Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-01-26, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 26. januar 2002síða 11

‹ fyrra síða allar 23 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hendan myndin er av íbúð- unum yvir í Lon í Havn, vanliga kallað »Revagarð- arnir«, er tikin í 1950. Hetta er fyrsta sosiala byggjaríið hjá Tórshavnar Kommunu. Ovara Lon hevði fimm íbúðir og Nið- ara Lon hevði átta íbúðir. Fyrstu fólkini fluttu inn í 1949. Myndin er tikin frá ein- um stórum steini niðan móti Frúutrøð, nevndur »Hestahøvdið«. Norðan fyri Ovara Lon sæst turkihúsið, har tey turkaðu klæði. Niðan fyri tað sæst vaskirúmið, sum hevði kókigrýtu. Hinu megin Bókbindara- gøtu síggjast húsini hjá Jó- annes Frederiksen, Johan Slættalíð, Christian Sam- uelsen (Kiss), Jens Poulsen, Hans Hendrik Jacobsen og Oliver Kragesteen. Vinstru- megin hómast tekjurnar á húsunum hjá Bern- hard Arge og Anton Toftalíð. Høgru- megin síggjast hús- ini hjá Emil Juul Thomsen, og niðan fyri hómast tekjan hjá Hans Nielsen. Úti á Skansanum sæst veðurhúsið, har fók eisini hava búð. Myndina eigur Kemm Poulsen. 2 Sosialurin Nr. 18 - 26. januar 2002 Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720, teldupostur: turid@sosialurin.fo Blaðstjórn: Turið Kjølbro EG MEINI TAÐ Eg meini, at Føroyar eiga at vísa umheiminum, at vit ikki kunnu stuðla fremm- andahatrinum hjá dønum. Nýggi útlendingapolitikk- urin hjá donsku stjórnini hevur longu sett Danmark í andstøðu í Evropa, og ynskja vit ikki somu lagnu, noyðast vit at gera heimin varugan við, at vit ikki stuðla fremmanda- hatri. Nýggja uppskotið hjá donsku stjórnini býtir danska fólkið upp í fyrsta- flokks borgarar og annan- flokks borgarar. Hetta er eitt tað størsta alment stýrda rasistiska átakið í Vesturevropa síðan annan veraldarbardaga og skal síggjast sum ein bleytari og tillagað útgáva av apartheid. Tað er bert ein spurning- ur um tíð, áðrenn onkur dregur Danmark fyri ST- mannarættindadómstólin og vinnur sakina. Tað er ikki torført at skilja, hvat hetta hevur við sær, tá talan er um útflutning og altjóða samstarv annars. Ynskja vit sum føroy- ingar ikki at vera ein part- ur av hesum, mugu vit gera vart við hetta og tað nú. Hvussu fer eitt handilsboykott av Dan- mark at ávirka okkum? Neyðugt er at Føroya Landsstýri eru undan- gongumenn í altjóða átøkunum móti Danmark, hetta vísur altjóða sam- felagnum at vit sum før- oyingar ikki stuðla fremm- andahatri, og ikki velja at síggja onnur fólk sum annanflokksborgarar bara tí danska stjórnin sigur tað. Seinastu nógvu árini hevur Danmark havt nógv tí harðastu útlendingalóg- ina í Vesturevropa, og hetta hevur bert ført al- samt verri integratión við sær. Síðsta danska stjórnin við sokallaða sosialdemo- kratinum Poul Nyrup Ras- mussen á odda kappaðist við Dansk Folkeparti um at spreiða fremmandahat- ur. Hetta skapti ein hatskan hugburð í stórum parti av danska fólkinum. Tá ein penur sosialdemo- kratur kundi føra ein tílíkan politik, so var hann nokk ikki galin. Tað er tí nú sera torført hjá fólki av øðrum upp- runa enn donskum at fáa arbeiði í Danmark. Ung fólk av øðrum uppruna enn donskum sleppa ikki inn á dansistøðini, og sera torført er hjá hesum at fáa bústaðir. Hetta hevur verið galdandi í skjótt nógv ár, og hevur avlagað tilveruna hjá nógvum fólki. Tað er lætt at skilja, at nøkur av hesum fólkum, ofta ungir strongdir menn, enda úti í brotsverkum. Og júst hetta við brots- verkunum hava Poul Nyrup Rasmussen og hansara kumpanar brúkt sum orsøk til at gera útlendingapolitikkin enn strangari, og spreiða enn meira hatur og ræðslu millum vanliga danskaran. Men nú eru sokallaðu sosialdemokratarnir ikki í stjórn meira. Ein høgra stjórn er komin til valdið, og hendan stendur við einum stórum trupulleika: Hvussu kann hendan stjórnin føra ein meira høgravendan útlendinga- politikk enn tann undanfarna stjórnin gjørdi? Hetta er torført, eftirsum hetta var tann strangasti politikkurin í vestur Evropa. Fólk eru rødd av øllum ræðumyndunum, sum politikkarar og fjølmiðlar hava málað, og krevja ein harðari politikk. So núverandi danska stjórnin velur at argumentera við, at í arabisku londunum er politikkurin so og so strangur og tí kunnu vit brúka sama politikk yvir fyri arabum. Danska stjórnin velur altso at melda seg úr Vesturevropa á hesum øki. Danska stjórnin velur ein politikk, sum er kendur úr Suður Afrika, úr Irak úr Nazi Týsklandi og Ísrael. Men vit føroyingar hava ongan áhuga í at melda okkum burturúr Evropa, tí mugu vit siga stopp, og saman við hinum londunum fordøma okkara donsku ríksfelagar. Vit mugu fordøma danir! Niels Uni Dam skrivar: Í Lon – fyrsta sosiala byggingin í Havn GAMLAR HAVNARMYNDIR Lagt til rættis: Birgar Johannessen Tá London-bólkurin »The Times« vitjaði í 1968 Í 1968 vitjaði enska or- kestrið, The Times, í Før- oyum, og hildu teir m. a. konsert í Sjónleikarhúsi- num í Havn. Hendan myndin er tikin í hesum sambandi, og eru teir 12 menninir aftast frá vinstru hesir: Kári Mour- itsen, frásøgumaður, Hans Chr. Clementsen, Finn- bjørn Johansen, Jógvan Telling Joensen, Frants Marius Olsen, Sigurd Bech, Birgar Johannes- sen, Rúni Øster, Niels Símun Johannesen, Jógv- an Dahl, Jógvan Sofus Vágsheyg og Símun Arge. Teir átta í miðjuni eru frá vinstru: Ólavur Øster, Jóannes Nielsen, Marius Joensen á Hvítanesi, Andras Samuelsen, Jógv- an Hendrik Johannesen, Finnbogi Johannessen. Tveir lítlir tónleikarar á knøum eru: Kolbein Sim- onsen og Jógvan Nielsen. Sitandi fremst frá vinstru eru teir í bólkinum úr London, The Times. Uttast høgrumegin sigur Eirikur Rasmussen. Myndina eigur Maja Joensen. Soleiðis sá ein Citrón- etikett hjá Restorff út í sjeytiárunum… Sosialurin Nr. 18 - 26. januar 2002 3 SAMRØÐA Ingrid Bjarnastein Køkurin í Missiónshúsinum í Nólsoy er karmur um samrøðuna við Terja Rasmussen. Missións- húsið í Nólsoy virkar nú sum dagstovnur hjá 15 børnum frá 0 – 10 ár. Tað er í hesum dagstovn- inum Terji Rasmussen dagliga starvast, og tað er í Nólsoy, at hann ætlar at seta búgv. Lívið sum trubadurur er komið at enda, og nú er ætlanin at byggja hús í Nólsoy saman við gentuni, og báðum døtrunum. Eisini er ætlanin at fáa egið studio í kjallaran. Men hvussu ber tað til, at ein havnarmaður, búsitandi í Keyp- mannahavn, brádliga vendir heimaftur á klettarnar og síðani velur at búseta seg í eini lítlari bygd sum Nólsoy. – Grundirnar eru nógvar, hví júst Nólsoy er bygdin eg havi valt at búseta meg í, sigur Terji Rasmussen. – Fyri tað fyrsta, so hava eg og gentan tosað um, at tá vit skuldu flyta heimaftur, so skuldi tað vera til eitt av teimum smærru plássunum nær við Havnina. Mær hevur eisini altíð dámað væl í Nólsoy og mær dámar væl frið. Tað tekur heldur ikki langa tíð at fara til Havnar, og tað er eisini væl bíligari at byggja hús og keypa grundstykki í Nólsoy enn tað er í Havn. Nú havi eg allan mín uppvøkstur sæð Nólsoynna, meðan eg nú ístaðin fyri sleppi at síggja inn á Havnina. Stórtrívist Terji varð útbúgvin pedagogur á læraraskúlanum í januar 1995, og fór í 1998 niður til Keyp- mannahavnar. Í Danmark ar- beiddi Terji á einum viðgerðar- heimi fyri ung, sum kanska kann samanberast við Rókina úti á Argjum. Eftir at hava starvast har í tvey ár, valdi hann at gerast fulltíðartónleikari burturav, sum hann sjálvur sigur. Terji leigaði seg inn í eini høli í Herlev, har hann gjørdi sítt egna studio. Í tí studionum vórðu tríggjar fløgur framleiddar, og sum eitt ískoyti byrjaði hann at spæla á nátt- klubbum og líknandi. – Men at syngja "Hotel Cali- fornia" á eini barr er "dødens pølse" í longdini, greiðir Terji frá. – Tí valdi eg at geva mítt trubadur virksemi upp, og flyta heim til Føroya eitt hálvt ár "ov tíðliga". Eg kundi eisini valt at fingið mær arbeiði niðri, fyri síðani at siga upp um eitt hálvt ár, men eg valdi heldur at flyta heim til eitt nýtt lív í Nólsoy. Songfuglurin sigur, at hann stórtrívist í Nólsoy og nólsoying- ar hava tikið væl ímóti sær. – Eg fari ikki til Havnar uttan so, at eg havi eitt ørindi, sigur Terji. – Eisini her á barnagarðinum trívist eg væl. Eg hevði ongar forvæntningar til arbeiðið her, so eg eri hvørki vorðin positivt ella negativt yvirraskaður. Tó sigur Terji, at tað eru tey størru børnini, ið hava tikið best ímóti honum. Tey smærru hava ikki rættiliga vant seg við at eitt mannfólk er komið í húsið enn. Rótleysur – Nú er tað eisini soleiðis, at eg sjálvur helst vil, at míni egnu børn skulu vaksa upp í sama umhvørvi sum eg gjørdi. Føroyar hava eitt nógv sunnari umhvørvi enn tey hava aðrastaðni, har børnini ikki kunnu fara út einsa- møll, tá teimum lystir. Men við- hvørt haldi eg, at man gloymir at taka børnini í álvara. "Hatta er bara eitt barn", "Ikki lurta eftir tí børn hava at siga" og so fram- vegis verður alt ov ofta sagt, sigur Terji Rasmussen Terji hevur tó sjálvur ta áskoð- an, at eitthvørt barn skuldi verið heima, til tað var tvey ára gam- alt, og harvið eisini havt annað av foreldrunum heima hjá sær. Men hann leggur tó dent á, at tað er samfelagið, sum vit liva í í dag, sum ger, at hetta ikki er møguligt. Tað eru ikki foreldrini, ið hava skyldina fyri, at tey ikki kunnu vera heima hjá børnunum tey fyrstu árini. Spurdur, um hann heldur tørv- ur er á mannligum pedagogum, svarar hann, at tað er tað so avgjørt. – Eg vóni, at fleiri menn velja at gerast pedagogar í framtíðini. Børn, og kanska serliga dreingir, hava eisini brúk fyri eini mann- ligari fyrimynd. Kvinnur eru av náttúru meira bangnar av sær, og ofta kann hetta steðga børnunum í at kanna síni egnu mørk. Konur eru meira hjúklutar enn menn. Soleiðis er kynsbýtið nú eina- ferð, um tú vilt tað ella ei. Men Terji ætlar sær at støðast í Nólsoy. Tað er í øllum førum ætlanin. Familjan flytir heim í juni, og so skjótt sum liðugt er at útstykkja, verður farið í gongd við at byggja hús. – Um hetta er mín endastøð veit eg ikki. Eg eri rótleysur og eg slái ikki røtur nakrastaðni. Eg flutti til Danmarkar fyri at sleppa undan føroyingum, men tá eg so endaði mitt á Oyrasundskollegi- enum, hevði eg meira føroyingar rundan um meg, enn eg hevði havt, um eg hevði eina íbúð í Havn. Men nú eri eg komin í tann aldurin, har eg havi ein etableringstørv. Ommur og abbar eru deyð, mamma býr niðri, so nú er tíðin komin at fáa mítt egna, og tað skal vera í Nólsoy. Eg skal ikki siga, at eg kanska fari burtur eitt ár ella tvey, men eg fari altíð at venda aftur til Nólsoyar. Havnarmaður í Nólsoy Ein av songfuglunum í Føroyum, sum hevur verið virkin í tónleikinum í mong, mong ár, er Terji Rasmussen. Terji er kendur frá millum øðrum Frændum, Føstufressum og Moirae, har hann hevur havt ein stóran leiklut. Nú er 35 ára gamli havnarmaðurin fluttur úr Keypmannahavn til Nólsoyar, har hann arbeiðir á dagstovninum. Og tað er í Nólsoy, Terji ætlar sær at støðast Rótleysi Terji Rasmussen setur búgv í Nólsoy Mynd: Jens Kristian Vang C M Y K 21 20