leygardagur 26. januar 2002síða 12
‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin Nr. 18 - 26. januar 2002
5
4
Sosialurin Nr. 18 - 26. januar 2002
Fyrri partur
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard
Fríggjadagin 11. januar 2002:
Í morgun varð frælsið knappliga
tikið frá mær, so knappliga, at eg
valla varnaðist tað sjálvur fyrr-
enn løtu eftir at tað var hent. Var
hjá kommunulækna í sambandi
við ov søtt blóð í morgun um
níggju tíðina og stóð løtu seinni
úti í túninum í fríska útsynning-
inum við einum innleggingar-
seðli í hondini.
Eitt sindur paff. Korthúsið
raplaði fyri framman. Hevði glett
meg til vikuskiftið, har absolutt
einki skuldi henda. Hevði í hug-
anum fyrireikað arbeiðsdagin á
blaðnum og hann sá spennandi
út.
Einki er sum fríggjadagur eftir
eina góða viku hjá einum
journalisti. Einki er sum fríggja-
dagur yvirhøvur. Øll eru so løtt í
huga. Troytt og løtt og fjákut,
sum ovfarakát børn seint á
kvøldi.
Og so minnir innleggingar-
seðilin meg á at gloyma alt um
fríggjadagsstemmning, gera
skjótt av, fara heim eftir tí neyð-
ugasta og síðan halda leiðina út á
hospitalið.
Eg endaði á B6. Hendan deild,
sum eg so mangan havi vent og
snarað á redaktiónsfundum á
Sosialinum og á forsíðuni eisini.
Nú var hon ikki longur eitt
spennandi mál, sum skuldi hand-
farast eftir bestu sannføring
blaðsins. Nú var eg undirlagdur
hesa deild. Nú var frælsið tikið
frá mær, og eg var umgyrdur av
blídligum og sera dugnaligum
starvsfólki, sum hevði so nógv
betri skil á mínum likami enn eg
sjálvur.
Alt hendi so knappliga, at eg
gloymdi helvtina eftir av tí, eg
skuldi hava við. Inniskógvarnir
og heita opna innitroyggjan lógu
eftir á blaðnum. Her trekkir so
vælsignað við vindeygað inni á
stovuni, her eg siti, og eg komi at
hugsa um fjálgu troyggjuna á
míni skrivstovu, sum eg fekk
soleiðis, eg veit ikki rættuliga
hvussu, á Sjómanskirkjuni í
Hamborg, har eg starvaðist. Hon
hekk bara har í garderobuni í
gongini fyrsta hálva árið og eg
hugsaði, at onkur mundu hava
gloymt hana eftir. Ongin gav
henni gætur. Hon bleiv hangandi
og eg fór varisliga at ganga í
henni av og á. Ongin setti krøv
fram móti troyggjuni, ið er úr
fínastu hetlendskari ull. Nú er
hon mín og hevur fløvað mangan
vetrarmorgun, áðrenn eg rættu-
liga eri komin í gongd og gangi
hvíttklæddur í húsinum.
Klokkan er 10 á kvøldi.
Stovufelagin, ein eldri maður úr
Gøtu, svevur søtan. Friður liggur
yvir andlitinum og av og á fyllir
hann lunguni, meðan hann andar
djúpan, onkuntíð steðgar hann
heilt góða løtu og eg óttist at
hann heilt hevur gloymt at anda í
fasta svøvninum.
Uttan fyri er klárt og myrkt.
Ljósið av argjalandinum litar
aldurnar á sandinum í Sanda-
gerði. Soleiðis havi eg ikki sæð
tær fyrr. Aldurnar kela tí blanka
sandinum, ið glitrar í veika ljós-
inum eins og hvøljan á nýdeyðari
grind.
Og prestagarðurin er myrkur.
Tað er ikki meira enn tú hómar
ljós. Hvar munnu tey vera í
kvøld?
Vistu tit, at heilir sjey skor-
steinar eru á gamla hospitalinum,
á Dronning Alexandrines Hospi-
tal, sum eg síggi beint niður á
her av B6. Teir standa har til
onga verðsins nyttu og eru ein
leivd av farnum døgum. Oman-
fyri vegin stendur tann stóri
skorsteinurin, sum hevur avloyst
allar hesar gomlu. Hann er errin
í kvøld og stendur fattur, køl-
gráur og svartur og blunkar niður
á hinar, ið neyvan hava kent
fløva tað livandi menn minnast.
Áh Gud! sum her er friðarligt.
Órógvin byrjar at gera um seg
inni í mær. Nú eru 10 tímar
síðan eg chekkaði mail seinast.
Eg havi lisið 60 síður av skald-
søguni “Kongens Fald” eftir
Johs. V. Jensen, ein tann besta
danska skaldsøgan yvirhøvur. Eg
havi útgreinað øll hugsandi
ættarbond við stovufelagan, við
tí úrsliti at vit als ikki eru í
familju. Konan og annar sonurin
hava verið og vitjað, nátturin er
etin, kvøldardrekka við, og
stovufelagin smásnorkar. Men
sjálvur kenni eg ongan friðin enn
og her hendir ikki meira.
Leygardagur 12. januar 2002:
Morgun, og skrambul av stál-
vagnum og tallerkum hoyrast á
gongini uttanfyri. Næstan í
svøvni hoyri eg málið á morgun-
frískum og væluppløgdum
sjúkrasystrum og røktarum.
Klokkan er átta og tey hava
longu verið leingi uppi. Tað er so
óendiliga nógv, sum skal fáast
frá hondini hendan fyrsta tíman á
einum sjúkrahúsi, áðrenn morg-
unmaturin verður serveraður.
Eg svari linliga spurningum,
eri ikki morgunmaður og gerist
eitt sindur ilskur innan, haldi
mær høfligur og beherskaður og
geri sum sagt verður. Taki blóð-
sukur, blóðtrýst og hiti verða
máld.
Gangi ein túr eftir gongini.
Tað sær út til at øll eru komin
undan náttini á lívi og sterku
slímharkini úr eini fjarari stovu,
ið saman við øgiligum hosti-
anføllum, hava klovið tøgnina í
nátt, eru avtakandi.
Fram móti middegi kenni eg
døgurðaroyk. Ein vælkendur
luktur, angin av royktum medist-
ara, sum er ein av mínum lív-
rættum. Vónbrotið er stórt, tá eg
komið inn í uppihaldsstovuna.
Meðan hini sita og gottað sær
við royktum medistara, sær
tunnligt út á mínum tallerki.
Nøkur veikgul eplir, nakrir
malnir kjøtbitar og knallreytt
reyðkál, og liturin svarar slett
ikki til smakkin. Eg eti, hugsi
meira um mettuna enn um
smakkin og síggi tann beiska
veruleika dansa framman fyri
mær: “Nú skal tú taka annað
skinn um bak, hin gamli. Nú skal
ansast eftir matinum, skal tú náa
tí høgt eftirtraktaða aldurdóm-
inum, sum ongin rósar og sum er
rein elendigheit, skulu vit trúgva
pensiónistunum.
Uttan fyri er áarføri. Sandá
hevur ført nógva mold oman í
morgun og ósin er morreyður úti
við argjalandinum, heilt út móti
Høvdanum. Hann er landsynn-
ingur og ikki er sami friðurin í
dag yvir vánni, sum í nátt, tá
sandurin lá slættur og nýkemdur.
Og nú er nátt, ein still nátt,
regnið klikkir spakuliga á
vindeygað uttanfyri, her er
friðarligt, sjónvarpið gongur enn.
Náttarvaktirnar eru farnar til
verka. Tær ganga stillisliga og
teska, og náttin rurar friðin niður
yvir B6.
Sunnudagur 13. januar 2002:
Vit eru tríggir á stovuni nú. Ein
kvívíkingur kom í gjár og vit
kendust. Eg gjørdi honum
dyggiliga órætt í nátt. Var júst
komin í tyngd og vaknaði av eini
snorkan, sum segði spar tvey til
alt eg higartil havi hoyrt. Luftin í
stovuni sitraði, tá hann andaði
inn, og hon gav seg í sárum
eymki, tá hann blásti út. Hugsaði
um at ringja eftir náttarvaktini
fyri at fáa hana at sissa hendan
vitleysa gangin. Sendi eina
panikkbøn upp eftir til Várharra,
og bað hann um, at eg ikki
skuldi ilskast inn á sovandi
mannin, sum var ósekur og slett
einki kundi gera við, at hann
svav so larmandi.
Bønin hjálpti. Eg vendi mær
móti snorkandi manninum og
hann sigur við meg: “Hetta er
rekordin, slíkt snork havi aldrin
hoyrt áður”. Tá var tað tann triði
stovufelagin, sum hevði leverað
gangin. Hann vaknaði nú eisini, í
einum av hesum óhugnaligu
andingarpausunum, tá tað sær út
sum tann snorkandi gloymir at
anda og liggur sum deyður eina
løtu. Vit løgdust at práta og tá eg
vaknaði aftur um morgunin, var
eg helst tann einasti, sum hevði
sovið alla náttina á stovuni, eg
veit ikki hví.
Í ávísum støðum her á B6 eiti
eg bara 8.3 og stovufelagarnir
hjá mær ávikavist 8.2 og 8.1.
Fyri at skilja hetta betur, so kann
eg siga tykkum, at 8.3 liggur
uttast við vindeygað og 8.1
liggur innast, 8.2 liggur onkun-
staðni mitt í millum. 8.3 fekk
gullash til døgurða í dag og
ymerdessert omaná. Ein sera
vælsmakkandi døgurði. Sósin,
reyð á liti, var lættliga kryddað
við pipari, ið gav ein eftirsmakk
sum av eini góðari nýgjørdari
rullupylsu. Eg steðgaði eina løtu,
áðrenn eg fór undir dessertina og
nýtti rákan av góða døgurðanum.
Eg havi nógv at takka fyri, at
heilsan er í lagi, ella soleiðis á
einari leið. Hetta verði eg mintur
á, nú eg eri á sjúkrahúsi millum
sjúklingar sum sjúklingur. Yvir
av mær, við døgurðaborðið í dag,
sat ein eldri maður, ið er ættaður
úr eini bygd norðarlaga á
Streymoynni. Hann sá sjúkur út
og tað øvugta av matarlysti lýsti
úr andliti hans. Hann var eitt
sindur lammaður og stýrdi ikki
høgru hond rættuliga. Hann sat
og noyddi onkran bita niður í
seg. Ofta datt tað, hann hevði
fingið upp á gaffilin, niður aftur.
Hann hugdi upp á meg uppgev-
andi og legði frá sær. Eg sat
hjálparleysur. Tað gekk ikki long
tíð, so var eitt av røktarfólkunum
hjá honum og eggjaði honum at
halda fram. Hann royndi manni-
liga og fekk nakað niðurum.
Hann sannaði vísdómsorðini hjá
skálamanninum, ið eftir eitt
drúgt tørn, tá hann endiliga fekk
matarlystin aftur, mælti: “Hvis tú
ikki etur sær tú, so doyr tú sær
tú!”
Ein annar maður fekk nakað
seinni blóð. Ein klænur, grá-
dæmdur maður norðan úr Sunda-
lagnum. Eitt tól við lívsjáttandi
navninum “Life Care Pump”
doseraði spakuliga blóðið inn í
æðrar mansins og eg helt, at
sjónliga sást munur, hann fekk
dæmið aftur. Meðan hann hyggur
undrandi upp á meg sigur hann:
“Eg skilji væl, sum nú, at
fremmanda blóðið rennir inn í
æðrarnar, men eg skilji ikki hvar
tað blívur av, tá tað minkar aftur
eftir nøkrum vikum.” Sjálvur
hevði eg onga forkláring upp á
hendan, fyri hann, viðkomandi
spurningin.
Eg hugsaði: “Hetta verður
kanska einaferð eg,” meðan eg
hugdi eftir hálvtóma blóðposan-
um, sum hekk reyður uppi á
einum stativi. Í tí løtu avgjørdi
eg, at eg vildi melda meg til sum
blóðgeva. Klokkan var 16:30, 13.
januar 2002.
Ongin kom at vitja meg
seinnapartin í dag og pínadoyð
sum eg gerist ilskur inn á tey
vitjandi, tá eg sjálvur onga vitjan
fái. Og so fara tey heldur ikki
avstað aftur. Verða sitandi, meira
at kalla hangandi, siga somu
setningarnar umaftur og umaftur,
eru so fylt av samkenslu, at eg
eri um at sálast. Og tú sleppur
ikki undan teimum. Flýggjar tú
úr stovuni, so sita tey eisini á
uppihaldsstovuni. Nú er klokkan
farin av fimm og ein heilur tími
er farin út um vanligu vitjunnar-
tíðina og tey eru her framvegis.
Eg eri troyttur, linur og ynski
frið, antin til at lesa ella sova,
men fái ikki savnað tankarnar, tí
endurtøkurnar frá teim vitjandi
órógva støðugt.
Út aftur í uppihaldsstovuna.
Har er eisini fult av vitjandi.
Hugsi hví tey ikki bara leggja
seg inn permanent, tað er minni
munurin hvør er meira á sjúkra-
húsinum, tann sjúki ella avvarð-
andi. Gudstænasta er í sjónvarp-
inum. Eg skrúvi demonstrativt
sjónvarpið so hart, at tað doyvir
gangin og endurtøkurnar, og eg
hoyri dómpróstin doypa borgara
nummar 18.000 í Havn. Og tá
hann saman við børnunum í
kirkjuni biður bønina sum, Jesus
lærdi okkum, Faðir Vár...., tá
blotnar mítt hjarta, aggið móti
teim vitjandi hvørvur, og eg
minnist orðini hjá einum vin-
manni til mín einaferð:
“Jústinus, tá tú sær fleiri enn
tvey beist ein dag, so er stundin
komin at hyggja inn í teg
sjálvan.”
Mánadagur 14. januar 2002:
Mánadagurin kom spakuliga. Tað
var eins og náttin ikki rættuliga
vildi sleppa honum framat.
Náttin lá myrk yvir landið og run
var í sjónum. Sandurin í
Sandágerði var hvítur av skúmi,
sjóvarilska og brim. Javnan sást
tú tvey brot í senn. Lygnið er
fram við argjalandinum og í
ósanum. Óendaliga vakur er
hesin sandur, sum hevjar seg í
eina lága brekku niðan frá
sjóvarmálanum.
Nú leika børn á sandinum,
tvey børn og ein lítil hundur, ein
puddil, tey renna undan aldun-
um. Tey endurtaka ein leik, sum
hevur verið til síðan menniskjan
reisti seg upp á afturbeinini
einaferð í tíðarinnar morgni.
Litspælið á sandinum skiftir
allatíðina. Tey størstu brotini lita
sandin snjóhvítan, tá hann andar
inn, og sjógvurin skiftir yvir í tað
gráa, tá havið dregur sítt aftur til
sín. Fossurin í Sandá smæðist
heldur ikki burtur í morgun. Tað
hevur regnað í nátt og hann er
gulligur á at líta í morgun. Úti í
bátahylinum liggur milliónaflotin
hjá argjamonnum. Tilriggarar
hómast niðri á havnarlagnum.
Býurin vaknar svøvntungur í
hundasjúku og vanligari stúran
fyri vikuni fyri framman, fyri
verðsligari neringsorg nú í
januar, nú tey seinastu jólatrøini
enn ikki eru fyribeind.
Og her á B6 steðgar alt so
spakuliga upp hjá sjúklingi
nummar 8.3. Tølini, sum
skramblaðu niður fyrstu tímarnar
á hospitalunum, eru steðgað á,
her gongur spakuliga og eg gerist
mótfallin.
Og so fái eg eina dundurtalu
frá læknanum, sum er á stovu-
gongd, stovugongdin, sum
absolutt er hæddarpunktið á
degnum á B6. Hann minnir meg
á mína ábyrgd fyri heilsuni og
harvið eisini fyri samfelagnum,
at spara samfelagnum fyri
pening, tí eg upptaki eina dýra
hospitalsong, hugsi eg við mær
sjálvum. Eg fái boð um at renna
og nú síggi eg, at eg kann gera
mær sjálvum eina tænastu
heilsuliga við at renna og eg
kann stuðla samfelagnum. Við at
halda meg burtur frá sjúkrahús-
inum, renni eg. Tað eru tað
faktisk nógv sum kunnu, tí nógv
liggja inni fyri misrøkt av heils-
uni í reinum vællevnaði, fyri at
hava etið, roykt ella drukkið seg
hálvt í hel. Høvdu vit verið
meira tilvitað um okkara heilsu,
so hoyrdu vit ongantíð eitt graml
aftur um fíggjartrupulleikar
innan heilsuverkið og fyri tann
saks skuld á B6. Hvør songin
kostar 4000 krónur um dagin og
eg rokni leysliga: “Síðan fríggja-
dagin havi eg ligið samfelagnum
til last fyri heilar 16.000 krónur.
Og so smílist skálkurin inni í
mær: “Nú fái eg endiliga nakað
afturfyri knøppu helvtina, sum
eg latið í skatti trúliga hvønn
mánað.”
Rætt hevur læknin. Eg síggi
meg sjálvan fyri mær við pannu-
bandi, í joggingklæðum og í
Nike skóm rennandi eftir
Hvítanesvegnum, í paniskari
deyðsangist, undan tí deyða, sum
eg ikki sleppi undan, men tað er
mín ábyrgd at útseta hendan
deyðsfund so nógv sum gjørligt.
Og nú drillar aftur ein tanki
meg, og eg felli í sanna djúp-
hugsan, eitt sindur ørkymlaður.
Áttu læknarnir ikki at verið
fyrimynd fyri okkum, sum hava
misrøkt okkara likam soleiðis, at
vit eru endað á hospitali. Og nú
kemur nakað, sum eg faktisk
slett ikki tori at skriva. Hesar
dagarnar, eg havi ligið á sjúkra-
húsi, havi eg lagt til merkis, at
tað er bara hendinga lækni, sum
ikki er ov feitur. Bróðurparturin
av læknunum eru plágaðir av
stórum búki, og avleiðingin av
hesum er sambært teirra egnu
orð, ov høgt blóðtrýst, overvað
hjarta og ov høgt kolestorol. Skal
eg taka læknarnar alvorliga ella?
Eg meini so við, at beita meg til
kostráðgeva meðan fleskasteikin
og sapparin bíða heima.
Deyðin hevur ikki vitjað,
síðan eg kom á B6, men slitið av
elli hittir tú allastaðni. Manns-
ævin er stutt, seks ferðir tíggju ár
og eftir tað er likamið í stórlig-
um forfalli, so stórum, at tú bæði
sær og luktar tað. Og í eini ikki
so fjarari framtíð, so eri eg
kanska í somu støðu, men eg
stúri ikki, tí friðurin, sum hvílir
yvir andlitunum á hesum aldurs-
tyngdu fólkum, er so stimbrandi,
at har er einki at óttast. “Alt
hevur sína tíð,” sigur Prædikarin
í Gamla Testamenti og tey hava
eisini átt sína tíð at dansa.
Fái eina dundurtalu frá læknanum, sum er á
stovugongd, stovugongdin, sum absolutt er
hæddarpunktið á degnum á B6. Hann minnir
meg á mína ábyrgd fyri heilsuni og harvið eisini
fyri samfelagnum. Høvdu vit verið meira tilvitað
um okkara heilsu, hoyrdu vit ongantíð eitt graml
aftur um fíggjartrupulleikar innan heilsuverkið
og fyri tann saks skuld á B6
Mynd: Jens Kristian Vang
Dagbóksbrot
úr eini
hospitalssong
á B6
C
M
Y
K
23
22