leygardagur 26. januar 2002síða 13
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin Nr. 18 - 26. januar 2002
TÓNLEIKUR
Bárður Olsen
Cowboy Junkies vóru stovnað í
1984 í Toronto. Tað eru tey trý
systkini Margo, Michael og Peter
Timmins, og Alan Anton. Tey
hava givið níggju fløgir út. Tey
eru sera væl dámd av tónleika-
ummælarum, men ókend av
øðrum fólkum. Tónleikablaðið
Rolling Stone skrivar, at tey hava
kultstatus. Tónleikurin er ein
blandingur av blues, country og
rock. Eingin annar tónleika-
bólkur minnir um Cowboy
Junkies, tí tey hava sín egna
serstaka stíl. Tey hava gjørt tað,
ið fáir bólkar hava megnað ella
torað. Tey hava skapt eina
sjangru. Grundin til, at tey ikki
eru serliga kend, er helst, at tey
ikki bara hugsa um at selja. Í
bólkinum er tað røddin hjá
Margo, ið dominerar.
Fyrsta fløgan kom út í 1986.
Hon hevur løgna heitið: ”Whites
off earth now!!”. Hvat býr undir
hesum, er ilt at siga. Hon var
innspæld live. Bara ein mikrofon
varð brúkt. Her er einki tvætl,
tey seta seg niður og spæla. Á
fyrstu fløguni eru mest coverløg.
Hetta er sermerktur droymandi
transu blues. Frá t.d deyðu blues
legendunum, John Lee Hooker
og Robert Johnson. Í sínum
tunglyndi skrivar John Lee
Hooker: ”I’ll never get out of
this blues alive”. Robert Johnson
spælir sær við søguna um, at
hann hevði fingið síni evnir við
at selja sína sál til tann ónda. Um
ein bara hugsar um tekst, so er
hetta ikki ein serliga áhugaverd
fløga. Blues tekstir plaga ikki at
vera serliga áhugaverdir, sjálvt
um tónleikurin er avbera góður.
Næsta fløgan kom út í 1987.
Upptikin live í ”Church of the
Holy Trinity” í Toronto. Aftur
hesu ferð mest góð coverløg.
Sera góðar innspælingar av ”I’m
so longsome I could cry” hjá
Hank Williams og ”Walking
after midnight”. Kendasti
sangurin hjá Cowboy Junkies er
”Sweet Jane” hjá gamla Velvet
Underground sangaranum Lou
Reed. Hesin sangurin var m.a á
soundtrackinum til kultfilmin
”Natural born killers” hjá Oliver
Stone. Filmurin, sum av onkrari
løgnari grund, varð forboðin
í Føroyum. Í Degi og Viku ber
væl til at síggja fólk verða skotin
ella síggja lík liggja og flóta í
gøtunum, men er tað á filmi, nei,
so gongur tað ikki. So traðkar
”Big Brother” frælsi til at velja
niður.
Ikki fyrr enn á triðju fløguni
taka tey seg saman og skriva
næstan allar tekstirnar. Fløgan
eitur: ”The cauton horses”.
Flestu av tekstunum eru úr
samfelagnum tey liva í. Kann
kallast sosialrealisma og sum
næstan øll onnur, syngja tey
eisini um kærleika. Sangurin:
”Cause cheap is how I feel”
vísir, at tey hava talent fyri at
skriva góðar tekstir. Eitt brot er :
”Half moon in the sky tonight,
bright enough to come up with
an answer to the question why is
it that every time I see you my
love grows a little stronger. But
your memory leaves my stomach
churning, feeling like a lie about
to be revealed, but I'll horde all
this to myself cause cheap is
how I feel“. Michael Timmins
skrivar næstan allar tekstirnar,
men onkuntíð er tað Margo. Hon
hevur eitt nú skriva tekstin í
sanginum ”Witches“. Hann er
um hvussu heksirnar royna at
lokka hana at koma at luttaka í
teirra sabbat. ”There are witches
in the hills calling my name.
Saying come join us sister, come
kiss the flame. Come dance in
the moonbeams, ride the night
wind, make love to the darkness
and laugh at man‘s sins“. Hetta
er teirra fyrsta studiofløga. Sjálvt
um hon fyrst varð tikin upp í
einum staði, tey kallaðu
studio547, nevnt eftir tí kenda
dansistaðnum í New Your
studio54.
Á fjórðu fløguni ”Black eyed
man” samstarva tey við
navnframa Townes Van Zandt.
Hann hevur skrivað besta sangin
hjá Cowboy Junkies: ”Cowboy
Junkies Lament”. Hann er um
gentuna, ið fer út at spæla, so
koma dreingirnir at gera fortreð.
Minnir um sangin: ”Góða
mamma tað var ikki eg”, bara
nógv betri. Besta brotið er hetta:
”Baby hit the back door breathin'
real heavy said the boys in the
alley wouldn't leave her alone.
Mama did her make-up in a
terrible hurry she finally got
ready but the boys were gone.
Mama don't you worry, night's
approachin' there's a hole in
heaven where some sin slips
through, just close your eyes and
dream real steady maybe just a
little will spill on you. Dark don't
lie. Dreams come true. Could be
a few will see you through“.
Fimta fløgan eitur Pale sum
Crescent moon. Hetta er ein
rockkend fløga, men sermerkta
Cowboy Junkies ljóðmyndin
hoyrist alla tíðina. Í Rolling
Stone stóð tað at lesa, at henda
var á top 10, av bestu
rockfløgum nakrantíð. Her eru
fleiri sera góðir sangir. Her eru
ma.a romantiskir sangir og sang-
ir um farnar tíðir, tá skalpjagarar
vóru uppi á døgum. Besti sang-
urin eitur ”Ring on the sill”. Eg
vil meta, at hetta er ein tann besti
kærleikssangurin nakrantíð. ”He
lifts his glass from the table
It leaves a ring where it stood.
He sees the light from the
window. Caress her like he
knows he should. He's
remembering the first time he
kissed her and how he'd wake
and immediately he'd miss her,
like a spell, with each breath,
he'd taste her breath like a
haunting, irritating as hell.
Do you remember when you'd
pray to never see the day when
someone would make you feel
this way. 'Cause you knew they
would cut right through you and
once inside, you were afraid
they'd find nothing to hold on
to“.
Cowboy junkies hava noktað at
tilpassa seg tónleikinum, ið er
væl umtóktur. Hetta eru góðir
tónleikarir. Tey høvdu uttan
trupulleikar klárað at gjørt eina
fløgu, ið toppaði á hittlistum. Nú
í hesum døgum, tá plátufeløg
hava so ógvuliga stóra makt, er
tað gott við einum orkestri sum
Cowboy Junkies. Tey spæla tað
tey hava hug til og lata ikki
tónleikaídnaðin stýra sær. Nú er
tónleikur fyrst og fremst ein
søluvøra. Plátufeløg
hópframleiða bólkar, ið minna
um Spice Girls og Take That. Ein
gevst og tveir koma í staðin.
Videoløg hava fingið størri
týdning enn tónleikurin. Her er
tað útsjóndin, ið telir meira enn
nakað annað. Tilfelags fyri
næstan allar hesar bólkar er, at
tey hvørki skriva tekst ella gera
løg. Arbeiði hjá teimum er at
syngja, dansa og síggja gott út.
Hjá syngjandi konufólkum er tað
ein fyrimunur at hava stór bróst
og deiliga reyv. Um tey ikki hava
ein tóna skaptan í heysinum, er
undirornað. Tað kann alt ornast í
studio.
Býarinnar Cowboys
Eingin annar tónleikabólkur minnir um Cowboy Junkies, tí tey hava sín egna serstaka stíl.
Tey hava gjørt tað, ið fáir bólkar hava megnað ella torað, nevniliga skapt eina sjangru. Og tey
spæla tað tey hava hug til og lata ikki tónleikaídnaðin stýra sær
Cowboy junkies
Sosialurin Nr. 18 - 26. januar 2002
7
JÓLAHALD
Edvard Joensen
– Tað var eitt sindur løgið at
hugsa sær til at skula halda jól á
markinum til Sahara oyðimørk-
ina í meira enn 30 hitastigum.
Men tað bar væl til hóast alt, og
vit fingu eini sera hugnalig, um
enn øðrvísi jól, greiðir Alma
Bjartalíð í Klaksvík frá um ferð í
Afrika á jólum.
Frásøgnin setur ferð á hugin,
sum leitar at lýggjari støðum, nú
vit sita hendan illveðursdagin í
januar við køksvindeygað í
Bøgøtu og hyggja at, meðan
vindur og vátaslettingur strúka
yvir Klaksvíkina. Troystarleysa
veðrið uttan fyri ger kortini bara
innihugnan enn meira fløvandi.
Alma Bjartalíð í Klaksvík var
á jólum og vitjaði sonin og
familju hansara í Mali í Vestur-
afrika, sum liggur upp móti
syðru helvt av Sahara oyðimørk-
ini. Eitt nú liggur oyðimarkarbý-
urin Timbuktu, sum mangan
verður roknaður at liggja langt
burtur, í landinum Mali.
Sonur Almu, Snorri Brend, er
trúboðari í Mali. Saman við
konuni og báðum døtrunum býr
hann í býnum Sevaré, sum liggur
uppi við Niger ánna. Ein býur
við umleið 25.000 íbúgvum,
greiðir Alma Bjartalíð frá.
Øðrvísi jól
– Men hóast øðrvísi umstøðurnar
komu jólini kortini spakuliga,
greiðir Alma Bjartalíð frá.
Verdóttirin dugdi sera væl at fáa
jólahugnan fram, hóast alt.
Jólapyntið kom upp at hanga
so við og við, eins og jólaløg
eisini vórðu spæld. Tey høvdu
bæði føroyskar og útlendskar
fløgur og bond við.
Jólatræið er ikki so lætt at fáa
har niðri. Í hvussu er ikki tað
vanliga granntræið, vit brúka her
á okkara leiðum. Men tað kundi
so væl klárast við einum
plastikktræi, tey høvdu við sær.
Og tá so jólapakkarnir eisini
vóru komnir at liggja, ja so vóru
jólini komin. Eisini til teirra,
sum sótu í 32 hitastigum í Sevaré
uppi við Niger ánna í Mali.
Tey hava egnan kokk, trúboð-
arafólkini í Sevaré. Hann hevur
verið kokkur hjá øðrum trúboð-
arum undan teimum, sum nú eru,
og veit væl, hvussu fremmandu
fólkini vilja hava matin, og
serliga hvat tey tola at eta.
Jólaaftan varð døgurðin etin á
middegi. Oksakjøt, sum kokk-
urin, Omar, hevði gjørt til.
Eftir døgurðan varð farið ein
túr út í oyðimørkina, sum ikki er
so langt burtur, har ein norskur
trúboðari skipaði fyri einum so-
nevndum jólaspæli, sum hon
hevði sett saman burtur úr
Jesajasarbók úr Gamla
Testamenti, greiðir Alma Bjarta-
líð frá.
Hóast lisið var úr Jesajasar-
bók, varð spælt, at tey vóru
stødd á Betlehemsfløtum, har
bæði hirðar og einglar vóru
savnað.
Nú er tað so, greiðir Alma frá,
at í Mali ganga hirðarnir, eins og
øll onnur mannfólk, við tran-
sistorradio um hálsin. So Snorri
hevði verið so fyrivarin, at hann
hevði tikið radio við heimanífrá
og gekk so við hesum um hálsin,
nú hann skuldi vera røktingar-
maður hesa jólanáttina á Betle-
hems fløtum.
– Ein sera hátíðarlig løta,
hendan skýmingin jólaaftan,
meðan vit í oyðimørkini fluttu
okkum aftur til Jesu føðing,
sigur Alma Bjartalíð.
Jólini verða mest bara hildin
jóladag har niðri, greiðir Alma
frá. Tað verður gjørt við, at farið
verður í kirkju, og síðan fær alt
kirkjuligið at eta uttan fyri
kirkjuna. Tann dagin kemur nógv
fólk, tí ikki er støðan øðrvísi enn
so, at hjá fleiri teirra er tað
rættiliga forkunnugt at fáa rís og
kjøt, sum tey fáa hendan dagin.
Heima við hús er kosturin
vanliga hirsugreytur.
Ikki er kirkjan stór. Veggirnir
eru av mold, sum flestu aðrir
bygningar eisini eru. Hetta tí, at
tað er svalligari, enn um bygt
varð av gróti ella betongi.
Einki er inni annað enn eitt
upphang, har vín og breyð kunnu
standa. Altargongdin fór soleiðis
fram, at prestur lat breyð niður i
vínið og lat so ílætið ganga runt
hond úr hond, til øll høvdu verið
til altars.
Guðstænastan fór fram á
Fulanimáli, so striltið var at
fylgja við. Men okkurt sálmalag
kendi Alma kortini aftur.
Loftmissión
Í Mali gongur hvør maður við
útvarpslurti um hálsin. Sera nógv
og væl verður fylgt við tí, sum
hendir, gjøgnum útvarpið. Tað
kemst fyri ein part av, at illa
gongur at lesa hjá nógvum, men
at lurta klára tey.
Hesum hevur trúboðarin eisini
fingið sær fyrimunir av, og verða
útvarpsendingar við kristniboðan
gjørdar og sendar á lokala
málinum.
Snorri Brend er við í hesum
arbeiðinum saman við øðrum
trúboðarum, sum eru í umráð-
num.
Snorri er sendur út av trúboð-
arafelagsskapinum Melm, sum er
eitt samstarv millum tveir
norskar felagsskapir og donsku
Sudanmissiónina, haðani Snorri
er sendur.
Av øðrum máli tosar fólkið
bert franskt. Tað kemst av, at
Mali er gamalt franskt hjáland,
greiðir Alma Bjartalíð frá. Og
tað var ein lítil trupulleiki hjá
henni, at hon ikki dugir franskt.
Tí á enskum bar einki til. Hon
kundi ikki siga, hvar hon búði,
um hon ikki fann heimaftur, tí
tey skiltu ikki hvønn annan.
Men sera fitt og fyrikomandi
var fólkið, leggur hon dent á.
Smílandi og hjálpsom, tá hon
stóð og fektaði við sínum
teknmáli, um okkurt var, hon
ikki fekk skil á. Tað bar til.
Tey hava tað gott har niðri,
heilsar Alma Brend frá familjuni
í Sevaré. Og tað var sera gleði-
ligt at síggja, hvussu nógv fólk
hugsar um tey og minnist tey.
Eitt nú á jólum. Bæði so og so.
Tað eru tey eisini takksom fyri.
Heit jól
Jólini skulu vera hvít við kulda og kava. Halda vit, sum hava hesa romantisku
uppfatanina av jólunum, ið vit helst hava fingið frá týskum jólamyndum og -kortum.
Men soleiðis er ikki allastaðni. Eitt nú í Afrika um Saharaleiðina er eingin kavi á jólum.
Alma Bjartalíð í Klaksvík helt seinastu jól í 32 hitastigum í syðra kanti av Sahara
Jólaaftan varð døgurðin etin á middegi. Oksakjøt, sum kokkurin, Omar, hevði gjørt til
C
M
Y
K
25
24