í hvørsfalli í eintali, men ein bendingar- flokkur av kallkynsorðum hevur -ar í hvørsfalli. Men bundin ending eigur í báðum førum at vera -ins, t.d. mansins og býarins, friðarins - ikki "býarinnar" og "friðarinnar", sum ikki so sjáldan sæst í bløðum. Her villa sterkt bendu kvennkynsorðini, sum t.d. borgarinnar, drotningarinnar. Annað er, at tað er ein spurningur um stíl, hvussu nógv, ið gjørt eigur at verða av bundnun orðum í hvørsfalli. Í lógar- og fyrisitingarmáli gera hvørsføllini stílin hátíðarligari, snøggari og ofta greiðari. Í vanligari skriving eiga hvørsføllini at verða nýtt við hógvi. Soleiðis nýtt eru tey bæði hent og bærilig: "Á mønu hjalsins stari" yrkir Símun av Skarði. "Áarinnar hvítu blettir tekkjast gilsins botni í" yrkir Christian Matras. Samsvarsbending er tað, at orð, ið hoyra saman í setningi, eiga at standa í sama falli. Ofta verður farið ov lætt um hetta krav. "Eg bjóði tykkum vælkomin" er dømi um vantandi samsvarsbending; tykkum stendur í hvørjumfalli, og tí skal orðið, ið aftaná kemur, eisini standa í hvørjumfalli. Rætta orðingin er tí: "Eg bjóði tykkum vælkomnum ". Úr Orðafari nr. 3, 1987 Kim Simonsen skrivar C M Y K 26